Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-05-21, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. mai 1994síða 3

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið ED Nr. 95 — 21. MAI 1994 Sida 3 "ELEKTRON-uppskotid” kann gerast ein Bjarnatænasla hósdagin, at bert landsstýrið kann geva loyvi Løgtingid samtykti kar edv-fyritøkur. Men Føroya Banki heldur til at brúka útlends lógina vera bæði óhepna og óneyðuga, og kann koma Elektron aftur um brekku Tað sum landsstýrið og ein stórur partur av legting- inum hevur gjørt í ivaleyst góðari meining mótvegis føroyskum edv-fyritøkum, kann sambært Føroya Banka gerast hesum somu fyritøkum ein sonn bjarna- tænasta. Løgtingid samtykti hós- dagin við 22 atkvødum eitt uppskot frá landsstýrinum at føroyskar edv-skráir bert kunnu goymast og viðger- ast í edv-kervum, sum eru í Føroyum. Tó kann lands- stýrið geva loyvi til ávís undantøk. Aftur um brekku Landsstýrið hevur lagt dent á, at uppskotið kemur ikki bert í samband við møgu- ligu ætlaninar hjá Føroya Banka at slíta sítt samband við føroysku edv-fyritøk- una Elektron til frama fyri donsku BEC. Men eingin loyna er, at framtidin hjå Elektron hevur ligið rætti- liga frammarlaga í huga Føroya Banki vísir á, at lógin kann hava við sær, at Elektron verður avmarkað í at luttaka í samarbeiðinum um felags edv-skipanir hjá peningastovnunum. Eitt slíkt samstarv er fyri Elektron av heilt avgerandi tydning, sigur Føroya Banki og leggur aftrat, at væntandi samband við útheimin kann enntá gera tað Ogjørligt at veita ymsar avgerandi tænastur, av tí at tann avmarkaði føroyski marknaðurin vil hava við sær ov høgar eindarút- reiðslur á åvisum økjum. Føroya Banki sær fyri sær, at hendan lógin kann koma at skerja møguleik- arnar hjá Elektron mótvegis útheiminum og harvið eisi- ni — møguleikamar hjá Elektron at taka lut í edv- menning, sum fer fram utt- an fyri Føroyar. Føroya Banki heldur eisini, at lógarbroytingin er bæði óheppin og óneyðug og undrast á, at landsstýrið hevur valt at fremja hetta júst nú, tá peningastovn- arnir hava boðað frá nærri samráðingum við lands- stýrið um samarbeiði um Elektron. tór.- Føroya Banki heldur lógina vera bæði óneyðuga og óhepna. Mynd: Kalmar Tingið samtykt framtaksfelag Endamál felagsins er at stimbra verkætlanir við stórum útflutningsvirði Við 19 atkvødum fyri og trimum ímóti samtykti løg- tingið hósdagin eitt uppskot frá landsstýrinum at seta pening í eitt framtaksfelag, hvers uppgáva skal vera at virka við til at fremja verk- ætlanir við stórum útflut- ningsvirði. Við hesi sam- tykt hevur landsstýrið fingið loyvi til at nýta níggju milliónir til enda- Íbúð í Gladsaxe Par vid ongum barnum ynskir 2 verilsis íbúð (helst møblerada) i Gladsaxe kommunu — frá aug. 94. Prísur kr. 3.000 við øllum. Skriva til: Sosialurin, Box 76, 110 Tórshavn, undir Bill. mrk. 1036 málið. Landsstýrið kann í mesta lagi eiga 30 prosent í teim- um feløgum, sum framtaks- felagið setur pengar í. Fel- agið skal hava vinnuliga, virkisføra leiðslu, og leiðsl- an skal seta starvsfólk, sum kunnu geva serkgna hjálp til tær verkætlanir, felagið fer upp í. Uppskotið fekk ikki und- inøku frá andstøduni. Hvørki Fólkaflokkurin ella Sambandsflokkurin at- kvøddu fyri. Fólkaflokkur- in var hart ímóti, men Sam- bandsflokkurin var næstan fyri uppskotinum. Sam- bandsflokkurin tók í prin- sippinum undir við upp- skotinum, men við tað, at pengar ikki frammanundan eru avsettir til endamáið, mælti flokkurin til at bíða við ti til næstu fíggjarlóg. Sum Fiskavlrking Fiskavirking er fyri Fólka- flokkin sum at rætta hundi brand. Talsmenninir hjá Fólkaflokkinum nýttu aftur hesaferð høvi til at draga Fiskavirkin inn í orða- skiftið. Hesaferð sum ræðu- mynd tí teir hildu, at fram- taksfelagið var meinlíkt Fiskavirking. Hesum vísti fíggjarmálaráðharrin = tó aftur. Hann segði, at skuldi Fiskavirking nevnast í hesum sambandi átti tað at vera sum dómi um júst tað øvugta av framtaksfelag- num. Heldur enn at stovna eitt sokallad framtaksfelag mælti Fólkaflokkurin til at gera tað, sum neyðugt er at fáa búskapin aftur á fótur. Og tað er, sambært Fólka- flokkin, at fáa kappingar- føri aftur í føroyskt vinnu- lív. tór.- Valdagurin: HÓSDAGIN 7. Juli Tá fáa 31.891 føroyingar møguleika at velja nýtt løgting Landsstýrið hevur nú gjørt av nær løgtingsval skal vera. Dagurin verd- ur hósdagin 7. juli. Legtingsvalið kann í fyrsta lagi vera seks vikur eftir at tað er lýst, og tí kundi valdagurin verið fyrst í hesi vikuni í juli, men Marita Peter- sen, løgmaður sigur, at skotbráðið hjá teimum, sum eru burturstødd og sum velja við brævi, verður frægari tá bíðað verður til hósdagin 7. Spurd um hvat løg- maður heldur, at val- stríðið serliga eigur at snúgva seg um sigur Marita Petersen, at tað má millum annað vera hvussu meira fæst úr okkara råbevnum og at vit harvið fáa fleiri ar- beiðspláss. Eisini eigur tað at liggja frammaliga hvussu fólk við stórum lánibyrðum í sethúsum, kunnu koma sum fræg- ast burturúr og varðveita húsini. -Tað er eisini sera um- ráðandi, at vit varðveita vælferðarsamfelagið hóast tað í dag er á lægri stødi enn tað onkuntíð hevur verið, við teirri avmarkaðari fíggjar- orku vit hava, sigur løg- maður sum ávarar ímóti sokallaðum patent- loysnum. Tær finnast ikki, og tí er skeivt at billa fólki inn, at alt verður betri eftir stuttari tíð, bert vit fáa aðra manning á tingi og í Marita Petersen sigur, at nú tykist tibetur sum tær neyðugu men 6- populeru avgerðirnar bera frukt, og at aftur- gongdin, sum hevur verið stór á mongum økjum, nú er steðga og líkindi skuldi verið fyri at tað aftur fer at ganga framá. Men tað tekur tíð, leggur løgmaður aftrat. tór.-