mikudagur 18. mai 1994síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Sambandið einki boð
upp á nakað sum helst
NÚ formaður sambandsfloksins breiðir
seg út á stórum parti av forsíðuni í
politiska málgagni sambandsfloksins
letir tú við áhuga eftir at finna, hvønn
politikk sambandsflokkurin hevur at
bjóða upp á eftir eitt komandi val. Men
tú verður vónsvikin fyri ikki at siga, tú
kennir tú lumpadan, tí hvørki í hesi
stórt uppsettu valgreinini ella í ødrum
greinum eftir nevndar og óneyndar sam-
bandsmenn verður við einum tí einasta
orði víst á ein itøkiligna politikk. Tað
einasta tú sær aftur og aftur eru álop á
politiskar måétstødumenn. Gamaní -
hetta er partur av einum valstríði, men
hann kann og má ikki standa einsa-
mallur. Tí tað er ein háðan móti fólka-
ræðinum. Og tá hesi álop á politisk
måtstødufélk skulu vera meira per-
sónlig og raka veruliga meint, tá taka
kendir sambandsmenn við vælsignilsi
frá blaðnum ymsar gekkaskortar upp á.
Tá tora teir bráddliga ikki at seta sítt
navn undir útspillingina, tí henda
útspilling er nettup av slíkum slag, at
hon sømir seg ikki rættar menn. So
umframt ongar loysnir at hava brúka
sambandsmenn alla sína tíð til at siga
fólki frá, hvat aðrir gera skeivt.
Ongantíð nakað um, hvat
sambandsmenn høvdu gjørt, um teir
stýrdu.
ÁLVARATOS - meinar sambands-
flokkurin nakað við nakað sum helst, tá
hevði flokkurin - eiheldur málgagnið -
i: Kalmar Líndenskoy
ikki havt fyri neyðini at føra fram ideo-
logisku kanónirnar undir dulngvnum
sum Kut og blak. At Anfinn Kalsberg,
ein av oddamonnum fólkafloksins skal
fara í Dimmalættingini við fullum navni
við sínum viðmerkingum til sam-
bandsflokkin og fyri at vísa aftur polit-
isku linju sambandfloksins, ið verður
førd av dulnevndum pennum, er jú
fullkomiliga absurt. Tað vísir bara á
hvørjum stødi "politikkur” sambands-
floksins er á nú so stutt undan valinum.
At hugsa sær til, at hetta eru menninir,
sum bjóða seg fram at taka við landsins
stýri er fantastiskt. Hetta hava vit á
hesum stað fleiri ferðir funnist at, og so
kann Eilif Samuelsen, ein sambands-
rødd kalla okkum barnsligar og tað
hann vil. Hann skuldi heldur tíkið í
egnan barm.
TAÐ, sum eyðkennir teir báðar Kut og
blak umframt flest allar navngivnar
sambandsmenn er, at teir hava einki
boð upp á nakað sum helst. Alt, sum
skrivað og sagt verður, eru álop á aðrar.
Misnøgd við aðrar. Einki konstruktivt/-
uppbyggjandi at seta í staðin. Eingi
hugskot, ongar loysnir. Bara niðurbrót-
andi gleps. Svart oman á svart. Oftani
líkist henda sambandsskrivingin full-
komiliga tí taktikki og ideologi, sum
danskir framburðsmenn hava rikið
síðani Glistrup var í velmaktini. Upp-
gåvan er alla tíðina at såa misnøgd.
TAKA vit so greinina - helst fyrstu
veruliga valtaluna hjå sambandsfor-
manninum, ið varð prentað tvørtur um
Vilja koma í samband við
forsíðuna í sambandsblaðnum í gjár, so
finnur tú ikki so mikið sum eitt vet av
politiskum loysnum. Er tað ikki upp á
tíðina, at fólk fara at krevja av sam-
bandsflokkinum, at hann vísir á, hvønn
politikk hann fer at reka, kemur hann
til ræðið! Higartil er flokkurin ikki
komin við nøkrum boði upp á, hvussu
hann ætlar sær at loysa stóru
trupulleikarnar í samfelagnum. Hann
hevur einki boð upp á fiskivinnuna,
bankakreppuna, fíggjartrupulleikarnar,
framtíðar útbúgvingarpolitikkin,
bygnaðin í heilsuverkinum osfr. Hvgnn
skattapolitikk flokkurin ætlar sær at
reka, kemur hann til! Og soleiðis kundi
verið hildið fram.
TAÐ einasta ftøkiliga, sum sambands-
flokkurin hevur vist å hann fer at gera,
kemur hann f Tinganes, er at senda al-
ment lønt fólk til hús. Men einki um
hvørji. Tad er åbyrgdarleyst bara at
slongja út vid slíkum kanst tú ikki um
somu tíð vísa á, hvørji almenn arbeiðs-
pláss tú ætlar at niðurleggja. Helst fer
flokkurin at siga kanska 1000 fólkum
upp, sum arbeiða hjá tí almenna og ti
kundi verið áhugavert at fingið at vita
longu nú, hvat hann tá ætlar við hesum
fólkum. Skulu tey eisini yvir í ALS-
skipanina, og hvar skulu pengar tá
koma til hesi umframt tey 4000, sum
eru arbeidsleys? Ja hvønn politikk ætlar
sambandið at reka á arbeidloysisøkinum
kundi hóskandi verið spurt. Flokkurin
hevur skyldu til at svara hesum.
TAÐ syndarliga í øllum hesum er, at
sambandsflokkurin hevur ongan poli-
tikk, og hetta eiga veljararnir at fáa
eyguni upp fyri. Tað verður tosað um
samráðingarnar við danir og tær ringu
avtalur hetta landsstýrið hevur gjørt.
Men hvat ætlar sambandið sær at fáa
burtur úr komandi samráðingum við
danir! Nei, flokkurin hevur her eins og
á flest øBrum økjum ongan politikk,
ongar loysnir at vísa á. Hetta er stóra
valgreinin hjá formanninum í gjár besta
dømid um. Í veruleikanum eru sam-
bandsmenn bebbaræddir. Men fyri at
fjala út yvir henda ótta at verða tving-
aðir til at taka við ábyrgd, brúka teir
allar hugsandi snildir til at geva hinum
skyldina fyri eitt og alt. Einki um hvat,
ið flokkurin. kann seta ístaðin. Tað
finst so heldur ikki. Tað kann ikki vera
nokk bara at sita í andstøðu og at kunna
brúka landsins størsta blað sum einum
lystir til at koma út í Tinganes. Ein
politikkur má eisini til.
TAÐ má vera eitt fólkakrav, at hesin
flokkurin, sum sigur seg vilja taka við
ábyrgd, greiðir Føroya fólki frá, hvønn
politikk hann fer at reka, skal hann taka
við valdinum. Veljarin hevur krav upp á
at vita, hvat hesin flokkurin ætlar kemur
hann til valdið. Tað var hetta, sum
formaður floksins átti at sagt Føroya
fólki, táforsíðan í málgagninum í gjár
varð ruddað og hann legði út við fyrstu
stóru valrøduni. Sum tíanverri minti alt
ov nógv um flest allar aðrar sam-
bandskar greinar í málgagninum, nevni-
liga bara orð og eingin politikkur.
SOSIALURIN
føroyingar
Vi er 4 »malerinner« mellom
31 og 71 år som vil reise til
Færøyene for å male, enten i
slutten av august i år eller til
neste år.
Viønsker á komme i kontakt
med mennesker også, og synes
det hadde vært veldig hyggelig
å bli litt kjent med noen før vi
reiser. Vi ønsker derfor brev-
venner, kunstnere, kunsthånd-
verkere, og også helt »van-
lige« mennesker…
Vi er hyggelige damer med
godt humør, alle i vår beste
alder (1). Jeg som skriver dette
er 31 år, gift og har 5 døtre. Vi
har gård i Romsdal, »alpeland-
et« nordvest i Norge. De andre
damene er fra øst og sør, så her
er gode muligheter for rund-
reise i Norge for å besøke oss
også…
Vi er veldig interessert i
kultur, men har også mange
anre interesser.
Skriv gjerne på dansk. Håp-
er på svar!
Haenriktig god sommer alle
sammen!
Hilsen
Gunn N. Morstøl,
Moa.
6320 ISFJORDEN
NORGE
HAVNAR
FAT
Farið verður av Havnini
við Norrønu fríggjadagin
10.06. til Esbjerg. Haðani |
verður farið víðari við
bussi til Berlin og Prag.
Til BLADSØLURNAR
SoSialúrin aftur
ÚTSELDUR?
Boðið so beinanvegin frá á
tlf. 11820.
Vit verða aftur á
Havnini mána-
Uttanfyri vani. arbeiðstíð upplýsir Tel. 88100 : Ring tí að —.
telefonsvararin hvar ringjast skal fyri Í 15800 og - títt ferðasamband
ÍSLENDSKT MÁ -
Tidindabladid SOSIALURIN kb Led p J. Broncksgota 37 |
DEUTSHE SPRACHE