Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-05-27, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. mai 1994síða 10

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Nr. 98 — 27. MAÍ 1994 Tíðindablaðið yngjandi urtagarðs- maðurin í Klaksvík Ein av skemtiligastu býarbórnunum í Klaksvík er 22 ára gamli Hans Hjalti Skaale, yrkjari, sangari, og skemtari, um ein háls. Hann før til Danmarkar at lesa verkfrødi, bert 19 ára gamal, fekk eitt veruligt mentanarsjokk - og kúvendi. Tað gjørdist meira skemtiligt herheima eftir hetta. Boð eru eftir Hans Hjalta Skaale sum undirhaldara. Hann er at hoyra av og á í Útvarpinum, eins og boð eru eftir honum kring landið í feløgum og aðrastaðni, har tað skemtiliga verður sett í hásæti Tvey tey seinastu árini hevur Hans Hjalti verið við í Nordoyarstevnuteitinum, og tað verður hann eisini hesaferð. Saman við 15 gørum leik- arum í Klaksvíkar Sjónleik- arfelag hevur hann seinastu tíðina í frílstum savnað til- far til teitið á stevnuni, sum ikki verður keðiligt í ár, hóast alt í hesum døgum ikki er til at flenna at. Hans Hjalti Skaale ar- beiðir sum urtagarðmaður hjá Klaksvíkar kommunu. Har hevur hann verið síðani Mentist í útlegd Royndin var tó ikki til fá- nýtis, tí í Odense, har Hans Hjalti Skaale fór, hitti hann nógvar føroyingar í Føroy- ingafelagnum, og millum Hans Hjalti óhepnum hendingum, um tú seinni kann venda tað til nakað positivt teirra ein viding, sum sam- pakkaði so sera væl við - Kanska var eg ov ungur at fara heimanífrá, og ikki nóg herdaður, tí eg fekk eitt satt mentanarsjokk av at flyta til Danmarkar, sigur Hans Hjalti Skaale, og skoytir uppí: - Tað kann eisini vera gagnligt at verða fyri óhepnum hendingum, um tað seinni kann vendast til nakað positivt. - Eg gav Kára Petersen rætt, tá hann í Mentunartátt- inum segði, at um tú hevur verið fyri nøkrum ringum í lívinum, so er tað ikki burt- urspilt, um tú kanst venda tað til nakað positivt. - Tað hendi so tað, at eg hitti henda viðingin, og vit fóru í Feroyingarfelagið. Har var ikki so nógv lív í, og tí fingu vit hugskotið at gera okkurt skemt. Vit yrktu um útisetalívið, og hvussu tað var at vera føroyingur í Danmark o.s.fr. Tað var væl móttikið, sigur Hans Hjalti. Serstakt skemtilyndi Hans Hjalti Skaale hevur serstakt skemtilyndi, har hann - eins og teir ensku skemtamir - vendir veru- leikanum å høvdid, blandar alt saman í ein vavgreyt, fyri sidan at gera nidur- stødu, sum vendir beint upp og nidur. — Skemtandi sigur hann frå, at tann fyrsta visan hann skrivadi, var ein endur- yrking hjá Pól F., meðan hann á pallinum hermdi eftir Hanus Johansen, vísu- sangaranum úr Klaksvík. >Tú ert dárandi ung< varð vent til: >Tú ert tivandi tung« 0.s.fr. Væl kend er eisini vísan um óspilta líta Per, sum fer til Danmarkar og fellur á fløskuna. Hann kemur í klemmu av hesum, og fyri at sleppa frá fløskuni, umvendir hann seg til muslim. - Tad er eis- ini eitt slag av útiseta, sígur Hans Hjalti. Kendur í Føroyum Hans Hjalti Skaale hevur verið heima í tvey ár, og hesa tíðina hava boð verið eftir hansara yrkingum, bæði í Utvarpinum og kring landið í feløgum og aðra- staðni, har skemt hevur ver- ið á skránni. Hetta er næsta árið, at Hans Hjalti Skaale er við í teitinum á Norðoyarstevnu, og hann er millum teira, sum hevur skrivað skemti- liga tilfarið hesaferð. Lasse og flokkarnir - Hvat fara tit at borðreiða við í ár? - Taðer hent ymiskt í årin- um, sum er vert at taka upp. Tað er ikki torført hjá Hans Hjalta Skaale at fáa fólk at lurta, tá hnn undirheldur. Umframt > LÆ at vísur hansara eru skemtiligar, so flenna fólk í kýki at skemtarnum, tí hann undir framførsluni flennur so "illa" sjálvur Keldu er við í eini framtíð- pallinum verður tað soleiðis armynd í miðbýnum í Klak- sagt: Vit fara at hoyra valrøduna hjá Lassa Klein, sum stillar upp fyri Kristiliga, Før- oyska, Uttanflokka, Loys- inga, Mið- og Verkamanna- flokkin. - Á skránni er eisini ein ljóðmynd, har Heina O. Heinesen verður sprongdur í luftina, Tummas Arabo verður at hoyra í einum »fimmara«, og Jógvan við svík - undir heitinum >Glas- og Holprojektið<. Eyðun Nolsøe var eisini sligin her- fyri í Danmark, og hann sleppur tí eisini at syngja ein sang, sigur Hans Hjálti. Norðoyarstevnuteitið er ætlað teimum, sum vilja hava eina skemtiliga løtu burtur úr dagliga lívinum. Á »Gloym tínar sorgir og kom å kabarett Vit smila og flenna og eru bannsett Ja, soleiðis við mær og soleiðis við tær Vit hava øll okkara smil«.