Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-05-17, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. mai 1994síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið { sostalurin Nr. 91 — 17. MAI 1994 Síða 13 Gøtumenn hepnir at fáa bæði stigini Hóast GÍ í fyrra hálvleiki fekk einasta málið í dystinum — og kundi fingið tvey aftrat — vóru teir ikki vísir í sigrinum, fyrr enn 92 minuttir vóru farnir av dystinum í Runavík sunnudagin, tá NSÍ átti allan seinna hálvleik 1. deild, menn: NSÍ-GÍ 0-1 (0-1) Tá dómarin í síðsta minutt- inum av dystinum í Runa- vík sunnudagin — tað var í yvirtíðini — dømdi brots- spark á øðrum sinni innan fyri stutta tíð, kom lív í ta allarsíðstu vónina hjá NSÍ at fáa fatur á ødrum stig- inum á heimavelli móti GÍ. Men eins skjótt og vónin varð kveikt, eins skjótt varð hon eisini sløkt, tå dómarin — eftir at hava tosað aftur og fram við annan av linjuverj- unum — valdi at broyta dóm- in og í staðin dóma óbein- leiðis fríspark beint uttan fyri S-meturin, har Jack Jac- obsen beint frammanundan bleiv feldur. Einki meira spurdist burt- ur úr hesum kjansinum, enn at ein hálvforkglaður skall- ari varð sendur móti mál- inum, ið Jens Martin Knud- sen lættliga kundi taka sær av. Nakrar minuttir framman- undan hevði málverjin hjá NSÍ skotið brotsspark móti Jens Martini, ið bjargaði skotinum út til hornaspark. Tað brotssparkið varð dómt, tá John Petersen hálaði Djóna Nolsøe Joensen nið- ur, meðan eitt hornaspark varð tikið inn fyri GÍ-málið. Gøtumenn høvdu annars góðan hálvantíma inn í fyrra hálvleik lagt seg á odda, tá Pauli Jamskor við einum stuttum frísparki spældi beiggjan Magna leysan í inn- an fyri verjumúrin hjá NSÍ, og hann smekkaði so inn- fyri til aftur ein beiggja, Henning, ið sendi bóltin í meskarnar hjá NSÍ til 1-0. Eitt korter undan hesum kjansinum hevði John Pet- ersen verið púra einsamall- ur móti Trygva Mortensen í NSÍ-málinum, ið bjargaði skotinum. Eisini bjargaði hann, tá Heini Heinason fór púra einsamallur igjøgnum tríggjar minuttir eftir málið. Gøtumenn høvdu yvir- våg i spæli i fyrra hålvleiki, og hesir triggir nevndu mål- kjansirnir vóru eisini teir einastu í fyrra hálvleiki. NSÍ átti ongan. Sum vent í grøvini Í seinna hálvleiki var sum vent í grøvini. NSI-ålopini skolaðu eitt fyri og annað eftir móti GÍ-málinum, men uttan atnakað kom burtur úr teimum. Bæði Jack Jacobsen, Jón- stein Petersen, Djóni Nolsøe Joensen og Ólavur Jacob- sen høvdu sínar kjansir, ið tó ikki gjørdust nóg vanda- miklir til, at Jens Martin Knudsen í GI-målinum av ålvara slapp at royna seg. f hinum endanum kom Gf bert ta einu ferdina igjøgn- um við veruligummålkjansi, tå Magni Jarnskor rann frå NSÍ-verjuni eitt korter fyri tíð. Men Trygvi fór enn eina ferð út og blokeraði í fyrsta umfari og fekk fatur á bólt- inum í ødrum umfari. Rættiligt rok stóðst av hesi hendingini, tí Magni Jamskor kom at sparka Trygvaundir síðuna, meðan hann lá niðri við bóltinum hinumegin seg. Fyri hetta vildu NSI-aramir hava dómaran at geva Magna tað reyða kortið, men ynskið varð ikki eftirlíkað. Heldur ikki gav hann Una Hansen nakað kort fyri at aftaná at hava skumpað Magna um koll í øllum ruðuleikanum. Tann misgerðin kundi eisini havt kostað reytt kort. Annars var talan ikki um ein harðan ella ófantaligan dyst. Bæði liðini royndu í hvør sínum hálvleiki at sýna gott fótbóltsspæl — munurin var bara tann, at meðan GÍ fekk burtur úr sínum kjans- um, bar ikki til hjá NSÍ. Sum seinni hálvleikur fór, kundu gøtumenn vera sera fegnir fyri at vera so hepnir at fáa bæði stigini. hj. HAVNAR FAAT Tel. 88100 SKANDINAVISK TALE ÍSLENDSKT MÁL ENGLISH SPOKEN DEUTSHE SPRACHE AQ John Jakobsen, NSÅ, roynir at leggjainnfyri frå bak- linjuni, men Henning Jarn. enn innleggið kemur. Jens skor, GÍ, fær takla, áðr- Martin Knudsen, GÍ, ið eitt nú bjargaði brotssparki frá kappingarneytanum í NSI-målinum, Trygva Mortensen, stendur klárur at taka ímóti Leirvi Mynd: Hilmar Jan Hansen íkingar fingu fyri kjansirnar 2. deild, menn: Royn-LÍF 0-2 (0-0) Attað ikki altíð hevur so nógv at siga at hava yvir- vág í spæli stóran part av dystinum, tá hitt liðið ér stinnari at fáa burtur úr kjansunum, gjørdust tær beisku royndirnar, hval- bingar måttu gera sær å heimavølli sunnudagin, tá teir høvdu vitjan av Hóast Royn í fyrra hálvleiki hevði ruddiliga yvirvág og eisini fekk sínar kjansir at skora, sat liðið eftir við ongum, tá dysturin var av. Beinanvegin í dystin- um fingu hvalbingar tann allarstørsta kjansin, tå brotsspark varð gjørt móti Vilmundi Mikkel- sen. Óli Jensen, ið ann- arsplagar at vera tryggur skjútti, sendi bólun við síðuna av málinum. Fimm minuttir seinni varð Vilmund Mikkel- sen enn einaferð sera leysur, og hóast málverj- in hjá LÍF, Tórfinn Han- sen, royndi atdekka væl, tá hann fór út ímóti, fekk Vilmund sent bóltin móti málinum. Men tá var Poul Suni Dam kom- in afturum, og bjargaði hann á målstrikuni, Eina aðra ferð sendi spælandi venjarin hjá hvalbingum skot beint upp um LÍF-málið. Móti endanum á fyrra hálvleiki fekk Hjørleif Olsen størsta kjansin hjå LÍF, tá hann einsamallur dribladi seg ígjógnum allan vegin frá miðjuni, men ikki varð nóg neyv- ur í skotinum, tá hann var komin á mål,so bólt- urin endaði í síðunet- inum, Íseinnahálvleikikomu gestirnir meira fyri seg, og spælbýtið var heldur javnari nú. Men kortini var munur á — leirvík- ingar lótu nevniliga ikki sínar kjansir fara aftur við borðinum. * Tá um tjúgu minuttir vóru eftir at spæla, fór Hjørleif enn einaferð ígjógnum, men komin heilt aftur á baklinjuna, tók ein ay verjuspælar- unum hjá Royn beinini undan honum, so ad nå var LÍF, ið skuldi royna seg frá brotssparksblett- inum. LÍF-venjarin, Jógvan Martin Olsen, setti seg * sjálvan inn at skjóta, og Osvikaligi brotssparks- skjúttin hjá B68 í mong ár sendi bóltin í málið, dygst úti við aðra stong- ina til 1-0. Fimm minuttir seinni gjørdi Jógvan Martin aftur ein vørr í høgru síðu, men varð feldur beint uttan fyri 16-met- urin. Hann tók eitt skjótt fríspark til Thomas Han- sen, ið kom stormandi frameftir í vinstru síðu, og hann sveik ikki álitið, men skoraði til endaligu støðuna 2-0. (hj.)