Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-01, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. juni 1994síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Mynd: Kalmar Nr. 101 — 1. JUNI 1994 Fólk ynskja at varðveita bygdasamfelagið Tað halda føroyingar: Best er í Feroyum — og eins nógu bvilja bugva á bygd sum í byi Fólk flýta av landinum. Nøkur teirri meira ella minni av neyð. Onnur fyri at royna eitthvert. Utbúgving, arbeiði ella bert síggja seg um í heimi. Men sambært eina kanning ynskja flestu føroyingar at búgva í Føroyum. Eisini um ongar sum helst foringar vóru fyri at flyta hiðani. Upp á spumingin: Hevdi eg kunnað valt frítt, hevði eg flutt úr Føroyum, svaraðu 84 prosent avgjørt nei. Tá hesi vóru spurd hvar í Føroyum tey vildu búð svaraðu 41 prosent, at tey vildu búð í Havn, Klaksvík ella líknandi býi. 43 prosent søgdu seg vilja búgva á bygd, og 10 prosent søgdu seg vilja búð í einsemi í At fólk ynskja, at smærri bygdasamfelgg- ini eiga at verða varð- veitt, verður eisini undirstrikað, tá fólk vóru spurd um rættast er, um folk búgva í einum stórum býi í Føroyum ella um verandi búseting stórt sæð skal varðveit- ast. Næstan eingin ynskti, eina stóra mið- savning. tór.- Føroyar - Skotland: Týdningarmikil farleið Føroyingar halda, at farleiðin millum Føroya og Skotlands er sera tydningarmikil. Ein av spurningunum í kanningini er, um vit í minsta lagi skulu hava eina farleið millum Før- oya og Skotlands, skulu Føroyum verða tryggja møguleikan at senda verur til allan heim og somuleiðis fáa vørur úr øllum herðshornum. Ikki færri enn 83 prosent av teimum spurdu svaraðu játtandi til hendan spurningin. Ein meiriluti, um enn ikki so stórur, heldur eisini, at skal Føroyum verda tryggja loftvegis samband við útheimin, mugu vit eisini hava okkara egna flogfelag. 52 prosent av teimum spurdu svaraðu ja og 35 prosent hildu ikki, at hetta var nøkur treyt. tór.- Tað vilja fóroyingar: Fiskimenn og | bøndur stórar møguleikar Ein ment fiskivinna smittar landbúnaðin, # yvir á undir at gera serframleiðslur, er framtíðarmyndin, sum flestu ynskja sær Av teimum fýra ymisku framtíðarmyndunum, sum hugsast kunnu fyri Føroyar viðkomandi er serliga ein, sum flestu føroyingar kundu hugsa sær. Tær fýra framtidarmynd- irnar eru settar upp í eini kanning, sum Akademiet for Fremtidsforskning, saman við millum ødrum Menningarstovnui, hevur staðið fyri. Flestu føroyingar kundu hugsa sær at liva í einum samfelag, har bøndur og fiskimenn hava stórar møguleikar framyvir. Tann komandi føroyska vinnan mennist, og Føroyar verða miðdepil fyri virking og sølu av fiski, kunnleika um fisk og figging av fram- leidslu og sølu Hetta smittar yvir å land- búnaðin, sum fer undir at gera serframleiðslur. Stød- an verður tann, at Føroyar við serligum uppbodssøl- um draga fyrsta floks fisk til sín. Fiskanøgdimar í At- lantshavi og framkomna fiskaalingin hava við sær, at nógv arbeiðsfólk koma til landið, tí ov lítið er til av arbeiðsmegi í Føroyum. Í hesi framtíðarmyndini, sum flestu fgroyingar ynskja sær, verður eisini sagt, at edv verður framleitt og evnað til eftir teimum ymisku uppgávunum. Onnur framleiðsla verður vælferðararbeiði um allar sum fer Tíðindablaðið (EXI Føroyar. Værferðararbeiði er sjúkrahúsverk, útbúgv- ing, mentan, kirkja 0.t. Um íbúðarmynstrið verð- ur sagt, at hvør býur og hver bygder ein politisk eind fyri at varðveita gamlan sið og gamlan felagsskap. Verður hendan framtíð- armyndin veruleiki, verður helst gott at búgva í Før- oyum, tí roknað verður við, at tjóðarúrtgkan eftir hesi uppskriftini verður millum fimm og átta mm Tað halda fólk um Heimastýrislógina: Eins nógv fyri loysing sum fyri tættari sambandi Í samband við ríkisfelags- skapin fingu fólk fýra møguleikar í at velja. At Heimastýrislógin framhaldandi verður gald- andi. At Føroyar skulu hava økt sjålvstyri innan karmar- nar å rikisfelagsskapinum, at Føroyar taka loysing, og at Føroyar eiga at fåa tættari samband vid Danmark 18 prosent vildu varð- veita heimastýrislógina, 24 prosent vilja hava økt sjálv- stýri, 22 prosent ynskja loysing, og 25 prosent vilja hava tættari samband við Danmark. Eisini vóru fólk spurd um stuðulsskipanina = millum Føroya og Danmarkar. 53 prosent vilja varðveita ver- andi stuðulsskipan og 31 prosent vilja hava aðra ella ongan stuðulsskipan land- anna millum. tór.- Frá Norðoya Javnaðarfelag 2. og møguliga 3. uppstillingarfundur verdur å TEKNISKA SKULA vid Borðoyarvík mikukvøldid 1. juni 1994, kl. 19.30 Nevndin se løg Knust i túninum Onkuntíð seinasta viku- skiftið hevur onkur brotið seg inn í handilin DER í Havn. Kjallarhurðin er brotin. Ur handlinum hava inn- brotsfólkini tikið tvey sjónvarpstól og ein band- spælara, sum eru drigin út í tún, og har knúst við stór- um gróti. Politiið veit ikki, hvor kann hava framt hetta her- verkið, og orsøkin er eisini ókend. randi Tað halda føroyingar: Nel til - ES Føroyingar eru ikki sinadir fyri, at Føroyar gerast limur f ES. Sambært kanningini "Hvat vilja føroying- ar" eru 42 prosent av teimum spurdu ímóti limaskapi. 12 prosent siga seg vera fyri limaskapi treyta av at Noreg gerst limur og 13 pro- sent halda, at Føroyar skulu søkja um lima- skap uttan nakað drål. Men tað er eisini ein heilt stórur partur sum sigur seg ikki vita. Heili 32 prosent eru enn í ivahvattey skulu svara til hendan týð- andi og avgjørda spur- ningin. Gott sum er Fólk vóru eisini spurd um hvat tey halda um okkara tilknýti til NATO. 48 prosent halda, at stødan er góð sum hon er, og 32 prosent halda, at vit eiga at halda okkum uttan fyri allar hernað- arsamgongur. 10 pro- sent siga, at Føroyar skulu gerast beinleiðis limur í NATO. tór.-