mikudagur 25. mai 1994síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Mugu ikki lata okkum
trýsta av bretum
STÓRU trupulleikamir í samfelagnum
taka so nógva tíð og orku hjá flestu før-
oyingum, at helst fá geva sær fær um
tveir annars aktuellar spurningar, sum
kunnu fáa avgerandi ávirkan á ikki bert
okkara framtíð men á framtíðina hjá
okkara eftirkomarum serliga. Vit hugsa
her um eina komandi føroyska olju-
TAÐ er skeivt at fyrigykla sær, at oljan
verður okkara bjarging. Soleingi vit
ikki hava nakra ftøkiliga vitan um
meguligt oljurikidømi í føroyskum ski
kunnu vit heldur einki siga um, at olja
fer at fáa avgerandi týdning fyri okkara
samfelag. Men kanningar og fyrireiking
eru altavgerandi fyri okkum, skulu vit
koma víðari og leggja lunnar undir eina
komandi vinnu á hesum gki. Tískil eru
tær kanningar og fyrireikingar, sum
verða gjørdar í løtuni, so tydnignar-
miklar.
LANDSSTÝRIÐ hevur valt at fara
hóvliga fram men samstundis miðvíst.
Serfrødinganevndir eru settar ai gera
ymisk arbeiði og út frá hesum er so far-
ið víðari fram stig fyri stig. Eitt týðandi
og avgerandi stig varð tikið fyri
stuttum, tá eitt amerikanskt felag fekk
loyvi at gera seismiskar kanningar í
okkara undirgrund. Helst eru tað fá av
okkum, sum í løtuni geva sær fær um,
hvat hetta kann bera í sær, tí enn vita vit
lítið og einki. Men veruleikin er tann, at
tær kanningar, sum byrja longu í næsta
mánað, kunnu koma at kollvelta alt
okkara samfelag. Tær kunnu verða
okkara bjarging - ikki minst um tað fer
at taka langa langa tíð, til fiskastovnar-
nir koma fyri seg aftur.
UM somu tíð sum hesar týðandi kan-
ningar verða gjørdar, fara fram sera
tydningarmiklar samrådingar, sum
snúgva seg júst um sama mål, nevniliga
undirgrundina og møgulig råevni. Sam-
rådingar okkara vid bretar um framtidar
markið millum Føroyar og Bretland
Davi
kunnu visa seg at vera tær mest týðandi
samrådingamar fyri Føroyar nakrantíð í
søgu okkara. Tað snýr seg her um
rættin til undirgrundina, um ognarættin
til ein part av landi okkara og einum
møguliga stórum rikidømi. Lítil dugur
er í at finna oljurikidømi í
fáa rættin til somu undirgrund.
Tí er ikki ov nógv sagt, at Føroya fram-
tíð í hesum døgum liggur í hondunum á
teimum fólkum, sum landsstýrið hevur
litið upp í hendi at samráðast við bretar,
og her serstakliga formanninum í
nevndini, Árna Olafsson. Onkur vil
siga, at her er bara talan um nakrar
samráðingar, sum skulu fáast frá
hondini. Tað er nógv meira enn tað.
Talan er um ognarrættin til stór øki
bæði eystan og sunnan fyri Føroyar -
øki, sum Stórabretland ger krav uppá.
Tá hugsað verður um, hvussu væl
mannaðir bretar eru til hesar
samráðingar, og hvussu nógvar fløgur
teir gera í oljuøkini vestan fyri Hetland,
so ivast neyvan nakar í, at fyri bretar
hava samráðingarnar við føroyingar
ómetaliga stóran týdning. Og hugsa vit
so víðari, at vit einans eru 45.000
menniskju móti teimum mongu
milliónunum av bretum, so er greitt, at
marknaspurningurin fyri okkum kann
vera eitt og alt.
SUM í so mongum ødrum fórum er tað
hitt einstaka menniskjað, tess klók-
skapur, vitan, hugflog og tess evni at
tosa og samráðast við onnur, sum eru
avgerandi fyri eitt úrslit. Gott nokk er
tað landsstýrið, sum hevur stungið út í
kortið eina kós í hesum samráðingum,
men tað vilja fyrst og fremst vera tey
fólk, sum sita við samráðingarborðið, ið
eru avgerandi fyri, antin vit fáa eitt gott
ella eitt vánaligt úrslit. Nú frættist, at
samráðingar hava verið millum partar-
nar, men at ósemjan enn er “stór".
Hóast partarnir nú betri skilja hver
annan, so standa teir eftir øllum at
dóma enn langt frá hvørjum ødrum. Tað
skilst, at føroyingar vilja ikki geva seg
so lætt, sum bretar kanska høvdu vónað
tað.
AT teir hava fleiri fyrimunir fram um
okkum er helst ein sannroynd, men tað
eigur ikki at fáa okkum at fella í fátt.
Og alt talar eisini fyri, at tað vilja
okkara fólk heldur ikki. Fyrimunirnir
at fáa alla ta ókeypis ekspertisu, sum
teir hava brúk fyri enn vit, og so um-
boða teir eisini Ometaliga stór peninga-
áhugamál, sum aftur ger teirra støðu so
nógv sterkari enn okkara. Bretski oljuí-
dnaðurin sær fegin, at her kemur ein
skjót loysn, og ein loysn, sum gongur
bretska kravinum á meti. Men tað at
vit eru fá og ikki hava somu
peningaligu møguleikar sum bretar
eigur ikki at gera okkum veikari.
Tverturímóti eiga vit at meta hetta sum
eina styrki, ja kanska sum bardagan
millum David og Goliath.
EIN skjót loysn hevði sjálvandi verið
tað besta fyri báðar partar, ikki minst
fyri bretar, tí har vita vit, at
oljuídnaðurin ynskir eina skjóta loysn,
ti hann skal jú tilrættaleggja sín
fløgupolitikk upp á, hvussu økid millum
Føroyar og Bretland verður býtt. Tess
skjótari bretar kunnu trýsta sína loysn
igjøgnum, tess betri fyri bretska
oljuídnaðin. Og júst hetta, at bretar
hava brúk fyri eina skjótari loysn kann
vera at meta sum teirra Akilleshælur.Tí
við ikki at góðtaka bretsku krøvini
útseta vit eina skjóta loysn, og hana
kunnu bretar sum sagt illa liva við. Tað
kann tí hugsast, at bretar fara at kenna
seg noyddar at slaka enn meira upp á
krgv síni. Er tað nakað, sum
oljuídnaðurin ikki dámar, so er tað
Óvissan um eitt ávíst komandi oljuøki,
eitt nú hvør eigur tað osfr.
SJÁLVANDI hevur ein skjót loysn
eisini tydning fyri føroyingar, tí tað
kostar at halda fram við slíkum sam-
ráðingum. Og eisini tí at vit hava brúk
fyri at økini við Føroyar kunnu vera
mett sm stabil gki, har tað er greitt,
hvør eigur hvat. Men fyri at brúka
orðini hjá føroyska
samráðingarleiðararnum: “Ein góð
Her er talan
um alt ov stór virði til at vit í dag skulu
geva okkum fyri bretskum trýsti. Vit
hava eisini skyldur mótvegis okkara
eftirkomarum. Vit hava í veruleikanum
bara fingið landið til láns frá teimum og
tað er okkara ábyrgd at umsita tað við
hetta er so sætt tað er sagt.
skili. Og her áliggur okkum eisini
skyldan til ikki at lata bretum rættin til
hetta land. Tað er skylda okkara at
stríðast fyri hesum rætti. Vit taka tí fult
ini, tá hon heldur fast um sjónarmiðið „
um miðlinjuna. Miðlinjan hevur verið
praktiserað sum fiskimark nú í nógv
nógv ár og einki er meira nátúrligt enn,
at hon eisini verður undirgrundarmark.
VIT ivast ikki í, at føroyska samráðing-
arnevnd okkara ger eitt gott arbeiði og
serliga hava vit álit á leiðaranum í
nevndini, Árna Olafsson. Landsstýrið
hevur borið seg rætt at at seta hann í
henda so týðandi sessin. Men harfyri
mugu vit ikki halda, at alt gongur av
sær sjálvum. Tað er nevniliga eisini ein
spurningur, hvussu nógv okkara polit-
ikarar leggja í hesar samráðingar og her
kemur spurningurin inn í myndina,
hvussu nógvan pening vit eru sinnað til
at lata til umrøddu samráðingar. Tað er
greitt, at tað kostar at føra slíkar sam-
ráðingar. Eftir okkara tykki hava vit
ikki ráð til at spara á hesum øki. Tað er
at vóna, at myndugleikamir, tað verið
seg í Føroyum og í Danmark lata
nevndina fáa alla ta orku, td.
serfrødin isu, sum er neyðug á
økinum. Tí skal tað vera vón okkara, at
landsstýrið og ríkismyndugleikarnir
veruliga satsa uppá at geva føroysku
samrådingarnevndini allar hugsandi
“midlar", soleiðis at hon alla tíðina
hevur ta neyðugu vitanina og
ráðgevingina, sum brúk altíð er fyri.
Um vit so skulu til at gjalda nógvan
pening fyri at fáa henta útlendska
ráðgeving so eiga vit at gera tað. Harvið
er ikki sagt, at okkara egnu fólk ikki
duga sítt kramm. Men talan er um eitt
so stórt øki, at vit eiga ikki øll tey
fólkini, sum ein skuldi trúð eru neyðug
at brúka sum ráðgeving í slíkum
samráðingum.
Eingin Í samgongu
við sjålvstyrisflokk
Tær hendingar, sum eru farnar fram í seinastuni, geva eina
týðuliga ábending um, at eingin flokkur fer í samgongu við
sjálvstýrisflokkin aftan á tað taktiska spæl, ið flokkurin hevur
ført við einum formanni, ið rennur skjótari politiskt enn
beinini kunnu bera hana skrivar Frank Davidsen, tingmaður
Man Helena Dam á Neysta-
'Kø halda veljarar sjálvstýr-
isfloksins vera politiskar
analfabetar? Tá Helena
Dam á Neystabø og Karl
Heri Joensen ikki fingu
Lassa Klein frá við góðum,
framprovokeraðu tey ístað-
in fyri eitt nýval, uttan at
gera sær greitt, at tey sjálvi
hava skapt eina stóðu, sum
kann gerast teirra egna
Waterloo.
Tað er væl eingin loyna,
at tá Helena Dam á Neysta-
loysn er betri enn ein skjót loysn", so er SOSIALURIN
bø av ávísum orsøkum kom og aftan á valið var at hon veruligur politikkur dagar-
sum eitt stjømuskot upp í við sínum politiska nar frammanundan upp-
sjálvstýrisfloksins, ið
tryggjaði henni sess á løg-
tingi, so var tað fyrst og
fremst við tú í huga, at
tryggja sær sjálvum eina
politiska framtíð (karrieru),
meðan tað flokspolitiska
meira gekk út uppá hvar
møguleikin vár bestur til at
verða borin inn um tinggátt.
Ikki var long tíð fráliðin
til tað varð greitt, ja val-
skeiðið var nóg illa byrjað,
tá sást longu eitt greitt tekin
um at hon hevði ætlanir um
at taka valdið í tingbólkin-
um, uttan at geva sær far um
hvat avleiðingar tað kundi
hava fyri kjarnu sjálvstýris-
floksins í Eysturoy og
Norðoyggjum.
Eitt av hjartamálum
hennara í valorrustuni eins
reinleika skuldi gera upp
við tann politikk, ið var
førdur í fyrsunum, ein av-
gerð, sum longu tå vísti, at
hon einki hevði ímóti at
heingja sínar partamenn út,
um tað kundi gagna henni
politiskt.
So leingi sum Asbjørn
Joensen, sáli, var á lívi,
høvdu Lasse og hann tam-
arhald å støduni, men so
skjótt sum stødan broyttist
og Lasse bleiv einsamallur,
var tad bara ein spurningur
um tíð til nakað ålvarsligt:
fór at henda í tingbólkinum.
Tá Helena Dam á Neysta-
bø roynir at geva fólki ta
fatan, at orsøkin til at hon
sleit samgonguna var tí at
tað meira og meira fór fram
ein taktik politikkur enn ein
søgnini, so er tað neyvan
Sannleikin er helst tann,
at fyri at fáa stórri vald í
Framhald á síðu 24
V4-tolini
í drátti nr. 1038
21. mai 1994
Tølini: 09 - 18 - 78 - 00 -
94-97-91-61 - 74 - 66 -
30-15-39 - 68 - 67 - 75.
Vinningur:
15.340,- kr.