leygardagur 14. mai 1994síða 13
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sosialurin | Nr. 90 — 14. MAI 1994 Sida 13
Klaksvikingar tøku
alt tað mista aftur
Tað eydnaðist KÍ at fáa vunnið dystin í Runavík móti NSÍ við 2-1, so neyð-
ugt varð við umdysti. Í umdystinum fekk KÍ tvey skjót mál og finaluplássið
LØGMANSSTEYPID,
SEINNA SEMIFINALA:
NSÍ-KÍ 1-2 (0-1)
(KÍ vann umdystin 2-0, og
kom sostatt i finaluna við
samanlagt 5-3 i målum]
0-1: Arnold Joensen
0-2: Eyðun Klakkstein
1-2: Djóni N. Joensen
1-3: Arnold Joensen
1-4: John Hansen
Tað eydnaðist KÍ í Runavík
Kristi Himmalsferðardag at
fáa tað mista innaftur, tá lið-
ið vann 4-1 á NSÍ eftir um-
dyst.
Fyrri dysturin millum lið-
ini, ið var spældur í Klaks-
vík, endaði 2-1 til NSÍ, so tá
dysturin í Runavík eftir
vanliga tíð hevði sama úr-
slit, mátti umdystur til fyri
at finna finalistin.
Tá so KÍ beinanvegin í
umdystinum fekk tvey mál,
var einki at gera hjá NSÍ, og
klaksvíkingar kundu fara
væl nøgdir aftur til Klaks-
víkar — vitandi, at teir ikki
mugu gera sær nakrar avtal-
ur fyri tyskvøldid 2. august,
tí teir tá skulu spæla finalu í
kappingini um Løgmans-
steypið.
byrjaði dystin betur,
og tað var eisini fult uppi-
borið, at KI fekk sett hol á, tå
hálvur tími var spældur. Ein
sending kom inn fyri NSÍ-
málið, og har varð Arnold
Joensen — trýsti Oddfríða
Gaardbo niður, so hann
slapp upp at skalla — og -
skoraði til 1-0.
Klaksvíkingarnir høvdu
allan fyrra hálvleik stóra
yvirvág í spæli og kjansum,
men Trygvi Mortensen stóð
sera væl í NSÍ-málinum, og
í einum tveimum førum, tá
Eyðun Klakkstein og Aksel
Johannesen royndu seg, var
tað heilt ótrúligt, at bólturin
ikki slapp fram við honum.
NSÍ fann ongantíð
út av Kl-álopinum
Tað tóktist, sum fann NSÍ
ongantíð útav, at KÍ — fyri at
fáa vunnið sær fyrimun við
at skora fyrsta málið í dyst-
inum — spældi við trimum
álopsspælarum, ið skiftust
um at fara fram og vidhvørt
fóru allir í senn. Á tann hátt
eydnaðist KÍ ferð eftir ferð
at gerast í meiriluta inni á
NSÍ-hálvuni, og vandi var á
ferð í at kalla hvørjum ein-
asta føri.
NSÍ-ararnir vóru hepnir
móti endanum á fyrra hálv-
leiki at fáa brotsspark, tá Jan
Andreassen feldi John Jac-
obsen inni í brotsteiginum.
Brotssparkið var í lagi, men
tað hevði verið syndarliga
órættvíst, um NSÍ hevði
fingið mál í hesum førinum.
Tað mundi Amfinn Lang-
gaard eisini halda, tá hann
fór til brotssparksbóltin og
skjeyt hann meira enn ein
metur við síðuna av.
Eitt mál móti endanum av
fyrra hálvleiki hevði sjálv-
sagt verið kærkomið hjá
heimaliðnum, ið fekk somu
yvirvág í seinna hálvleiki,
ið KI hevði havt í fyrra.
Kortini varð tað KI, ið
økti til 2-0, tá Arnold Joen-
sen fór igjøgnum í høgru
síðu og smekkaði innfyri,
har Fríðin Ziskason blakaði
seg fram og skallaði upp á
mál. Trygvi fekk akkurát
hondina á og beint bóltinum
á yvirliggjaran, men tá var
Eyðun Klakkstein beinan-
vegin klárur og skallaði re-
turin í kassan til 2-0.
Gott og væl eitt korter var
farið, tå KI fekk hetta málið
og annan fótin í finaluna.
Men eitt korter seinni bar
til hjá NSÍ at minka um
munin og varðveita finalu-
kjansin, tá Djóni N. Joensen
var hægstur eftir horna og
við høvdinum plaseraði í
KI-målid. Jákup Mikkelsen
royndi at koma út og boksa,
men var so óheppin at raka
Djóna í høvdid í staðin fyri
bóltín. Eitt hendiligt óhapp, .
ið mundi komið illa við hjá
NSÍ, ið longu hevði brúkt
útskiftingarnar. Men Djóni
kom fyri seg aftur í øllum
góðum eftir at hava ligið á
Q311
Jan Joensen, KÍ, vid bóltinum, meðan Jónstein
Petersen, NSÍ, roynir at fáa hann av honum. Ar-
nold Joensen, KÍ, og Djóni Nolsøe Joensen og Uni
Hansen, NSÍ, bíða eftir, hvat fer at henda
vellinum í eina løtu.
Tá avtornaði endaði dyst-
urin eftir fyrstu 90 minutt-
irnar 2-1 til KÍ, og tí varð
neyðugt við umdysti fyri at
finna eina avgerð.
Tvey skjót mál
avgjørdu alt
Her fekk Kl eina kær-
komna gávu, tå bólturin av
NSI nærmast varð spældur
til Arnold Joensen, ið var
púra fríur. Tað var lítið fyri
hjá honum at fara einsamall-
ur igjøgnum og skora til 3-1,
meðan NSI-verjan stóð sum
rúnarbundin.
Fimm minuttir seinni var
KÍ aftur upp á spæl, tá John
Hansen útnyttaði veikleik-
arnar í høgru síðu hjá
heimaliðnum og slapp sær
igjøgnum og skoraði til 4-1,
Hetta punkteraði NSÍ full-
komuliga, og tað var nærri
við, at KÍ fekk fleiri mál,
enn at NSÍ skoraði. Kortini
fekk Jack Jacobsen ein risa-
møguleika í síðstu sekund-
Mynd: Hilmar Jan
unum av umdystinum at
minka um muninm tá Arn-
finn legði innfyri og Jack
bumbaði — við síðuna av!
Sostatt tryggjaðu klaks-
víkingar sær ein fult uppi-
bornan finalusess, meðan
NSI einki fekk. ,
Sigast má eisini um Kl-
liðið, at tað hevur tikid seg
sera nógv fram síðani fyrru
semifinaluna, tá eisini spælt
varð við fýra monnum áein-
ari linju. Nú var Kurt aftasti
maður og liðið heilt ødrvisi
skipað, og tað vísti seg eis-
ini, attað var hetta, ið skuldi
til fyri at fáa breiddina fram
á Kl-liðnum.
NSI hinvegin er týðiliga í
kreppu. Verjan steðgar sam-
an við miðvgllinum upp
vidhvørt, og samstundis ber
illa til hjá álopsspælarunum
at skjóta mál, so óivað kann
frískt blóð á summum pláss-
um gera undurverkið.
steypafinala
B71 fekk bert javnleik 3-3 í seinna dystinum móti
HB, men tað var nóg mikið til annað finaluplássið.
KÍ vann 4-1 á NSÍ í Runavík — eftir 2-1 sigu
rivan-.
ligu tíðini og fylgjandi umdyst — og fekk hitt plássið
Tað verður ein gul og blá
finala í kappingini um
Løgmanssteypid, ið verð-
ur beint eftir ólavsgku á
vellinum í Gundadali.
Kristi Himmalsferðar-
dag tryggjaðu B71 og Kl
sær sæti i finaluni.
B71 kom i finaluna av ti
at liðið fyrra semifinalu-
dystin í Havn vann 4-1,
meðan seinni semifinalu-
- dysturin Kristi Himmals-
ferðardag endaði 3-3. S0-
statt er B71 komið víðari
við målintøkuni 7-4.
Undan dystinum tóktist
rættiliga stórur møguleiki
vera fyri, at B71 við stóra
fyrimuninum frá fyrra
dystinum neyvan fór at
lata seg kollrenna. Men
HB gjørdi ein vørr í Dalin-
um á Sandi, og var eisini á
odda 1-0 í hålvleikinum.
Men so fór B71 framum
2-1 og 3-2, men hóast HB
megnaði at javna til bæði
2-2 og 3-3, varð tað ikki
nóg mikið.
Runavík hevði KÍ eitt
sindur betri kjans at fáa
tikið NSÍ aftur, ið vann
fyrra semifinaludystin í
Klaksvík 2-1.
KÍ fekk eisini ta betru
byrjanina og kom framum
2-0, áðrenn NSÍ minkaði
til 2-1 og tryggjaði sær at
fáa umdyst.
Men í umdystinum fekk
KI tvey skjót mál, og so-
statt varð eingin vón fyri
NSÍ, ið ongantíð kom fyri
seg aftur í dystinum.
B71 og KÍ hava ongan- -
tíð áður hitst í eini steypa-
finalu, men hinvegin vann
B71 finaluna í fjør og er í
Europa Cup fyri steypa-
vinnarar í ár. Síðst KÍ var í
finaluni, var í 1990 móti
GÍ, og tá vann KÍ.
bj.