Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-04, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. juni 1994síða 12

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 Nr. 104 — 4. JUNI 1994 Tíðindablaðið { sostalurin | Stýrisskipanarlógin skal útsetast Tað er skeivt at kalla tingið saman, nú val er útskrivað, og tað er skeivt at hurrað eitt stórmál sum stýrisskipanarlógina ígjógnum, nú valorrustan leikar harðast á. Tingmenn eru ikki nóg seriøsir til at viðgera slíkt mál nú. Miðflokkurin sýnir longu, hvussu ting- menn fara at gartera, um tingið verður kallað saman. Fólkið hevur annað uppiborið, enn >kyniska opportunismu!< Aftan á at valið varð út- skrivað, gjørdu allir flokk- ar á tingi semju um, at tingið skuldi samankallast til at viðgera uppskotið um nýggja stýrisskipan, so- leiðis at hon kundi fáast at virka longu tá komandi landsstyri skal veljast. Nú kunnu vit gll vera samd um, at heimastýris- lógini harðliga treingir á- bøtur. Tosað hevur verið um sjálvstýrislóg innan ríkisfelagsskapin, og varð ætlanin hjá samgonguni millum Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin at seta slíka í verk. Henda ætlan var kor- tíni til einkis - og úrslitið var í staðin uppskotið um nýggja styrisskipan. Uppskotið er helst á góðari leið, men tað er skeivt av tinginum at fara at viðgera tað nú, ið valorrust- an stendur upp á tað harð- asta. Tað er í heila tikið skeivt av tinginum at halda fund, tá val er útskrivað. - Eg havi stutt og greitt ikki álit á, at okkara fólkavaldu fara at geva hesum máli nóg serigsa viðgerð. Vit skulu eisini minnast til, at henda nýggja skipan fer at krevja Ometaliga nógv av landsumsitingini, sum í dag nóg illa megnar uppgáv- umar. - Við nýggjari stýr- isskipan, við ráðharrastov- um og øllum møguligum ødrum, hurrad igjøgnum í einum valstríðið spyrst p neyvan gott úrslit burtur úr. Ósemjan - ella makt- stríðið í Sjálvstýrisflokki- num var orsøkin til sam- gonguslitið. Fólkið hevur fingið nýval, sum fleiri fakfeløg hava kravt. Eitt úrslit av nývalinum skal so vera, at stýrisskipanin verður útsett - helst í fýra | | Ruba reinsað | — væl reinsað | | | /REINSAR A | Klæði, gardinur, teppi, Magnus Heinasonarg. 15 - Havn - Box 1267 - Tlf. 16301 Opiðer: Månad. -triggjad. 10-12 & 13.30-17 Tey arbeiðsleysu skulu fáa peningin, sum liggur í Tinganesi... ár. Og tað man vera gott tað sama - tí stór tøka verð- a kortini at taka, og tað sakar valla, at vit geva nýggjari stýrisskipan neyva og nóg drúgva viðgerð. Onkur vil kanska siga hesi sjónarmið míni vera afturhaldandi. - Men vit hava longur fingið prógv fyri, hvussu politikarar ætl- a at gartera, um tingið verður kallað saman. Tord- ur Niclasen, ella Miðflokk- urin, hava í dag yvirlýsing í bløðunum, har teir seta seg sum verja hjá gllum ar- beiðsleysum, og vilja hava tingið saman at bjarga teimum. - Hatta er opportu- nisma við lit - tingimenn eru stutt og greitt ikki ar- beidsførir. Vit eiga og vit skulu bida til nytt ting er valt - og tå skulu vidur- skiftini fåast upp å plåss! Tå skal * tað almenna beinleiðis við til at fíggja skip- anina * Rullandi útgjaldið burtur * Veitingin hækkast upp á 90% * Farloyvisskipan fáast í lag Tað sum nú er at gera, er at fáa skil upp á ósemjuna millum landsstýrið og ALS- stýrið, soleiðis at tey ar- beiðsleysu fáa teir pengar, sum liggja og bíða í Tinga- nesi. Málið snýr seg um mannalagnur, og ikki um hver fer við sigrinum, landsstýrismaðurin ella fak- felagsleiðararnir í ALS- stýrinum. Politikarar! Fáið greiðu á hesum, heldur enn at halda valfundir úr Løgting- inum fyri opnari mikrofon. Fólkið hevur annað uppiborið enn >kyniska opportunismu...< Eiríkur Lindenskov || COBRA typa 149 Borar og slær, bensin- motor, vekt 24 kg. Fæst eisini til leigu. Kaj Andreasen PF. Klingran 5 - Hoyvík - Tlf. 15600 Skerjingin ov Ógvuslig Fyri at tekkjast veljarun- um avnokta nú fólka- floksins løgtings- og landsstýrismenn alt tað, sum teir sjálvir samtyktu meðan teir sótu í sam- gongu, og ikki sær tað mætari út enn at fyrrver- andi landsstýrismenn fólkafloksins Svend Áge Ellefsen og John Petersen hava fingið marruna av Kut í Dimmalætting. Hesin dulnevndi hevur helst rakt seymin á høvdid, tí gnístini frá Svend Áge Ellefsen og John Pet- ersen hava verið øgilig, ja, teir liggja nærum skerflatir í luftini og royna at vísa veljarunum á, at alt, sum Kut hevur ført fram, er lygn frá byrjan til enda. Sjálvur havi eg ikki mett henda Kut at vera serliga serigsan, men hinvegin, so má eg taka undir við nógvum av tí, hann førir fram ímóti báðum heykum fólka- floksins. Tí tað er ein óreingi- ligur veruleiki, at John Petersen sum fiskimála- ráðharri minkaði stuðul- in til fiskivinnuna frá 390 mió. kr. niður í so gott sum einki upp á 2 ár. Hetta gjørdi hann hóast tað í samgonguskjalin- um flokkanna millum varð niðrfelt, at stuðulin til fiskivinnuna skuldi skerjast stigvíst frá 390 mió. niður í 250 mió. kr. upp á eitt 4 ára skeið. Grundgevingin fyri hesum var, at fiskivinn- an skuldi fáa eitt åramål, so hon kundi tillaga seg til tær broyttu umstødur, id henda skerjing kom at hava við sær. Fyri ikki at gera fyrr- verandi fiskimålaråb- harra órætt, so var fløgu- stuðulin settur á figgjar- lógina sum eitt plástur á sárið, hinvegin so var tað bert reiðarin, ið fekk gagn av hesum. Eisini varð peningur settur av til dagstudning og minstuløn, men tað liggur heilt fast, at tann skerjing, ið fiskimála- ráðharrin framdi, var fullkomuliga burturvið, eins og tað var eitt greitt brot á tað samgongu- skjal, ið báðir flokkar høvdu undirskrivað. Harafturat so vóru av- leiðingarnar, at sjálvt tey fiskiskip, ið høvdu ein møguleika, eisini fóru á húsagang, tí grundarlag- ið varð rykt undan teim- um orsakað eina skerjing upp á 60% innaneitt tvey ára skeið. Hinvegin, um John Petersen gjørdi sambært avtaluna í samgongu- skjalinum, so vóru skerj- ingarnar umleið 35 mió. um árið, og tá ið 4 ára skeiðið var av, vóru so møguleikar fyri at finna út av, um upphæddin upp á 250 mið. kr. var realistisk ella ei. Undir øllum umstød- um, so var nevnda skerj- ing alt ov ógvuslig, men sum við MVG-num, so trúðu fólka-floksmenn, at bara stuðulin varð tíkin burtur, so fór alt annað at laga seg, ella sum norðmaðurin segði: »det grejer sig i sjøen<! Frank Davidsen