týsdagur 7. juni 1994síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið (570), Nr. 105 — 7. JUNI 1994 Síða 13
|
HB skavadi stigini
saman í Gundadali
Fuglfirðingar kendu ikki sína vitjunartíð í fyrra hálvleiki, tá einir tríggir
góðir kjansir vórðu tveittir burtur, og so fekk HB bæði stigini, tá heimaliðið
gjørdi sær dælt, tá 40 minuttir vóru spældir. Seinna hålvleik hendi lítið
1. deild, menn:
HB-IF 1-0 (1-0)
Teir 600 áskoðararnir, sum
vóru farnir í Gundadal at
síggja HB og íF, vórðu ikki
vælsignaðir við serliga góð-
um fótbóltsspæli sunnu-
dagin, har HB styrku um
støduna í oddinum við teim-
um báðum stigunum, tepri
sigurin gav.
Heimaliðið legði hart út
frá byrjan, og fyrstu fimm
til tiggju minuttirnar lá alt
trýstið mót IF-málinum.
Hesa løtuna striddi HB seg
til eini trý homaspørk, men
mál kom tó einki burturúr.
So spakuliga kom ÍF við í
dystinum, og við eitt sindur
meira hepni kundu fuglfirð-
ingar havt lagt seg á odda,
áðrenn HB nakrantíð fekk
málið.
Bæði Rógvi Larsen og
Roy Róin høvdu kjansir,
men teir vóru ikki so stórir
sum tann, ið ungi Høgni á
Lakjuni fekk, tá hann gjørd-
ist einsamallur við Kaj Leo
Johannesen. Høgni fekk
bóltin midskeidis á HB-
hálvuni og setti kós móti
málinum. Honum eydnað-
ist eisini at runda komandi
landsliðsmálverjan, ið hann
fekk at fara til vinstru, með-
an hann skjeyt til høgru.
Bólturin streyk beint fram
við stongini — men uttan-
fyri.
Andreas sløkti
vónina hjá IF
Júst orsakað av hesum
tnimum »brennarunum« var
tað sum kaldur vøttur hjá
fuglfirðingum, at Andreas
F. Hansen eftir gott horna-
spark, ið Hans Thomassen
smekkaði hart inn fyri mál-
ið, fekk fatur á bólunum, ið
fyrst endaði á lærinum hjá
André Magnussen. Andre-
as smekkaði til, so bólturin
fór gjøgnum alla rúgvuna
av fólki fyri málinum og
endaði í ÍF-meskunum.
Andreas hevði annars eis
ini eina aðra góða roynd, tá
hann stútaði á yvirliggjaran
hjá fuglfirðingum.
Í seinna hálvleiki høvdu
HB-ararnir = bólun
men tær triggjar ferðirnar,
teir komu til góð skot upp á
mál, stóð Erling Joensen
sum ein brandur í málinum
mest,
og bjargadi. Gunnar Mohr
hevði ein »direktør« frå 5-
metrinum, ið Erling fekk
fatur á, og somuleiðis tók
hann tvinni skot frá Jan All-
ani Miller — annað teirra
við klassabjarging í fullari
longd heilt uppi í trikant-
inum!
Fuglfirðingar høvdu ong-
an upplagdan málkjans í
seinna hálvleiki. Yvirhøvur
Símun Eliasen, ÍF, og
Julian Johnsson, HB, í
dysti um bóltin. Fugl-
firðingar kendu ikki
sína vitjunartíð, og ti
vann HB við sínum ein-
samalla máli
Mynd: Janus Joensen
Petersen >sera leysur<.
Hann tóktist næstan hvøkka
við av kjansinum, men
kølnadi so aftur og rundaði
Wizcek, áðrenn hann sendi
í B36-meskarnar til 2-0, ið
var fult og heilt uppiborid
fyri avrikid í fyrra hálvleiki
— rangstøda ella ikki...
Eisini, tá hetta málið
kom, lá ein spælari hjá B36
uttanfyri og fekk viðgerð
fyri skaða. Hesaferð var tað
Tummas Eli Hansen, ið eis-
ini noyddist at lata seg
skifta út, tá góðir tíggju
minuttir vóru farnir av
seinna hálvleiki, tá Rúni
Lómstein varð settur inn.
B36 hevði ein hálvan
málkjans í fyrra hálvleiki, tá
Allan Mørkøre lyfti innfyri,
har Dánjal Petur Johansen
gjørdist so tepur, at hann
ikki fekk frægari skot móti
málinum, enn at bólturin fór
við síðuna av.
Í seinna hálvleiki mentust
gestirnir nakað, men tó ikki
so mikið, at teir gjørdust
vandamiklir. Tvær skot-
royndir høvdu teir, men
hvørgin var innan fyri mál-
rammunaå.
Vassaðu i kjansum
Hinvegin vassaði GÍ í
stórri og smærri málkjans-
um, ið saktans kundu havt
ført við sær, at gótumenn
betradu sær um måliårtøk-
una vid einum trimum ella
fyra målum.
Fyrst var tað John Peter-
sen, sum eftir innlegg úr
høgru spældi útfrá til Sámal
Joensen, ið skjeyt beint á
Wiezcek. Síðani hevði Sim-
un Petur risamgguleika eftir
dupulta skotroynd, men enn
einaferð varð skotið beint á
Wiezcek. John varð síðani
enn einaferð fríspældur í
høgru, men skjeyt beint á
Wiezcek, og at enda var tað
eftir John, ið varð fríspæld-
ur av Magna Jacobsen, men
aftur skjeyt beint á... ja, ikki
kann sigast annað, enn at
Wiezcek stóð sera væl!
Gøtumenninir vóru snøgt
sagt ikki nóg nærlagdir í
seinna hálvleiki, hóast fleiri
góð uppspøl løgdu upp til, at
fleiri mál skuldu komið enn
tey tvey, ið skotin vóru í
fyrra hálvleiki.
Og tå »beseksogtredivi,
hey, hey!<rópini spakuliga
vóru fånadi burtur í einki, so
hvort sum regnið noyddi tey
allartrúgvastu viðhaldsfólk-
ini at leita sær skjól í regn-
inum í Sarpigerði, floytaði
dómarin av.
Og GÍ var framvegis á
odda í 1. deild — uttan at B36
hevði lagt nøkur prógv á
borðið fyri, hví liðið øll tey
fyrstu umførini hevur verið
heilt har uppi...
hj.
tóktist tað, sum um teir bert
dugdu at spælar seg fram til
16-meturin fyri síðani at
steðga upp og ongantíð
koma til rættiligar royndir
upp á málið.
Allur seinni hálvleikur
var ein dystur um at vinna
miðjuna, men hvørki liðið
fekk har ta neyðugu yvir-
vágina, hóast HB vidhvørt
var vandamikið í sínum at-
sóknum.
2. deild, menn:
LIF-VB 0-1 (0-0)
Fyritreytirnar at síggja
góðan fótbólt vóru ul
staðar, og talan varð um
rættuliga góðan dyst.
Bæði leirvíkingar og
vágbingar hava altíð
staðið fyri fótbólti, har
stórri dentur verður
lagdur á at spæla heldur
enn at sparka, og soleiðis
var tað eisini, tá tey bæði
liðini dystaðust um, hvat
teirra skuldi liggja om-
anfyri uppflytingarstrik-
una saman við FS Vágar.
Talan var um javnan
og tættan leik. Heimalið-
ið hevði ta leikligu yvir-
vágina, sum var. Teir
høvdu bóltin meiri, men
teir fingu einki mál. Part-
vís tí teir ikki megnaðu at
geranýtslu av møguleik-
unum, Ld. tå John Olsen
tvær ferdir var einsam-
allur við målverjanum,
og partvís tí Bjarni Jo-
hansen í VB málinum
var tryggleikin sjálvur.
Mann móti manni fylti
hann nógv, og tå høg
innlegg komu úr síðun-
um valdaði hann í luft-
rúminum í gllum brots-
teiginum.
Einasta málið kom, tá
sjey mínuttir vóru leikt-
ir. Aftasti leirvíkingurin,
Hans Fróði Hansen, sum
"Tit ringja
Vagbingar
tepran sigur
Talan var samanumtikið
um ein rættiliga javna og
ikki serliga vælspældan
dyst, har fuglfirðingar fyrst
kundu takka sær sjálvum
fyri, at teir ikki løgdu seg á
odda, tá teir høvdu yvirvå-
gina í fyrra hálvleiki, meðan
teir í seinna kundu takka
Erlingi í málinum fyri, at
HB ikki vann dystin við
fleiri málum.
(hj.)
mundi vera ein hin stinn- |
asti å vøllinum, hevur
ongan aftan fyri seg, tå
hann eitt sindur aftanfyri
midstrikuna skal lyfta
upp um Pål Thorsteins-
son. Men Pål fær båltin
av honum (leirvikingar
tvihalda um, at hann
nýtti hondina), setur ferð
á móti málinum og skor-
ar hjá Torfinni Hansen,
áðrenn verjuleikari fær
So øktist trýsuð móti
VB málinum, og best
hugsandi møguleikan
fekk LÍF, tá tað restaðu
10 minutur. Jógvan
Martín Olsen tekur sær
av brotssparki, sendir
Bjarna í annað borðið og
skal seta bóltin í tóma
málið, men ólukkutíð
fyri hann og leirvíkingar
rakar bólturin stólpan og
kemur aftur ul Jógvan
Martin, ið einki kann
gera, áðrenn vágbingur
fær sparka burtur.
Og so komu ikki fleiri
mál. Ur Leirvík frætta
vit, at VB er saman við
FS Vágar besta liðið, teir
hava leikt í móti, og tað
skal vilja illa til, um ikki
hesi bæði liðini vera om-
anfyri stríkuna, tá árið
verður gjørt upp síðst í
september.
(-nn-)
— vit skriva
(2)
Ringið telefon
118 20
Amnesty International
Skrivstovan í Vágsbotni er opin týsdag og friggja-
dag kl. 10-16. Tlf. 15816.