Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-05-27, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. mai 1994síða 5

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið Nr. 98 — 27. MAI 1994 Sida 5 Nu nærkast loysn å kommunuskuldini: Møguleiki fyri skattalætta I juli Verða kommunalu skattaprosentini sett niður, verður tað við afturvirkandi kraft. Allur skattalættin kemur tá í einum Tað kann vera, at fólk fáa nakrar fleiri krónur um hendurnar í summar enn tey hava havt higartil í ár eftir at land og kommuna hava fingið sin part av lønini. Hetta kemur av, at komm- unurnar fåa møguleika til at seta skattaprosentið niður eftir at tingið herfyri sam- tykti eina lóg hesum við- víkjandi. Signar á Brúnni, lands- stýrismaður í kommunu- málum sigur, at í løtuni arbeiða serfrødingar í kommunumálum við ein- um uppleggi til lánveitarar- nar hjá kommununum. Hetta uppleggið skal Før- oya Banki brúka til at fara út til aðrar lánsveitarar við í teirri roynd at lækka rentu- na á teimum lánum, komm- unurnar hava. Haraftrat er ætlanin, at kommunurnar skulu fáa møguleikan til at leingja avdráttartíðina upp í 20 ár. Væntandi fer at eydnast at fáa rentuna niður í umleið sjey Klårt í summar Landsstýrismaðurin sigur seg rokna við, at serfrød- ingarnir eru lidnir við sítt arbeiði 1. juni, og tá kann bankin fara í gongd við sítt. Roknast kann við, at ein loysn liggur á borðinum einaferð í juli mánaða. Tá hetta er gjørt, fer landsstýrið at boða komm- ununum frá, at tær kunnu viðgera fíggjarætlanina av nýggjum eftir teimum broyttu fortreytunum, betri lánsavtalurnar bera í sær. Tá fáa kommunurnar eisini møguleika at seta skattapro- sentið niður, halda tær tað vera ráðiligt. Alt í einum Við teimi kumolativu vit hava skattaskipanini ÉR FERÐA“ S verður ein méguligur skattalætti galdandi fyri alt árið. Tað vil siga, at møguligi skattalættin frá 1. januar til dagin, skatturin fer niður, kemur skatt- gjaldaranum til góða bein- anvegin og í einum. Bíðið kortini við ferðaseðlinum! Tað er torført at seta tøl á, hvat ein møguligur lætti í komunuskattinum merkir fyri hin einstaka. Tað velst um so mangt. Men skulu vit loyva okkum at geva eitt varisligt boð upp á tað kortini, í sera rundum tólum, kann sigast, at fer skatturin til dømis í Havn niður við einum prosenti, og inntgkan liggur millum 150.000 og 200.000 krónur, merkir tað umleið 250 krón- ur um mánaðan. Í seks mánaðar 1500 krónur. Eftir hesum verður skattalættin umleið 1500 krónur fyrsta mánaðan eftir at prosentið er farið niður. Síðani 250 krónur lættari um mánaðan. Men, sum sagt, er her talan um sera rund tøl við mongum ivamålum, og ikki er vist hvørjar kommunur halda seg kunna seta sítt skattaprosent niður. Út frá hesum er í hvussu er ov tíðliga at bíleggja sær ferðaseðilin. Bert við møguliga skattalættanum røkkur hann hvørki til Bali ella Danland. tór.- Møguliga fáa vit ein skattalætta í summar, men bert við tí í huga er nakað tíðliga enn at bíleggja sær ferðaseðilin. Mynd: Kalmar Pengar til tey arbeiðsleysu Arbeiðsloyistryggingin heuði hesu ferð aftur nóg mikið til útgjald- ingar Enn einaferð hevur Ar- beiðsloysisskipanin tey gleðiligu tíðindi at bera, at nóg mikið av peningi er til útgjaldið hesu ferð. Peng- arnir skuldu fara á kontoir- nar hjá fólk í gjar, so tey fáa pengarnar í dag. Hvussu nógv fáa stuðul, fæst ikki at vita fyrr enn út á dagin í dag. Tey tølini lýsa tó ikki, hvussu stórt ar- beiðsloysið er, tí eins og seinast verður fritibarløn mótroknað hesu ferð. So at síga hvgrja ferð, Arbeiðsloysisskipanin skal gjalda út, er tað ein spurn- ingur, um skipanin hevur nóg mikið til útgjaldið. Seinast vistu tey á skipanini tó, at nóg mikið var, tí útgjaldið var nógv minni enn vanligt orsakað av, at fritidarløn varð mótroknað. Hesu ferð verður fritiSarløn eisini mótroknað, og skip- anin átti tí betur tær umleið 6 mió. krónumar, sum samlaða útgjaldið hesu ferð er. Hvussu verður um tvær vikur, tá útgjaldast skal aft- ur, er ivasamt, men tá er komið meira enn til skipan- ina, tí månadarlønirnar eru útgoldnar. Gjaldið, sum arbeiðsleys fáa í dag, er fyri tær tvær vikurnar fram til 20. mai. randi Umlættingarheimið í Fuglafirði rúmar seks fólkum 10 ár týsdagin 10 ár eru nú liðin, síðan byrjaði við umlættingar- heiminum í bygdini. Tað var fyrsta umlætt- ingarheimið við heima- hjálparum sum arbeiðs- megi. Umlættingarheimið hev- ur verið opið ymist, triggjar, fýra og fimm mánaðir um árið. Í ár læt upp 1. mai, og opið verður allan september mánað út. Heimið er fyrst og fremst fyri fólk í Fuglafjarðar kommunu, men tá rúm er, kunnu fólk úr gðrum bygd- um eisini koma. Og tað eru tey so sanniliga eisini kom- in, tí trot er á umlættinga- rplássum. Tey gomlu trívast væl á umlættingarheim- inum í Fuglafirði, tí har er so heimligt, og fleiri koma ár eftir ár. Umlættingarheimið held- ur 10 ára dagin týsdagin, og kl. 14.30 eru gll vælkomin inn á gólvið til ein drekka- munn, sigur Bernhardina Mikkelsen, leiðari á Heima- hjálpini í Fuglafirði. randi 7771 | VALUTAKURSIR USA Bretland Týskland Sveríki Noreg Frakland Belgia Sveits Holland Italia Finnland island E ysturriki Dollari Pund Markur Króna Króna Frankur Frankur Frankur Gyllin Liri Markur Króna Pesetas Escudos Dollari Yen Pund Drakmur XEU Skillingur 55,693 26.05.94 643,70 971,79 391,71 83, 05 90,41 114,51 19, 029 459,62 349,21 0,4031 119,18 9,14 mr mån. 657, 90 988, 49 392, 54 84,67 90, 48 114,40 9, 070 460, 33 349, 46 0, 4097 121,27 9,23 55, 802 4,813 3, 825 477,92 6, 4468 959, 48 2, 672 758, 56 4,748 3,773 465,44 6,1734 956,15 2,611 753,97 Kelda: Føroya Sparikassi Deyvafelag Føroya Skrivstovan í Deyvahúsinum »Effata«, Íslands- vegur 10 B, Tórshavn, er opin hvønn dag kl. 9-11. Telefon/teletax 17597 og telefax 41992, skrivitele- fon tif. 0123 og bið um 162289 ella 41792. Limafundur hvønn månadag kl. 20-23.