Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-05-28, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. mai 1994síða 6

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Nr. 99 — 28. MAI 1994 Hava sjálv abyrgdina -- Ungdómurin i Gøtu trívist væl í Gøtu Menn- ingarfelag, sum húsast í 1929-skúlanum við Gøtugjogv Uppskriftin er einføld, hvussu eitt felag skal fåast at virka, soleidis at ung tima at vera har. Tey skulu kunna hugna sær og hava tad stutt- ligt, kenna ábyrgd, men tað skulu vera so fáar reglur sum gjørligt. Síðan desember mánað í fjør hevur Gøtu-Menning- arfelag havt ovastu hæddina í 1929-skúlanum við Gøtu- gjógv at húsast í. Studenta- skúli var har áður, men kommunan hevdi einki at brúka skúlan til longur, tå studentaskúlin flutu til Sett í stand Felagið fór beinanvegin til verka at seta í stand, tey gjørdu alt sjálv, ikki eitt oyra varð goldið í arbeiðs- løn. lløgur fyri 0.u. 220.000 krónur eru gjørdar í hølini, sum afturfyri eru bæði snøgg og hugnalig. Har møtist so serliga ung- dómurin hvønn dag. Fel- agið letur upp kl. 15, so tað ber til at fara hagar beint eft- ir skúlatíð. Opið er til kl. 23 vanlig kveld. Friggjakvøld er opið til kl. try um nåttina, leygarkvøld til kl. eitt. Einaferð hevur verið ung- dómsdiskotek, men annars sita tey fyri tað mesta og hugna sær við at spæla ym- isk spel við tónleiki aft- urvið. Einki ballarí. Hverju viku verður gjørd ein vikuskrá, sum verður borin í hvert hús. Umframt spelini hevur á skránni ver- ið frálæra í at spæla bridge, í billard - billardborð er. Eitt kveld um mánaðin er ein góður filmur á skránni, og fyrilestrar hava eisini verið. Pizza hava tey onkuntíð fingið, onkuntíð hava tey steikt várrullur. Vaflur hava eisini verið at fingið onk- untíð. Sjavskappingar, og inn- anfelags billard- og dart- kappingar hava eisini verið. Koma við huskotum So er ein postkassi, har tey, sum koma í felagið, kunnu koyra hugskot ella við- merkingar í, og nevndin sigur, hon hevur fingið fleiri góð brøv frá limunum. Felagið er fyri øll, sum eru fylt 14 ár. Einki aldurs- mark er uppeftir. Tey í neyndini halda, at allur ung- dómurin í Gøtu er limur, og so nakað væl av meira tilkomnum fólki aftrat. Fel- agið hevur úlsamans 270 limir, og tað er væl, tá hugs- að verður um, at umleið 900 fólk búgva í Gøtu. Øll, sum koma í felagið, eru limir. Tað kostar 50 krónur um árið at vera limur, at vitja í felagnum kostar einki. Felagið sam- tykti, tá byrjað varð, at tað mátti ikki vera ov dýrt, ú pengar skuldi ikki halda nøkrum aftur í at koma Felagið hevur eina nevnd men annars eru tað tey ungu, sum sjálv hava ábyrgdina av húsinum, tá opið eru. Tey skiftast um at hava ábyrgd sølubudini, og gera sjálv kassan upp hvort kvold, tey hava ábyrgd av at rudda, dustsúgva og at læsa um kveldið. Nevndin sjálv heldur ikki vakt, men nevndarlimimir plaga at skiftast um at hyggja inn á gólvið. Gott skil á Tað er ikki neyðugt, at tey vaksnu ansa so væl eftir Tíðindablaðið teimum ungu, tí tey ungu duga væl við ábyrgdini. T.d. finnur eingin uppá at fara inn í skóm. Skógvarnir standa allir í gongini. Tey hava sjálv ábyrg av tí, sum fæst til keyps av góðgæti og ødrum, tey kunnu nýta tele- fonina við at gjalda fyri samtaluna, og pengarnir passa altíð, sigur Karl Thomsen, formaður í Gøtu Billardborð er í húsinum, og tey hava eisini lært at spæla Á einum veggier dart, og tey plaga at hava innanfelgs "BR dartkappingar Ruba reinsað — væl reinsað REINSAR NÁ Klæði, gardinur, teppi, ruskinno.a Felagid hevur alskyns spøl Myndir: Kalmar Menningarfelag. Raksturin av felagnum verdur figgjadur vid peng unum, sum koma inn vid billardspælinum og sølv búðini. Røkka teir pengar nir, skipar felagið fyri onkr um tiltaki fyri at savna inn pening. Teir vaksnu limirnir syrgja fyri, at gjørt verður reint. Nøkur koma í felagið beint eftir skúlatíð, men tað mesta fólkið kemur um kveldið. Eini 30 fólk plaga at vera har hvort kveld, og eingin trupuleiki er nakran- tíð av at kunna lata aftur rættstundis. Melur runt Tey ungu trívast í felag- num, og foreldrini eru fegin um, at viðurskiftini eru so vælskipað. Felagið hevur at kalla bara brúk fyri pengum til ljós og hita. Húsaleigu krevur kommunan ikki. Afturfyri hevur felagið ikki biðið um nakran stuðul, hvorki frá landi ella komm- unu. Í nevndini er Karl Thom- sen, formaður, Páll Jacob- sen, næstformaður, Regin Strømsten, Oda Hansen og Kåri Klakkstein. randi CT Månad -friggjad Vid. 10-12 8 13.30-17/ Magnus Heinasonarg. 15 - Havn - Box 1267 - Tlf. 16301 Føroyingafelagid i London Nærri upplýsingar frá: Birgit Sólstein, tif. 00944816815730 Helgi Joensen, tif. 00944932829027