Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-03, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. juni 1994síða 19

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið (SK: Borgarlig samgonga eftir valið, Í staðin fyri at taka ábyrgd av teimum avgerðum, ein hevur verið við til at tíkið, kapprenna einstakir polit- ikarar eins og heilir flokkar í hesum døgum og lata sum um teir als ongan leiklut eiga av førda politikkinum seinastu nógvu árini. Og nú tað stundar til val, royna teir sokallaðu borgarligu flokk- arnir, so Ólíkir teir nú eina- ferð eru, at samansjóða teirra politisku sjónarmið, fyri at geva veljarunum ta fatan, at teir eru besta al- ternativid til eina komandi samgongu eftir løgtings- valið. Tá ein so hugsar um hvussu leikur fór fram í millum hesar báðar flokkar árini 1981-85, tá ið teir saman við sjálvstýrisflokk- inum skipaðu samgongu, so trúgvi eg, at tað neyvan verður nokk hjá sambands- flokkinum at hava eina grein 13 úl at temja fólka- flokkin við, um teir kasta saman eftir valið. Hesa metan ger ein út frá tí sannroynd, at teir, ið myndaðu fólkaflokkin tað valskeiðið, vóru munandi betri at samstarva við, enn teir, ið til eitt komandi val fara at mynda flokkin. Henda ábending gjørðist ikki minni týðulig, nú for- maður fólkafloksins igjøg- num nógv ár takkaði fyri seg, í og við at hann ikki stillar upp til løgtingsvalid í summar. Ikki ti, hetta var tad sum flest øll høvdu væntað, nå heykar fólka- floksins so vid og vid hava tikið valdið i tingbólki flok- sins, samstundis sum teir meira hóvligu fáa minni og minni vald. Annars er tað soleiðis, at eftir tí skriving, ið hevur verið seinastu tíð- ina, har serliga fyrrverandi landsstýrismenn fólkaflok- sins vaska sínar hendur í sambandi við tær avgerðir, teir tóku sum landsstýris- menn, so er alt sum bendir á, at eitt samarbeiði við sambandsflokkin eftir valið verður ikki bara torført, men beinleiðis Ogjørligt við John Petersen og Svend Áge Ellefsen, um teir skulu mynda fólkaflokkin í møguligum samráðingum um skipan av samgongu eftir løgtingsvalid. Taka vit so sjálvstýris- flokkin sum eitt møguligt alternativ til skipan av sam- gongu, so hevur hesin flokkur undir verandi leiðslu ikki bara gjørt seg 6- trúverdugan, men afturat hesum so ætlar nýggi leið- arin av sjálvstýrisflokkin- um at leggja seg meira á sjálvstýrisleið, og tað hóvar neyvan sambandsflokkin- um, ið eftir øllum sólar- merkjum kemur at verða størsti flokkur eftir løg- tingsvalið. Annars er sjálvstýris- flokkurin eitt sera gott dómi um, at allir teir smáu flokk- arnir koma at beina fyri sær sjálvum orsakað av at tíðin heilt einfalt er farin frá hes- um flokkum, ið hava havt alt ov stórt politiskt vald í mun til tær atkvødur flokk- arnir umboða. Í staðin fyri stabilitet inn- anfloks, so vísir tað seg, at jú minni flokkarnir eru, jú stórri er innanhýsisklandr- ið. Eftir veljarakanningun- um at dóma, so verður tað helst ein skerdur javnadar- flokkur, tå valid er av. Hin- vegin, so er og hevur tað al- tíð verið eitt aðalmál hjá flokkinum at taka við polit- iskari ábyrgd, meðan tað í rond og veru er soleiðis, at teir flestu politisku flokkar- nir hugsa meira taktiskt við at seta seg í andstødu, ser- liga tá tað eru politiskir brotasjógvar fyri framman. Eitt sera rámandi dómi um hetta er tann kapping, sum í hesum døgum er farin fram fyri at koma upp á sambandslistan. Ikki bara í Suðurstreymoy, men í ødr- um valdómum eisini. Neyv- an høvdu Bjørn á Heygum, Helgi Fossadal ella Pauli Ellefsen bodid seg fram, um sambandsflokkurin hevði sitid við ábyrgd seinastu ár- ini, og flokkurin orsakað av hesum var í eini stóðu, sum hevði við sær, at útlitini vóru døpur hvat viðvíkti valúrslitinum. Um tað so verður ein skerdur javnaðarflokkur ella ei, tá løgtingsvalid er ella hvat! av, so kunnu øll tey, sum seta sín kross við flokkin, ella eitt av valevnum flok- sins, kenna seg heilt tryggan í, at flokkurin framhaldandi fer at gera alt tað hann er mentur, fyri at koma í eina møguliga samgongu eftir valið. Persónliga meti eg, at hóast borgarligan meiriluta, so verður tað so gott sum Ogjørligt at skipa eina borg- arliga samgongu eftir valið. Hetta er ikki sum so eitt serføroyskt fyribrigdi, tí all- ir teir norðurlendsku borg- arligu flokkarnir hava eis- ini ferð eftir ferð avdúkað hvussu lítið teir hava til fe- lags, og heldur enn at sam- starva, so hava teir verið noyddir at latið valdið upp í hendurnar á javnaðarflokk- unum í teimum ymsu lond- unum. Tað er enn tá so galið, at borgarligir meirilutar hava ásannað sítt máttloysi so dyggiliga, at neyðugt hevur verið at latið minniluta javn- stjórnum valdið. Tað er ikki sørt í tråd við henda veru- leika, at sitandi javnaðar- stjórn í Danmark verður stuðlað av borgarligum flokkum, heldur enn at fara í eitt samstarv við vinstra og teir konservativu. Tí eigur veljarin at gera sær púra greitt, at tað er heilt óhugsandi, at teir smáu borgarligu flokkarnir verða við í eini komandi sam- gongu, eins og tað er sera Nr. 103 — 3. JUNI 1994 ivasamt, um báðir teir stóru borgarilgu flokkarnir skipa samgongu. Haraftur ímóti er tað ikki óhugsandi, at tað eisini hesaferð verða boð eftir javnaðarflokkinum tá skip- ast skal nýggj samgonga eftir løgtingsvalid. Livst so spyrst. Frank Davidsen ——— KO TT Aa ,,y,[yyy,yy[yyyyyyyy Tvangsauktion På Dommerkontoret, C. Pløyensgøta 1, 100 Tórshavn, afholdes Torsdag den 23. juni 1994, kl. 14.00 tvangsauktion, (AS 101/94) over matr. nr. 532, Tórshavn beliggende Tórs- havn. Auktionen er begæret af skifterettens medhjælper advokat Julianna Klett, Bringsnagøta 17, Torshavn, tlf. 1.1744 (j. nr. 87769) på vegne en pant- og ud- lægshaver. Ejendommen er et beboelseshus nå en 89 kvm. stor grund. Ejendommen kan beses efter aftale med ovennævnte advokat. Auktionsdokumenterne ligger til gen- nemsyn på Dommerkontoret. Færøernes fogedret, den 31.05.94 Mette Søgaard-Nielsen dím. Tvangsauktion Pá Dommerkontoret, C. Ployensgeta 1, 100 Tórshavn, afholdes Torsdag den 23. juni 1994, kl. 09.00 tvangsauktion, (AS 127/94) over matr. nr. 1 gt, Hoyvík beliggende Djúpagils- vegur 44. Auktionen er begæret af advokat Fríða Patursson, Fr. Petersensgøta 9, Tórs- havn, tlf. 1.1145 (j. nr. 940322) på vegne en pant- og udlægshaver. Ejendommen er et beboelseshus på en 681 kvm. stor grund. Det bebygg- ede areal udgør 120 kvm. i 1 etage. Ejendommen kan beses efter aftale med ovennævnte advokat. Auktionsdokumenterne ligger til gen- nemsyn på Dommerkontoret. Færøernes fogedret, den 31.05.94 Mette Søgaard-Nielsen dím. Tvangsauktion Pá Dommerkontoret, C. Ployensgeta 1, 100 Tórshavn, afholdes Torsdag den 23. juni 1994, kl. 09.10 tvangsauktion, (AS 711/94) over matr. nr. 40, Nes, beliggende Rituvík. Auktionen er begæret af advokat Fríða Patursson, Fr. Petersensgøta 9, Tórs- havn, tlf. 1.1145 (j. nr. 930904) pá vegne en pant- og udlægshaver. Ejendommen er et beboelseshus på en 1098 kvm. stor grund. Det bebygg- ede areal udgør 130 kvm. i 2 etager. Ejendommen kan beses efter aftale med ovennævnte advokat. Auktionsdokumenterne ligger til gen- nemsyn på Dommerkontoret. Færøernes fogedret, den 31.05.94 Mette Søgaard-Nielsen dím.