fríggjadagur 10. juni 1994síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Danir vilja ikki
skilja okkum
TAÐ er framvegis langt ímillum sjónar-
miðini hjá føroyingum og dønum um
gagnnýtslu av tilfeingi í havinum. Hetta
kundi løgmaður ásanna, tå hon fór av
fundi við danska uttanríkisráðharran í
vikuni sum av torvheiðum. Ikki tí at
hon dugdi ov illa at greiða frá sínum
sjónarmiðjum um grind og heldur ikki
ti, at føroyingar sum heild og bæði
løgting, landsstyri og fólkatingsmenn
hava gjørt nóg nógv vart við henda
spurning mótvegis dønum, men tí at
nógvir danskir politikarar venda deyva
oyrað til, tá ein føroyingur kemur til
teirra at tosa um grinddráp.
LØGMAÐUR bad um fund við danska
uttanríkisráðharran í sambandi vid, at
danir í síðstu løtu kúvendu í stødutak-
anini til eitt uppskot um at friða hval í
suðuratlantshavi og atkvøddu fyri at
friða allan hval á einum gki á sunnaru
hálvu, uttan at hvalurin har er hóttur.
Danir taka sær av føroyskum"'
áhugamálum í hesum spurning!, og tí
høvdu føroyingar gjørt teir varugar við,
at Danmark átti ikki at góðtaka eina
friðing, har einki er, sum bendir á, at
stovnurin er hóttur. Føroyingar hava
víst á, at danir við slíkari avgerð eru við
til at skapa presens her norðuri. Tvs. tá
tað ber til at friða hval, sum ikki er
hóttur har suduri, so ber tað eisini til at
friða t.d. grindahval her um okkara
leiðir. Hetta vilja danir ikki skilja.
TAÐ er at harmast um, at danska stjórn-
in vendir føroyingum bakið í hesum
máli. Tað er ikki ov nógv sagt, at hon
við als ikki at lurta eftir føroyskum
sjónarmiðum í veruleikanum er við til
at taka grundarlagið undan okkum, tí vit
liva burturav av tilfeingini í havinum,
eisini grindahvali. So vil onkur siga, at
vit kunnu gott vera grindina fyriuttan.
Men tað er ikki tað, sum spurningurin
snýr seg um. Tað er ikki ein spurningur
um her og nú. Tað snýr seg um
princippið, at vit sum fólk, ið livir av
havsins rikidømi sleppa at gagnnýta
hetta.
TAÐ snýr seg ikki hjá føroyingum, tá
vit vilja verja grindadrápið, um ein
døgurda í dag ella í morgin, men um
rættin til í framtíðini at lívbjarga okkum
við tí, sum vit hava. Og har er sjálvsagt,
at tað er neyðugt at viðlíkahalda
grindadráp. Vit vita ikki, um tað ikki
koma tíðir aftur her á landi, har grindin
kann gerast okkara mest týðandi fødi-
kelda. Vit síggja longu í dag, hvussu
stóran týdning grind hevur fyri húsar-
haldið, nú kreppan rakar so hart.
LØGMAÐUR og eisini Atli Dam,
fólkatingsmaður, sum leingi hevur havt
júst spurningin um grindina sum eitt av
sínum hjartamálum, at ikki at gevast við
at gera dønum greitt, at teir mugu til at
skilja føroysku sjónarmiðini. Onkur vil
siga, at tað nú er ov seint, men tað er
ongantíð ov seint. Ein gjørd skeiv gerð
má ikki automatiskt lata dyrnar upp fyri
eini aðrari. Tað má vera fremsta
uppgáva okkara nú at tvinga danir til at
skilja, at tað kann ongantíð koma upp á
tal at friða grindahval, soleingi stovnur-
in ikki er hóttur. Hesa søk standa allir
føroyingar saman um og tí seta vit
okkara álit á tey, sum í løtuni ráða fyri
borgum og tey, sum koma at stýra
komandi árini, at tey ikki gevast við at
berjast fyri hesum sjálvsagda rætti
okkara.
TÁ tað er so torført at fáa danir at skilja
okkara stóðu og teir hava so ilt við at
lurta eftir okkum, so hevur tað ikki
minst við manglandi kunnleika teirra til
Føroyar at gera. Tað hevði ti kanska
verið gott um hægsti umboðsmaður
dana í Føroyum, ríkisumboðsmaðurin,
ið kennir føroyingar og føroysk vidur-
skifti, og er sera væl lýddur og dámdur
her á landi, at hann tók á seg uppgávuna
at greiða sínum arbeiðsgevarum á
Christiansborg frá støduni, soleiðis sum
hann sær og følir hana.
VIT ivast onga løtu í, at Rikisumbods-
maðurin hevði megnað hesa uppgávu
og nettup tann sannroynd, at føroyingar
í stóran mun hava álit á hesum manni,
ger eisini, at hann hevdi verið ein góður
ambassadørur til tess at greiða sínum
arbeiðsgevarum frá okkara støðu. Væl
vita vit, at hansara uppgávu er at stuðla
sínum arbeiðsgevara í Danmark, men
kanska besti stuðulin til júst arbeiðs-
gevaran hjá Klinte var, at hann royndi
at greiða honum frá veruligu støduni
her á landi, hví vit leggja so stóran dent
á grindina sum part av okkara nátúliga
tilfeingi. Kanska júst rikisumbods-
madurin kundi verid vid til at bygt bryr
millum føroyingar og danir í hesi tid,
har eisini nógvar misskiljingar grava
kluftina millum londini djúpri enn gott
er.
SOSIALURIN
fk
KEYPSAMTØKAN í
STEVNUTILBOD — GALDANDI TIL 11. JUNI
KARAT KAFFI
FERSKNIR
5 x 500 gram
2 x 850 gram
Seydarhøvd
pr. stk
26”