týsdagur 7. juni 1994síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sosialurin ] Nr. 105 — 7. JUNI 1994 Sida5
Ljésafelli avmyndad beint áðrenn loyst varð 6. mars. Ætlanin er at koma heim aftur í oktober. Mynd: Kalmar
Ljósafelli landar stødugt í Skotlandi:
Munandi betri pris
enni Føroyum
— Tað er serliga stinglaksur vit fáa í løtuni og fyri hendan fáa vit
umleið 10 krónur fyri kiloið. Hendan prísin høvdu vit ikki fingið í
Føroyum, sigur Sonny Johannesen, skipari á Ljósafelli
Fríggjadagin lá Ljósafelli
aftur í Ayr í Skotlandi og
landaði. 6, mars fór Ljósa-
felli úr Føroyum á Hatton
Bank at royna, og teir hava
fiska góð 400 tons síðan teir
fóru úr Føroyum.
— Fiskurin frá hesum túr-
inum er nú á veg til auktión í
Fraklandi og vit eru sera
spentir hvat hvønn pris vit
fáa. Hendan tíðin á árinum
er vånalig til pris, men í
meðal hava vit fingið um 10
krónur fyri kiloið av sting-
laksi. Stinglaksur er hesa-
tíðina meginparturin av
lastini, sigur Sonny Johan-
nesen.
- Prisurin er uppgangandi
og eg rokni við at fáa 11
krónur fyri kiloið av sting-
laksi hendan túrin. Hendan
pris høvdu vit ikki fingið í
Føroyum, leggur Sonny
afturat.
Einsamallir á
Hatton Bank
- Eg skilji ikki føroying-
ar. Meðan vit liggja einsa-
mallir á Hatton Bank og
royna við brúkiligum fiski-
skapi leggja føroysku is-
fiskatrolararnir, tí fiskurin
teir fáa gevur so lítið í prísi,
attað loysir seg ikki at toga.
Í blálongutíðini var onkur
føroyskur bátur á Hatton
Bank, men nú er ongin. Har
er langt ímillum at síggja
nakað skip í yvirhøvur, sig-
ur Sonny Johannesen.
— Tað ber til at fáa brúki-
ligt fiskari á Hatton Bank.
eisini ber til at fáa brúki-
ligan pris fyri fiskin av
hesum banka. Túrarnir hjá
okkum eru líuð meira enn
viku gamlir og vit hava ligið
millum 60-70 tons hvønn
túrin, sigur Sonny Johan-
nesen, skipari á Ljósafelli..
Heim í oktober
Ætlanin er, at Ljósafelli
skal koma heim í oktober.
Onkur av manningini er
farin heim í summarfrí og
aðrir fara komandi túrarnar.
Men fleiri ætla sær íkki
heim og fyri teimum verður
Í døgunum 26-27 maí lut-
tók danska og føroyska
sjóverjan i eini altjóða
bjargingarroynd í ein út-
nyrðing úr Føroyum.
Sonny trýr uppá Hatton Bank. Mynd: Kalmar
hetta ein drúgvur túrur, sjey
mánaðir. Sonny ætlar sær
sjálvur ikki heim fyrr enn í
Endamálið var at venja
leiting. Eisini luttóku ís-
lendsk og norsk flogfør. Í
samband við venjingina
lendi ein íslendsk tyrla í
oktober.
jústinus
Vágum fyri at bunkra olju.
Eisini skuldi manningin
hvíla seg. Venjingin var
eitt samstarv millum
bjargingarmidstødir. je
Ikki loyvt
at tveita
fisk í havið
— Vit hava fingið bræv frá
russum, har teir siga at
sambært russiskari lóg er
ikki loyut at tveita fisk aftur
í havið, sigur Kjartan Hoy-
dal, fiskivinnustjóri
1. juni fekk fiskivinnu-
umsitingin i Tinganesi
eitt telex úr stóra Russ-
landi. Telexið varð sent
frá russiska fiskimåla-
ráðnum og teksturin
minti føroyingar á, at
sambært russiskari lóg
er ikki loyvt at tveita
småfisk útaftur. Orsøkin
til at russar hava asent
hetta skriv er ikki heilt
greið. Men seinastu tíð-
ina er russíska vaktar-
tænastan vorðin nógv
effektivari enn fyrr og
møguliga hava teir lagt
merki til fisk sum hevur
flotið kring útlendsku
skipini í Barentshavin-
um.
— Vit hava boðað før-
oysku skipunum í
Barentshavinum frá
telexinum úr Russlandi,
sigur Kjartan Hoydal,
fiskivinnustjóri.
—Russar tveita als ikki
fisk útaftur, heldur ikki
livrar, gamar, skræðu,
bein ella høvd. Vilja
russar hava føroyingar
at gera tað sama, so er
ein nýggj stóða gald-
andi. Føroyisku skipini
hava ikki útgerð um
bord til mjølframleid-
slu. Hetta mugu vit fåa
loyst, sigur Kjartan
Hoydal,
fiskivinnustjóri.
Seinastu tíðina hevur
toskurin verið smá-
fallandi í Barentshavin-
um, men nú ljóðar frá
betri slagi. Teir stóru
flakatrolararnir = kunnu
skera smáa fískin til
flak. Verri er hjá teim-
um, sum bert virka salt-
fisk. Teir eru meira
bundnir av at slagið er
gott. Barentshavið er
býtt sundur í kassar og
teir lata upp og steingja í
tíð og óúð. Ofta eru
kassar við smáum fiski
opnir, meðan leiðir har
stórur fískur gongur eru
stongdar, og ú kann
verða torført at sleppa
undan undirmálsfiski,
siga keldur við Sosialin.
jústinus
Nógv útlendsk
skip undir Før-
oyum í løtuni
Seinasta mánaðin
hava nógv útlendsk
skip roynt í føroyskum
sjógvi. Svartkjafturin
hevur gingið innan
fiskimarkid og russar
hava fiskað við fullari
megi. 30. mai vóru
ikki færri enn 15 rus-
siskir svartkjaftatrol-
arar undir Føroyum
og ein var úr Litavia.
Hendan dagin royndu
eisini trý norsk línu-
skip í foroyskum sjógvi
og tvey bretsk. Flog-
farið hjá donsku sjó-
verjuni hevur verið
yvir foroysku havleið-
unum og er ikki komið
fram á ólógliga fiski-
veiðu. Heldur íkki
vaktarskipið Hvid-
bjørnen.
jústinus