hósdagur 26. mai 1994síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Poul Michelsen, heilt fer
at gevast við politikki,
ganga nú aftur, sum
rótasúpan, í hevuðsstað-
num.
Vit hava tosad við
fyrrvernadi borgarstjór-
an, men hann er hvørki
til at høgga ella stinga í.
Hann vil hvørki vátta
ella avsanna, um hann
stillar upp til løgtings-
valið 7 juli. Harumframt
hevur hann als ikki tíð at
nú sólríku dagarnir hava
skundað undir framleið-
sluna á virki hansara,
Fóm:Ísi.
Nr. 97 — 26. MAÍ 1994
einki siga um hver stillar
upp á okkara lista, sigur
limur fyri fólkaflokkin í
Havn. Tað er hon, sum
samskipar uppstilling-
ina hjá Fólkaflokkinum í
Suðurstreym. Eitt er
vist, Jógvan Sundstein,
politikkari í skjótt ein
mannsaldur stillar ikki
uppaftur. Hann hevur
longu sagt farvæl og
takkað fyri seg løgtingi.
jústinus
Fagnaðardagur
á Selatrað
verður ip
Fagnaðardegi á skóta-
deplinum á Selatrað
millum kl. 15 og 19.
Í fjór varð fyrstu ferð
og vóru fólk so væl nøgd
við tiltakið, at avgjørt er
at royna tað aftur og
royna at gera tiltakið
uppaftur betri.
Tiltakið verður gjørt
til gaman bæði fyri
vaksin og børn og ikki
minst familjur við børn-
um.
Tiltakið at koma á
skótadepilin er ókeypis.
Eins og í fjør verður
møguleiki at royna ym-
iskt so sum kondi bingo,
seymsláing, pílakast,
fiskibrunn, karamellu-
klovn og mangt annað.
Sum nakað nýtt verður
skipað fyri kapping
millum handverkarar úr
Eysturoynni og Streym-
oynni og verður møgu-
leiki at keypa vedding-
arseðil um, hvør fer at
vinna.
Í ár verður kappast í
uppgávu og kondittara-
uppgávu, og eru tað
ymsar handverkarafyri-
tøkur, sum lata fólk til
kappingarnar.
Hesar kappingar byrja
kl. 15.30 og síðani
hvønn hálva tíma.
Skipað verður fyri farti
millum Hósvík og Sela-
trað frá kl. 14.30 og síð-
ani hvønn hálvan tíma,
ella meira um neyðugt,
fyri einans kr. 10.
hvønn vegin.
Stórt | køkotombola
verður við køkum, sum
skótaforeldur ymsa-
staðni í Føroyum hava
bakað. Heitt verður á
tey, sum ikki kunnu
koma sjálv við køkun-
um, at lata hesar til
skótaleiðararnar seinast
leygardagin, so teir
kunnu taka køkurnar
við.
F rá vinstru Per Iversen, 77 ára gamal, Finn Eide, 67 ára gamal og Morris Reme, 72 ára gamal. Mynd: Kalmar
Einsamallir á ferð á villum havi:
Tíðindablaðið (577)
Tann yngsti er 67
Tríggir norðmenn eru nú ávegis til Ísland. Teir sigla í einum 35
fóts seglbáti, tann yngsti er 67 á ára gamal, skiparin er 72 ár og tann
elsti er 77 ára gamal
Tey sum eru fylt seksti,
longu eru byrjaði at knarra,
kenna seg hava livað í øldir
og nú bert bíðað, rodna
ivaleyst, tá tey lesa hesa
grein. Tí undan Hvítusunnu
vitjaðu triggir norðmenn
Føroyar og teir gera øllum
teimum, sum gerast gomul í
sinni í bestu árum dyggiliga
til skammar.
Hósdagin kom ein lítil
seglbátur undan Glyvurs-
nesi. Hann stevndi inná
ER + Vágs-
sólskininum
fríggjadagin vitjaðu vit á
Sosialinum umborð á bát-
inum.
Í opna stýrhúsinum undir
skýlinum sat ein eldri mað-
ur. Hann var høgur á vøk-
stri, tunnur og vil væl-
røktum yvirskeggi. Hann
var blídligur og hevði hug at
práta. Vit høvdu hitt Finn
Eide og hann var yngsti
maður umborð á skútuni.
Hann greiddi frá, at teir júst
vóru komnir úr Orkney-
oyggjunum. Har høvdu teir
ligið í nakrar dagar. Hinir
báðir umborð vóru í landi,
greiddi Finn frá.
— Vit høvdu gott veður til
Føroyar, mest sum ov gott,
ongan byrð og tí nýttu vit
motorin allan vegin.. Tað
ógvuliga vakurt at síggja
oyggjarnar daga undan
Teir hugna sær umborð
Mynd: Kalmar
havsbrúnni og kavi er í
fjøllunum fyri norðan, sigur
Finn Eide.
Létu seinni kemur skip-
arin, Morris Reme um borð.
Hann er 72 ára gamal, eigur
bátin og hevur livað megin-
partin av ævi síni í Amer-
iku. Í hølunum á hinum tridi
maðurin á skútuni, hann
eitur Per Iversen og er 77
ára gamal, eitt sindur dulur,
men annars frískur sum ein
havørn.
Vit heilsaðust og Morris
vil fegin vita um viður-
skiftir í Føroyum, siglingar
líkindir og um streym.
— Hetta er tann næsti stóri
báturin og hendan havi
keypt í USA og sjálvur siglt
hann heim til Noreg, sigur
ein errin Morris Reme.
— Tað var ein spennandi
ferð at sigla tvørtur um
Atlantshavið. Vit hildu
leiðina norður við kana-
disku strondini og løgdu
tvørtur um hav úr Saint
John i New Foundlandi.
Nógv isfjøll vóru at síggja
hetta árið. Hóast ikki heilt
vandaleyst, so var tað 6gvu-
liga stórsligið at sigla mill-
um fjøllini, sigur Morris
Reme.
— Eg leingist ikki eftir at
sigla á teimum heitu
høvunum, eitt nú Karibiska
havið ella Miðalhavið. Vit
kundu eisini lagt leiðina um
Azorumar tvørtur um
Atlantshavið. Men keldu
farleiðirnar her norðuri
draga meira, sigur Morris
Reme.
— Vit fara nú til Íslands og
ætlanin er at vera aftur í
Noreg um ein mána ella so.
Hetta er ikki fyrsti túrurin
hjá okkum í ár. Vit hava ver-
ið ul eina fólkatónleikar-
festival í Hetlandi fyrr í ár.
Vit fara ivaleyst at gera
onkran túrin seinni eisini.
Vit eru komnir uppum
arbeidsføran aldur og ú
hava vit tíð at sigla, sigur
Morris Reme.
jústinus