leygardagur 28. mai 1994síða 12
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12
Niklas
Nr. 99 — 28. MAI 1994
Barenda kann saktans smílast. Dysturin hós-
kveldið í Ítróttarparkini í Keypmannahavn millum danska
og svenska U21-landslidid gekk sum eftir ánni undir hans-
ara leiðslu saman við linjuverjunum Andriasi Poulsen og
Oddmari Andreasen
Mynd: Hilmar Jan Hansen
NIKLAS
RÓSTUR
AV EYG-
LEIÐARA
Dómarin úr Gøtu hevdi saman við
linjuverjunum tamarhald á U21-
dystinum millum Danmark og Svø-
ríki. Hann gav eitt nú trý gul kort
Hóskveldið vórðu spældir
tveir landsdystir í Ítróttar-
partkini millum Danmark
og Svøriki. Tann fyrri var
millum U21-landslidini og
tann seinni A-landslidini.
Til seinna dystin vóru um
29.000 áskoðarar, meðan
10.000 høvdu leitað sær til
Øster Allé 42 at hyggja at
U21-dystinum, ið Niklas á
Lidarenda dømdi vid Andr-
iasi Poulsen og Oddmari
Andreasen aftrat sær sum
linjuverjum.
— Eg haldi, at Niklas kom
sera væl frá dømingini, og
tað var ikki bert mín sann-
føring, tí aftan á dystin fekk
hann allarbestu skoðsmál
frá dómaraeygleiðaranum,
ið einki hevði at fílast á, sig-
ur Karl Vidtfeldt, ið sum
nevndarlimur í Fótbólts-
sambandinum var staddur í
Ítróttarparkini hóskveldið.
Hann er á einum skeiði, ið
hevur við útbúgving innan
fótbóltin at gera.
— Niklas gav trý gul kort,
ið øll vóru upp á sitt pláss,
og hann stýrdi dystinum á
ein hátt, ið eisini fekk rós frá
teimum, eg eri á skeiði sam-
an við.
Svíar høvdu munin í U21-
dystinum og vunnu 1-0.
hj.
Fyrsti fotbolts-
Tidindabladid
skúlin i Føroyum
Fótbóltssambandið skipar í døgunum 7. til 9. juli fyri fótbóltsskúla í Haun,
har gentur og dreingir kunnu læra eitt sindur um fótbólt gjøgnum venjing
og spæl. Einir tjúgu venjarar fara at læra frá sær hesar dagarnar
Útbúgvingardeildin hjá
Fótbóltssambandinum hev-
ur seinnu árini verið sera
virkin, og mong skeið eru
farin av bakkastokki — bæði
skeið fyri venjarar, spælar-
ar, dómarar og onnur, ið eru
virkin innan føroyskan fót-
bólt.
Millum tiltgkini hava eis-
ini verið størri tiltøk, eitt nú
FSF-venjarin, ið byrjaði í
vetur, og sum er í fullari
gongd, meðan landskapp-
ingin koyrir.
Men tað er ikki bert tey
vaksnu og tey eldru, ið út-
búgvingardeildin hugsar
um. Eisini tey yngru fáa nú
stóran lut í virkseminum hjá
deildini, ið nú hevur bjóðað
gentum og dreingjum á fót-
bóltsskúla í summar.
Fótbóltsskúlin verður í
Havn í døgnunum 7. til 9.
juli, so her verða tríggir
heilir dagar, har ungdómur-
in fær høvi at læra mangt og
hvat viðvíkjandi fótbólti.
Byrjaðu at fyrireika
i november í fjør
— Hetta er fyrstu ferð, at
vit royna at hava fótbólts-
skúla í Føroyum, og tí hava
vit eisini gjørt nógv burtur
úr fyrireikingunum, ið byrj-
aðu longu í november í fjør,
sigur Jákup Simonsen, ið
hevur verið formaður í út-
búgvingardeildini í nøkur
ár.
— Her fáa tey yngru møgu-
leika at læra eina rúgvu,
samstundis sum tey koma at
hava tað stuttligt, tí vit hava
roynt at sameint spæl og
læru og venjing. So verður
tað heldur ikki alt ov teoret-
iskt, men eins nógv prakt-
iskt, og tað dámar børnun-
um jú betur. Men tey fáa eitt
sindur av hvørjum.
Endamálið við fótbólts-
skúlanum er fyrst og fremst
at børnini skulu gerast betri,
læra meira, hava tað stutt-
ligt, vera saman við vinun-
um og fáa nýggjar vinir og
eisini, tí tað er gott fyri
heilsuna at íðka ítrótt.
Útbúgvingardeildin sær
tað sum sína skyldu við fót-
bóltsskúlanum at skapa og
fremja viðvarandi fótbólts-
áhuga, og hetta verður so
hildið lata seg gera við ein-
um vælskipaðum tltaki
sum hesum.
— Orsøkin til, at vit valdu
at hava skúlan í Havnini
hesa fyrstu ferðina, er at all-
ir møguleikar eru savnaðir á
einum stað, so sum tveir fót-
bóltsvellir, tvey góð hús til
endamálið, svimjihøll er
nær við, og so er hetta eitt
fótbóltsumhvervi burturav,
ið tú finnur í Gundadali, sig-
ur Jákup Simonsen.
— Gongur sum ætlað, fer
fótbóltsskúlin at gerast ein
fastur táttur í virkseminum
hjá útbúgvingardeildini, og
ikki er óhugsandi at vit fara
út um landið við honum, eitt
nú inn í Eysturoynna næstu
ferð, har tú jú á fleiri støðum
hevur vellir, ið liggja nær
hverjum ðrum, umframt at
aðrir hentleikar eru tøkir.
Eisini ber sjálvandi til at
fara aðrastaðni við skúlan-
um, so møguleikarnir eru
nógvir, tá gongd er komin á
hetta tiltakið.
20 venjarar
vera við
Nógv hevur verið gjørt
við at hava góðar venjarar á
skúlanum, og høvudsvenj-
arar vera Annfinn Daniel-
sen og Johan Nielsen, men
teir fara at hava nógvar
venjarar aftrat sær, so arb-
eiðsbyrðan verður býtt væl
sundur millum teirra, ið eru
við. Helst verða venjararnir
einir tjúgu í tali, men tað
velst sjálvandi um, hvussu
nógv koma á fótbóltsskúl-
an.
Teir báðir fyrstu dagarnir,
hósdagurin 7. og fríggja-
dagurin 8. juli, eru burturav
settir til venjing av ymsum
slagi, og leygardagin 9. juli
verða so dystir spældir. Her
verða eisini fleiri av bestu
dómarunum við.
— Meðan skúlin er, kunnu
foreldur og onnur avvarð-
andi koma framvið fyri at
vísa áhuga, sigur Jákup Si-
monsen.
— Tad hevur jú eisini tydn-
ing, at børnini kenna seg
stuðlað heimanífrá, tá tey
skulu royna at gera seg
galdandi.
hj.
Jåkup Simonsen, for-
maður í útbúgvingar-
deildini hjá Fótbólts-
sambandinum
Mynd: Hilmar Jan Hansen
Hóast flogbóltsmenninir taptu fyrsta dystin:
Klassaflogboltur
Føroyska manslandslið-
ið í flogbólti tapti eisini
sín fyrsta dyst í kapping-
ini fyri smátjóðir í San
Marino, tá teir hósdagin
spældu móti Monaco.
Men hóast tapið, vístu
okkara menn sera gott
spæl undir dystinum, og
í lotum heyrði Monaco
sera stórar trupulleikar.
Eitt nú í triðja settinum,
ið foroyingarnir vunnu
so sannførandi sum við
15-2.
Fyrsta og annað settið
vóru sera jøvn, og taptu
førovingarnir tepurt við
13-15 og 14-16, meðan
Monaco í fjórða og síðsta
settinum legði eitt sindur
av sjógvi ímillum við úr-
slitinum 15-9.
I fyrsta settinum vóru
føroyingarnir á odda 13-
11, men kláraðu ikki at
forða framgongdini hjá
Monaco. Næsta settið sá
eisini ljóst út, tá okkara
menn eftir at hava fylgst
við Monaco upp til A7,
løgdu seg á odda 13-10,
men so steðgaðu upp.
Í fjórða settinum trýsti
Monaco ogiligt, og kom á
odda 7-0, áðrenn Foroy-
ar komu upp á 7-9. Men
so skrædnaði aftur móti
endanum.
hj.