týsdagur 7. juni 1994síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Um at stuðla vinnulívi
NÚ um dagarnar hevði formaðurin í
Føroya Fiskimannafelag grein í Sosi-
alinum, har hann spurdi, hvgrja stóðu
blaðið hevur til tann vinnuliva sektorin!
Greinin er lutvíst eitt svar upp á odda-
grein í Sosialinum um frágreiðingina
“Karmar um framtíðar vinnu i Før-
oyum”. Formaðurin í Fiskimannafel-
agnum var limur í arbeiðsbólkinum, ið
gjørdi hesa frågreiding. í umrøddu
in nema vit við ein part frå-
greiðingini. Vit loyva okkum at finnast
at tí partinum, sum snýr seg um al-
menna sektorin. Hetta hevur fingið
limin hjá Fiskimannafelagnum í nevnd-
ini at finnast at blaðnum. Hann skrivar
m.a., at tað er rættuliga hugstoytt, at tað
einasta, sum Sosialurin heldur vera vert |
at viðgera í hesi frágreiðing eru nakrar
fáar reglur um almenna sektorin. Víðari
skrivar rithøvundin, at tað er avdúkandi,
at Sosialurin ikki er førur fyri at gera
eina sakliga meting av frágreiðingini,
hvers høvudsendamål hóast alt var at
útvega arbeiðspláss.
Í greinini vísir fiskimannafelagsfor-
maðurin á, at tað í dag er fremsta upp-
gávan hjá øllum at royna at útvega
arbeiðspláss og sigur, at Fiskimanna-
felagið og hann sjálvur hava nýtt stóran
part av síni orku at koma við
uppskotum um, hvussu skjøtil kann
setast á at loysa henda trunulleika
HESUM kunnu vit taka fult undir við,
og vit hava stóra virðing fyri arbeið-
inum hjá øllum teimum, sum hava
henda setning, eisini formanninum í
Fiskimannafelagnum. Vit - tvs. blaðið
Sosialurin - halda eisini, at vit hava
roynt at fylgt hesum setningi við at
leggja blaðrúmd og blaðmannaorku í
júst at skriva um vinnulív og hetta at
skapa nýggj arbeiðspláss. Júst hetta
gjørdu vit eisini, tá frågreidingin um
“Karmar um vinnu í Føroyum” varð
almannakunngjørd herfyri. Vit
ómakaðu okkum alt fyri eitt at seta eitt
fólk upp á uppgåvuna gjølla og greitt at
greiða fólki frå ti arbeiði, sum m.a.
formaðurin i Føroya Fiskimannafelag
hava gjørt i sambandi vid umrøddu
frågreiding. Hetta er vorðið til fleiri
greinar umframt at blaðmaðurin alt fyri
eitt fór út í Tinganes og hevði samrødu
við landsstýrismannin, sum umsitur
fiskivinnu og fiskiídnað. Hesin hevði
bert rósandi orð um frágreiðingina og
segði, at hon var rættiliga konkret og
hevði ein heilt greiðan málsetning.
Hann segði eisini, at henda frágreiðing
varð gjørd av teimum réttu fólkunum.
Hetta vóru úttalilsi, sum Sosialurin fekk
frá landsins hægsta politiska
myndugleika á økinum.
TÅ tað ti verður tosað um okkkara
leiklut sum blað í sambandi við hesa
frágreiðing, ella tá vit tosa um at vísa
nýggjum vinnulivsmøguleikum ans sum
heild, so liggur okkara partur so sanni-
liga ikki eftir. Og hetta veit Óli Jacob-
sen eins væl og so mong onnur, sum
hava tilknýti til vinnulívið. Tí kennir
ein tað sum at verða stungin í ryggin, tá
roynt verður at fella ein dóm yvir Sosi-
alin sum eitt blað, ið er fíggingaliga
sinnað mótvegis tí vinnuliga sektor-
inum. Fyri tað um vit - í eini oddagrein
- loyvdu okkum at nema við ein eftir
okkara tykki sera óhepnan part av
umrøddu frágreiðing, nevniliga um
almenna sektorin, so er tað ósakligt, tá
formaðurin í Fiskimannafelagnum trivir
í pennin og roynir at skjóta blaðnum í
skógvarnar, at tað gongur ímóti øllum
teimum, sum royna at skaffa nýggj
arbeiðspláss.
TAÐ kunnu sjálvandi vera viðurskifti,
sum blaðið og fakfelagsleiðarar eru
ósamd um, og hesi koma so m.a. til
sjóndar í eini oddagrein, men harfyri er
ikki sagt, at arbeiðið hjá antin fak-
felagsleiðarum ella blaðnum, eigur at
kolldømast. Vit hava stóra virðing fyri
ti arbeiði, sum fakfeløgini gera, men vit
hava so sanniliga eisini loyvi til at
finnast at hesum arbeiði, tá vit meta tað
vera farið á skeivt spor - uttan at tað
harvið skal vera rætt at áleggja fígg-
indaliga sinnað motiv móti vinnulívi og
nýggjum arbeiðsplássum.
FORMAÐURIN í Fiskimannafelagnum
veit, at einki blað her á landi hevur gjørt
so nógv burtur úr vinnulívinum og
nýggjum vinnulivsmøguleikum sum
júst Sosialurin. At gerðir eru aftan fyri
hesi orð, og at tað ikki bert hevur verið
hi 0140 EM602 0140
- biliga ti sok | LFI3602 U1340 Komt — U1240
U24-60A
ASK Symfoni
U10-90K
0330308 0150 — 01-50 0160 HA
III
Hawaii
Ring á tlf. 51170 um nærri
upplýsningar.
Best eftir kl. 19:00
skrivað um slíkt hissini sæst, um farið
verður á bókasavnið at blaða í Sosial-
inum seinastu 15 árini. Øll hesi árini
hava vinnuliv og nýggir arbeidsmøgu-
leikar á sjógvi og landi fylt hundraðtals
síður fyri ikki at síga túsundtals. Vit
hava prioriterað henda táut fram um so
mangar aðrar. Aftur og aftur hava vit
sent blaðfólk á fundir, á ráðsteynur, út á
arbeiðspláss osfr. at skriva um, hvat fer
fram og hvørji sjónarmið eitt nú fólk
sum Óli Jacobsen hava havt og hava.
NEYVAN er tað nakað dulsmál heldur,
at vit eisini hava fingið atfinningar frå
lesarum fyri at hava gjørt ov nógv
burtur úr vinnulívinum og nýggjum
arbeiðsplássum. Tað kunnu tað so vera
ymsar meiningar um, men tað vikar
einki við ta sannroynd, at Sosialurin øll
hesi árini meira enn nakar hevur gingið
á odda, tá tað hevur snúð seg um at
skriva um vinnulív og nýggjar arbeiðs-
møguleikar. Ein kann so sjálvandi
síga, at vit vid at gera so nógv burtur úr
sjálvandi eisini hava gjørt okkara mis-
tøk, men harfrå og so il at leggja blaðið
undir als ongan áhuga at hava fyri
nýggjum arbeiðsplássum og vinnulívi -
fyri ikki at siga beinleiðis at nótarbeiða
hesum - nú blaðið í eini oddagrein finst
at onkrum - er fyri at síga tað bart út -
ein reingjan av veruleiknaum og ein
háðan móti ti arbeiði, sum vitturliga
hava gjørt.
NETTUP tann sannroynd, at blaðið alla
tíðina hesi seinastu 15 árini, hevur víst
umrøddum evnum ans, vísir, at her er
ikki talan um upplop ella ífyll. Hvussu
oftani hava vit ikki gingið í fótafetum
tínum Óli Jacobsen, tá tú hevur verið á
fundum um fiskivinnu og framtíðar
arbeiðspláss! Oftani sum einasti fjøl-
miðil. Tú skal so sanniliga hava loyvi
til at finnast at innihaldinum í odda-
greinum okkara, vit nýtast ikki altíð at
vera samdir, hóast vit mangan eru tað,
men tá tú dregur alt blaðið og alt tað
arbeiði, sum blaðið hevur gjørt á hesum
økjum í so mong ár niður á eitt vist
stað, tá er tú ósakligur og skeivur. Tí tú
veit betur.
NÝGGI arbeiðspláss, nýggir vinnu-
møguleikar og arbeiðið hjá fakfeløgum
Nærri min Gud
til tín...
Kristus talar aftur!
Ókeypis uppl: Universal
Life, 6/26, Haugerring 7,
97070 Wirzburg,
Brúðar- og brúðargentu-
kjólar til leigu.
Ókeypis broytingar
Brúðarlín
V/ Anniku Gaard
F ið 22
F. 14281
og fakfelagsleiðarum hava altíð átt inni-
vist í Sosialinum. At arbeiðsgevarar og
verkamannafelgg nú eru farin at arbeiða
saman um at útvega arbeiðspláss er
lutvíst nakað her her heim. Men einki
nýtt er tað fyri okkara blað at skriva um
hesi viðurskifti og út frá bæði arbeiðs-
gevans síðu og frá fakfeløgunum. Og
hetta fara vit at halda fram við. Vit
meta arbeiðið hjá virknum fakfelags-
fólki at vera av alstórum týdningi - vit
hava stóra virðing fyri hesum arbeiði -
og hesa meting skulu ósemjur millum
fakfelagsfólk og javnaðarfólk ikki taka
frá okkum. Og tað gera orðini hjá Óla
Jacobsen heldur ikki.
FYRI tað um hann ger tað mistak at
seta ein negartivan felagsnevnara
millum Sosialin og vinnulivsframtøk,
so fara vit ikki at skýra hann líkt og
„ Hann skal so sanniliga hava
loyvi til at síga sina hugsan og sleppa at
stríðast fyri sínum meiningum og sínum
felag. Og tað hevur hann altíð havt
møguleika at brúka Sosialin til, og tað
skal hann eisini í framtidini. Men Óli
skal vita, at hjá okkum býr einki fals
ella annað undir, soleiðis sum hann rør
upp undir í grein síni. Vit vilja fram-
haldandi - saman við Óla Jacobsen og
ødrum fólkum ella uttan - vera við til at
birta uppundir tjakið um, hvussu vit
menna okkara vinnulív og útvega nýggj
arbeiðspláss. Okkara partur liggur ikki
eftir - og tað skal hann heldur ikki í
framtíðini. Tvørturiméti vilja vit halda
fram við at brúka orku og tíð og pening
til at tæna júst umrædda setningi. Latið
okkum tí í felag - Óli og onnur fólk,
sum vilja vinnnulívinum væl - stríðast
fyri hesum sama. Eingin av okkum
hevur ráð til at keglast og berjast móti
hverjum ðrum. Latið okkum heldur
sameina og brúka orkuna rætt og til
felags gagn.
SOSIALURIN
T
Kunngjørt verður fyri ætt og kenningum, at góða
mamma, omma, langomma og vermamma okkara
ANNA JOHANNESEN
fødd Olsen, á Oyrabakka
andaðist á landssjúkrahúsinum hósdagin 2. juni,
77 ára gomul. Farið verður úr Landssjúkrahús-
kapellinum týsdagin kl. 18.00. Jarðarferðin verður
úr Kirkjuni við Norðskála mikudagin kl. 14.00.
Fyri tey avvarðandi
Børnini
Tey, ið vilja minnast hana við blómum og kransum,
kunnu ístaðin lata eina peningagåvu til Kirkjuna við
Norðskála. Konto í peningastovnunum.