Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-28, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. juni 2003síða 20

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 120 - 28. juni 2003 Nr. 120 - 28. juni 2003 39 ALMANNASTOVAN lýsir eftir tveimum leiðarum Deildarleiðari til Stjórnarskrivstovuna Søkt verður eftir deildarleiðara til Stjórnarskrivstovuna at byrja skjótast tilber. Stjórnarskrivstovan hevur ábyrgdina av, at setningurin hjá Almannastovuni verður framdur í tráð við politikk og viðtøkur annars. Deildin hevur normeraði tvey størv sum løgfrøðingar og tvey størv sum serfrøðingar. Ein av fremstu uppgávunum hjá leiðaranum er at lýsa gongdina og broytingar á teimum økjum, ið Almannastovan umsitur, soleiðis at stovnurin kann nøkta tey krøv, sum sett verða. Leiðarin hevur ábyrgd av at menna eina deild, sum hevur til uppgávu · at ráðgeva og vegleiða leiðsluna í løgfrøðiligum og fyrisitingar- ligum spurningum · at tryggja at lógir og kunngerðir verða umsitin á rættan hátt · at samstarva og samskifta við Almannamálaráðið og aðrar myndugleikar · at ummæla lógaruppskot · at tilevna innanhýsis leiðbeinandi reglur · at tilevna kunningartilfar til almenningin Førleikakrøv • prógv í løgfrøði ella aðra hóskandi akademiska útbúgving • starvsroyndir frá almennari og ella privatari umsiting • kunnleika til almannalóggávu og samfelagsviðurskifti • góð samstarvsevni og evni at orða seg greitt í skrift og talu Søkt verður eftir fíggjarleiðara til setan skjótast tilber. Leiðarin hevur ábyrgdina av fíggjar-, lønar- og edv-deildini. Á deildunum eru í løtuni 6 starvsfólk. Fíggjarleiðarin skal gera metingar og framskrivingar av fíggjartørvinum á teimum økjum, ið Almannastovan umsitur, soleiðis at stovnurin kann nøkta tey krøv, sum sett verða. Leiðarin hevur ábyrgdina av • at ráðgeva og vegleiða leiðsluna í fíggjar, edv- og roknskaparspurningum • at samstarva og samskifta við Almannamálaráðið og aðrar myndugleikar • at gera fíggjarætlan og roknskap • at fylgja upp og hava eftirlit við rakstrinum og teimum lógarbundnu útreiðslunum • at ráða og vegleiða stjóran • at gera mannagongdir á roknskaparøkinum • at skipa hagtøl Førleikakrøv • prógv sum cand. polit, cand. oceon ella líknandi • leiðsluroyndir/royndir innan økið • evni til at raðfesta og tilrættisleggja arbeiði • støðugt at kunna dagføra sína vitan innan roknskaparlógir og reglur • góð samstarvsevni • góðan førleika innan edv Fíggjarleiðari Fyri bæði størvini er galdandi: _________________________________________________________________________________________________________________ Um Almannastovuna Fyri at betra um tænastustøðið hevur Almannastovan framt bygnaðarbroytingar,har fleiri tænastur eru lagdar út á økini,soleiðis at viðskiftafólk og stovnar fáa lættari atgongd til tænasturnar. Høvuðsuppgávan hjá Almannamiðstøðunum er at geva almenninginum ráð og vegleiðing um rættindi sambært almannalóggávuni eins og at taja avgerðir. Almannastovan hevur fakligu,fyrisitingarligu og fíggjarligu ábyrgdina av veitingum,fyriskipaðar eftir pensjón-,dagpeninga- og forsorgarøkinum v.m. Stovnurin umsitur fyri umleið 800 mill.kr.og her arbeiða umleið 100 fólk. Almannastovan hevur almannamiðstøðir í Tórshavn, Suðuroy, Eysturoy og í Norðoyggjum, og harumframt fevnir stovnurin um Hjálpartólamiðstøðina og aðrar landsdekkandi serdeildir. Vit bjóða: • starv í einum spennandi umhvørvi í støðugari menning við nógvum og fjølbroyttum avbjóðingum • møguleika fyri persónligari og fakligari menning Lønar- og setanartreytir: Størvini verða sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Fleiri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Petru Johnsdóttir Joensen, stjóra, á tlf. 34 64 21 ella 21 54 80 millum kl. 09.00 og 16.00. Umsóknir: Umsókn við avriti av prógvum v.m. verður at senda til Almannastovuna Att.: Petra Johnsdóttir Joensen, stjóri J. Broncksgøta 27 Postboks 3096 110 Tórshavn í seinasta lagi 4. juli 2003 kl. 12.00. Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi smápartafelag: Skrásetingar-nr. Sp/f 3603 Navn: Sp/f Svend Andreasen Adressa: Varðabú 26, 100 Tórshavn. Kommuna: Tórshavnar Kommuna Stovningardato: 25.06.2003 Viðtøkudato: 25.06.2003 Kapitalur: Kr. 100.000,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 100.000,00 til kurs 200. Stovnari: Svend Emil Andreasen, Varðabú 26, 100 Tórshavn. Stjórn: Svend Emil Andreasen, Varðabú 26, 100 Tórshavn. Tekningarreglur: Felagið verður bundið við undirskrift av stjóranum. Grannskoðari: Sp/f KPMG, statsaut. revisorar, Staravegur 17, 100 Tórshavn. Roknskaparár: 01.01. - 31.12. Fyrsta roknskaparár: 25.06.2003 - 31.12.2003 Endamál: Endamál felagsins er at gera íløgur í feløg og fastogn, leiga út fastogn umframt annað virksemi í hesum sambandi. Skráseting Føroya tann 26. juni 2003 Kristin Balle _______________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi smápartafelag: Skrásetingar-nr. Sp/f 3604 Navn: Sp/f Øssur Andreasen Adressa: Varðagøta 32, 100 Tórshavn. Kommuna: Tórshavnar Kommuna Stovningardato: 25.06.2003 Viðtøkudato: 25.06.2003 Kapitalur: Kr. 100.000,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 100.000,00 til kurs 200. Stovnari: Øssur Janus Andreasen, Varðagøta 32, 100 Tórshavn. Stjórn: Øssur Janus Andreasen, Varðagøta 32, 100 Tórshavn. Tekningarreglur: Felagið verður bundið við undirskrift av stjóranum. Grannskoðari: Sp/f KPMG, statsaut. revisorar, Staravegur 17, 100 Tórshavn. Roknskaparár: 01.01. - 31.12. Fyrsta roknskaparár: 25.06.2003 - 31.12.2003 Endamál: Endamál felagsins er at gera íløgur í feløg og fastogn, leiga út fastogn umframt annað virksemi í hesum sambandi. Skráseting Føroya tann 26. juni 2003 Kristin Balle _______________________ Søkt verður eftir 2 avloysarum til Streymoyar øki at byrja 1.september 2003.Einum til avgreiðsluna í eitt hálvt ár og einum málsviðgera til løntakaralíkningina í 2 ár. Høvuðsuppgávur Uppgávurnar í avgreiðsluni eru at avgreiða kundar um skivuna og svara fyrispurningum um telefonina saman við øðrum fyrifallandi uppgávum. Uppgávurnar í løntakaralíkningini er persónslíkning og annars vanligt skrivstovuarbeiði. Førleikakrøv Umsøkjarar skulu í minsta lagi hava HH-útbúgving. Við- komandi skulu vera arbeiðssom og fyrikomandi, og skulu kunna arbeiða sjálvstøðugt. Vit kunna bjóða Spennandi størv við nógvum avbjóðingum, sum sam- stundis eisini eru fakliga krevjandi og við møguleikum fyri eftirútbúgving, v.ø.o. sjálvstøðug størv í góðum arbeiðs- umhvørvi. Setanartreytir Løn- og setanarviðurskiftir, sum eru treytað av starvs- royndum og útbúgving,eru eftir sáttmála millum Fíggjar- málaráðið og Starvsmannafelagið. Núverandi setanarøkið er Streymoyar øki,men fevnir ann- ars um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí,og tey,ið sett verða, skulu kunna røkja tænastu á hesum støðum um tað verður kravt. Nærri frágreiðing fæst við at venda sær til Toll- og Skatt- stovu Føroya, Streymoyar øki, Eyðun Joensen, deildar- leiðara, á tlf. 31 02 60. Umsóknir Umsóknir við avriti av prógvum og upplýsingum um við- komandi starvsroyndir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 18 juli 2003. Toll- og Skattstova Føroya, Streymoyar øki Postsmoga 3139 · 110 Tórshavn Toll- og Skattstova Føroya Avloysarastørv sum málsviðgerðar Toll- og Skattstova Føroya er stovnur undir Fíggjarmálaráðnum, hvørs uppgáva er at fyrisita toll-, mvg-, kolvetnisskatta- og avgjaldslógirnar, inntøkuskattalógina v.m. og alla skuldarinn- krevjing hja landinum. Stovnurin hevur 150 starvsfólk og er skipaður soleiðis, at planlegging og menning fer fram í Stýrinum á Argjum. Tær seks økisskrivstovurnar, ið eru á Tvøroyri, í Skopun, Sørvági, Tórshavn, Saltangará og Klaksvík røkja raksturin. Í Streymoyar øki starvast 60 fólk. Høvuðsskrivstovan, har viðkomandi koma at starvast, er á Smyrilsvegi, Posttolldeildin heldur til á Óðinshædd og Tollbúðin er á Eystaru Bryggju. Heimasíða www.tollskatt.fo E-mail streymoy@tollskatt.fo Avloysari fyri pedagog Á Sambýlinum í Pætursgøtu 3, er eitt farloyvisstarv sum pedagogur í tíðarskeið- inum frá 01.08.03 til 31.07.04, leyst at søkja. Starvið verður sáttmálasett eftir sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og Føroya Pedagogfelag, sáttmálastigini 11-16. Í Sambýlinum koma at búgva 5 fólk við diagnosuni Asberger syndrom ella líkn- andi.Til hetta brek verður brúktur ein skipaður arbeiðsháttur.Umsøkjarar,ið hava royndir við arbeiði av hesum slag hava fyrimun. Ítróttur er ein partur av arbeið- inum. M.a. renning, gongutúrar og svimjing. Arbeiðsuppgávurnar hjá starvsfólkunum er at taka sær av íbúgvunum og øllum øðrum arbeiði í gerandisdegnum. Týdningur verður lagdur á, at umsøkjara hava fakliga vitan og hava góð sam- starvs- og innlivingarevni Starvið er ætlað fólki við námsfrøðiligari útbúgving, men um hetta ikki ber til, verður starvið sett sum hjálparfólkarstarv. Nærri fæst at vita um starvi frá Onnu Johannesen, á telefon 215540. Umsóknar- freistin er 21. juli, og skulu umsóknirnar sendast til: Sambýlið í Pætursgøtu 3 Pætursgøta 3 FO188 Hoyvík. SAMBÝLIÐ Í PÆTURSGØTU 3 í Hoyvík C M Y K 39 38