Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-03, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. juni 1994síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

AAA AA AA AA stútaði hann, målverjin hálvbjargaði, men so smekkaði stóri verjuleikar- in í kassan. Teir báðir fyrr nevndu NSÍ leikararnir stóðu fyri 3- 1 málinum, sum Kári smekkaði upp í nettakið, eftir at Sjúrður hevði spælt skrátt út frá baklinjuni. Men eftir steðgin linkaðu eftiransingarnar, og hóast talan var um rótutan dyst við nógvum longum og skeivum spørkum, so var tað í lagi, at ÍF vann. Bartal minkaði við at stúta horna- sparksinnlegg í málið, Pauli Dahl javnaði, tá hann sendi fríspark beinleiðis í málið, Eyðálvur Petersen legði ÍF fram um við rimmar skoti eftir uppspæl í vinstru, og Pauli Dahl staðfesti sigurin móti dystarenda við fløtum bólti úr vinstru. Bólkur B B36b fekk fýra stig frá klaksvikingum innanfyri eina viku. Fyrst vóru teir har norðuri og spældu móti KÍb, sum gjørdi góða mót- stóðu fyrstu fimm korterini. Kristian Joensen legði KÍ á odda, tá 28 minuttir vóru leiktir, men níggju minuttir seinni javnaði Finn Mørk. Javnleikurin helt, til tað restaðu seytjan minuttir. Tá legði Ken Zachariassen B36 fram um, og tá KÍ førkadi fólkið eitt sindur longur fram í vón um at javna aftur, var lag á manni hjá B36. Teir fingu frá 78. minutti trý mál afturat innanfyri níggju minuttir. KÍa tóktist ikki serliga væl fyri, tá teir komu í Gundadal mikukveldið. Baraellivu leikarar vóru við (tað hoyrdist, at tveir vóru ov seinir til Dúgvuna, tað ljóðar ótrúligt, tá tað kanska var pláss í finaluumfarinum, sum stóð upp á spæl), og tá ein leikari góða løtu í fyrra hálvleiki lá skaddur uttan- fyri vøllin, kom tað meiri enn illa við. HAVNAR FAT ÍSLENDSKT MÁL ENGLISH SPOKEN DEUTSHE SPRACHE Tel. 88100 | SKANDINAVISK TALE B36b kom å odda 2-0. Fyrra málið skoraði Flóvin Þór Næs, tá fimm minuttir vóru leiktir, og Dánjal Hoy- dal økti mitt í hálvleikinum eftir gott eitt-tvey saman- spæl við Magna Mouritsen, ið at enda sendi ein stingara inn um KÍ-verjuna, so Dánj- al gjørdist púra blankur. Stutt fyri hálvleik minkaði Petur Kristian Johannesen eftir frísparksinnlegg, sum tað stóðst nakað av aftur og fram í brotsteiginum av. Tíggju minuttir inn í 2. hálvleik javnaði Petur Kristian eftir hornasparks- innlegg, og so spældu bæði liðini av lívsins kreftum. B36 var meiri varðið, men hóast KÍ leyp meiri á, so lá alla tíðina í luftini, at snar- álopini hjá heimaliðnum vóru vandamikil. Og tá sjey minuttir vóru eftir, kom sig- ursmálið. KÍ verjan fær ikki lættan bólt burtur, B36 fer í ålop í høgru og Fróði Jacob- sen spælir Magna Mourit- sen, sum hevur lætt við at skora. B liðið hjá KÍ tapti eisini. B68 var í Klaksvík, og endi- liga bragdaði hjá teimum. Teir vunnu fyri fyrstu ferð í ár, og tað var lítil ivi um, hvgnn veg tað bar, hóast Torleif Eyðun Petersen í 11. minutti beinleiðis upp á frí- spark javnaði leiðsluna, sum Stanley Løvhøjten hevði givið toftamonnum, tá fimm minuttir vóru leikt- ir. Fróði Benjaminsen var arkitektur aftan fyri fleiri av málunum hjá B68, m.a. tå hann við høvdinum spældi Ólavur Olsen leysan í 38. minutti, og tá hann í 68. minutti stakk Arnfinn Olsen leysan innanfyri KÍ verj- una, so hesin kundi lyfta upp um málverjan, tá hann leyp út. Trý tey síðstu tofta- málini komu frá 74. og til 80. minutt. Torleif Eyðun minkaði í 85. minutti eftir gott uppspæl. HB misti fyrsta stigið, tá teir vóru í Gøtu mikukvøld- ið. GÍ spældi tað frægasta, teir hava víst í ár, meðan lyklaleikararnir hjá HB tóktust lítið uppsettir. John Heri fekk hol á í 35. minutti. GÍ hevði horna, bólturin varð spældur skjótt fram, og tá toppskjúttin verður leysur við slíkum bólti, býður ikki betur. Tað restaðu 18 minuttir, tá GÍ javnaði. Talan var um álop av sama slagi, sum tað ið bar HB leiðsluna við sær. Málverjin hjá HB og Petur Larsen vóru eftir bóltinum, gøtumadurin var fyrri og -»-nn- Tidindabladid [ sostalurin | Nr. 103 — 3. JUNI 1994 Sida 17 ÍSF aðalfund leygardagin Lagt er upp til ein meira spennandi aðlfund, enn vanligt hevur verið seinnu árini, tí tvinni valevni eru til formanssessin í ISF. Sitandi formaður, Heðin Mortensen, er annað, og avbjóðarin er Hanus Joensen úr Kollafirði Burtursæð frá formansval- inum, ið stendur millum sit- andi formann Heðin Mort- ensen og avbjóðaran Hanus Joensen, er ikki lagt upp til tann stóra spenningin á aðal- fundinum hjá ÍSF, ið verður leygardagin. Umframt teir báðar skal eisini veljast ein tiltakslimur í stjórnina í eitt ár, og har er eittans uppskot komið inn — Rasmus Joen- sen úr Havn. Einasta uppskotið, ið ann- ars verður lagt fyri aðal- fundin, er komið frá Róðr- arsambandinum, ið vil hava broyting framda í 9. grein í reglunum fyri démsnevndir innan ÍSF og viðgerð av kærum. Broytingin snýr seg um, at serligar umstødur gera seg galdandi, tá talan er um døming av kappróðri, har sjónbandsuppigkur verða brúktar at taka stóðu útfrá. Tí ynskir Róðrarsamband- ið, at mistgk, ið verða gjørd á málinum, skulu kunna metast av nýggjum, við at hugt verður eftir fyriliggj- andi sjønbandsupptøkum. Í ødrum ítróttargreinum eru tað dómarar, ið eru avger- andi — uttan at sjónbands- upptøkur hava ávirkan á døming ella endurskoding av døming. Annars er alt tað vanliga á dagsskránni — formansfrá- greiðing, roknskapur, ymisk val og >ymiskt<... hj. Michael Schåfer, venjari hjå Lyngby FC: TODI LIVIR UPP TIL MINI KRØV Venjarin hjá Toda Jónsson letur væl at innsatsinum móti AaB, og Todi byrjar aftur inni í dystinum sunnudagin móti Ikast á utivølli Sunnudagin fer Todi Jóns- son fyri triðju ferð á vøllin saman við superliga-liðn- um hjá Lyngby FC. Hetta er samstundis triðja viku- skiftið á rað, at Todi er við í dysti í bestu donsku deild- ini. — Tad er einki at liggja omaná, at Todi til fulnar livdi upp til tað, eg hevði væntað mær av honum undan dystinum móti AaB, sigur venjarin hjá Lyngby FC, Michael Scháfer. — Todi spældi ein góðan fyrra hálvleik, tá hann eis- ini slapp at spæla sum off- ensivur á midvøllinum, ið er hansara besta pláss. Og har fekk hann enntá ein góðan møguleika at koma móti málinum, men so varð hann feldur av aftasta manni hjá teimum, og tann kjansurin var mistur. Michael Scháfer noydd- ist í seinna hálvleiki at flyta fólki hjá sær eitt sind- ur í seinna hálvleiki, av tí at ein av spælarunum stutt fyri steðgin fekk skaða. Tí spældi Todi allan seinna hálvleik í vinstru síðu á miðjuni, og hóast hann har fekk væl burturúr og fram- vegis spældi ein góðan Todi Jónsson fer aftur sunnudagin at spæla á besta Lyngby-liðnum dyst, var hetta ikki rætta plássið hjá honum. Todi hevur kraft at bróta igjøgnum — Nú sunnudagin, tá vit fara til Ikast at spæla á úti- vølli, fari eg at hava Toda við frá byrjan, og tá spælir hann eisini aftur á sínum besta plássi sum offensiv- ur á miðvgllinum, sigur venjarin. — Vit s6u jú móti AaB, at Todi hevur eina gjøgnum- brotskraft, tå hann rykkir við bóltinum. Hann hevur stóra styrki, og eydnast honum at skræða seg leys- an í slíkum støðum, kann bæði eitt og annað spyrjast burturúr. Hesar síðstu dystirnar í donsku kappingini brúkar Michael Scháfer til ymisk- ar royndir, har hann letur nýggjar spælarar sleppa framat, so hann fær eina hóming av, hvat fólk er til taks, tá farið verður í holt við kappingina aftur kom- andi heyst. —Sumnier, trúgvi eg, at Todi verður ein av spælar- unum, eg fari at satsa uppá til ta tíð, og út frá hesum báðum dystunum, hann nú hevur verið við á okkara besta liði, hevur hann liv- að upp til mini krøv, sigur Lyngby venjarin. hj.