fríggjadagur 20. mai 1994síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 22 Nr. 94 — 20. MAI 1994 Tíðindablaðið [ sostalurin |
Úr bókini
Kirkjumar
GOTT BINGO
yerdur í
BYGDARHÚSINUM Í HÓSVÍK
2. hvítusunnudag kl. 16
i ir ingar
so sum grill, døguråamatur,
telt og nógv annað.
Eykaspælið er nú komið á
2.000 kr.
Kaffi, te og heimabakaðar
koku fæst í steðginum.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Bygdarfelagið Varðin
Frá
Norðoya
Javnaðarfelag
Limafundur
verður í
TEKNISKA SKÚLA
friggjakvøldid 20. mai kl. 19.30
(inngongd móti Borðoyarvík)
Marita Petersen, løgmadur, og Vil-
helm Johannesen, løgtingsmadur
luttaka.
Allir limir eru vælkomnir.
NEVNDIN
Tvangsauktion
På Dommerkontoret, C. Pløyensgøta
1, 100 Tórshavn, afholdes
Torsdag den 16. juni 1994, kl. 09.40
tvangsauktion, (AS 395/93) over matr.
nr. 100 b, Sumba, beliggende Sumba.
Auktionen er begæret af advokat Jógv-
an Ellefsen, Bryggjubakki 22, Tórs-
havn, tlf. 1.1260 (j. nr. 36713) på vegne
en pant- og udlægshaver.
Ejendommen er et beboelseshus på
en 341 kvm. stor grund. Det bebygg-
ede areal udgør 48 kvm. i 2 etager.
Ejendommen kan beses efter aftale
med ovennævnte advokat.
Auktionsdokumenterne ligger til gen-
nemsyn på Dommerkontoret.
Færøernes fogedret, den 18.05.94
Mette Søgaard-Nielsen
dím.
Hvítusunnudag
Kollekt. Latum okkum øll biðja:
Harra vár, Jesus Kristus, sonur hins alvaldandi
Guðs, vær tøkkum tær fyri, at tú hevur grundað kirkju
tína her á foldum og hevur kallað okkum inn í samfelag
teirra heilagu, og vær biðjum teg, at tú við orði tínum
vilt lata heilaga anda tín leiða og stýra okkum eftir vilja
tínum og ugga okkum í øllum freistingum og neyðum
og vegleiða okkum í sannleika tínum frá allari villu, til
tess at vit stóðugt mega halda fast um trúnna, vaksa í
kærleika og øllum góðum gerðum og við fastari vón og
áliti á náði tína, sum tú við deyða tínum hevur vunnið
okkum, mega verða sæl um ævir, tú, sum við faðir tín-
um livir og ræður í einleika heilaga andans, ein sannur
Guð um aldur og ævir allar. Amen.
Hesin heilagi lesturin er skrivadur í Åpostlasøguni,
2. kap. 22.41. v.
Tit Ísrælsmenn, hoyrið hesi orð: Jesus úr Nasaret,
ein mann, sum av Guði var sannaður fyri tykkum við
kraftargerningum og undrum og teknum, sum Guð læt
hann gera tykkara millum, so sum tit sjálvir vita, hann,
sum eftir Guðs fyriskipaða ráði og fyrivitan var vorðin
givin upp, hava tit krossfest við vándra manna hondum
og tíkið av lívið; men hann reisti Guð upp, í tí hann
lætti av deyðans ríðum, við tað at tað ikki var møguligt,
at hann skuldi verða hildin av honum: tí at Dávid sigur
viðvíkjandi honum: »Altid hevði eg Harran fyri eygum
mínum; tí at hann var við høgru hond mina, til tess at
eg ikki skal vikast. Harfyri gleddist hjarta mítt, og
tunga mín fegnaðist; ja, enntá meira skal eisini likam
mítt hvíla í vón; tí at ikki vilt tú lata sál mína verða eftir
í helheimi, og ikki heldur vilt tú lata tín heilaga síggja
rot. Tú hevur kunnar gjørt mær lívsins vegir; tú vilt
meg fylla við gleði fyri ásjón tíni. Góðu menn og
bróður! Eg kann tala beint fram til tykkara um ættar-
faðirin Dåvid, at hann er bæði deyður og grivin, og
leiði hansara er til hjá okkum líka til dagin í dag. Tá ið
hann nú var ein profetur og visti, at Guð við eiði hevði
svorið honum at seta ein av fruktini úr lendum hansara í
hásæti hansara, so talaði hann, av tí at hann sá hetta
frammanundan, um uppreisn Krists, at hvørki varð
hann latin eftir í helheimi, og ikki heldur så likam hans-
ara rot. Henda Jesus reisti Guð upp, og um tað eru vit
allir vitni. Tá ið hann nú er hevjaður upp við Guðs
høgru hond og hevur av faðirinum fingið fyrijåttan um
heilagan anda, hevur hann úthelt hann, sum tit bæði
síggja og hoyra. Tí at Dávid fór ikki upp til himna, men
hann sigur sjálvur: >Harrin segði við harra mín: Set teg
við høgru hond mína, til eg leggi fíggindar tinar sum
eina fétaskør fyri føtur tinar«. Tí skal alt Ísraels hús
vita tað av sonnum, at Guð hevur gjørt hann bæði til
harra og Krist, henda Jesus, sum tit krossfestu«. Men tá
ið teir hoyrdu hetta, fingu teir sum ein sting í hjartað,
og teir søgdu við Pætur og hinar ápostlarnat: >Hvat
eiga vit at gera, góðu menn og brødur?« Men Pætur
segði við teir: >Vendið um, og ein og hver tykkara lati
seg doypa í navni Jesu Krists til fyrigevingar syndanna,
og tit skulu fáa gávu heilaga andans. Tí at tykkum er
fyrijåttanin ætlað og børnum tykkara og øllum teimum,
sum eru langt burtur, so mongum sum Harrin Guð vár
vil kalla til sin«. Og við mongum gðrum orðum vitnaði
hann, og hann áminti tey og segði: >Latið tykkum frels-
ast frá hesi rongu slekt!« Tey, sum nú tóku við orði
hansara, vórðu doypt, og tann dagin, løgdust okkurt um
Hetta heilaga evangeliið skrivar Jóhannes evangelist-
ur, 14. kap. 15.—21. v.
Elska tit meg, tå haldið boð mini! Og eg skal biðja
faðirin, og hann skal geva tykkum annan talsmann, fyri
at hann skal verða hjá tykkum allar ævir, sannleikans
anda, sum heimurin ikki kann taka ímóti, tí at hann sær
hann ikki og kennir hann ikki; men tit kenna hann, tí at
hann verður verandi hjá tykkum og er í tykkum. Eg vil
ikki lata tykkum verða eftir faðirleysar; eg komi til
tykkara. Enn eina stutta stund, og heimurin sær meg
ikki longur; men tit síggja meg, tí at eg livi, og tit skulu
liva. Tann dagin skulu tit ásanna, at eg eri í faðir
mínum og tit í mær og eg í tykkum. Tann, sum hevur
boð mín og heldur tey, hann er tann, sum elskar meg;
men tann, sum elskar meg, skal verða elskaður av faðir
mínum, og eg skal elska hann og opinbera meg fyri
honum.
HEGN &
HEGNPELAR
P/F PW-ÍSINKRAM
Dagsins tt”
tekstur
Annan hvitusunnudag
Kollekt. Latum okkum øll biðja:
Harra, vár Guð, himmalski faðir! Tú, sum av faðir-
liga kærleika tínum til okkara hevur givið okkum ein-
borna son tín, fyri at vit skulu trúgva á hann og við
honum hava ævigt lív, vær biðjum teg: Gev okkum
heilaga anda tín í hjørtu okkara, so at vit mega koma til
ljósið og liva sum ljósins børn og verða varðveitt
soleiðis í trúnni, at vit kunnu verða sæl um ævir fyri
elskuliga son tín, Jesus Krist, váran harra, sum við tær
livir og ræður í einleika heilaga andans, ein sannur Guð
um aldur og ævir allar! Amen.
Hesin heilagi lesturin er skrivaður í Åpostlasøguni,
2. kap. 42. v. og út.
Og tey hildu fast saman um læru ápostlanna og
samfelagið og breyðbrótingina og bønirnar. Men ótti
kom á eina og hverja sál, og mong undur og tekin
vórðu gjørd av åpostlunum. Men øll tey, sum trúðu,
hildu saman og høvdu alt í felagi; og tey seldu ognir
sínar og góðs sitt og býttu tað sundur millum øll, eftir tí
sum ein og hver trongdi. Og hvønn dag hildu tey sær
samhugað stødugt í halgidóminum og brutu breyðið
heima við hús og fingu fødi sina við gleði og í hjartans
einfaldi, og tey lovaðu Guði og høvdu yndi hjá øllum
fólkinum. Men Harrin legði hvønn dag nøkur aftur at
teimum, sum verða frelst.
Hetta heilaga evangeliið skrivar Jóhannes
evangelistur, 4. kap. 13 -26. v.
Jesus svaraði og segði við hana: »Ein og hver, sum
drekkur av hesum vatni, skal tysta aftur; men tann, sum
drekkur av tí vatninum, sum eg vil geva honum, skal
um ævir ikki tysta; men vatnið, sum eg vil geva honum,
skal verða í honum ein kelda av vatni, sum vellir fram
til ævigt liv«. Konan sigur við hann: >Harri, gev mær
hetta vatnið, til tess at eg ikki skal tysta og ikki koma
higar at draga upp<. Hann sigur vi hana: >Far avstað og
rópa mann tín, og kom higar!< Konan svaraði og segði
við hann: >Ég havi ongan mann«. Jesus sigur við hana:
>Rætt segði tú: egh avi ongan mann; tí at tú hevur havt
fimm menn, og tann, sum tú nú hevur, er ikki maður
tín. Hetta hevur tú sagt satt<. Konan sigur við hann:
>Harri, eg síggi, at tú ert ein profetur. Fedrar okkara
tilbóðu á hesum fjallinum, og tit siga, at í Jerúsalem er
staðurin, har sum tað eigur at verða tilbiðið<. Jesus
sigur við hana: »Trigv tú mær, kvinna, tann stund
kemur, tá ið tit hvørki á hesum fjallinum ella í Jerúsa-
lem skulu tilbiðja faðirin. Tit tilbiðja tað, sum tit ikki
kenna; vit tilbiðja tað, sum vit kenna, tí at frelsan
kemur frá Jødunum. Men tann stund kemur, ja, hon er
longu komin, tá ið hinir sonnu tilbiðjarar skulu tilbiðja í
anda og sannleika; tí at tað eru slíkir tilbiðjarar, faðirin
sekir. Guð er andi, og teir, sum tilbiðja hann, eiga at til-
biðja í anda og sannleika<. Konan sigur við hann: >Ég
veit, at Messias kemur (tað merkir: Kristus); tá ið hann
kemur, skal hann kunngera okkum alt«. Jesus sigur við
hana: >Tað eri eg, tann, sum talar við meg<.
Seyðahegn og hegnpelarí
ymsum staðdum á goymsiu.
FR-660
Tlf. 41166 - 84166
+
||— |
|