Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-14, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. juni 1994síða 7

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

j Tíðindablaðið CET -Gera peningastovnar og politikararnir einki við støduna hjá seihåseigarum skjótt, so verða tað alt fleiri, sum gevas: at gjalda sum heild, summi ti tey einki endamál síggja við sr. sjalda, meðan onnur gevast fyri á tann hátt at fáa sparikassarnar at krevja húsini seld á tvingsilssølu og síðani keypa tey aftur í navninum hjá hjúnafelagnum, børnunum, foreldrunum ella øðrum fyri ta upphædd, sum húsini standa í skuld til sparikassarnar. —- eru ad næstan eingi, ið hava nær til so stór lån sum hini og hava ti ikki eins stóran tørv á hjálp, men eg eri samdur í, at tað kann tykjast orættvist, um bert tey, sum hava lán frá bankanum og grunninum fáa lætta. Hetta eigur tó ikki at verða nytt sum undanførsla hjá bank- anum og grunninum fyri at nokta at strika húsaskud. Tann mismunur, sum vildi verið gjørdur við slík- ari skipan, kundi bert verið rættaður við hjálp frá polit- iskari síðu, har tað á ein ella annan hátt varð útjavnað yvir rentufrådråttin, t.d. so- leiðis at ein persónur, ið ikki fekk strikað ein part av pri- vatu skuld síni, fekk ein hægri rentufrádrátt. Hetta er bert eitt dómi, men allir møguleikar eru at rætta uppá slíkar 6javnar frá politiskari síðu um bert vilj- in er til staðar. Lata vera at gjalda Hvat hendir, um hvorki peningastovnar ella polit- ikarar gera meira við stød- una? — Tá verða tað alt fleiri, sum gevast at gjalda sum heild, summi ti tey einki endamál síggja við at gjalda, meðan onnur gevast fyri á tann hátt at fáa spari- kassarnar at krevja húsini seld á tvingsilssølu og síð- ani keypa tey aftur í navnin- um hjá hjúnafelaganum, børnunum, foreldrunum ella øðrum fyri ta upphædd, sum húsini standa í skuld til sparikassarnar. Á tvingsilssølunum eru tað stórt sæð bara spari- kassarnir, ið keypa hús og tað liggur ti væl fyri hjá fyrrv. eigara við hjálp frá ødrum at fáa húsini aftur. Sparikassarnir eru nøgdir um teir bert fåa skuld sina afturgoldna og plaga van- liga eisini at figgja keypið. Tá heua verður gjørt, stendur fyrrv. eigarin sjålv- andi enn og skyldar banka og Húsalánsgrunninum tey lán, ið ikki fingu fulna á tvingsilssøluni, men um hann ikki hevur adrar ognir, ið hesir peningastovnar kunnu fara eftir, hevur hann onga orsøk at stúra fyri skuldini, ti hesir kunnu hvorki við hjálp av fåtarætti ella á annan hátt tvinga hann at gjalda. Tó kann hann ikki, so leingi hann hevur skuldina hangandi á sær, eiga nakað av týdningi, men tað er ein ógvuliga lítil trupulleiki, tí tey fægstu hava ráð ella hug atleggjanakað til síðis, men fyri tey, ið klára at leggja nakað til síðis, er tað eingin Tað er svínari, at tryggingin, sum er almenn ogn og sum eigur o.u. 1/3 av kommunuskuldini, framvegis krevur 13% p.a. í rentu av kommunuskuldini. trupulleiki at halda tað burt- ur frá peningastovnunum. Landsskatturin eisini niður Kunnu sethúsaeigararnir vænta at nakað munagott fer at henda? — Tad er rættiliga greitt, æt peningastovnarnir ikki sjálvbodnir gera meira fyri sethúsaeigararnar, so tað sum skal gerast, má gerast frá politiskari síðu og vón- andi kemur okkurt initiativ har frá skjótt, tí okkurt má henda. Hetta er ein samfe- lagstrupulleiki, sum politik- arar — tað veri seg í lands- stýri ella á løgtingi, í sam- gongu ella í andstødu — mugu taka stig til at loysa so ella so. Verður skatturin niður- settur vil tað sjálvandi hjálpa, men tosað verður um lækking av kommunuskatt- inum, men tað er ikki nóg mikið, tí landsskatturin má eisini niður skal tað muna nakað av týdningi. Ein av høvudsfordingun- um fyri at kommunuskatt- urin fer nidur, er at rentan å lánunum er ov høg. Tað er heilt ótrúligt og skelkandi, at tað skal taka so langa tíð hjá bankanum og býráðs- politikarunum at gera eina avtalu um kommunuskuld- ina, og tað er svínarí, at Tryggingin, sum er almenn ogn og sum eigur o.u. 1/3 av kommunuskuldini, fram- vegis krevur 13% p.a. í rentu av kommunuskuldini, sigur fyrrverandi banka- maðurin í samrødu við Sosialin. jan Avgreiðslutíðir Nr. 110 — 14. JUNI 1994 Síða 7 Í summar (til og vid friggjadegnum 2. sept.) er avgreidslan opin hesar tíðir: | Mánadag-Hósdag frá 8-17.30 | | Fríggjadag frå 7-17.30 | Leygardag frá 9-12.00 SPA SMYRIL LINE Á ed i J. Broncksgøta 37 CE Box. 370 - 110 Tórshavn Tlf. 15900 - Fax. 15707 Stuttskeid å Háskúlanum EDV-skeið eru hverja viku mikudag-leygardag. Evnini eru PC — DOS - Windows - Ættargransking - Tekstviðgerð - Rokniark. Lærari: Høgni Højgaard Kostnaður hvønn dagin: kr. 600,- Eftirfeðingarskeið Nýtt skeið byrjar 24/8 Lærari: Sólrun Patursson Skinnseyming Skeiðið er frá 5/9 til 10/9-1994 Lærari: Sólvá Olsen Kostnaður: kr. 975,- Vevskeið Skeiðið er frá 19/9 til 30/9-1994 Lærari: Poulina Jensen Kostnaður: kr. 1.950,- Pensionistaskeið Skeið I: frá 6/10 til 14/10-1994 Skeið II: frå 20/10 til 28/10-1994 Kostnaður: Støk kr. 1.100,- Hjun kr. 1.800,- Og so tab langa … Skeidid er frå 1/11-1994 til 1/7-1995 Næmingagjald: kr. 1.250,- um månadin Føroya Fólkaháskúli Håskulavegi 14 100 Tórshavn - - tlf. 11743 fax 19687