Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-05-19, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. mai 1994síða 21

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið EI Nr. 93 — 19. MAI 1994 Sida 21 Nýggj myndabók Skipsdagbokin hjá feðgunum Arthur og Will funnin Dinotopia er heiti ánýggjari barnabók, sum í øllum lut- um er ein skreytútgáva. Myndirnar í hesi bókini eru heilt sermerktar, ja nakað heilt fyri seg, og tað sama kunnu vit siga um ta undar- ligu søguna, sum verður søgd í hesi bókini. Sambært hesi søgu skulu dinosaurar og menniskju einaferð hava livað saman í sátt og semju á ókendu oynni Dinoiopia. Hetta seinasta er í øllum fórum tað, nthøvundurin James Gurney sigur seg fáa burtur úr eini heldur løgnari skipsdagbók, sum hann ein dagin púrasta tilvild finnur á einum ÞbÓKasavnmni Bókin Dinotopia, við undir heitunum Annað land Onnur tíð, minnir ikki sørt um aðrar bamabøkur, sum lýsa eitt samfelag ella ein heim, sum er heilt ødrvisi enn tað, vit eru von við. Best kenda barnabókin av hesum slagnum man vera Ferðir Gullivers eftir Jona- than Swift. Dinotopia byrjar við at Arthur Denison og sonurin Willi í 1860 fara drúgva kanningarferð úr Boston við skonnartini Venturer. Pápin vónar, at sonurin á ferðini fer at hugsa um ann- að, enn at hann fyri stuttum misti móður sína. Og satt at siga, so fær Will annað at hugsa um. Í 1862 koma teir báðir í ódnarveður og skonnartin, teir eru við, gongur burtur. Feðgarnir eru teir einastu, sum komast undan, og teir koma sær í land á oyggj, sum teir halda er óbygd. Skjótt varnast teir tó, at oyggin als ikki er óbygd. Tá ið teir eru á veg niðan frá sjóvarmálanum og inn í skógin at kanna lendið, kemur eitt undarligt dýr rennandi ímóti teimum. Dýrið líkist einum svíni, men hevur nev sum pappa- geykur. Seinni koma onnur undarlig dýr yðjandi úr frumskóginum, og skjótt eru teir umgyrdir av einum hópi av ggiliga stórum dýr- um. Hóast teir eru púrasta bilsnir, eru teir noyddir at viðganga fyri sær sjálvum, Sl. a“ , Ná at hesi stóru dýrini eru onki minni enn dinosaurar. Upp- aftur bilsnari verða teir, tá ið ein ung genta kemur til sjóndar undir einum av hes- um stóru dýrunum, sum hon ikki tykist rædast. Sylvia, soleiðis eitur gentan, er blíð og tekur Arthur og Will við sær til klekingarstødina, har fólk eru, sum hjálpa dinosaurum at klekja dinosaureggini. Í húsinum hjá teimum, sum reka klekingarstødina, koma teir aftur fyri seg, men nú gerast teir eisini greiðir yvir, at teir eru komnir til eitt stað, har dinosaurar og menniskju liva saman í sátt og semju. Hetta er Dinotop- ia, og menniskjuni á oynni hava antin sjálvi bjargað sær í land ella eru eftirkom- arar eftir fólki, sum hava bjargað sær í land av skip- um, sum antin eru strandað ella farin á land á oynni. Tað syndarliga er bara, at far- vatnið um oynna er so ringt, at ongin sleppur av aftur oynni. Kanna landið Arthur og Will fara á ferð 8-mannafar Eldri føroyskt bygt 8-mannafar við kaldbakshúsi, 30 hesta Faryman diesel og í góðum standi, til solu ella í býti við annan bát. Tlf. 73164 - 73433 NØ / re p gjøgnum Dinotopia og koma til fleiri býir. Í Pook- took síggja teir, hvussu fólk og dinosaurar tita hvør um annan í gøtunum. Her hitta teir eisini Lee Crabb, sum ikki er so fegin um at vera strandaður i Dinotopia. Hann hevur fleiri ferðir roynt at sleppa av oynni, men til fánýtis. Feðgarnir halda fram leiðina til hand- verksbýin Volcaneum og hadani til Fossastaðir, ið er býur, sum er bygdur oman á ein stóran foss. Dinotopia er onki nútímans samfelag, men kortini eitt framkomið samfelag. Dinosaurar duga bæði at lesa og skriva. Tíð- indi og slatur skriva teir í sandkassan, men meira týð- andi verk verða skrivað á bókarullur. Í Dinotopia- lógini, sum kundi verið ein serlig útgáva av Karda- mummu-lógini, verður dentur lagdur á at liva eina stilla og róliga tilveru, at arbeiða og annars halda veitslu, tá ið tað liggur fyri. Fólk og dinosaurar og onnur livandi hava sama rætt í Dinotopia. Tingið kemur saman av og á at taka stóðu til álvarsmál. Livandi flog- fór, Skýbaxar, syrgja fyri skjótum sambandi, og um ljósvitar senda tey boð lang- vegis sínámillum. Í Dino- topia hava tey enntá eina dinosaur-olympiadu. Arthur og Will eru við í øllum og granska alt væl og virðiliga, og sum frá líður verða teir alt meira hugtikn- ir av tí, sum teir síggja og hoyra. Dinotopia tykist teimum at vera eitt spenn- andi land, og so væl dámar teimum livihåttin har, at teir góðtaka at verða verandi á oynni. James Gurney, sum hev- ur teknað og skrivað Dino- topia, er amerikanari og hann hevur í hvussu er royndir og útbúgving, ið gera hann føran fyri at av- ríka verk sítt til lítar. Hann er samfelagsgranskari og listamaður, hann hevur gjørt teknifilmar og myndskrýtt fleiri bøkur, og harafturat teknar hann fast fyri kenda tíðarritið National Geo- graphic. Við Dinotopia hevur tað eydnast honum at skrivað og teknað eitt verk, sum fer at hugtaka bæði ung og gomul. Dinotopia er útgivin í 15 londum og higartil prentað í næstan einari millión eintøkum. At bókin hevur fingið slíka undir- tóku kemur sjálvandi av, at rættilig dinosaur-dilla hev- ur verið millum børn og ung, men flestu ummælarar eru tó samdir um, at av teim- um mongu dinosaurbókun- um, sum eru komnar sein- astu árini ,er Dinotopia mill- um tær frægastu. Myndirnar av veldugu dinosaurunum eru framúr góðar, søgan er spennandi, og vinalagið og byrjandi kærleikin millum Will og Sylviu er eisini lýst á hugtakandi hátt. Taðer Borghild Sjúrðar- berg, sum hevur týtt Dino- topia. Prentgerðini hevur E. O. Prent staðið fyri, og Bókadeild Føroya Lærara- felags gevur út. Dinotopia er 159 síður og "hon kostar 178 kr. Í | Vá INTAS ' Gandakallar, spøkilsi og vinir Ludda halda fødingardag Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur út nýggja myndabók til tey smæstu Luddi hevur sent øllum vinum sínum kort og boðið teimum í føding- ardag. Men hvat nú, um ongin kemur, tí atkortini eru blivin burtur, og ongin veit av, at Luddi hevur fødingardag. Men Ludda nýtist ikki at stúra. Ein heilur riðil av gestum kemur í fød- ingardag hjá honum, bæði kongar, sultanar, gandakallar og spøkilsi, og sjálvandi koma eisini teir meira vanligu vinir- nir hjá Ludda. Teir eru Hassi, Gudda, Narvi og músin Gutti. Gestirnir hava allir hvor sín pakka við, og teir fáa saft og køku og rópa eisini hur- rá fyri Ludda. Eitt rimm- ar hurrá, heldur Luddi. Ulf Løfgren hevur sagt og teknað hesa nýggju Ludda-bókina, Luddi og fødingardag- urin, sum er ætlad teim- um smæstu børnunum frå 0-3 år. Hetta er ein klaffabók, so bømini kunnu gita, hvat er i pakkunum, sum Luddi fær. Ella Smith Clement- sen hevur tytt Luddi og fødingardagurin, B6ka- deild Føroya Lærarafe- lags gevur út, og E. O. Prent hevur staðið fyri prentgerðini. Luddi og fødingar- dagurin er komin í bóka- búðirnar, hon er 24 síður og kostar 75 kr. Heimahjálpara- skipanin Sekt verður eftir frítíðaravloysarum fyri heimahjálparar í økjunum: Fugla- fjørdur/Leirvik, Hvalba/Sandvík og Vágur. Skrivlig umsókn skal sendast til leiðar- an. HEIMAHJÁLPARASKIPANIN Bryggjubakki 4, postsmoga 357 110 Tórshavn Au Pair genta sekist skjótast til ber til Kópavog í Ís- landi at ansa eftir 2 og 9 ára gomlum børnum og annars at hjálpa til við vani. húsarbeiði. Frætti nærri við at ringja TIf. 009 354 643273