Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-05-21, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. mai 1994síða 25

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ sostalurin | Nr. 95 —21. MAI 1994 Sida 25 Marglæti fyri tvær krónur Uppi í Sortudýki stendur ein prýðilig borg. Hon er ein frøi fyri eygað, bæði innan og uttan. Nordur- landahúsið. Ein gáva frá okkara frændum í norður- londum. Har eru allir møguleikar til mentunarligt virksemi, men kanska kundi húsið verið uppaftur Har fæst eisini matur og drekka. Ikki ovurhonds nógv, men nóg mikið. Og har selja tey eisini smurt breyð við >marglætisviðskera<. Tann forvitni gesturin í mentaborgini fregnast um, hvat hetta nú man vera fyri viðskeri. Jú, fær hann at vita, tað er reiur og sovorðið. Um vit nå lata tað kulinariska liggja og hyggja at tí målsliga, so tykist okkurt ikki at rugga rætt. Ein van- lig flís við rullupylsu kostar 16 krónur, men ein marglætisflís kostar 18 krónur. Nærri kanningar føra fram til, at 'marglæti' er umseting av 'luxus'. Vit kenna hetta aftur úr donskum "luxussmørrebrød' og svenskum 'luxussmørgásar'. Nú eru so nógvir útlendingar í Norðurlandahúsin- um, attaðer fyrigeviligt, um onkur hevur forfummað seg i orðabókini ella spurt onkran 6kønan. Orðið luxus' merkir nakað, sum er rikiligt, oyðslut, yvir- drivið. Tað kemur av latíni: "lux' = ljós. Men tann føroyska umsetingin 'marglætis-' (sum í Norðurlandahúsinum altso kostar tvær krónur) er nakað annað. Í orðabókini frá 1928 finna vit marg- læti týtt til: 'utidig lyst, ond lyst. Og so endurgevur orðabókin eisini orðatakið >Kúrur kemur eftir kæti og tramin eftir marglæti«. Í orðabókini frá 1961 verður 'marglæti' tytt til 'det at begære (eller række efter) noget, man (strengt taget) ikke behøver'. Lagt verður afturat, at orðið eisini kann merkja: 'tilbøje- lighed til at spise noget i utide eller søde sager', og i gomlum máli: 'utidig lyst, letsindighed'. Um vit nú venda aftur til breyðflísarnar, so tykist vera eitt fitt glopp í millum marglæti og luxus. Tað er ikki beint at siga, at vit eru uppfylt av 'ond lyst' ella eru úti eftir 'søde sager „tá ið vit gapa tvørtur um eina flís fyri 18 krónur. Og tá ið orðabókin sigur, at marg- læti er 'at begære noget, man strengt taget ikke be- høver', so kunnu vit koma at hugsa um, hví tað skal vera neyðugt at umseta eitt óskyldugt orð sum luxus. Er sovorðið putl ikki eitt slag av marglætismålfrødi? Vit hava ein hóp av orðum, sum enda við -us: Magnus, Julius, Janus, Paulus, klappus, markølpus, cirkus, og nú eisini, feskt úr Íslandi: bónus. Og børn gera fegin nýggj orð við hesari endingini: ein smá- drongur, sum mungar, er ein mungus. Hatta marglætið í Norðurlandahúsinum er eitt gott dómi um eina luxusfilologi, sum er merkt av let- sindighed, um ikki ond lyst. Í staðin fyri at lata før- oyskt sleppa at vera brúkiligt hjá málsins eigarum og brúkarum forstyrar marglætismålfrødin orðabrúkið og forstáilsið manna millum. Púra óneyðugar og har- til rørandi skeivar umsetingar verða gjørdar. Hetta virksefnið kann fungera sum »søde sager« hjá teim- um putlandi, men tað er — sæð vid samfelagsins eyga — nakað, sum man >strengt taget ikke behøver«. Luxus og marglæti eru hvørt sitt. Tann, sum kroystir hesi orðini niður í tann sama semantiska pottin, skammfílar bæði. Hetta er marglætismålrøkt, sum betonkiliga nógv minnir um stakkalastás. Tær kinesisku mandarindøturnar, sum á ungum árum fingu jarnskógvar, kundu seinni vera ernar av, at tær høvdu marglætisføtur. Men føturnir vóru eisini 6- D. Gudstænastur hvitusunnudag Havnar kirkja: S. Klein Kaldbak: P. M. Rasmussen, innsavnan til kirkjuna Vesturkirkjan: H. J. Joensen, bispur, kl. 11.00 Kirkjubøur: H. Poulsen kl. 12.00 Norðradalur: H. Poulsen kl. 16.00 Hósvík: Ó. Rasmussen kl. 12.00 Hvalvik: M. Bæk kl. 12.00 Vestmanna: U. Næs kl. 11.00 Kollafjørður: innsavnan til sunnudagsskúlan Kvívík: innsavnan til sunnudagsskúlan Sandavágur: D. Johannesen kl. 11.00, altargongd Sørvågur: D. Johannesen kl. 17.00 Eiði: E. Olsen kl. 11.00, altargongd (skriftarmál kl. 10.40), innsavnan til sunnudagsblaðið Gjógv: E. Olsen kl. 17.00 Funningur: E. Olsen kl. 18.15 Sjóvarkirkja: J. Fríðriksson kl. 11.00, barnakórið syngur Glyvrar: J. Bech kl. 11.00, altargongd Æðuvík: gudstænastan avlýst Fuglafjørdur: E. Vilhelm og T. Beder kl. 11.00, altar- gongd (10 åra jubileum) Leirvik: J. Kass kl. 11.00, altargongd Gøta: P. O. K. Olofson kl. 11.00, altargongd Klaksvik: H. Bøgesvang kl. 11.00, innsavnan fyri heidn- ingamissiónina Kunoy: P. Paulsen kl. 12.00, altargongd Klaksvík: Barnagudstænasta kl. 15.00. Kl. 18.00 felags- meti í kirkjuni saman við KFUM/K og Emmaus, N. P. Danielsen Skálavík: J. R. Hansen kl. 12.00, altargongd Tveroyri: M. Kjærbo kl. 11.00, altargongd Famjin: M. Kjærbo kl. 17.00 Vágur: H. Joensen kl. 11.00, innsavnan til skótaarbeiðið Leiti: H. Joensen kl. 12.15 Sumba: H. Joensen kl. 18.00 Viðareiði: E. Beder kl. 11.00 Gudstænastur 2. hvítusunnudag Havnar kirkja: I. P. Dam Vesturkirkjan: S. Klein kl. 11.00 Argir: H. Poulsen kl. 11.00 Kvivik: M. Bæk kl. 12.00 Kollafjørdur: O. Rasmussen kl. 11.00 Miðvágur: D. Johannesen kl. 11.00, altargongd Norðskála: E. Olsen kl. 12.00, altargongd (skriftarmál kl. 11.40), kór úr Klaksvík syngur Skála: J. Fríðriksson kl. 11.00, streingjakórið syngur Nes: J. Bech kl. 11.00, altargongd Hellurnar: P. O. K. Olofson kl. 11.00, altargongd Elduvík: P. O. K. Olofson kl. 16.00, altargongd Klaksvík: kl. 11.00 altargongd, kl. 18.00 felagsmeti saman við KFUM/K og Emmaus, N. P. Danielsen Haraldssun: H. Bøgesvang kl. 11.00 Årnafjørdur: P. Paulsen kl. 12.00, altargongd Hvalba: M. Kjærbo kl. 12.00, altargongd Sandvik: M. Kjærbo kl. 17.00, altargongd Hov: H. Joensen kl. 11.00 Porkeri: H. Joensen kl. 12.00 Hvannasund: E. Beder kl. 12.00 Bøur: U. Næs, altargongd Meinigheitshúsið, Tórshavn Hvítusunnudag kl. 18.00: Møti v/ Tummas Thomassen. 2. hvitusunnudag kl. 18.00: Møti v/ Johnny S. Jo- hannesen ; Týsdagin kl. 20.00: Bibiltimi um Ef. 5 v/ Klæmint Tausen. Sunnudag kl. 11.00: Morgunmøti. Sunnukvøld kl. 18.00: Evangeliskur fundur. Månakvøld kl. 20.00: Bønarfundur. Mikukvøld kl. 20.00: Bønarfundur. Bønartænastan svarar å tlf. 73941, frå kl. 20.00— 22.00. nFødingar 4. mai fingu Janet Jacobsen og Kristinn H. Pålsson, Amager, eina dóttur. Hon var 50 cm long og vigaði 3030 gr. | 6. mai fingu Evelyn i Trød- ini og Poul Jacobsen, Vågi, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3130 gr. 7. mai fingu Elsebeth og Signar Jacobsen, Klaksvik, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 4300 gr. 7. maí fingu Jórun Midjord, Tvøroyri, og Thormann Ludvig, Fámjin, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 3850 gr. 9. maí fingu Noomi og Stef- an Søder, Trollháttan, Svø- ríki, ein son. Hann var 50 cm langur og vigaði 3280 gr. 13. mai fingu Margit Elttør, Klaksvik, og Niclas Olsen, Åmafirdi, eina dóttur. Hon var 50 cm long og vigaði 3125 gr. 13. mai fingu Kristvør Poulsen og Andras Samson, Klaksvík, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3600 gr. 13. mai fingu Kathe og Hans Klakkstein, Klaksvík, Tórshavn: Djurhuus, tlf. 14319, leygardagin. Annika Olsen, tlf. 17700, hvítusunnudag. Kaj Kallsberg, tlf. 13150, 2. hvitusunnudag. Eysturoy: > Sigvald Kristiansen, tlf. 41517, leygardagin. Hålvdan Simonsen, tlf. 47010, hvitusunnudag. Sig- vald Kristiansen, tlf. 41517, 2. hvitusunnu- dag. Steingrim Weihe, tlf. 55300, leygardagin og hvitusunnudag. Olav- ur Gaard, tlf. 56900, 2. hvitusunnudag. Vågar: Tlf. 32413. Suduroy (nordur): Tlf. 71560. Suduroy (sudur): Tlf. 73030. Tannlæknavakt Tórshavn Bráðfeingishjálp fæst leygardag, sunnudag og halgidagar kl. 13.00 -14.00. Tlf. 14544. ein son. Hann var 54 cm langur og vigadi 4400 gr. 14. mai fingu Elisabeth Joensen og Steingrim E. Johannesen, Skopun, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigadi 4000 gr. 14. mai fingu Margit og Jør- mund Juul, Oyndarfirdi, ein son. Hann var 51 cm langur og vigadi 3150 gr. 14. mai fingu Joan Petersen og Magni Hansen, Balle- rup, eina dóttur. Hon var 50 cm long og vigaði 3000 gr. 16. maí fingu Signhild og Mikkjal Joensen, Trølla- nesi, ein son. Hann var 53 cm langur og vigadi 4500 gr. 16. mai fingu Rannvå Deb- esog Frederik Isaksen, K vi- vik, ein son. Hann var 53 cm langur og vigadi 3135 gr. 16. mai fingu Egon og Conny Danielsen, Argjum, eina dóttur. Hon var 50 cm long og vigaði 3300 gr. 16. maí fingu Ann-Britt og Símin Johannesen, Toftum, ein son. Hann var 46 cm langur og vigaði 2290 gr. 18. mai fingu Tóra Egils- dóttir Simonsen og Páll Árni Joensen, Tórshavn, ein son. Hann var 50 cm langur og vigaði 3200 gr. 19. maí fingu Hervgr og Rói Didriksen, Hoyvík, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3200 gr. AA fundir, Tórshavn Hesir fundir verða í Uppi- stovu, C. Pløyensgøtu 17: I kvøld kl. 20.00 Vaska- rinum, Térsgøtu 5 (inn- gongd vestanfyri), og kl. 22.30 i Uppistovu, C. Pløy- ensgøtu 17. Leygardagin kl. 17.00 og kl. 22.30. Sunnudagin kl. 11.00. Kl. 17.00 verður opin fundur. Avvarðandi og onnur áhug- að eru væl komin. Mánadagin kl. 20.00. Týsdagin kl. 20.00 á Há- skúlanum. Al-Anon Fundur fyri avvarðandi at alkoholikarum verður í Havn tyskvøldid kl. 21.00 á Vaskarinum, Térsgøtu 5 (inngongd vestanfyri). Ráðgeving fyri bern og ung á tlf. 10645 mánadag kl. 16 —18.00. Barnabarí