Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-05-26, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. mai 1994síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ sostalurin ] Nr. 97 — 26. MAI 1994 Síða 17 Nýggj tånleikafløga vid klassiskum tónleiki Vid høgg og slit hvørvur feðilandið Á nýggju fløguni Landið, sum plátufelagið TUTL gevur út, eru fýra tónleika- verk, sum tríggir av okkara fremstu komponistum, Sunleif Rasmussen, Pauli í Sandagerði og Kristian Blak, hava skrivað. Tónleikurin á hesi útgáv- uni er fjølbroyttur og hann fer víða, men kjarnin í verk- inum er tó tað, sum føroyskt er, landið og mentanin. Fyrsta verkið, Landið, fyri sopran og symfonior- kestur, sum Sunleif Ras- mussen hevur skrivað, er í trimum pørtum. Tónleikur- in er modernaður, dramat- iskur, og í stóðum næstan melodramatiskur. Í fyrsta parti av hesum verki hevur Sunleif Ras- mussen sett tónleik til náttúruyrkingina Landið eftir Gunnar Hoydal. Yrk- ingin stóð í yrkingasavnin- um Hús úr ljóði frá 1987. Annar partur í hesum verki er eitt intermezzo, og sein- asti og triði partur er aftur tónleikur til eina yrking. Nationalisma eftir Róa Pat- ursson. Nationalisma er ikki nøk- ur vanlig fosturlandsyrk- ing, men heldur ein lysing av fødilandinum í sínum gerandisbúna, ikki stórveg- is ødrvisi enn onnur lond, men kortini móðurland okkara. Sum alt annað so broytist fødilandid stødugt og verður ongantíð tað sama aftur, sum tað var í gjár. Nationalisma stóð í yrkingasavninum Á alfara- vegi, sum kom út í Keyp- mannahavn í 1976. Tónleikurin hjá Sunleif Rasmussen er ein spenn- andi tulking av báðum hes- um yrkingum, sum verða sungnar av Joannu Johan- sen, sopran. Gerandis og heilagt Joanna Johansen syngur eisini tær báðar yrkingar- nar, sum eru partar í verkin- um Gerandisdagur í Havn eftir Paula í Sandagerði. Samanborið við Landið, sum er sett saman av tveim- um nýggjari yrkingum, hevur Pauli í Sandagerði valt at seta tónleik til tvær eldri yrkingar, Á Sandi eftir Hans Andrias Djurhuus og Úr neyðardýpi eftir Martin Luther. Tann fyrra er ein stemningsmynd, ein lýsing av friðinum og ævintýr- dáminum eina mánalýsis- nátt á Eystaruvág í Havn, og hin seinna er ein sálmur, sum hevur verið sungin til gamalt føroyskt sálmalag. Triðja verkið á hesi fløg- uni er Grave, sum Sunleif Rasmussen eisini hevur skrivað. Grave er verk, ið er ognað minninum um Karst- en Hoydal skald. Í tónleikinum hómar tú alt tað, sum eyðkennir skald- skapin hjá Karsten Hoydal, tað kosmiska, andaliga strembanin og virðingin fyri øllum livandi. Ténleik- urin gevur seg ikki soleidis av sær sjålvum, men er ikki minni åhugaverdur fyri tað. Tíðindaskriv Kvinnuhúsfelagið havt aðalfund Sunnudagin tann 20. mars hevði Kvinnuhúsfelagið aðalfund í KFUM. 11 kvinnur møttu á aðalfundi, sum var hugnaligur og gekk væl. Roknskapurin varð skipað seg: Jane Hoydal, forkvinna, Elna Strøm, næstforkvinna, Winny í Pætursastovu, kassameist- ari, Sólrun Holm og Åsvør Joensen, nevndarlimir. Eykalimir eru Herdis Holm og Sigrun Nolsøe. Grann- skoðar er Sonja Klein, eykagrannskoðari er Minna Jacobsen. Aðalfundurin gjørdi eina broyting í viðtgkunum fyri felagið. Grein 4 í viðtgkun- um bleiv broytt soleiðis, at har sum tað stendur, at 12 nevndarfundir skulu vera um árið, bleiv broytt til at minst 4 nevndarfundir skulu vera um árið. Av stórri hendingum í 1993 kunnu vit nevna: Upplýsandi arbeiði: Húsið hevur havt vitjan av næmingum frá studenta- skúlum og HF-skeiðum í Havn og Getugjógv, lær- aranæmingum og pedagog- næmingum. Starvsfólk og nevndarlimir hava hildið fyrilestrar um arbeiði í hús- inum í Miniforum 06.03.03, í SUK og í Innerweel. Fyrilestrahaldarar: Peter Nedergaard frá Ríkis- umboðnum hevur hildið fyrilestur um sundurlesing, hjónaskilna, foreldramynd- ugleika og samverurætt. Else Christensen, gransk- ari, hevur hildið fyrilestur um børn á kreppumidstød- um. Sjálvhjálparbólkar: Á heysti 1993 byrjaði ein sjálvhjálparbólkur fyri kvinnur, sum hava verið úti fyri incest. Innsavnan av peningi: Í desember skipaðu limirnir fyri jólasglu av heimagjørd- um lutum, ágóðin var kr. 5.225,-. Nakrar konur úr Vestmanna hava savnað pening inn í Norðurstreym- oy, ágóðin var kr. 8.054,-. Hevur tú hug at vera við í arbeiðinum at savna pening til húsið, ert tú vælkomin at siga frá á skrivstovuni. Åheitanir/gistingar 1993: Í 1993 vóru íalt 261 áheit- anir. Í 30 fórum var talan um at flyta inn í húsið, av hesum vóru tað 13 kvinnur og 16 børn, sum gistu í til- samans 435 samdøgur. Kvinnurnar hava búð her f millum 1 og 65 samdøgur. 4 kvinnur frå 1-4 samdøg- ur, 6 kvinnur frå 10-21 samdøgur og 3 kvinnur frå 35-65 samdøgur. Børnini hava búð á Kreppumidstød- ini f millum 1 og 35 sam- døgur. Í trimum fórum varð kulturmunur nevndur sum evnismisnytsla nevnd sum grund. Í 8 fórum var tað hjúnafelagin, sum framdi harðskapin. Aldurin á kvinnunum var millum 18 og 70 ár, 10 av teimum vóru millum 20 og 39 ár. Aldurin á bórnunum var millum 1 og 10 ár. 5 vóru millum 1 og 2 ár, 7 millum 3 og 6 ár og 4 millum 7 og 10 ár. Kvinnurnar áttu tilsam- ans 25 børn undir 18 år, men bara 16 bøm vóru við á Kreppumidstødini. Børnini f aldrinum 11 til 18 år eru blivin verandi heima, ella hava verið ansað aðra staðni. Um tær sjålvbodnu: Tilsamans 55 kvinnur ar- beiða sjálvbodnar í húsin- um. Tær arbeiða bæði sum vaktir, í ráðgevingini og við ødrum. Tann samlaða ar- beiðsmegin hjá teimum sjålvbodnu er millum 13.000 og 15.000 tímar um árið. Grave er verk fyri strúkarar, klarnett og percussion. Anna Elisabeth Klett spælir konsertina. Klarinettkonsert Seinasta verkid å hesi fløg- uni er Klarinettkonsert, sum Kristian Blak hevur skriv- að. Solistur er eisini hesa- ferð Anna Elisabeth Klett. Konsertin er í tveimum mótskipaðum satsum. Fyrri satsurin er merktur av tví- stóðu bæði tá ið talan er um sjálvan tónleikin og saman- spælið millum solist og or- kestur. Seinni satsurin er sum heild lyriskur og or- kestur og solistur stuðla hvønn annan í spælinum. Klarnettkonsertin hjá Kristian Blak er im- pressionistisk í stíli og tú varnast, at Kristian Blak eisini hevur åhuga fyri ti, sum rørist i Ørum tónleika- greinum, eitt nú tí modern- aða jazztónleikinum. Landið longu vakt ans uttanlands Ténleikafløgan Landið er innspæld i Bratislava i ok- tober 1993 av Slovakiska Radio Symfoni Orkestrin- um undir leidslu av Petr Vronský. Fløgan hevur longu vakt ans uttanlands, serliga tí at Danmarks Radio hevur valt tónleikaverkið Landið eftir Sunleif Ras- mussen til felagsverk, sum 17 lond longu á fundi í Paris í mai hava skrásett til radio- framførslu. Sjeynda útgávan við klassiskum tónleiki Landið er sjeynda útgávan við klassískum tónleiki, sum plátufelagið TUTL gevur út síðani felagið byrj- aði við eini klassiskari út- gávuskrá í 1987. Fyrsta út- gávan, Blátt, var ein pláta við kórtónleiki, ballettin Harra Pætur og Elinborg eftir Kristian Blak kom í 1988, Træid, føroyskur kamartónleikur, kom í 1989, Ávaringar, har floytu- spælarin Ernst Dalsgarð spælir tónleik eftir Sunleif Rasmussen og Kristian Blak kom í 1991. Images, sum kom í 1992, er ein út- gáva við tónleiki eftir Krist- ian Blak, sum slovakiska Moyzes Kvartettin spælir, og í 1993 kom Boreas, tón- leikur fyri blásarar eftir fleiri yngri føroyskar kom- ponistar. Seinasta útgávan í hesi rød er Landið, sum nú er komin í plátuhandlarnar. Ténleikafløgan Landid kostar 130 kr. HAVNAR FAT Tel. 88100 SKANDINAVISK TALE ÍSLENDSKT MÅL ENGLISH SPOKEN DEUTSHE SPRACHE TEKNISK! SKULIN Í KLAKSVÍK | | Treyta ð av myndugleikagóðkenning sekir. Tekniski Skúlin í Klaksvík eftir |ÞÆRARUM 8 TIMALÆRARUM at byrja frá 1. august 1994. | | Maskindeildin: Lærari við sveinabrævi sum maskinarbeiðari og før- leika til at undirvísa í lærugreinunum støddfrødi og náttúrulæru. Kunnleiki til ETV er ein fyrimunur. SIT- og HT-deildirnar: Teknikum- ella akademiverkfrødingi og sivil-verkfroð- ingi at undirvisa á stødi A, B og C í lærugreinunum maskintøkni, byggitøkni, informatiónstekni, stødd- frødi, alistrødi og evnafrødi — annar byggi- og hin maskinverkfrødingur. Her er talan um ialt 1 1/2 fulltíð- arstarv. Lærarar ella timalærarar í føroyskum á stødi B, C, Dog tyskum/enskum å stødi C og D. Løn: Sambært såttmåla imillum Føroya Landsstyri og Sam- rådingarnevndina fyri undirvísarar við teir tøkniligu skúlarnar í Føroyum. Umsókn: Umsóknir við ljósriti av | pråvskjølum v.m. skulu | vera skúlanum í hendi í seinasta lagi hósdagin 9. juni 1994. | Tlf. 56311 | TEKNISKI SKÚLIN Í KLAKSVÍK | | Postsmoga 20 | 700 Klaksvík | Telefax 57311 Tekniski Skúlin í Klaksvík, sum er sjálvsognarstovnur frá 1935, heldur til í nymétans hølum við tilhoyrandi hentleikum. Skúlin hevur hesar høvudsutbugvingar: SIT (stoðisútbúgving innan tøkni), Atstødisutbugv- ing og HT (hægri tøkniliga útbúgving). Umframt skúlaheim eru i nær- umhvervi skúlans tennisvøllur, svimjihøll, ítróttarhell, billard, borðtennis v.m.