fríggjadagur 27. mai 1994síða 2
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
stevna
NORÐOYASTEYNAN er
tann fyrsta av teimum
»gzomlu« stevnunum. Við
Norðoyastevnuni er summar-
ið komið og hóskar tað væl til,
at fyrsti summardagur eftir
álmanakkanum var í vikuni.
Tað skerst ikki burtur, at
stevnubýurin er nakað heilt
fyri seg. Klaksvíkin var í ár-
tíggjur okkara fremsta fiski-
vinnupláss. Býurin vaks fram
úr fiskivinnuni, tá fríhandilin
kom og Føroyar vórðu loystar
úr monopolhaftinum. Útróð-
Mark Jan Miller.
Ty 'Krisjan Daht
urin á Norðhavinum, slupp-
fiskiskapurin, línuflotin, trol-
araflotin — alt setti sín dám á
býin. Tað fyrsta, tann vitjandi
legði til merkis, var, at her var
eitt sterkt fyritakssemi, her
var virkishugur og framtíðar-
vón. Ja, tað var, sum um
Klaksvíkin ongantíð svav,
uttan tá id tær stóru uppiløg-
urnar vóru.
MEN Klaksvík var meira enn
fiskivinna og fyritakssemi.
Eitt blómandi mentanarlív
hevur eyðkent býin alla eftir-
krígstíðina. Her eru orkestur,
sangkór og sjónleikarfelag.
Her virkaðu nakrir av okkara
málarum og myndaheggar-
um. Hesi eru gll fólk, ið hava
rikad føroyskt mentanarlív og
sum vit allir føroyingar hava
nógv at vera takksom fyri. Og
so ikki at forgloyma tann
mentanartáttin, ið ítróttin
umboðar. Klaksvíkin var
fyrsti býur við ftréttarhøll og
ein hin fyrsti við nútímans
svimjihøll. Alt bendi á hesa
somu optimismu og sama
frameftirvenda fyritakssemi.
MEN brotasjógvarnir raktu
eisini henda stolta og livandi
bý. Eina tíð sá alt svart og
vónleyst út, men so mentist
aftur. Kvinnur og menn við á-
ræði, stovnar og feløg við á-
byrgdarkenslu fyri limum og
borgarum vildu ikki lata sær
lynda at sita og bíða til byro-
kratarnir við Holmens Kanal
og í Tinganesi høvdu pjakað
seg lidnar. Tey reistust, tóku
egna lagnu í egnar hendur og
nú lýsnar fyri framman. Vit
ynskja Klaksvík og klaksvík-
ingum góðan byr framyvir
eins og vit ynskja øllum —
norðoyingum sum gestum —
eina góða Norðoyastevnu
Sosialurin
Steðgið ørskapinum
Sambandið vil lækka lønirnar 30%, men ein lónarskurður leggur lunnar |
undir eitt stættasamfelag, ið vit ikki kenna til, hóast søgan sigur frá stórum |
stættamuni.
Politiskir kannustoyparar royna at gera sær dælt av kreppuni. Roynt ve-
rður at trýsta "fidusir" ígjógnum, meðan tað áhaldandi verður trútta niður í |
okkum at stundir ikki eru til at umhugsa seg, skrivar Eydélv Dimon.
Nú fær veljarin møguleika
at siga sína hugsan um,
hver, ið skal stýra landinum
tey komandi 4 árini. Men
hóast stóru ónggdina mil-
lum manna, so benda for-
søgnir á, at helvtin av før-
oysku veljarafjøldini ikki
ætlar sær á val ella fer at at-
kveða blankt valdagin.
Føroyskur politikkur er á
einum vegamåti. Fleiri gøl-
ur, sum eru komnar undan
kavi, benda á, at politiska
umsitingin hevur verið ov
lítið nærløgd, og í kjalar-
vørrinum er politikaravam-
lið komið í hæddina. Alt
hetta hendir nú, tá ið kanska
størstu avgerðir nakrantíð
skulu takast, um hvussu vit
ætla at endurreisa samfelag -
ið. Hetta verður samstundis
at avgera, hvussu samfelag -
ið skal síggja út í framtíðini.
Hvarerfólkaræði
Men verður valluttøkan ei-
nans 50%, tá kunnu 25% av
veljarunum avgera hvor
verður politiski meiriluti og
kann skipa samgongu.
Hugsað út frá einum stutt-
skygdum sjónarmiði, so
skilir ein kanska hví fólk
koma til hesa niðurstøðu,
at tað er líkamikið, hvor, ið
stjórnar landinum. Hetta
— at vit eru sett undir ad-
ministratión av lángev-
ara.
- at ongin tykist at hava
nakrasannferandi loysn á
kreppuni.
- at 18-20% av føroying-
unum eru arbeiðsleysir
- at 2000 landsmenn flut-
tu úr Føroyum í fjør 0.s.fr.
Aktion ikki reaktlón.
Men um vit ynskja broyt-
ingar, so er neyðugt, at vit
gerast meiri virkin og ikki
líkasæl. Sagt stutt, at vit fáa
eina "aktión" og ikki eina
reaktión, har vit skuffað
siga "Tað ger tað sama“.
Kreppan átti at hava lært
okkum, hvussu vandamikil
líkasæla er, og hverjar
fylgjurnar eru.
Mugu geva fólki
vónina aftur
Nógv hava í dag mist stríðs-
viljan. Tí mugu stig takast,
sum kunnu geva fólki vón-
ina aftur. Tá fólk hvønn
mánaða mugu yvirtrekkja
lønarkontoina og, ikki hava
til tað mest neyðuga eftir at
føstu útreiðslurnar eru gold-
nar, so missa tey stríðs-
viljan og geva uppat. Nú má
hetta ikki skiljast soleiðis
sum, at eg haldi at endur-
reisingin kann gerast løtt,
men politiskt má skipast so-
leiðis fyri, at stríðsviljan
verður varveittur, og tí má
beinleiðis skatturin linkast,
annars verður ongin endur-
reisn. Peningurin má heldur
fáast inn við avgjøldum á
verður sum ikki eru bein-
leiðis neyðugar. Men fyrsta
stigi fyri at vinna á vón-
loysinum, má veljarin sjálv-
ur taka , og tað er at fara á
val. Hetta er ein treyt, um
vit skulu hava álit á poli-
tikkarunum, sum skulu
skipa endurreisingina.
Lætt er at gera sær
dælt av kreppuni
Politiskir kannustoyparar
royna at gera sær dælt av
kreppuni. Roynt verdur at
trysta "fidusir" ígjøgnum
meðan tað áhaldandi verður
trútta niður í okkum at
stundir ikki eru at umhugsa
seg. Otryggleikin millum
manna, og tað, at politikkar-
arnir ikki kunnu vísa á loys-
nir, sum kunnu lætta um her
og nú, ger tað lættari at ma-
nipulera veljaran. Kreppan
gevur gróðrarlíkindir til
panikkloysnir. Og sambært
verður
sum er talsflokkur fyri at
lækka lønimar 30%, sum á
henda hátt hevur vunnið sær
undirtøku.
Lenarskurður
Jarðleggur væl-
ferðarsamfelagið
Vit mugu gera okkum púra
greitt, at ein lønarskurdur
uppá 30% , sum skal fíggj-
ast við 30% skattalætta fer
at geva vælferðarsamfelag-
num mønustingin. Hóast vit
kunnu vera ymisk á máli
um, hvat stødi føroyska
samfelagið hevur í dag, so
er tað hóast alt eitt vælferð-
arsamfelag. Skal komm-
unu- og landskatturin figgja
lønarskurdin, tá verður
neyðugt við brúkaragjaldi at
figgja tað, sum skatturin nú
gjaldið, so fer samfelagið
——
Ein lønarlækking sum skal flegjas vid at skatturin skal
lækkast samsvarandi gevur okkara samfelagsskipan
mønustingin, skrivar Eyðólv Dimon.
als ikki at kunna varveita
tað stødi, sum tað hevur í
dag. Og hvussu verður
stødan hjá flestu okkara tá ?
- Orka vit at gjalda brúk-
aragjald ?
- Hvussu verður við ALS
og okkara arbeiðsleysu ?
-2.75% av lønini til ALS,
tålønin er lækka 30% røkk-
ur ikki langt
- Hvussu við pensjónu-
num ?
— Landskassin orkar íkki
sum er at hækka pensjón-
irnar á eitt rímiligt stæði
- Hvussu við sjúkrahús-
verkinum ?
- Hvussu við føroyska
skúlanum ?
- Hver fer at hava ráð at
ganga í skúla, um vit eisini
skulu gjalda fyri at fáa
undirvising ? 0.s.fr.
Sambandi, Sjálvstýrið
og Fólkaflokkurin
fyri lønarlækking
Ein lønarskurdur leggur
lunnar undir eitt stættarsam-
felag, føroyingar ikki vita
um, hóast søgan sigur frå
stórum stættamuni. Millum
annað hetta skal stóða takast
til komandi legtingsval.
flokkurin og Sjálvstýris-
flokkurin stuðla ætlanunum
um lønarskurd, og tí er ein
atkvøda fyri hesum flokk-
um samstundis ein atkvøda
fyri 30% lønamidurskurdi
fyri løntakarar.
Eyðólv Dimon