fríggjadagur 10. juni 1994síða 14
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nógv ymisk tiltøk eru sett á
skránna á Eystanstevnuni
hesaferð, og itréttarhøllin
verður kanska meira brúkt í
tí sambandi, enn vanligt.
Í kveld kl. 21 verður kon-
sert við Rúnu av Heygum
og Sudurstreymoyar Swing-
kvartet, og aftaná fer bólk-
urin Twilight úr Havn at
spæla til dans frá kl. 23.
Aftur ein konsert verður á
skránni í morgin, og verður
honkl. 17. Taðeru tey bæði,
Margretha og Karl Martin,
ið fara at syngja vælumtókt-
ar barnasangir og annað.
Eisini í annadkvøld eru
Twilight á skránni, og teir
byrja at spæla til dans kl. 23.
Sunnukvøldid kl. 21 fer
Eystanstevan at enda vid
einari hugnaløtu í ítróttar-
høllini, har mangt og hvat er
á skránni, so sum sangur,
tónleikur, skemt, kappingar
og annað.
hj.
Rina av Heygum og
Sudurstreymoyr Swing-
kvartett verda at hoyra i
ítróttarhøllini í Runavík
í kveld kl. 21
Mynd: Gissur Patursson
Tíðindablaðið CH
Brennivínið verður
keypt í síðstu lotu
1-4:
— Her hava verið færri fólk enn vanligt í hesi vikuni, men tað kanska hongur
saman við útgjaldingini frá Arbeiðsloysistryggingini, heldur leiðari á Rús-
uni í Saltangará, Peddy Højgaard. — Men fólk keypa oftast í síðstu lotu
Um gongdin í vikuni higar-
til fer at halda sær resuna av
vikuni, so verður Eystan-
stevnan hesaferð tann turr-
asta í mong harrans ár —
kanska nakrantíð. Í hvussu
er, um tey vitjandi í Rúsuni
verða brúkt at máta eftir.
Seinnapartin í gjár segði
leiðarin fyri Rúsuni í Salt-
angará, at har høvdu verið
munandi færri kundar, enn
vanligar vikur.
— Men tað hongur kanska
saman við útgjaldingini frá
Arbeidsloysistryggingini, ti
nå er nakad langt sidani, at
fólk fingu pening hadani,
sigur Peddy Højgaard.
— Hinvegin hava vit sæd
so ofta, at fólk koma higar í
allarsíðstu løtu at keypa sær
tað, tey skulu hava — eitt nú
undan stevnunum, og tá ið
okkurt serligt er.
Hon væntadi við ødrum
orðum, at vanligu bíðirgð-
irnar í Rúsuni fór at standa
har seinnapartin í dag, so
fólk kortini kundu fáa fatur
á brennivíninum, tey ætla
sær at gera enda á hetta
vikuskiftid.
- Eg vænti ikki, at tað
verður tað nógva fólkið fyrr
enn aftan á døgurda, men
tey, ið áður hava brent seg
av at hava staðið leingi í
bidirødum, fara kanska at
koma eitt sindur áðrenn, so
tey kunnu verða skjótari av-
greidd, sigur Peddy Høj-
Eystanstevnan er hesaferð karmur um nógu ítróttartiltók — fótbólt, hondbólt, kappróður, súkkling og renning
Tað er serliga NSÍ — Nes
Sóknar Ítróttarfelag — ið er
fyriskipari av tí, ið hendir á
Eystanstevnuni.
Ti er tad eisini rættiliga
náttúrligt, at ein stórur part-
ur av tí, ið fer fram, hevur
nakað við ítrótt at gera.
Fyrst og fremst verður
nógvur fótbóltur hesar dag-
arnar, stevnan er. Byrjað
verður longu í kveld við
trimum dystum:
NSÍ c- -Skála c (smápilt-
ar), NSÍ- B68 (2. deild
menn) og NSÍ-LÍF (dreing-
ir). Hesir dystir eru allir
landskappingardystir, men
av tí at teir eisini eru steypa-
dystir, skulu teir avgerast.
Leygardagin er aftur fót-
bóltur á skránni, og byrjað
verður longu kl. 9.30. Dyst-
imir leygardagin eru hesir:
NSÍ b-Skála b (gentur),
NSÍ a- -Skála a (smådreing-
ir), NSÍ a-KÍ a (piltar), NSÍ
b-KÍ b (smádreingir), NSÍ-
KÍ (5. deild, menn) og so
tann stóri stevnudysturin, ið
er aftan á kappróðurin, NSÍ-
EB/Streymur (1. deild,
menn). Allir hesir eru bædi
landskappingar- og steypa-
dystir.
Sunnudagin eru eingir
landskappingardystir, men
kortini verður fótbóltur at
síggja. Fyrst spæla U16-
landsliðið og ein samanset-
ing av dreingjum og ung-
lingum úr NSI, og sunnu-
kveldið verður farið aftur í
70'ini eftir einari góðari,
gamlari — grannauppgerð
millum NSÍ og B68. Hetta
verður ein old-boys dystur,
har liðini er mannað við
teimum spælarum, ið vóru
við á hesum báðum lið-
unum, tá tey plagdu at hitt-
ast í dysti í 1976 og 1977.
Hondbóltur
Av tí at itréttarhøllin er
upptikin til ymisk onnur til-
tók, verður ikki tað stóra av
hondbólti hesaferð, men tó
verður onkur dystur.
Sunnudagin spæla bestu
kvinnuliðini hjá NSÍ og GÍ
á vøllinum við Glyvra
Skúla, og har fara eisini old-
boys hjá NSÍ og EB at møt-
ast í dysti sunnudagin. Teir
skulu vera fæddir áðrenn
1955, so her verða helst
fleiri av teimum >góðu og
gomlu« at síggja.
Kappróður
Seinnapartin leygardagin
er kappróðurin á skránni, og
hesaferð er Eystanstevnu-
róðurin ein av FM-róðr-
unum. Vanliga skiftast
Eystanstevna og Varma-
keldustevna um at hava
FM-róður annadhvørt ár.
Ikki færri enn 66 báts-
manningar hava teknað seg
til róður hesaferð, so her
verður nógv at hyggja at hjá
teimum, ið hava áhuga fyri
kappróðri — og tey eru ikki
so fá á Skålafjørdinum.
Beint aftan á róðurin
verða steyp og heiðurs-
merki handað.
Kappróðurin byrjar sum
vanligt kl. 15.
Súkkling
Leygardagin kl. 13.30 er
næsta umfarið av kapping-
ini Grand Prix Føroyar '94,
id byrjadi å Nordoyastevnu.
Har fara okkara frægastu
súkklarar at royna seg, fyri
at fáa tryggja sær so mong
stig sum møguligt í kapp-
ingini, ið gongur yvir allar
FM-kappróðrarstevnurnar í
ár.
Koyrt verður á ídnaðar-
gkinum, og málið verður
við Runavíkar Timbur-
handil.
Renning
Eisini eigur renningin sítt
pláss á Eystanstevnuni, og
verður her kappast í atrenna
eina míl.
Hendan kapping verður
sunnudagin kl. 13.30, og er
startmálið við Runavíkar
Sjómansheim.
hj.