týsdagur 14. juni 1994síða 13
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið EI Nr. 110 — 14. JUNI 1994 Síða 13
Magni bjargaði
TB við klokku-
reinum fluktara
Við klokkureinum fluktara miðskeiðis í seinna hálv-
leiki avgjørdi Magni Petersen dystin á Tvøroyri, ið var
mest merktur av, at liðini bæði stríddust fyri at sleppa
undan tapi. Dysturin var eisini hareftir — uttan stórspæl
1. deild, menn:
fekk bædi stigini afturfyri,
TB-B68 1-0 (0-0)
og Magni kundi frøast um
sin klokkureina fluktara.
Seinni hálvleikur var
komin í helvt, tá TB fekk
um TB og B68, var eitt av
teimum, ið bert eydnast
hendinga ferð undir venj-
ing, tá einki fæst afturfyri.
Men her var ødrvisi: TB
Málið, id avgjørdi dystin á
Sevmyri sunnudagin mill-
Nú ræður
um at hava
spæligleði
2. deild, menn;
FS Vágar-HB 8-0 (3-0)
Tað gongur sum eftir
ánni hjá vágamonnum.
Eftir at teir 7. maí á
heimavglli taptu 3-2
móti hvalbingum, hava
teir vunnið alt, og vinn-
aratølini hava verið
sannførandi, ti málúr-
tøkan fyri teir fimm
dystirnar er 22-3, og tå
skal havast f huga, at
vågamenn hesi umførini
m.a. hava dystast móti
næstu kappingarneytun-
um, sum eru VB og LÍF.
Spurningurin er so,
um FS Vágar megnar at
varðveita hugin at spæla
og um teir framvegis
fara at megna at leggja
alla orku í undir venjing.
Tað skal Jógvan Norð-
búð uttan iva syrgja fyri,
at teir gera, men vandin
fyri, at teir slaka av, lúrir
har, tí måtstødan tykist
vera ov lítil í dystunum.
Úrslitið boðar frá, at
måtstødan frá HB var ov
lítil. Fleiri av málunum
vóru eftir høg innlegg úr
síðunum, og tað boðar
frá, at havnamenninir
høvdu trupulleikar. Ikki
minst Mikkjal Daniel-
sen var vandamikil, tá
hann kom fram við í
deydbåltsstødur.
Tá 18 minuttir vóru
leiktir kom hol á. Inn-
legg úr høgru fer tygrtur
um til Mikkjal, sum stút-
ar innaftur til Eyðstein
Simonsen, ið skorar.
Fimm minuttir seinni
varð 2-0: Aftur er talan
um innlegg úr høgru, og
aftur er veteranurin í
miðverjuni frammi og
stútar — hesa ferð bein-
leiðis í kassan.
Dygst undan steðgin-
um gjørdist 3-0. Vinjard
Guttesen setur ålop i
gongd aftarlaga i høgru.
Bólturin ferðast skjótt
millum fleiri vågamenn,
spælt verður diagonalt
og flatt inn aftur, har
Búgvi Joensen leypur
upp um, og so smekkar
Jógvan Hendrik Samu-
elsen í kassan. Eitt sera
vakurt mál.
Fjúrtan minuttir vóru
eftir av dystinum, áðr-
enn 4-0 málið kom, men
so gekk skjótt. Fyrst var
tað miðverjin Jógvan
Páll Joensen, sum var
frammi við deyðbólts-
stóðu og stútaði í kassan,
X so var tað Jens Erik Ras-
mussen, id lyfti upp um
Martin Petersen, sum f
fyrstu atløgu hevði hålv-
bjargað, so var Búgvi
Joensen púra leysur í
brotsteiginum, Jóhann-
es Joensen skoraði upp á
langskot, og Biigvi end-
aði málveitsluna, eftir at
Jóhannes Joensen hevði
sneitt einar fýra av.
(-nn-)
hornaspark í høgru síðu.
Magni fór út at skjóta, og
bólturin kom høgt innfyri,
har hann síðani varð skall-
aður út til Magna, ið tá var
komin nakað burtur frá bak-
linjuni. Bólturin slapp at
nerta vøllin eina ferð, og so
smekkaði Magni til úr 18
metrum við góðari skrúvu
á, so bólturin fór millum
TB-arar og B68-arar við
kós móti málinum, har Ják-
up Djurhuus til fánýtis
royndi at toyggja seg eftir
honum. Hann fekk bóltin á
skinnabeinið, og so sprakk
leðurkúlan upp undir net-
takið og TB var á odda 1-0.
Eftir hetta royndu tofta-
menn at gera eitt sindur
meira um seg, men ikki bar
til hjá teimum at bøta um úr-
slitið.
Hinvegin hevði Óli Jo-
hannesen, ið altíð er vanda-
mikil við høvdinum, ein
risastóran møguleika at
økja til 2-0. Hann stútaði
bóltin niður i jørdina, men á
stongina og útaftur í spælið.
Óli røkti annars uppdekk-
ingina av vandamikla runa-
víkinginum hjá toftamonn-
um, Súna Frida Johannesen,
so hesin ikki fekk tað spæl,
ið hann plagar.
Hermann Mortensen var
fyrr í dystinum rættiliga
frekur ta einu ferðina eftir
eitt innkast, tá Tórður Holm
sendi honum bóltin, og
hann royndi seg við hæl-
sparki móti B68-målinum,
har tað akkurát eydnaðist
Egini Høgnesen at fáa
hondina á, áðrenn bólturin
fór inn um strikuna.
Toftamenn fingu
einki burturúr
Men toftamenn vóru so
sanniliga heldur ikki sørir í
kjansum: Øssur Hansen
royndi seg við trimum lang-
skotum, men Rolf Christen-
sen tók sær av gllum, ið var
innan fyri málrammuna.
Magni Petersen syrgdi við einari perlu av einum heilfluktara fyri, at TB í dystinum móti
B68 slapp eitt stig burtur frá botninum
Og tó... Ta einu ferðina
royndi Jákup Djurhuus seg
við skoti, ið Niels Gunnar
Petersen steðgaði á sjálvari
málstrikuni, og í tveimum
fórum gjørdust toftamenn
einsamallir vi& Rolf, men
uttan at sleppa fram vid
honum og fáa bóltin í mål.
Yvirhøvur var dysturin
rættiliga javnur, og hann
var nógv merktur av, at
bæði liðini royndu at stríð-
ast fyri at sleppa undan tapi.
Serliga stóð nógv á tvørå-
monnum, ið noyddust at fáa
stig burturúr, skuldu teir
ikki dragna í samantaldu
støduni. Nú kundi vera nóg
mikið við vøkrum og flót-
andi spæli: Tað ráddi um at
stríðast til síðsta blóðs-
dropa, so smeiturin móti
NSI ikki endurtók seg á
heimavølli tveir dystir upp í
slag.
Men sigurin hevði eisini
sín prís fyri TB, ið allarhelst
hevur mist Boga Johanne-
sen restina av hesari helvt-
(Savnsmynd)
ini og meira enn tað. Hann
meiddi seg fýra minuttir
fyri hálvleik, og har suðuri
eru teir bangnir fyri, at hann
hevur slitið eitt liðband.
Spell, at hetta skal henda
honum, júst sum hann tykist
hava fingið gongd á mál-
skjótingina og eyðkenda
málsókna spælið.
(hj.)
BIRGIR VID NÆSTU FERD
TáTB komandi vikuskift-
ið fer til Havnar at spæla
móti HB, verður Birgir
Jørgensen við á liðnum.
Tað kemur sera væl við
hjá TB, at Birgir kemur á
liðið, nú Bogi Johannesen
hevur fingið skaða.
Men TB kundi fyri rúm-
ari tíð síðani havt fingið
Birgir á liðið, um undan-
taksloyvi varð givið.
TB søkti um at fáa eitt
slíkt loyvi, men umsóknin
varð ikki eftirlíkað, hóast
tað er einum og hvgrjum
greitt, at TB er í álvarsom-
um fólkatroti í løtuni. Fel-
agið hevur í ár mist átta av
spælarunum, ið mannaðu
1.deildarliðið í fjør, og tað
sama er farið burtur av 3.
deildarliðnum.
Í fjør varð eitt undan-
taksloyvi givið, men TB er
í ár nógv verri fyri við
fólki, enn tað felagið, so tí
skilja tvgrámenn ikki, hví
munur skal gerast á.
— Tað kann ikki bera til,
at tríggir mans sleppa at
skalta og valta við undan-
taksloyvum, alt eftir hvor
søkir, og hvgrjum hetta
tænir ella ikki, verður sagt
av Tvgroyri.
Víst verður á, at fyrsta
avleiðingin av løgnu av-
gerðini hjá FSF var, at TB
noyddist at taka unglinga-
liðið úr kappingini. — Tað
er tað ringasta, ið kann
henda, tá hugsa verður um
framtíðina, verður sagt av
Tvøroyri. hj.