Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-05-26, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. mai 1994síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tit sleppa ikki at syndra tann almenna sektorin Í gjár varð almannakunngjørd frá- greiðing, sum kallast “Karmar fyri føroyskari vinnu". Í hesi frágreiðingini, sum fakfeløg tað verið seg umboð fyri verður meguleikum fyri at fáa gongd á aftur vinnuna í Føroyum. Ein kann kalla hesa frágreiðing fyri eitt slag av korporativum manifesti, nú bæði arbeiðsgevarar og arbeiðarar hava lagt saman og í felag eru farnir at vísa á, hvat skal gerast her á landi. Tað næsta verður vælsaktans, at hesi fara at skipa samgongur á tingi. Hetta skulu vit venda aftur til men fara vit í hesum umfari bert at nema við ein part av hesi frágreiðing og snýr hann seg um al- menna sektorin í Føroyum. Í frágreiðingini verður m.a. sagt, at vit skulu bert hava tær almennu tænastur, ið vit hava brúk fyri. Sostatt skulu vit ikki hava almennar tænastur og virk- semi, sum bert er til fyri sína egnu skuld. Sitat endað. Ein skuldi tråd, at hetta var partur av valskránni hjá einum ultrahøgravendum flokki, ja hjá eitt nú sambandi ella fólkaflokki, tí júst hetta hava hesi flokkar júkað um aftur og aftur. Hetta er als ikki ókent fyribrygdi í londum við høgravendum stýrum. Tá kreppur leika á skal tú finna synda- bukkar og oftani er lættast at fara eftir teimum í tí almenna sektorinum. Og nú arbeisðsloysi hevur rakt vinnuna hart í Føroyum, so skal onkur hava medskyld og tá er lætt at fara eftir teimum alment løntu. HVAT meina hesi umbodini fyri ar- beidsgevarar og arbeiðarar við, tá tey skriva, at vit ikki skulu hava almennar tænastur, sum bert eru til fyri sína egnu skuld! Er hetta ikki í veruleikanum ein miðvís ætlan at undirgrava almenna sektorin, tá slíkt bara verður slongt út! Tá slíkt verður skrivað, so merkir tað eisini, at stigtakararnir meina, at í Føroyum eru nógvar tænastur, sum bara er til fyri sína egnu skuld. Tá áttu teir eisini at sagt, hvat sipað verður til. Men hetta er ikki endamálið. Tí tey høgravendu eru ikki nøgd bara at síggja nøkur fá almenn arbeiðspláss nidurløgd. Tey vilja síggja offur innan tað almenna eisini, hóast hetta onga meining gevur. ÁLVARATOS, hvgrji eru tey, sum halda, at vit skulu hava almennar tæn- astur, sum bara eru til fyri teirra egnu skuld! Tað er einki minni enn tvass og ein markleysur frekleiki at koma við eini slíkum pástandi í eini frágreiðing, sum annars er ætlað til at vera mett sum eitt týðandi dokument. Tað er júst slíkt, sum kann fáa fólk at gloyma tann stóra týdning, sum almenni sektorurin hevur fyri okkum øll, ja vit endurtaka, fyri okkum øll, og ikki minst fyri bæði arbeiðararar og arbeiðsgevararar. Tað er slíkt, sum er vid til at undirgrava tað stóra arbeiði, sum mong mong fólk innan tann almenna sektorin gera. Halda tit at fólkini á skattadeildini, á almannastovuni, á sjúkrahúsunum, á Fróðskaparsetrinum, á skúlunum annars fyri bert at nevna nøkur , gera arbeiði síu bara fyri sína egnu skyld! Álvaratos er ikki júst ein vælåtbygdur almennur sektorur ein týðandi partur av grundarlagnum undir vælferðarsamfelagnum. At vinnulivið og handilslíviðeisini hava trupulleikar at dragast við skal tað ganga út yvir Hann tordi ikki at taka avgerð Óli Jacobsen sat í løgtinginum í 1980, men hann segði seg frá, tí hann tordi hvørki at kvøda fyri ella ímóti einum uppskoti, skrivar Hanna Lisberg,, sum tá kom í tingið Eg havi seinastu árini ikki luttikið í politiska orðaskift- inum, men nú Verkamanna- fylkingin ætlar at stilla upp, haldi eg tað vera neyðugt at minna á, at fiskimannafel- agsformaðurin einaferð hevur verið innanfyri ting- gáttina, og tá kundi hann havt ávirkað eitt og annað. Tað er ógvuliga torført hjá einum einsamøllum per- sóni við góðum ætlanum at fá broytingar framdar, men er fyrst sloppið inn um ting- sins gátt, so er bert at koyra á og vóna, at fleiri taka undir við broytingum til tað betra. Men eitt má vera minsta krav, og tað er, at viðkom- andi hevur eina stóðu fyri ella ímóti temum uppskot- um, sum verða vidgjørd. Í tingsetuni 1979/80 sat Óli Jacobsen á tingi. Hví fór Óli úr tinginum í úrtíð, júst tá eitt týdningar- mikið má var fyri? Tað var ett mál, sum viðkom verka- mannafjøldini, prístals- grundarlagið. Hví atkveddi Óli ikki ímóti broytingunum, sum gjørdu, at timalønin fór niður? Ella hví atkvøddi hann ikki fyri broytingini, so flakavirkini kundu halda fram, tá tamarhald var fing- ið á prístalinum? Nei, Óli Jacobsen tók onga stóðu, men rýmdi úr tinginum og vísti sostatt stórt ábyrgd- arloysi. Næsti maður á listanum tók stoytin fyri fiskimanna- felagsformannin, Óla Ja- cobsen. Tað var ikki sum at siga HVÍ ikki heldur vísa á, at skerjingar og sparingar innan fleiri týðandi almenn øki eru við at taka grundarlagið undan teimum. Hví halda tit, at danir nú vilja tvinga inn á okkum eina rammulóg, har við fáa ábyrgd av øllum sosialum veitingum osfr. Jú tí at okkara politi- karar hava ikki í nóg stóran mun gjørt sær greitt, hvat tað vil siga at hava eina vælvirkandi umsiting á hesum økjum. Takið balladuna um almannastovuna. Hon stavar ikki frá ódugnaligari leiðslu. Nei hon stavar frá tí sannroynd, at leiðslan hevur ikki fingið tey fólk og tey amboð, sum hava verið neyðug fyri at gera arbeiði til lítar. Og soleiðis kunnu vit halda fram. Takið tær mongu eftirstødurnar í skatti sum privatfólk hava til tað almenna og har tað almenna hevur verið noytt til at strika ein stóran part. Hví? Jú orsakað mangli av fólki úl at taka sær av hesum annars so týðandi uppgávum. NÚ koma arbeiðsgevararnir so flott og skriva, at nú er upp á tíðina at skerja og spara hjá tí almenna, sum um ikki nóg nógv er spart og skert! Og hetta er tað umboð fyri stór fakfeløg seta sitt navn undir. Hvat hugsa tit fyri tykkum. Er tað ikki júst solidaritetur til onnur fakfeløg, til aðrar lónmóttakarar, sum tit bera fremst í skjøldri! Ella er tað so, at tað eru fakfeløg, sum bara hugsa um sínar limir og so sektina á, hvat verður av limununum í gørum fakfelagunum eitt nå teimum, sum virka hjá ti almenna. Tit eiga at vita, at arbeiðsgevarar standa fólkaflokki og sambandi næst, her hava lumpað og lirkað tykkum til at seta navn undir orð, sum annars standa í øllum skráum hjá ultahøgravendum flokkum kring tað hjá Óla Jacobsen at sleppa burtur úr tingarbeið- inum, tí ber bara til í ávísum fórum, og Óli leyk ikki hesar treytir. - Hann var ikki sjúkur. - Hann skuldi ikki burtur í grindum. - Hann hevði ikki skift arbeiði. - Hann var ikki yvir 60 ár og hevði ikki sitið á tingi í fýra ár. Skrivstovustjórin í Tinganesi mælti kortini til at "sleppa" honum úr ting- inum At Óli Jacobsen kemur sær at tala um uppstilling. Eg skilji væl, at Óli Jacob- sen ikki torir at stilla upp sjálvur. Hann hevði møgu- leikan tá men slapp sær undan ábyrgd. Nú er hann vorðin klókaru, stillar ikki upp sjálvur, men letur hini taka stóðu, og so kann Oli sjálvur snakka og skriva. Hanna Lisberg heimin. Teir gera hetta eisini fyri at sáa split millum fakfeløg. Ella er tað so galið, at leiðslurnar í Fiskimanna- felagnum og Føroya Arbeiðarafelag ikki leggja petti í, hvat hendir brødrum og systrum teirra, sum arbeiða undir tí almenna men heldur vilja lata seg bóndafanga av nøkrum arbeiðsgevarum, sum altíð halda skerjingar og undirgraving av tí almenna sektorinum vera einastu patentloysn! EINGIN er fegin um tað arbeiðsloysi vit hava í landinum, men tað kann ikki vera rætt bara at leggja skyldina fyri trupulleikarnar í vinnulívinum yvir á tann almenna sektorin og siga, at nú má hann svíða. Hví skal vanlukkan nú flytast yvir á henda sektorin eisini, tá vit vita, at tað í løtuni júst er hesin sektorurin sum via skatt sum rindar fyri tey arbeiðsleysu. Er tað ikki at skera greinina av, sum hesi sita á, nú at fara at syndra henda sektorin! JAVNADARFLOKKURIN eigur at verja garð um tann almenna sektorin. Harfyri er ikki sagt, at ein ikki eigur at skerja har, ið skerjast kann. Men vandi er á ferð, tá sjálvt verkamannafelggini fara at leggja eftir hesum sektorinum. Vandi er fyri, at hetta endar við einum ósakligum hetzi móti nøkrum fólkum, sum gera nøkur arbeiði, ið hver einstakur av okkum og samfelagið njóta gott av. Vit minnast hvussu Schluter í Danmark og Thatcher í Bretlandi royndu at føra henda politikkin. Teir borgarligu í dag í ødrum londum eru farnir frá hesum politikkinum og eru ístaðin fyri yvir til at reka sosial- demokratiskan politikk, har tú m.a. byggir vælferðarsamfelagið á ein effek- tivan, vælútbygdan almennan sektor. SOSIALURIN Vága Javnadarfelag hevur 1. Uppstillingarfund Í SKÚLANUM Í SØRVÅGI (inngongd úr skúlagarðinum) Í KVØLD 26. MAI, kl. 19.00 Våga Javnadarfelag Kvinnuhúsið - Ráðgevingin hjá Kvinnuhúsinum er opin hvenn hósdag frá kl. 19.00-21.00, inngongd hjá KFUM, Oman Pisuvarda 2, ella á tif. 17200. Kvinnuhúsið er opið gerandisdagar frá kl. 14.30—16.30. Teiefonin, 17200, svarar hvenn dag frá kl. 14.30-7.00 á morgni.