leygardagur 11. juni 1994síða 12
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12 Nr. 109 — 11. JUNI 1994
sN
ø…
Tidindabladid (SK
Lækkið skattaprosentið
Væl vitandi at nógvur pen-
ingur skal til eisini hjá tí al-
menna, so má staðfestast, at
skattatrýstið í hesum landi
er alt ov høgt.
Seinasta valskeið hevur
javnaðarflokkurin havt
landsstýrisleiðsluna, men
fólkaflokkurin og tjóðveld-
isflokkurin hava havt fíggj-
ar- og skattamál.
Tað er sera trupult hjá
teim mongu, sum skulu liva
av arbeiðsloysisstuðli, og
vit eiga øll at hava samhuga
við teimum. Loysnin hjá
hesum tíverri alt ov mongu
arbeiðsleysu er, at tey aftur
skulu fáa varandi arbeiði.
Men tað eigur og skal
kunna loysa seg at arbeiða,
soleiðis at skilja, at vanlig
fólk við midalinntøkum
skulu kunna svara hvørjum
sítt av tí, sum eftir er, tá
skatturin er goldin. Tað
kunnu vit flestu ikki í dag.
Landsstýrisflokkamir -—
javnaðarflokkurin, tjóð-
veldisflokkurin, fólka-
flokkurin, sjálvstýrisflokk-
urin — hava ikki alla skyld-
ina — sambandsflokkurin
hevur als onga skyld av
nøkrum í hesum samfelag-
num. Nei, kommunumar
hava ein part av skyldini, tí
kommunuskuldin og har-
við kommunuskattapro-
sentini eru blivin ov høg.
Ein karmur er nú lagdur
fyri at koma kommununum
burtur úr skuldini, og so
hvørt hetta hendir, fara
kommunuskattaprosentini
at lækka.
Men tað er ikki nóg mik-
ið. Landsskattatrýstið eigur
eisini at verða lækkað um
enn í smáum, soleiðis at
vanlig fólk við arbeiði og
vanligari løn eiga at kunna
liva av lønini og fáa endar-
nar at røkka saman. Og
pensionistarnir eiga als ikki
at verða plágaðir av skatti
og skattatrysti.
Birgir Mohr
Friðingarn
Seinastu árni hava nógvar
royndir verið gjørdar við at
friða økir fyri trolveiðu.
M.a. so hevur øki í ein út-
synning úr Mykinesi verið
friðað nú í fleiri ár.
Fyrst í fýrsunum fór ein 6-
tálmað roynd fram uttan
fyri 12 fjórðingar, har par-
trolaramir fyltu seg eftir
fáum døgum. Veiðan var
fyri tað mesat bara toskur
og hýsa. Harafturat høvdu
trolbátarnir á landleiðini
loyvi at trola heilt inn á 3
fjórðingar suður úr Myki-
nesi, við tí úrsliti, at líkinda
fiskur er nærum ikki drigin
á hesum leiðum síðani.
Nú er so farið at bragda
aftur hjá snellubátunum í og
við at teir fáa stóran og góð-
an fisk aftur á hesum leið-
um.
Satt at siga, so gjørdist eg
ikki sørt skakkur, tá ein
skipari á trolbáti gramdi seg
um, at kvotan var so lítil hjá
teimum, tí smábátarnir fisk-
aðu av teirra kvotu. Fyri at
siga sum er, so helt eg at
tann kvotan, sum bátarnir
undir 20 tons fingu í sín lut,
var ein kvota burturav til
línu- og snellubátarnar.
At so kvotan hjá snellu-
bátunum orsakað hesum
verður skjótari uppfiskað er
eyðvitað, tí er tað burturvið
at tosa um at steðga snellu-
bátunum, tí kvotan ikki er
nóg stór.
Við tí arbeiðsloysi, vit
hava í løtuni, so er tað ikki
meira enn rætt og rimukgt,
at hesir menn hava møgu-
leika at rógva út, eins og
umstødurnar hjá teimum, ið
hava havt útróður til vinnu-
veg burturav, verða gjørdar
so góðar sum yvirhøvur
gjørligt.
Fyrstatreytin er sjålvsagt,
at teir fåa loyvi til at fiska
óavmarkað teir fáu dagar-
nar, veðrið eins og streym-
líkindini eru til vildar.
Tað má og skal tí finnast
ein ella onnur loysn, soleið-
is at snellubátarnir ikki
verða steðgaðir orsakað av
at kvotan teir fingu ikki var
so rúmsátt, deils orsakað av
attveir av trolbátunum hava
fiskað av hesi kvotu. Hin
orsøkin er at allir teir menn,
sum eru vorðnir arbeiðs-
leysir, tíbetur fingu fiski-
loyvi um bátur var til taks,
og tað ger so sítt til at minni
verður at býta sínámillum.
Hinvegin so eru fyritreyt-
imar fyri tí kvotanøgd, ið
var sett, fullkomuliga
broyttar í og við, at nógv er
til av fiski í mun til seinastu
árini.
Undir øllum umstødum,
so mugu loysnir finnast
m.a. umsetiligheitin, ið
stendur í lógini, um ikki, so
eigur løgtingið at taka málið
uppaftur, tí tíðin fram til 1.
sept. skuldi vera ein roynd-
artíð, eins og broytingar
kundu gerast um fyritreyt-
irnar broyttust munandi.
Aftan á at útróðurin hevur
havt kanska síni allar ring-
astu ár í hesi øldini, so má
tað ikki henda, at útróðrar-
flotin, nú tað bragdar aftur,
skal leggjast orsakað av at
kvotan er uppi.
Frank Davidsen
Kvinnuráðstevnan
FORUM 94
ALLAR kvinnur eru vælkomnar í Mettustovu í
sambandi við fyrireikingar til kvinnuráðsteynuna
FORUM 94 í Åbo 1.-6. august 1994. Opið er hvert
mikukvøld kl. 20—22. Telefon: 16938/12880 og og
faks: 12545.
Fyri 2 vaksin
| og 2 børn við
Ring tlf.
15900 og
hoyr melra.
Einans 145 km. ur dansk-tyska
markinum (3-4 tímar við bili), er frítíðarmiðdepilin
Weissenhauser Strand við 5000 m? stórum tropu-
landi og annars ollum nútímans hentleikum.
Staðið er sera væl egnað til familjuferiu.
Eisini kunnu vit bjóða nógvar ymiskar fritidarmøgu-
leikar í Norðanlondum og ollum Europa annars.
ar geva nú úrslit vestanfyri
SAS SVR SRS USC
AS SOS SOS SS SUS
- títt ferðasamband
við útheimin