Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-02, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. juni 1994síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

— tk Tíðindablaðið (ISF Fólkaræði er hótt, nýta fólk ikki sín rætt at atkvødu, heldur løgmadur Seinasta vikuskiftið hevði Javnadarflokkurin eyka- landsstevnu, har nýggja virkisskráin varð endaliga samtykt. Sum vera man er skráin nógv merkt av fíggjarligu umstødunum í landinum. Ein av høvudssetningunum er ti, hvussu fæst so nógv sum meguligt burturúr trongligum fíggjarligum karmum, og ikki minni hvussu tilfeingið verður býtt á mest rættvísan hátt. Marita Petersen, floks- formaður og løgmaður sigur, at í nýggju virkis- skránni verður serliga stór- ur dentur lagður á virkis- og kappingarføri hjá vinnuni. Flokkurin leggur dent á, at vinnan verður rikin á mest effektivan hátt og at allir møguleikar, sum samskift- ismenningin hevur vid sær, verða brúktir til at sam- skipa, menna og betra fram- ' leiðslu og sølu. Haraftrat at sera stórur dentur verður lagður á at finna teir bestu marknadimar til tær bestu framleiðslurnar. Løgmaður sigur tað vera av allar størsta týdningi, at tað pri- vata og almenna ganga hond í hond at skapa fleiri arbeiðspláss og at økja um úrigkuna av útflutningi okkara. arhelksleysu Samstundis sum virkað verður. fyri at fáa flest møguligum arbeiði, má teimum arbeiðsleysu verða tryggja- eina arbeiðsloysis- skipan. Flokkurin heldur, at tað almenna eigur at vera partur av arbeiðsloysis- menna samstundis tá eisini - millum annað í samband við eina møguliga oljuvinnu, so vinningurin ikki verður á fáum hondum, sigur Marita Petersen, løgmadur og formaður Javnaðarfloksins hevur neyðuga ávirkan á skipanina. Samhaldstastar loysnir Marita Petersen sigur, at Javnadarflokkurin heldur, at tað ongantíð hevur verið so neyðgt sum nú at virka fyri einum samhaldsføstum samfelag. At gll eiga javn- bjóðis rættindi til allar samfelagságóðar. Ikki bert taka eftur øårum Løgmadur sigur, at skal ein so lítil fyrisiting sum hin føroyska vera so vælvirk- andi sum gjørligt er neyðugt at vit gera eina heildarætlan um, hvgrjar uppgávur fyri- sitingin í framtíðini skal loysa og hvussu. At yvir- taka beinleiðis frá ødrum Marknaðarviðurskifti Í nýggju virkisskránni verður eisini lagdur stórur dentur á marknaðarviður- skifti. Javnaðarflokkurin heldur ikki, sum onkur annar, at allir trupulleikar eru loystir bert vit líma okkum inn í ES. Tverturímóti. Flokkur- Um ein mánaða verða plakatirnar aftur at síggja víðahvar in er ímóti føroyskum lima- skapi í ES, men ásannar hinvegin, at ES er ein sera týðandi marknaður, sum vit eiga at tryggja okkum besta samstarv við. Oljan Í samband viðeina komandi oljuvinnu sigur Marita Pet- ersen tað hava stóran týd- ning at vit leggja okkum eftir at tryggja okkum at føroyska vinnulívið kann fåa møguleikar at menna seg so tað veruliga kann vera við í arbeiðinum. Men tað sum hevur minst líka so stóran týdning er, at hendan ogn Føroya fólks veruliga kemur gllum Føroya fólki til góða. Farið á val! Núer bert ein góður mánað- ur eftir til valið. Hvussu er Javnaðarflokkurin fyri til at fara undir valstríðið? -Valið kom eitt sindur knappliga, og árstíðin er ikki hin besta, so valstríðið verður stutt, men intensivt. Tað sum kann vera ein vansi við valinum nú er, at færri fólk enn vanligt fara á val, og tað er helst tað ring- asta sum kann henda. Ikki bert fyri Javnaðarflokkin men fyri fólkaræði í síni heilt. -Tað skal tí vera mín áheitan á fólk um at veljarin nýtir sín demokratiska rætt at seta sín kross valdagin. Og harvið eisini fáa møgu- leika til at ávirka hverjir flokkar fara at mynda kom- andi løgting. Tað er fyrsta fortreytin fyri at fólkaræði kann virka í einum landi, sigur Marita Petersen. Hon leggur aftrat, at tað er ilt at siga hvussu væl ella illa Javnaðarflokkurin er fyri, serliga tá vit hugsa um tað stóra tal av fólki, sum enn, sambært veljarakanningar, ikki hava tikid stødu. Tí verður alneyðugt hjáokkum at vísa á hvussu neyðugt tað er at hava ein sterkan Javnaðarflokk hóast hann hevur verið noyddur at taka nógvar ópopulerar avgerð- ir. Javnaðarflokkurin er enn garanturin fyri at teir ágóð- amir, sum eru í hesum samfelagnum, verða rætt- vísast býttir, og at vit varð- veita eitt solidariskt sam- felag sigur Marita Petersen. Nr. 102 — 2. JUNI 1994 Síða 11 Summarval — Val Vilhelm Johannesen, formaður i tingbólki javnaðarfloksins, skrivar: Hósdagin 7. juli verður legtingsval. Hetta merkir, at vit fyri fyrstu ferð í 6- minniligar tíðir skulu hava eitt summarval. Hetta merkir eisini, at vit skulu hava val í úrtíð. Valskeiðið hjá hesum løgtinginum átti at vart til 17. no- vember. Orsøkin til valið 7. juli er ein innanhysis ósemja ella ein innan- hýsis uppgerð í sjålv- stýrisflokkinum. Men lat hetta liggja á hesum sinni. Í fyrstu syftu tók javnaðar- flokkurin ikki undir við at halda val 7. juli. Men í aðru syftu tók flokkurin undir við hesum. Vit hildu tað vera rættari at halda val ein av døgunum millum 15. september og 1. oktober. Fleiri grundgeving- ar vóru fyri hesi stødutakan. Ein av hesum var, at flokk- urin helt summartid- ina vera sera óhepna tíð at halda val í, og ein onnur var, at fleiri týðandi mál lógu í løgtinginum og í ymiskum lggtings- nevndum — mál, sum flokkurin metti, at meiriluti var fyri at avgreiða uttan mun til urtid um nøkur meiriluta samgonga var ella Hugsað varð eisini um okkara langfara- fiskimenn, ið orsakað av tí stuttu freistini, ikki fáa høvi at nýta møguleikan við at greiða brævatkvødu. Sambært løgtingsval- lógini kunnu fiski- menn og onnur, sum eru burturstødd, greida atkvødu vid brævi upp til fýra månadar undan valin- um. Men nú er hendan atkvødufreist skerd vid meira enn tveim- um mánaðum. Okkara áheitan á allar langfarafiski- menn, sjómenn í utt- anlandssigling = og onnur, sum annað- hvort eru ella fara av landinum, er at gera alt fyri at greiða at- kvødu. I Føroyum kann hetta verða gjørt á fólkayvirlitinum. Í Danmark kann tað somuleiðis gerast á kommunalu fólkayv- irlitunum. Og uttan fyri Danmark eru tað donsku sendistovur- nar, ið taka sær av hesum. Javnaðarflokkuri n heitir dyggiliga á allar sínar stuðlar, um at fara til verka, við tí endamáli at vinna flokkinum eitt gott valúrslit. Hetta kann gerast við at fáa bræv- atkvødurnar til høld- ar. Vid at fara å val og vid at eggja ødrum til tað sama. Vit ynskja øllum javnadarvelj- arum eitt gott val.