mikudagur 25. mai 1994síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
Nr. 96 — 25. MAI 1994
Tey arbeidsleysu um at fakfelggini stilla upp til valið:
Hava ikki hjålpt
okkum higartil
-Tey arbeiðsleysu eiga ongan góðan. F akfeløgini í stýri-
num fyri ALS arbeiða bert fyri limirnar, sum hava ar-
beiði, sigur Niels P. Guðjónsson í Felag Teirra Arbeiðs-
tóku
Nú vilja tey arbeiðsleysu
ikki longur góðtaka óvissu-
na, hvert peningur verður
útgoldin um Arbeiðsloysis-
skipanina ella ikki.
- Vit eru énøgd við, at vit
ongantíð hava trygd fyri um
peningur verður útgoldin
ella ikki. Umframt tað, so
eiga vit eina viku stuðul til
góðar hjá skipanini, sum
eingin veit, nær hann verð-
ur útgoldin, sigur Niels P.
Guðjónsson, leiðari í Felag
Teirra Arbeidtøku.
Skipað kring landið
Felag Teirra Arbeidstøku er
bert í Havn, men nú hevur
felagið fingið kontaktper-
sónar kring landið. Saman
skulu tey samskipa eitt
mótmælistiltak, sambært
tíðindaskrivi frá teimum ar-
beiðsleysu.
Felagið hevur herfyri sent
skriv í landsstýrið við kravi
um at hækka stuðulin í ALS
til 90% av eini arbeiðs-
mannaløn, at tíðin í skipani-
ni skal vera 6avmarkad, og
at arbeidsleys í Føroyum
ikki skulu vera verri fyri
enn tey í Danmark.
- Hetta er umráðandi at
fáa gjørt nakað við, ti fólk
rymir av landinum í so stór-
um tali, og tað kunnu vit
ikki uttan víðari góðtaka,
sigur Niels P. Guðjonsson.
- Sethúsafelagið hevur
eisini skipað fyri fundi, har
fakfelagsumboðini = vóru
innkallað. Øll vóru samd
um, at tey áðumeyndu
krgvini vóru rímilig, men
kortini hendi einki.
- Vit vildu vita, hví stýrið
ikki kundi taka lánið til
ALS, tá eingin annar møgu-
leiki var. Fakfelagsum-
bodini søgdu, at tað fór at
binda skipanina ov någv.
-Egdugi ikki atskilja, hví
stýrið ikki vil tað. Verður
tað neyðugt, so veðheldur
landsstýrið fyri láninum.
Tað kostar ikki pørtunum á
arbeiðsmarknaðinum
nakað.
Felag Teirra Arbeidstøku
hevur eisini kravt at fåa ein
lim í stýrið, út frå ti grund-
geving, at eingin í stýrinum
virkar fyri teirra áhugamál-
um.
Arbelåsleys Ikki
í stýrinum
- Allir limirnir í stýrinum
hava góða løn. Tey vita
ikki, hvussu tað er at vera
arbeiðsleysur, og tí halda
vit, at tað hevði gagnað, um
ein arbeiðsleysur í stýri-
num kundi greitt hinum frá,
hvussu livikorini hjåokkum
eru. Vit hava einki svar
fingid, sigur Niels P.
Guðjónsson.
- Landsstýrið hevur mælt
til, at vit kundu fáa ein eyg-
leiðara í stýrið, men heldur
ikki tað gjørdist veruleiki.
- Vit fara at skipa fyri
mótmælisgongu fyri at gera
vart við okkum. Hetta gera
vit fyri at trýsta politikarnir,
sum nú fara út í valstríðið, at
teir ikki skulu gloyma okk-
um.
- Fakfeløgini fara eisini
at stilla upp. Heyði tað ikki
verið stuðul fyri tey ar-
beiðsleysu?
- Vit eru limir í fakfeløg-
unum, og tey flestu gjalda
framvegis limagjald, men
tað hevur ikki verið nakar
fyrimunur.
- Fakfelggini arbeiða bert
fyri teimum limum, sum eru
í arbeiði. Tey hava einki
Tíðindablaðið
|
Niels P. Guðjónsson (miðskeiðis á myndini) heldur, at
fakfeløgini bert arbeiða fyri teimum limum, sum eru í
arbeiði.
(savnsmynd)
gjørt fyri okkum, sigur
Niels P. Guðjónsson.
Nýtt fólk í flokkarnar
- Nei, eg hugsi, at best hevði
verið, um nýtt fólk kom til í
verandi flokkunum, heldur
enn at stovna nýggjar flokk-
ar, sigur Niels P. Guðjóns-
son.
- Hvat heldur tú at slíkt
mótmælistiltak sum tit
skipa fyri 30. mai, fær at
týða?
- Vit vilja leggja trýst á
politikararnir, harnæst vilja
vit hava eitt konkret svar
uppá, hvat ætlanin er at gera
við støðuna hjá teimum ar-
Tey hava einki: gjørt fyri tey arbeiðsleysu.
beiðsleysu framyvir. Vit
hava verið tolin, men nú
gongur tað ikki longur.
- Okkurt má henda nú. Vit
kunnu ikki áhaldandi liva í
óvissu, sigur Niels P. Guð-
jónsson.
Felag Teirra Arbeidstøku
hevur sett sum krav, at fær
felagið ikki svar uppá teir
spurningar, sum eru settir
fram í mótmælisskrivinum
áðrenn 27. mai, verður mót-
mæliskravgongan veru-
leiki.
Dagny
Tann seinasti
greðingurin
Í 1962 var Jaspur tann ein-
asti ógeldi hesturin av før-
oyskari ætt, sum tað eydn-
aðist at finna fram til.
Ein høvudstrupulleiki var
sjálvandi, hvussu vissa
kundi fáast fyri um eitt ross
var føroyskt ella ikki.
Blandingsrossini vóru
fleiri, og ongir kanningar-
hættir vóru til, sum kundu
ávísa um rossið var føroyskt
ella ei. Farið varð tí undir at
granska ættina hjá tí ein-
staka rossinum í tann mun,
hetta bar til, og at velja út tey
ross, sum høvdu øll tey eyð-
kenni, sum føroyska rossa-
slagið var kent fyri.
Frammanundan høvdu
ikki verið nógv útlendsk
ross í Vágunum, og við
samrødum við eigarar og
onnur varð roynt at finna
fram til tey rossini, sum
vóru av føroyskum upp-
runa.
Sjálvur átti Jón í Bø tå
eina 20 ára gamla føroyska
ryssu, Mykines-ryssan úr
Abrahamstovu í Mykinesi,
og Leivur Trónd Hansen og
Bergljót Petursdóttir høvdu
keypt Stjørnu (y), sum var
undan Lottu (e) av Vatns-
oyrum og Norðurstovu-
hestinum, sum í nógv ár var
góðkendur greðingur í Våg-
oynni, og ættin hjá honum
kundi partvís førast aftur til
um aldamótið.
Harumframt vóru skrá-
settar fleiri aðrar ryssur av
føroyskum uppruna, og
eydnaðist tilsamans at fáa
íalt 9 fyl undan Jaspuri við 5
ymiskum ryssum.
Av hesum 9 fylunum
vóru 5 ryssufyl og 4 hestfyl.
Jaspur doyði í 1979, og av
fylunum undan honum eru
4 enn á lívi:
Disa (1971), hjá Tórstein
Holm á Sandi
Mira (1974), hjá Harald
Joense á Sandi
i:
Gongurolvur (1975), hjå Jaspuri eitt skotbrå afturat
Jéanes Joensen f Kollafirdi
Hulda (1977), hjá Jóanes
Nielsen í Sandavági.
Føroyska rossaslagið
fekk sostatt takkað verið
at menna seg aftur.
Elin í Jákupsstovu
Eva í Dímun, neyndarlimur í felagnum Føroysk Ross, sæst her saman við tveimum hálvvaksnum fylum
#
Amnesty International
Skrivstovan í Vágsbotni er opin týsdag og friggja-
dag kl. 10-16. Tlf. 15816.