Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-07, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. juni 1994síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 16 Nr. 105—7. JUNI 1994 Tiðindiablfui Dreingirnir hjá Allan Simonsen Tað vóru sjey landsliðsevni á Svangaskarði, tá B68 og KÍ dystaðust — tveir tofta- menn og fimm klaksvíking- ar. Tá vit hyggja at stødu- talvuni, er tað kanska merk- isvert, at KÍ, sum ikki liggur serliga væl fyri, eigur ein fimting av leikarunum, sum í kveld hittast á Svanga- skarði. Besti leikarin í tí dystin- um var B68 málverjin, Egin Høgnesen, men hann eigur ikki sess millum teir út- valdu. KÍ málverjin, Jákup Mikkelsen, kann ikki dadl- ast fyri nakað av teimum trimum málunum. Hann bjargaði fleir vandamikl- um royndum, og hann vísti stóran myndugleika, bæði í luftrúminum, og tá tað snúði seg um at stýra verju- spælinum. Uti á vellinum knípu tað meiri hjáklaksvíkingunum, 2. deild, menn: B68-Royn 1-1 (1-0) Fyri fyrstu ferð í ár er næstbesta liðið hjá Tofta Ítróttarfelag klatrað upp um niðurflytingarstrik- una. Tað gjørdu teir við javnleikinum á Svanga- skarði í fagrastu summ- arlíkindum. Tað var nógv ferð á av 2. deildardysti at vera, nógvir nærdystir, við- hvert langir bóltar, onk- untíð samanspæl á minni økjum, innlegg úr síðun- um og royndir móti mál- haldandi og væl stýrt av Andreasi Poulsen. Heimaliðið kom á odda miðskeiðis í 1. hálvleiki. Aksel Høj- gaard (góður framrætt- aður miðvallari) strýkur fgjøgnum í vinstru, legg- ur inn fyri, har Dávur Hansen skorar. Fram Royn. Tað spurdust eini fýra hornaspørk burtur- år, men mål fingu teir einki. Seinna umfarið leik- aði hart á framman fyri bæði málini. Royn var nær við, tá Eyðun Peter- B68 fór upp um strikuna sum eru í landsliðshóp- inum. Sterkast í myndini stóð aftasti verjuleikarin Jan Andreassen, sum er stúttur avloysari eftir Kurt Mørkøre. Bæði Súni Fridi Johanne- sen og Øssur Hansen vóru við í tí mesta hjá B68. Súni Fríði var í álopinum, og gjørdi sína skyldu við at skora eitt mál, og hann átti eitt mál afturat, men var feldur eftir at vera komin inn um málverjan. Í Gundadali hevdi Julian Johnsson ikki so stóran leiklut, sum hann hevur havt í undanfarnu dystun- um. Jan Dam — eitt sindur av venjing væntar tó enn — og Jan Allan Miiller og serliga Kaj Leo Johannesen stóðu seg væl. Hjá ÍF ansaði ann- að landsliðsevnið, Torstein Joensen, Gunnari Mohr. Tað gjørdi hann fyrimynd- sen í B68 málinum fekk sligið frísparksroynd frá Kars Ama Egholm til horna. Og hornasparks- innleggið stútaði Róin Schrøder á tvørtræid og niður á stríkuna, áðrenn verjan í stórum ruðu- leika í málteiginum fekk beint av vegnum. Í hinum endanum hevði veteranurin Jógv- an Petersen tveir góðar møguleikar. Fyrst tá lagt varð inn um verjuna og hann var fyrri enn mál- verjin Lars Miiller. Jógvan lyfti upp um mál- verjan, men við síðuna av málinum. Løtu seinni tamdi Jógvan — staddur eitt sindur til vinstru í brotsteiginum — innlegg úr høgru, sneiddi mál- verjan av og sendi móti tóma málinum, har Róin Schrøder náddi at sparka burtur á strikuni. Og so javnaði Royn, tå tad restadi gott korter: spælt verður fram í høgru, og eftir eitt tvey samanspæl gerst Janus Ellendersen leysur í brotsteiginum og potar fram vid B68-målverj- anum. -hn- arliga. Rógvi Larsen var meiri sjónskur á ÍF miOvøll- inum, enn hann hevur verið undanfarnu dystirnar. Skal leikari takast fram, sum ikki er í hópinum, so var tað ÍF málverjin, Erling Joensen, ið hevði fleiri meistarligar bjargingar. A Sevmyri var Djóni N. Joensen — einasta landsliðs- evnið hjá NSI — besti maður á velli. Hann var væl betri upplagdur enn undanfarnu dystirnar, og so staðfesti hann enn eina ferð, at hann er målsøkin, bæði við høvd- inum og tá tað ræður um + skot úti frá. Óli Johannesen — einasti TB leikarin, Allan Simonsen hevur hug á - stóð sterkast í myndini hjá TB. Á Sandi kom einasta landsliðsevnið í dystinum, álopsleikarin Torbjørn Jen- sen, ikki á málskjúttaralist- an, hóast hansara lið skor- aði fimm ferðir. Hann var tó við í tveimum av málunum. Páll á Reynatúgvu var fast- ur maður á landsliðnum í fjór, men Allan Simonsen hevur ikki hildið hann verið nóg góðan. Tað eru tekin um, at Reynatúgvumaðurin er um at koma í ta venjing- arstøduna, sum ber í sær, at hann er vandamikil og tískil kanska evni hjá Allan Si- monsen. Ib Mohr Olsen, ið vegna arbeiði hevur givið avboð til landsliðið, hevdi ein góðan dyst í Dalinum sunnudagin. At ein fyrrverandi lands- liðsvenjari kemur í lands- liðshópin sum leikari, hava vit ongantíð hoyrt um. Tað kemur Páll Guðlaugsson neyvan heldur, men heim- ildarfólk siga, at hann var besti maður hjá EB/- Sweymi, hóast fimm bóltar fóru igjøgnum. Serliga í fyrra hálvleiki kom hann væl frá málverjuni. Í Gøtu noyddist Tummas Eli Hansen skaddur av velli. B36 eigur triggjar leikarar í landsliðshópin- um, men annar av hinum báðum, Heri Olsen, var ikki við móti Gl, tí hann er skaddur. Triðji maðurin er Allan Mørkøre, men hann var ikki ein av teimum, tú legði merki ul í Sarpigerði. Hjá GÍ stóðu allir triggir Jarnskor-beiggjarnir = seg væl — kanska serliga Henn- ing, ið eisini skoraði málið. Somuleiðis hevdi Jóan Pet- ur ein góðan dyst í miðverj- uni, meðan Jens Martin Knudsen í málinum hevði sera lítið at gera. Burtursæð frá lítlum ótryggleika í fyrra hálvleiki, røkti hann sínar skyldur. Gøtumenn hava styrkir, ið fleiri av honum liðunum ikki kunnu borðreiða við, og skuldi landsliðsvenjarin fingið brúk fyri øðrum fólki til landsliðshópin, er ikki óhugsandi, at hann fer ul Gøtu eftir manning. -nn-/hj. 2. deild, menn: SI-KI 1-1 (1-1) Tá teir fóru frå húsum leygarmorgunin mundu klaksvíkingar vera nøgdir, um teir høvdu annað stigid í posanum, tá teir út á kveldið stevndu inn um Klakkin aftur. Longu í 2. minutti styrknadu fyritreytirnar at fáa stig í Sørvågi heilt nógv. KÍ gav bóltin upp, og í fyrsta álopinum gjørdu sørvingar frí- spark dygst uttanfyri brotsteigin. Pætur vid Keldu sendi framvid mårinum, bólturin tók stólparótina, og ung- lingaleikarin Símun Waag Høgnesen var fyrstur á returinum. Hóast skelkin, so fót- aði heimaliðið sær, og longu í sjeynda minutti javnaðu teir. Uppspæl í vinstru endar við, at Hilmar Hansen leggur innfyri, og Birgir Joen- sen tveitir seg fram um verjuleikararnar og stút- ar í málið — sera vakurt. SI hevði yvirvágina Tvey mál fyrstu sjey minuttirnar restina av dystinum, og sum tíðin leið trýstu teir alt stórri part av spæl- inum inn á KÍ helvtina. Men teir komu ikki nærri enn tveimum skotum á stólparnar. Annars tók ein væl spælandi John William Joensen í KÍ málinum sær av restini. At heimalidid tysti, gjørdi fólkið fór fram á vøllin, og í løtum vóru eftiransingarnar sleptar upp á fjall, og tað var um reppið, at KI í tveimum snarálopum í 2. hálvleiki fekk mál. Men einki at ivast Í, at klaksvíkingar, sum framvegis eiga fyrsta sigurin á, fóru væl nøgd- ir til hús aftur. Komandi leygardag bíðar teimum ein upp aftur torførari uppgáva, tí tá skulu teir til Vágs. Servingar liggja mitt í rúgvuni, og teir hava eisini torføra uppgávu. Teir fara í ferðalag við klaksvík- ingum um Suðuroyar- fjørð og skulu á grasvøll- in í Hvalba. (-nn-) ALLAN OG HINIR Á SVANGASKARÐI Stór avbjéding bidar leikarunum, sum noyðast at nýta alla sína fritid og meira afturat til landsliðið Við fyrsta flogfarinum úr Keypmannahavn í dag er landsliðsvenjarin Allan Si- monsen. Ørindini hjá honum eru at vera við til venjingarlegu á Svanga- skarði. Hann hevur sett 26 leikarum stevnu í kveld klokkan 19, og teir hava allir givið til kennar, at teir meta upp, uttan Ib Mohr Olsen úr B71, sum ikki heldur seg hava úð til landsliðsfótbólt. Eitt sindur ivasamt er, um teir báðir B36 leikararnir Tummas Eli Hansen og Heri Olsen fara at taka lut í venjingini hesa ferð. Heri var ikki við í Getu, tí hann er skaddur, og Tummas Eli fór út við skaða. Nógv tíð At tað fer við nógvari tíð at vera við í landsliðshóp- inum ber skráin boð um, sum venjarin og FSF hava lagt til rættis. Leikararnir skulu rokna við, at teir sýta onkra staðni millum 20 og 30 gerandisdagar ul venjing og dystir frá ú at venjingarlegan byrjar í kveld og úl teir koma aftur frá dystinum móti Finlandi á útivelli, sum verður leiktur 17. november. Allan Simonsen hevur á venjingarleguni hesa ferð fyrsta møguleikan at koma tætt upp at leikarunum, sum hann ætlar sær at gera nýtslu av. Teir fara allir at gista á Svangaskarði, bæði venjarin og leikararnir, og tí verður gylt høvi at tosa við hvønn einstakan. Tá uppgávan er krevjandi og fer við nógvari tíð er einki at í vast í, at venjarin er meiri enn áhugaður í at fáa greiða ábending um teir eru sinnaðir at ganga inn fyri søkini. Tað ber ikki til at hava leikarar við td. á venjingarleguni í Eysturríki, og so geva teir avboð, tá tað líður eitt sind- ur út á árið. Vit frætta, at talan verður ikki um harða kropsliga venjing. Allan Simonsen hevur fyrr sagt fyri Ítróttar- sosialinum, at ta uppgávuna lítur hann á, at venjararnir í feløgunum taka sær av. Í staðin verður tidin nýtt til taktiska og kanska tekniska venjing. Venjingarlegan endar í annadkvøld klokkan 19.30 við dysti millum tvey lið úr hópinum, og stutt eftir fæst at vita, hverjir skulu við til Eysturríki. -nn-