leygardagur 4. juni 1994síða 17
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
LT
Tíðindablaðið [ sosialurin ] Nr. 104 — 4. JUNI 1994 Síða 17
Lesarabrøv | | 3
Síðsta sparkið hjá Thomas Arabo
Tað er meira og meira greitt, at
politisku flokkarnir hava havt
eina miðvísa ætlan um at úti-
hýsa vinnufeløgini í fiskivinn-
uni frá allari ávirkan. Og tað,
sum undrar mest er, at javnað-
arflokkurin hevur gingið á
odda í hesum royndum.
Tað skal sigast, at tað kundi
saktans verið eitt gott samstarv
millum landsstýrið og vinn-
una, um bert landsstýrið hevði
hildið sínar tlsegnir móti
fiskivinnuráðnum og fiski-
vinnu starvsnevndini. Men
hetta hevur ikki verid gjørt, og
tí hava viðurskiftini verið sum
tey hava verið.
Tí má tað undra hvussu
Thomas Arabo »loysir« henda
trupulleika við samstarv við
vinnuna. Í lógini um vinnulig-
an fiskiskap er ásett í paragr. 2:
Landsstýrið kann seta
neynd, mannað av fiski- og út-
róðrarmonnum, fiskifrøding-
um og fiskivinnubúskapar-
frødingum at hava umsjón
við, at endamálsorðingarnar í
hesi grein verða fylgdar og
gera tilmæli til landsstýrið um
møgulig stig, sum stuðla upp-
undir, at endamálini verða
rokkin.
Endamálið við hesi grein er
heilt upplagt at seta vinnufe-
løgini uttan fyri ávirkan.
Landsstýrið skal samb. hesum
sjálvt velja sínar ráðgevarar,
og teir kunnu t.d. ikki vera fe-
lagsformenn í heiltíðarstarvi.
Nú er henda nevndin vald,
og hvussu landsstýrið hevur
valt nevndina er ikki uttan á-
huga. Valdir eru Andrass
Kristiansen og Niels Dann
Vest. Teir lúka treytirnar
samb. lógina. Síðan eru valdir
Jákup Hansen fyri línuskip og
Dánjal Jacobsen fyri trolarar.
Teir eru fiskimenn og lúka eis-
ini treytimar. Síðan er tað
Bjami Vestergaard. Hann er
útróðrarmaður samstundis sum
hann er formaðurí MÚ, so her
er eisini í lagi.
Men so hevur landsstýrið
eisini valt Jákup Sólstein, sum
er formaður í reiðarafelagnum.
Hetta er eisini í fínasta lagi, tí
sjálvsagt skal reiðarafelagið
eisini vera umboðað í eini slík-
ari nevnd. Men formaðurin í
reiðarafelagnum er nú hvørki
fiski- ella útróðrarmaður, og
hann lúkar tessvegna ikki treyt-
Men tað mest áhugaverda er,
at meðan gll fiskivinnuáhuga-
mål eru umboðað í nevndini, so
er fiskimannafelagið fullkomi-
liga útilokað. Tað kann ikki
finnast nøkur saklig grund fyri
at útiloka fiskimannafelagið úr
hesi nevnd, tá reiðarafelagið er
umboðað. Fiskimannafelagið
hevur hóast alt roynt bæði í orð-
um og verki at menna fiski-
vinnuna undir Føroyum, og
skuldi tí kunnað gjørt nyttu í
eini slíkari nevnd.
Tað kann bert vera ein orsøk
fyri hesum og hon er: Hevni-
søka. Nú skal fiskimannafelag-
ið og tess formaður fáa aftur-
lønt, at felagið ikki hevur funn-
ið seg í teirri viðferð, sum
landsstýrið hevur bjóðað fiski-
monnum og teirra felag.
Tískil fekk Thomas Arabo
møguleika fyri at geva Óla eitt
seinasta spark.
Óli Jacobsen
Ráðið fyri Ferðslutrygd
og nevndarsamsýningar
Í Sosialinum nr. 94 hin 20. maí
1994 viðger ein, ið rópar seg
»Spurin«, eitt sindur figgjar-
viðurskiftini í Ráðnum fyri
Ferðslutrygd og ta minkaðu
játtanina, og nevnir hann/hon í
t viðfangi, at »Åhugavert
hevði verið at fingið at vita,
hvussu nógv nevndasamsýn-
ingin er og kanska serliga hjá
neyndarformanninum, ið situr
í leiðandi stjórastarvi<.
Til enda spurning er stutt at
svara, at hvørki nevndarlimir
ella neyndarformaður fáa
nakra sum helst samsýning
fyri hetta arbeiðið, tí sam-
bært viðtskunum er hetta
arbeiðið ólent.
Ráðið fyri Ferðslutrygd, og
hvers limir eru almennir
stovnar, kommunur og feløg,
roynir við fjølbroyttari upp-
lýsing at skapa stórri trygd í
ferðsluni. Samsvarandi hesum
stevnumiði roynir starvs-
neyndin tí eisini at minka sum
mest um tær føstu útreiðslur-
nar, fyri at so mikið meir kann
verða eftir til upplýsandi virk-
semi.
Tað er tú heldur ikki rætt
skilt, at »einans 270.000 kr. eru
at arbeiða við<hjá RFF íhesum
fíggjarárinum. ársaðalfund-
inum varð sagt, at 270.000 kr.
vóru at nýta til »Tiltøk í árin-
um«; men til hetta er at siga, at
tað, sum rópt verður »Tiltøk í
éårinum«, er bert ein partur av
øllum virksemi ráðsins!
»Spurin« spyr eisini, >Hví
tað er loyvt fastløntum fólki at
vera á nevndarfundi í gørum
felag í arbeiðstíðini<.
Til tað er at svara, at:tað er
umleið 1 nevndarfundur um
mánaðin, og varir hver fundur
1-2 tímar. Saman við dagliga
leiðaranum roynir starvs-
nevndin á tílíkum fundum at
ráðleggja alt virksemið Í RFF,
so at hesin stovnur sum best
kann tæna sínum ósjálvsskna
endamáli.
Teir 5 starvsnevndarlimir,
sum í løtuni manna nevndina í
RFF, starvast innan landsverk-
fréðingsstovnin, skúlaverkið,
koyrilærarafelagið, heilsu-
verkið og undirvísingarverkið.
Tað er ráðið, ið hevur valt teir 3
limirnar, meðan Føroya Lands-
stýri eftir tilmæli ráðsins hevur
tilnevnt varaformann og for-
mann.
Til fyrispurning tín um, >Hví
tað er loyvt fastløntum fólki at
vera á nevndarfundi í gørum
felag í arbeiðstíðini?<, vil eg
bertsvara fyri meg og siga, at til
tess eri eg valdur av hægsta
skúlamyndugleika mínum;
men eg kann tó vissa Spurnan
um, at hesir fáu fundartímarnir
verða als ikki tiknir av dagligu
arbeiðstíð míni — sjálvt um
hesir fundir og annað for-
mansvirksemi bæði fer fram í
vanligu arbeiðstíðini og eftir
Viðvíkjandi spurningi tín-
um, »Hvørjir stovnar verða
grannskoðaðir?< er at svara, at
millum teirra er Ráðið fyri
Ferðslutrygd, ið sambært við-
tøkunum skal verða grann-
skoðað av ríkisgóðkendum
grannskoðara, og tað er tað.
Spurin er væl komin inn á
gólvið hjá Ráðnum fyri
Ferðslutrygd, har hann m.a.
kann fáa eitt eintak av ársrokn-
skapinum fyri 1993. Men um
hann framman undan hesum
huldubrævi bert hevði gjørt sær
henda lítla ómak, so kundi
hann fingið nágreiniligar upp-
lýsingar um alt virksemið hjá
RFF, og ongar áneyðir høvdu
so verið at skrivað eitt illgruna-
vert huldubræv. — Men kanska
var hetta júst endamálið?!
Petur Jacob Sigvardsen
form. í Ráðnum fyri
Ferðslutrygd
Viðv. tí, at Lasse Klein sjálvur hevur
tikið seg úr sjálvstýrisflokkinum
Fleiri blød, og serliga
>Boyggjatíðindi<, gerða nógv
burturúr, at Lasse Klein hevur
tikið seg burtur úr sjálvstýris-
flokkinum. Lasse Klein verður
siteraður í Oyggjatíðindum í
dag 3. juni, at hann hevur ikki
fingið bjóðað at verða verandi í
Veruleikin er, at Lassa Klein
stendur í boði at verða verandi
limur í flokkinum, um hann
stillar ikki upp komandi løg-
tingsval. Hetta hava bæði for-
maður Landsfelag Sjálvstýris-
floksins og formaður Eystur-
oyar Sjálvstýrisfelag váttað í
útvarpi, sjónvarpi og í blødun-
um. Undirritaði segði í sam-
Oman Pleuvarba 2, efa á ti 17200, | 3
Kvinnuhusid er. opið ren ednger frá kl.
14.30-16.30. Teletonin, 17200, svarar hvenn de
frå kl. 14. 30-7.00 & morgni. 5
bandi við spurningin til Lassa
Klein um, at hann tók seg úr
flokkinum, | at meira verður
sjálvur fær høvi at svara fyri
seg samstundis.
Hetta merkir heilt stutt, at vit
báðir verða spurdir samstundis
um hetta málið, tað veri seg í
blødum, útvarið ella í sjón-
varpi. Hesum hevur Lasse
Klein ikki tiki5 av, men velur at
koma við ósannindum um
málið kortini. Heldur ikki hev-
ur nakar av fjølmiðlunum tikið
ritaða til Lassa Klein upp, men
lat tað so verða sagt, so tað er
ikki til at misskilja: Um tú torir,
Lasse, so lat okkum fáa gjørt
hetta upp eina ferð med alla í
blødum, útvarpi ella sjónvarpi.
Gert tú tað ikki, so má tað vera
tí, at tú sigur ósatt. Í tinginum
baðst tú um separatión, so tú
kundi sleppa at fríggja burtur,
meðan alt Føroya fólk hoyrdi,
men tú fekst skilsmissu.
Og so rokni eg við, at tøgn
verður um hetta málið framyv-
ir. Sjálvstýrisflokkurin er farin
undir nógv størri og ålvarsam-
ari uppgávur eftir hesa skils-
missuna.
Virðingarmest
Hans J. Hermansen
EPSON
Tann árliga EPSON kappingin verður í skúlanum á
Kambsdali fríggjakvgldið 10. juni kl. 19.00.
Sum árini frammanundan eru spølini løgd, og uml.
90.000 bridgespælarar um allan heim spæla tey somu
kortini samstundis. Tey bestu úrslitini verða síðan
samlað saman í Paris, har ein lísti verður gjørdur,
sum vísir, hvussu tey ymsu pørini hava klárað seg
runt um í heiminum.
Tilmelding til Atla Hansen, tlf. 42144, í seinasta
lagi mikudagin 8. juni.
Nýggj nevnd i FBS
Umboðsfundurin hjá FBS var fyrst í maí mánaða.
Jón Rasmussen, sum hevur verið í neyndini í nógv ár,
Edvard Olsen og Áki Mouritsen fóru allir úr nevnd-
ini, og nýggj fólk komu inn. Nýggja nevndin hevur
skipað seg soleiðis: Per Kallsberg, formaður, Atli
Hansen, kappingarleiðari, Árni Dam, skrivari, Jó-
annes Mouritsen, tidindaskrivari, og Henrietta
Svenstrup, kassameistari.
Hetta spælið kom út nú fyri stuttum: -
S / Eingin A Sp. EKD3
sk Kl. EK652
V N E
Marjun Rúni Ambjørn
pass
S
Jóannes
2UT 1)
3 Sp. 3) pass
pass pass
1) Sperr í Kl. ella Rú. ella 5-5 í major.
2) Sterkt. Spyr um litin hjá opnaranum
3) Kleyvari!!!
3 Rú. 2)
'3UT
pass
pass
Marjun spældi rútar 4 út, og Ambjørn tók við
konginum og spældi rútara aftur. Tá Marjun hevði
tikið 3 rútarastikk, spældi hon lítlan spaðara aftur.
Fyri at klára 3 UT skal Jóannes hava restina av
stikkunum. Kleyvarin má sita 3-3 við frúnni í pláss.
Kleyvarin varð kníptur, men tá liturin ikki sat 3-3, fór
sáttmálin ein niður. Aftan á spælið varð funnið fram
til, at um Jóannes hevði tikið hjartar es og kong á
borðinum áðrenn kleyvaraknipingina, so fær Arn-
bjørn tað trupult. Hann hevur einki gott avkast, og
sáttmálin gongur heim.
Men kemur rútari ikki út frá byrjan, so fer 3 UT
altíð niður. Mótparturin má koma inn, áðrenn Suður
fær 9 stikk, og so hava tey 4 rútarastikk.
Frisør søkist
Frisør fær arbeidi å salong i Keyp-
mannahavn frå 1. juli 1994.
Arbeidid er sjålvstødugt leiguplåss,
fast stadgjald. Ongin peningalig iløga.
Fyri tann rætta eru sera góðir møgu-
leikar fyri góðari inntøku. Verilsi vid at-
gongd til kok og bað kann leigast í
somu húsum.
Meira fæst at vita við at ringja
Tlf. 031 22 71 09