mikudagur 1. juni 1994síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
1. deild, kvinnur:
Vágskvinnur út-
settu aftur dyst
Stigatalvan hjá kvinnunum er enn ikki fullfíggjað, og hon kemur eisini at
standa vid nókrum vantandi úrslitum, til farið verður undir seinnu helvt av
kappingini. HB er nú á odda, meðan Sumba, EB og KÍ eru í botninum
Enn gongur ikki heilt eftir
ætlan hjá VB, tá talan er um
kvinnufótbóltin. Liðið í 1.
deild hjá kvinnum er komið
á skránna, men av tí at VB
aftur hetta vikuskiftið bað
um at fáa dyst útsetta, verð-
ur ringin fullfíggjað stiga-
talva at síggja, fyrr enn teir
vantandi dystimir hjá VB —
higartil móti EB heima og
B36 úti — eru spældir mill-
um fyrru og seinnu helvt av
landskappingini hjá bestu
kvinnunum.
Av tí at tað var oddaliðið
B36, ið hesaferð noyddist at
bíða við dysti móti VB, er
HB komið á ovasta plássið á
stigatalvuni.
Nidast liggja Sumba, EB
og KÍ, ið øll hava fingið eitt
stig higartil. Viðmerkjast
skal tó, at EB bert hevur
spælt tveir dystir, meðan
hini bæði hava spælt tríggj-
ar.
Sumba-Skála 0-0
Í dystinum á Krossinum í
Sumba, har Skála var á vitj-
an, varð einki mál skotið, og
bæði liðini tóktust nøgd við
at fáa eitt stig burturúr.
Veðrið var av tí allarbesta
til fótbólt, og liðini tóktust
væl uppløgd. Dysturin var
sum heild javnur, men liðini
høvdu hvønn sín hálvleik
lítla yvirvág í spæli.
Stórt sæð var ein kjansur í
part, og í báðum førunum
vóru tað málverjarnir, ið við
góðum bjargingum syrgdu
fyri, at tað endaliga úrslitið
gjørdist 0-0, tá liðugt var.
Fyrra hálvleik átti heima-
liðið lítla yvirvág í spæli, og
størsta kjansin fekk Daimy
Kjærbo, tå hon sendi eitt
hart frisparksskot móti mål-
inum hjå Skåla. Men mål-
verjin hjå gestunum fekk
beint bóltin upp um málið,
og tá Sumba einki fekk fyri
hornasparkið, spurdist ikki
meira burturúr.
Seinna hálvleik var tað
Skála, ið átti sína lítlu yvir-
vág, og skálakvinnurnar
fingu sín málkjans eftir eitt
hornaspark, tá Alma Joen-
sen nakað uttan fyri brots-
teigin smekkaði bóltin móti
málinum. Men sumbiar-
málverjin tveitti seg í fullari
longd og bjargaði í stórum
stíli.
B36-VB (útsettur)
Dysturin í Gundadali varð
av ongum, av tí at VB bað
um útseting. Tríggjar ella
fýra av kvinnunum á liðn-
um hjá VB skuldu upp til
préviøku á HF-skeiðnum
mánamorgunin, og av tí at
tær ikki høvdu verið aftur í
Vági fyrr enn hálvavegna á
náttartíð | sunnukvøldid,
vildu tær hava dystin útsett-
an, tí ikki er so nógv fólk til
taks, at tríggjar ella fýra aðr-
ar kundu komið í teirra stað.
Fleiri av kvinnunum har
suðuri fáast eisini við kapp-
róður, so yvirhøvur tykist
vera rættiliga trupult hjá VB
at fáa mannað liðið. Higartil
hevur VB bert spælt tann
eina dystin í landskapping-
ini, nú trý umfør eru farin
afturum.
KÍ-ÍF 1-1 (1-0)
Norðoyastevnudysturin í
bestu kvinnudeildini end-
aði við, at KÍ og ÍF býttu
stigini ímillum sín, eftir at
liðini í hvør sínum hálvleiki
høvdu funnið meskarnar hjá
måtstødulidnum.
Í 38. minutti í fyrra hålv-
leiki var tað KÍ, ið kom á
odda, tá dómarin dømdi
brotsspark. ÍF-kvinnurnar
vóru ov seinar at sparka
bóltin burtur í KI-ålopi, og
so endaði tað við, at sweep-
arin hjá teimum tók beinini
undan einum Kl-ara. Brots-
sparkið setti Sigrið Andrea-
sen í netið til 1-0.
Tiggju minuttir vóru farn-
ir av seinna hålvleiki, tå tad
eydnaðist gestunum úr
Fuglafirði at javna til 1-1.
Hetta hendi, tá Annika Jac-
obsen fór ígjógnum. Hon
3. deild, menn:
Týdningarmikið
hjá KI at vinna
Stødan broyttist lítið í topp-
inum hesa ferð. Eitt slag av
toppdysti var í Fuglafirði,
og vágamenninir fóru av-
stað við øllum. Klaksvik-
ingar vunnu móti tvørå-
monnum, og tað kann fara
at vísa seg týdningarmikið
striddist øksl móti øksl við
eina av Kl-kvinnunum, og
tad endadi vid, at Annika
vann duellina og smekkadi
til år eitt sindur spiskum
vinkli.
Dysturin var rættiliga
javnur, men skuldi hann
farið nakran veg, hevdi tað
helst verið ÍF, ið kundi fing-
ið fyrimun av tí. Ikki so
øgiliga nógvir gjøgnum-
spældir målmøguleikar s6-
ust, men nakað varð tó skot-
ið móti málunum.
EB-HB 0-3 (0-0)
Eiðiskvinnur funnu ongan-
tíð hóskandi vápn at brúka
móti bólttryggaru havnar-
kvinnunum í dystinum á
Mølini å Eidi
sunnukvøldid, tá EB og HB
hittust í einum dysti, ið
eisini varð merktur av, at
vindurin darvaði.
Einki mál kom í fyrra
hálvleiki, men HB kundi
havt lagt seg á odda longu í
fimta minutti, tá brotsspark
varð dømt, av tí at ein EB-
kvinna steðgaði béltinum
við arminum, ið hon kortini
hevði niður við síðuni.
Tað var Helga Ellings-
gaard, ið slapp at royna seg,
men hon brendi skotið, ið
varð skotið hálvavegna úr
spískum vinkli uttarlaga í
brotsteiginum, av tí at vøll-
fyri KÍ, at teir verða millum
tey bæði ovastu liðini, tá
kappingarárið er lokið.
Gera teir tað, og tað í 2. deild
urin ikki var so serliga væl
uppmerktur. Men Helga
skjeyt beint á EB-málverj-
an, so mál kom einki burtur
úr givna møguleikanum.
Seinni hålvleikur var ikki
eldri enn tiggju minuttir, tå
Helga kortini fekk tað at
bera til. Hon smekkaði eitt
dúkkandi langskot úr 35
metrum, ið streyk inn beint
undir yvirliggjaranum.
Næsta málið kom í tí 73.
minuttinum, tá málverjin
hjá EB fyrst hálvbjargaði
skoti, men so ikki fekk gjørt
nakað við uppfylgingina hjá
Rannvá Joensen úr spísk-
um.
Síðsta málið kom tíggju
minuttir seinni, tá Helga
sendi til Eydvør úr Dímun,
ið skjeyt fyrstu ferð. Men
enn einaferð hálvbjargaði
EB-málverjin, og verjan
royndi at fáa bóltin burtur.
Men Helga fekk sett fótin á,
so bólturin í staðin endaði í
EB-málinum til 3-0.
HB hevði greiða yvirvåg
allan dystin, hóast møgu-
leikarnir ikki vóru fyri ser-
liga góðum spæli. Við eitt
sindur meira hepni og neyv-
leika kundu eitt ella tvey
mál komið aftrat.
bj.
heldur fram við syndarligu
gongdini, so eiga teir alíka-
Framhald á síðu 20