Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-05-14, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. mai 1994síða 2

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| | Bretland grætur Í næsta grannalandi okkara ræður landa- sorg í hesum døgum. Alt tað bretska fólkið syrgir deyða John Smith, for- mannin í arbeiðaraflokkinum og sum av mongum var mettur komandi for- sætisráðharri. Tíðindi hósdagin um at ein hin best dámdi og mest lovandi politikarin í bretskum politikki var deyður av hjartaslag tóku alt bretska fólkið av bóli. Tey skelkaðu alt Bret- land. Eingin vildi trúgva, at hesin fryntligi og klóki politikarin, sum nær- um hvønn dag var at síggja í sjónvarp- inum í sínum ótroyttiligu orðadystum móti navnanum John Major, bráddliga skuldi vera horvin av tí politiska leik- pallinum fyri altíð. Fólk høvdu mestsum vant seg til, at John Smith fór at vera oddamaðurin í bretskum pol- itikki og i Downing Street nr. 10. Veljarakanningarnar góvu eisini flokki g hansara eina ógvusliga framgongd, sum vildi tryggjað flokkinum leidsluna. VIÐ deyða John Smith hevur Bretland mist ein framúrskarandi politikara og sera gott menniskjað. Neyvan nakrantíð hevur Bretland syrgt ein politikara so nógv, so væl dámdur varð John Smith millum flest allar bretar, líka mikið hvønn politiskan flokk teir hildu seg til. Fyrrverandi bretski forsætisráðharrin Margareth Thatcher segði eftir at tíð- indini frættust, at hetta var ein stórur missur fyri Bretland, tí við sínum klók- skapi, sínari erligheit og stóru virðing var John Smith júst tann rætti til sína uppgávu. Eisini John Major umrøddi henda stóra miss fyri Bretland og brets- | kan politikk og segði, at hann metti ikki navnan sum ein fígginda men sum ein verdugan måtstødumann, sum altid dugdi at svara fyri seg men sum eisini altíð dugdi at lurta eftir ðrum og virða sjónarmiðini hjá øðrum. JOHN SMITH gjørdist bert 54 ára gamal. Hann var skoti og tók við sum | leiðari í arbeiðaraflokkinum í 1992 eftir valósigurin tá. Hann var útbúgvin sakførari men fór longu heilt tíðliga upp í politikk og sat eitt skifti sum ráðharri í eini arbeiðarastjórn. Men at flokkurin skuldi tapa fleiri val á rað gjørdi, at flokkurin fór at leita eftir einum nýggj- um formanni og varð John Smith valdur við stórum meiriluta. Hann hoyrdi til høgravongin í flokkinum og var ikki bangin fyri at siga sína meining við fakfeløgini, sum altíð hava verið sera sterk í arbeiðaraflokkinum Tað eydn- aðist honum eisini at fáa tey at góða eina kollveltandi broyting í valinum av formanni við tað at fakfeløgini máttu góðtaka at missa nakað av stóru ávirkan síni. John Smith fór annars varliga fram, tá tók við formanssessinum. Hann hevði onga ætlan um at fremja nakra kollvelting eftir stuttari tíð og sjálvur koma í fokus men setti sær ístaðin langtíðarmál, nakað, sum er sjáldsamt í politikki. Størsta vónbrotið var so, at hann skuldi ikki sleppa at røkka hesum langtíðarmálum sínum, nú hann brádd- liga doyði. TAÐ eydnaðist honum at skapa álit Tríggir mánaðir til næstu samráðingar: Fyrireika seg nú il at hitta danir Endurfigging, møguligt hall á næstu fíggjarlóg og blokkurin eru høvudsevnini i ingum vid danir Næsti fundur millum før- næstu samråd- aftur millum veljararnar og arbeidara- flokkin og seinastu veljarakanningarnar løgdu flokk hansara heili 25% framman fyri teir konservativu. Eftir úttalilsunum í bretska sjónvarpinum og útvarpinum og somuleiðis bløðunum nú eftir deyða John Smith at dóma var tað tikid sum givið, at næsti forætisráðharrin í Bret- landi fór at eita John Smiht. Sagt varð eisini, at hesin maðurin helst fór at verða ein hin besti bretski forsætis- ráðharrin síðani Atlee. Skoðsmálini hann fær eru ómetaliga positiv og breiddin í teimum vísa nettup, at talan her var um eitt menniskjað og ein pol- itikara, sum ein stórur partur av bretsku tjóðini kundi góðtaka sum sín ovasta leiðara. Hann hevði eisini mangar av teimum persónligu eginleikunum, sum flest allir bretar meta so høgt. Hann var trúgvandi maður, hann brúkti sera stóran part av tíð síni saman við fam- iljuni, hann var klókur og so hevði hann tann frálíka eginleika at duga at blanda skemt og álvara saman. Eisini toleransa hansara og ikki minst virðingin fyri dialoginum gjørdi hann til ein høgt virdan politikara ikki minst millum sínar mótstóðumenn. Hann hevði eisini tey fråliku evnini at duga at byggja brýr millum ymsar bólkar eitt nú innan sín egna flokk og hann dugdi sera væl at arbeiða í einum teami, har hann út- delegeraði ábyrgd til sínar næstu og rósti teimum, tá teir gjørdu eitt gott arbeiði. Hann dugdi at fáa tað besta burtur úr teimum, sum hann arbeiddi saman við. Samanumtikid var John Smith maðurin, sum alla tíðina eggjaði ødum til at halda fast um eina kós og arbeiða móti langtíðarmálum. Hann var alt annað enn løtuvinningspolitikari, JOHN SMITH metti seg sum ein góðan kristnan sosialist, sum setti virðingina fyri øllum gðrum í hásæti. Hann legði tí eisini stóran dent á røturnar, nevniliga filosofisku sannføring sína um sosialt rættvisi. Hann hevdi samtidis betri skil enn nakar á teimum búskaparligu lóg- unum og metti at sosialt rættvísi og búskaparlig framgongd ganga hond í hond. Hann var praktiskur, hann var ein vinnaratypa, ein sum hevði evnini og viljan til at vinna. Hann arbeiddi hart, yvir og til valið í heyst. Annars fyrireika vit okkum nú til samráðingarnar og eg vóni, at fáa eina avtalu við danir, sum ein breiður meiriluti á tingi kann taka undir við, sigur løgmaður. Í hevuðsheitum fara samráðingarnar annars at snúgva seg um endurfígg- ing av lánum, sum fella til gjaldingar næsta ár. Har- aftart verður spurningurin um komandi fíggjarlóg viðgjørdur. Marita Petersen sigur, at líkt er til, at fíggjar- lógin næsta ár eisini fer at gevahall, og so er spurning- urin hvussu hetta skal fíggj- spardi seg ikki og legði stóran dent á at hava tætt samband við mannin á gøtuni. HVÍ gera so nógv burtur úr einum bretskum politikara, sum lítið og einki hevði vid Føroyar at gera vilja helst fleiri føroyingar spyrja! Til tað er at siga, at Bretland er næsti granni okkara og helst fara vit føroyingar í framtíðini at hava nógv stórri samstarv við júst Bretland, bæði tá hugsað verður um fiskivinnu og ikki minst eina komandi oljuvinnu. Sum komandi forsætis- ráðharri í Bretlandi hevði hann tískil eisini fingið ávirkan á hetta samstarv. Ikki minst fyri javnaðarfólk í Føroyum kennist tað sum ein stórur missur fyri sosialdemokratisku rørsluna, tá ein slik- ur maður ikki longur er til at stríðast fyri hugsjónini og teimum grundleggj- andi sjónarmiðjunum, sum sosialdemo- kratar - uttan mun til landamørk - standa fyri. Sum komandi bretskur leiðari vildi hann eisini fingið stóra ávirkan á, hvussu framtíðar Europa fór at síggja út. Við sínari sannføring um at tengja sosialt rættvisi saman við búskaparligum framburði - og við sínum humanistisku grundsjónarmiðjum - hevði John Smith eftir okkara tykki verið tann rætti at staðið á odda fyri sosialdemokratiska politikkinum ikki bert í Bretlandi men í øllum Europa komandi týdningarmiklu árini. Ikki bert bretar hava ti mist nógv við deyða John Smith. Tað hava vit øll, sum ganga inn fyri, at búskaparligur framburður skal byggja á sosialt rættvísi. Eisini tey mongu í ødrum londum og har eisini í Føroyum, sum stuðla sosialdemokratisku hugsjónini, hava mist ein av sínum, nú bretski Laborleiðarin doyði. Verandi og ikki minst komandi føroysk javnaðarfólk hava nógv at læra av hesum góða manni - ikki minst av hansara ótroyttiliga og áhaldandi stríði fyri teimum grundleggjandi sosialdemo- kratisku virðunum, sum tú ongantíð eigur at sleppa. Bretland grætur. Vit syrgja so sanniliga eisini við deyða John Smiht. Friður verið við minni hansara. SOSIALURIN oyska landsstýrið og donsku stjórnina verða 17. august, og nú situr lands- stýrið og fyrireikar seg av ølum alvi. Vit spurdu Maritu Peter- sen, løgmann um tað ikki verður trupult at fara at tingast við danir nú lands- stýrið ikki longur hevur parlamentariskan meiriluta aftan fyri seg. -Týsdagin fer tingid at atkvgða um uppskot sam- bandsfloksins um at skriva út nýval. Verður uppskotið ikki samtykt, fer landsstýrið at kanna, hvønm leiklut andstødan fer at hava í politiska arbeiðinum fram- ast. Tað fer landsstýrið eisini at tosa við donsku stjórnina um. Umframt hesi mál verður blokkurin eisini viðgjørdur. At løgtingsval skal vera stutta tíð eftir at ein avtala verður gjørd við donsku stjórnina heldur Marita Petersen ikki fer at ávirka samráðingarnar. = Heldur ikki, at landsstýrið ikki longur hevur meiriluta aftur fyri seg Landsstýrið fyrireikar seg nú aftur at hitta danir Mynd: Jan tór.-