hósdagur 26. mai 1994síða 21
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið CD Nr. 97 — 26. MAI 1994 Síða 21
Lesarabrøv | fe,
Svar til »kritisk eygu« i Dimmu 28.04.94
og »Ein Spyrjandi« 19.05.94
Ætlanin var ikki at svara oman
fyri nevndu Jlesarabrøvum,
men tá hildið verður fram við
Atlantsflogi, havi eg sum før-
oyskur skattgjaldari hesa við-
merking.
Skilligt er, at ávísir persónar
eru fúkandi illir um at Atlants-
flog hevur yvirtikið tyrludeild-
ina, og er hetta ikki av kærleika
til Føroya land ella Strand-
ferðsluna, men rætt og slætt tí
landsstýrismaðurin í Sam-
ferðslumálum hevur steðgað tí
systematiska lønarsvansinum,
ið farið er fram øll hesi mongu
ár í SLH.
Hvat fekk flogovastin hjá
SLH, ið var útlendingur???
Hvat fingu flogskiparamir
hjá SLH???
Hvat fekk tann, ið passaði
Flight Watch (Flogvaktina) hjá
Hvat fek reingerðingsfólkið
hjá SLH???
Hetta hevði verið skakandi at
sæð hjá tí føroyska skattgjald-
aranum.
Spell er, at Atlantsflog skal
koma í ringt orð av, at lands-
stýrið hevur verið uppgávu
sína vaksið og megnað at
steðgað hesum svansi.
Qll iSLH høvdu møguleikan
at halda fram hjá Atlantsflog,
men ikki fyri einhvønn prís!!!!
Skattgjaldari
Parakapping í Bridgehúsinum
2. hvítusunnudag
2. hvítusunnudag var opin parakapping í Bridgehúsinum.
Tað serliga við hesi kapping var, at tað fyri fyrstu ferð vóru
peningavinningar til tey bestu pørini. Parið, sum endaði á
fyrsta plássi, fekk 300 kr. hver og nr. 2 fekk 200 kr. hver.
Undirtøkan var avbera góð, ikki færri enn 18 pør spældu
við. Pørini, sum endaðu oman fyri miðal, vóru hesi:
(miðal = 272)
1. Bogi Simonsen-Rúni Mouritsen 328
2. Eilif Petersen-Petur A. Johannesen 326
3. Carl Mikkelsen—Arnbjørn Sivertsen 322
4. Oddmar Danielsen-Jórun Johannesen 306
| KFUM og KFUK í Havn
vitjan úr Danmark
Í sambandi við, at KFUM og KFUK í Havn
komandi vikuskifti fáa vitjan av landsskriv-
aranum hjá KFUM og KFUK í Danmark,
verður skipað fyri skeiði í KFUK leygar-
dagin 28. mai.
Heitið á skeiðnum er KFUM og KFUK sum ein
partur av kirkjuni, og skeiðleiðari verður fyrrverð-
andi aðalskrivarin hjáKFUM og KFUK í Danmark —
Mogens Nielsen, og sum nú starvast sum landsskriv-
ari.
Skeiðið verður hildið í KFUK í Havn, og byrjað
verður leygardagin 28. maí kl. 10 fp. Tá verður tosað
um KFUM og KFUK sum ein part av kirkjuni, og
hildið verður áfram kl. 14.
Seinni verður farið í holt við at siga frá Nevnd og
leiðarar í arbeiðsklæðunum — uppgávur og ábyrgd.
Eftir nátturða verður so roynt at hyggja at, hvørji
nýggj hugskot felagsskapir sum KFUM og KFUK í
Havn kunnu taka við í sítt arbeiði.
Limir hjá KFUM og KFUK í Havn, sum hava hug
at luttaka á skeiðinum, kunnu boða frá á telefon
11824 (KFUM) ella 11928 (KFUK) í seinasta lagi
fríggjadagin 27. mai 1994.
Vitjanin hjá Mogens Nielsen er fyri ein stóran part
fingin í lag í sambandi við at KFUM og KFUK í
Danmark hava ætlanir um at hava skrivaraskeið í
Føroyum í 1995 ella 1996. Harumframt fer Mogens
Nlelsen eisini at hava fundir við nevndirnar í KFUM
og KFUK.
Pedagogur
Sekt verður eftir einum pedagogi at
byrja 8. august 94.
Starvið er normerað til 40 tímar um vik-
una, men í letuni verður starvast í 38
tímar um vikuna.
Lenin er eftir galdandi sáttmála ímillum
Føroya Pedagogfelag og Føroya
Landsstyri.
Send okkum eina skrivliga umsókn vid
avriti av prógvi í seinasta lagi 1. juli 94.
i
V 5 ,
ZA, |
”
{ A }
Barnagarðurin
á Konmansmýru
Hoyvíksvegur 41 B
100 Tórshavn
VALUTAKURSIR
USA
Bretland
Týskland
Sveríki
Noreg
Frakland
Belgia
Á
288;
Frankur
Frankur
Sveits Frankur
Holland Gyllin
Italia Liri
Finnland Markur
Ísland Króna
Eysturriki Skillingur 55, 661
Spania Pesetas 4,756
Escudos 3,783
Dollari 469,75
Yen 6, 1856
Pund "955,83
Drakmur — 2,649
XEU 754,60
3088
8
SYN8889568
[re]
TF:
» 8 2
Srðaðvaðu
Kelda: Føroya Sparikassi
Tvangsauktion
På Dommerkontoret, C. Pløyensgøta
1, 100 Tórshavn, afholdes
Torsdag den 16. juni 1994, kl. 10.00
tvangsauktion, (AS 136/94) over matr.
nr. 369, Tórshavn, beliggende Sverris-
gøta.
Auktionen er begæret af konkursboet
v/ advokat Olavur Jåkup Kristoffersen,
Fr. Petersensgøta 9, Tórshavn, tlf.
1.1145 (j. nr. 940350) på vegne en
pant- og udlægshaver.
Ejendommen er en lagerbygning på en
193 kvm. stor grund. Det bebyggede
areal udgør 88 kvm. i 3 etager.
Ejendommen kan beses efter aftale
med ovennævnte advokat.
Auktionsdokumenterne ligger til gen-
nemsyn på Dommerkontoret.
Færøernes fogedret, den 20.05.94
Mette Søgaard-Nielsen
dfm.
S. Ingi Helmsdal-Johannes Skårup 301
Jóanes Mouritsen-Per Kallsberg 301
7. Marjun Restorff-Finnbjørn Olsen 292
8. Súsanna Dam-Gunna Hansen 289
9. Zakaris Joensen-Salomon Johansen
Spæl24 V/-
-
2rú 1) p
D P Pp 3sp
p p D 3ut
p p D 4kl
P p 4hj P
P Skl P P
D P P ]
1) Multi: 6-lit í gðrum majorlitinum, 6 - 11 hp.
2) Spyr um lit og styrki.
Utspæl: sp 3
Í hesum spælinum síggja vit Per Kallsberg (Suður)
hugna sær við nøkrum »bluffmeldingum«. Endamálið er
sjálvsagt at ørkymla mótpartin, og hetta vísti seg at eydnast
sera væl, tá hann slapp at spæla 5 kl duplaðar.
Finnbjørn spældi sp 3 út (lægra frá doubleton). Kongurin
kom frá borðinum, og Marjun tók við essinum. Hon tók
eisini fyri sp Q, og um hon nú spældi spaðara eina ferð enn,
hevði Finnbjørn fingið fyri kl Q. Men av onkrari orsøk
gjørdi hon tað ikki, og Per fekk sínar 5 kl duplaðar heim, tá
hann eisini fann rú Q.
Toppin N-S fyri hetta spælið fingu Fríðhild Petersen og
Hanus Bærentsen fyri at melda og vinna 6 kl (920) á
hondini hjá Norði, har hann ikki kann setast, um bert rú Q
verður funnin.
Toppin E-V fingu Dénjal P. Mohr og Helgi Joensen fyri
6 hjD 4 7(1310). Tárútari ikki kom út, kundi sp K sneiðast
út og 13 stingir fingust í hús.
Hetta var eitt spæl, ið »svingadi« sera nógv. Úrslitini
vóru hesi:
N: 6kl +6= 920N-S
S: SKID 45= 550N-S
V: Shj 45= 450 E-V
V: 4hj #7= $10E-V
E: 4hj +7= S10E-V
E: ShjD = 750E-V
V: ShjD — +7= 850E-V
V: 4hjD — +7= 890E-V
E 6hjD > +7=1310E-V
Aftur å Olavsøku
Á 6lavsøku 31. juli hevur Bridgehúsið aftur eina serliga
parakapping við peningavinningum. Tað kann eisini hugs-
ast, at kappingarleiðarn tá leggur onkur serlig spøl (pro-
blemspøl) í kortmappurnar.
Annars er opið hús í Bridgehúsinum hvønn sunnudag
kl. 14.00, har øll eru vælkomin.