mikudagur 15. juni 1994síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sostalurin | Nr. 111 — 15. JUNI 1994 Síða3
Hetland minnir nógv um Føroyar. Hetland er i dag eitt nútímans samfelag og er vælútbygt. Oljan hevur havt sera
stóra ávirkan á Hetland og í dag erub tað fáir hetlendingar sum ynskja oljuna har piparið grør.
Møguleiki at fara til Hetlands:
Flogferð í august
8. august slepst til Hetlands við flogfari, flogið verður heimaftur
15. august og ferðaseðilin báðar vegis kostar 1800 krónur
Í løtuni er einki alment
ferðasamband við okkara
granna í ein landsynning,
Hetland. Norrøna leggur
ikki longur at í Hetlandi,
heldur ikki Smyril. Bert
okkurt fraktskipið vitjar av
og á.
Sambandið millum Før-
oyar og Hetland hevur verið
rættuliga gott og tí eru tað
nógvir føroyingar sum hava
knýtt vinarbond í Hetlandi.
Eitt vinarfelag er stovnað
millum Føroyar og Hetland
og hetta harmast stórliga
um at einki samband er
longur.
Nú er so aftur møguleiki
at vitja oyggjarnar. Het-
lendingar hava ukið seg
saman og 8. august kemur
eitt ferðalag úr Hetlandi at
vitja í Føroyum. . Talan er
um ítóttarfólk, byrsu-
menn, bogaskjótarar, rød-
arar og eisini fótbólts-
leikarar.
Teir hava leigað eitt
flogfar og hetta stendur í
Vágum 8. august. Hendan
dagin hava føroyingar
møguleikan at fara við aftur
flogfarinum til Hetlands.
Flogfarið setir seg lítlan
tíma seinni á flogvøllinum á
Sumburgh Head, Sumbiar-
endanum, suðurendin á
Meginoynni.
Felagið Føroyar - Hetland
bjóðar seg fram at útvega
innivist og annars hjálpa
fólki. Nógv tiltøk eru í Het-
landi hesa vikuna.
Jóhanna Hansen í Felag-
num Føroyar Hetland er
næstan eins væl kend í Het-
landi sum i Føroyum. Hon
hevur vitjað oyggjarnar
óteljandi ferðir og kennir
sera væl til vidurskiftini í
oyggjunum. Hon sigur í
tíðindaskrivi, at fólk mugu
skunda sær, skulu tey við á
hesi ferð. Tey skulu helst
tekna seg í hesi vikuni. Hon
leggur afturat, at fleiri tekna
seg, tess bíligari verður
ferðin. Hon sigur at ferðin
er sera vælegnað eitt nú fyri
bindiklubbar og ella skúla-
klassum, men einstaklingar
og familjur kunnu eisini fáa
nógv burturúr.
Fólk kunnu teknað seg
við at ringja á tel. 1-4031
helst í hesi vikuni.
Frálíkt
ferðamannaland
Hetland er eitt hugnaligt
land at vitja. Landið er lítið,
men hóast tað so kennist tað
stórri enn Føroyar. Høvuds-
oyggin Mainland er n6gva-
ferðir stórri enn nøkur oy gg]
i Føroyum. Har er sera gott
vegasamband.
Hetlendingar minna nógv
um føroyingar og teir eru
sera blíðir at vitja. Sigur tú
at tú kemur úr Føroyum, so
kennir tú teg vælkomnan
beinanvegin.
jústinus
Henrik Old um reglurnar fyri útblaking av veiðu:
Kunngerðin er skeiv
— Landsstýrið hevur ikki lisið tað sum varð samtykt í løgtinginum,
sigur Henrik Old, limur í Fiskivinnuvinnuneundini
Tann 25. maí setti lands-
stýrið eina kunngerð í gildi
um skipannarreglur fyri
útblaking av veiðu. Hendan
kunngerð verður gjørd við
heimild í lógini um vinnu-
ligan fiskiskap.
Í kunngerðini stendur $ 6:
"Fiskiveidueftirliid skal
innheinta virði av veiðu,
veidd út um ásetta kvotu,
hvors virði verður at byta
soleiðis: 1/5 til grunnin fyri
til fiskifar og manning, 1/5
til grunnin fyri Garbeids-
førar fiskimenn, 1/5 til
Fiskiveidieftirlitid og 2/5 til
Arbeiðsloysisskipanina."
— Heua er als ikki í tað
sum løgungid samtyktid.
BroytingaruppskotiO — til
"lógina um vinnuligan
fiskiskap" frá meirilutanum
í fíiskivinnuneyndini varð
samtykt á løgtingi og har
stendur greitt hvussu bytid
skal vera. Har stendur:
"Restin av søluvirdinum
verður býtt við 1/4 úl grun-
nin fyri Garbeidsførar fiski-
menn og 3/4 ul ein eftir-
lønargrunn fyri fiskimenn
yvir 60 år." Lønjavningar-
grunnurin skal umsita hend-
an grunn. sigur Hendrik
Old.
— Just hesin eftirlønar-
grunnur var orsøkin til at eg
atkvøddi fyri broytingar-
uppskotinum. Umsitingin i
Tinganesi hevur ikki lisið
nóg væl uppá, tá teir orðaðu
hesakunngerð, sigur Henrik
Old, løgtingslimur.
— Ein eftirlønargrunnur
fyri útslitnar fiskimenn er
hart tiltrongdur, sigur hann.
jústinus
Kreppan í landinum
hevur eisini rakt Real-
kreditstovnin. = Hesin
stovnur er við at fíggja
ein stóran part av okkara
fiskiflota og í seinasta
árið hevur stovnurin
verið stórreiðari í løtum.
Men milliónaboðini á
tvingsilssølum har
Realurin hevur keypt
skip, hann hevur ått pant
i, hava vignast væl. Ti
endaliga tapið uppå skip
er ikki meir enn 2,4
milliónir, ella skuldin i
tveimum vanligum set-
húsum fyri seinasta árið.
Realurin hevur serliga
átt pant í nýggjari og
mest framkomnum
skipunum og tí hava hesi
verið løu at selt aftur.
Realurin liggur sjálvdan
leingi við einum skipi,
og tey flestu eru komin
aftur á føroyskar hendur.
Stóri taparin í hesum
tvingsilssølum hevur
verið landskassin. Veð-
høldini hjá honum eru
vorðin effektiv.
Útlánini hjá Realinum
eru 405 milliónir krónur.
tey eru býtt sundur uppá
103 lán ella 96 pantum.
Realurin eigur pant í
trimum verksmiðjutrol-
arum, einum frystilínu-
skipi, 10 djúpvatnstrol-
arum, tveimum nóla-
BRÚKTIR
BILAR 2
Vit hava fleiri GÓÐAR
BRÚKTAR BILAR av
ymiskum merkjum til
solu.
SERA BÍLIGA
á LAGALIGA
Ynskja tygum at
sýna/royndarkoyra
teir, kann hetta av-
talast á tlf. 18903.
v/ Atla Klein Olsen
Gt Postboks 205
Teld 110 Tørshavn
== Fax: 18703
Tlf. 18903 - 88903
Realurin
játtaði 24
lån i fjør
Realurin misti 2,4 milliønir
í reiðum peningi uppá skip
seinasta roknskaparár
skipum, sjey rækjutrol-
arum, 13 feskfiskatrol-
arum, 16 alibátum og 44
útróðrarbátum og
smærri fiskiførum.
Realurin ásannar, at
samfelagið framvegis er
i stórari kreppu, og ti
verða tær 50 milliónir-
nar, sum í fjør vórðu
avsettar móti tapi, eisini
standandi í ár og inní
komandi ár. Roknskap-
arárið hjá Realinum er
frá 1. apríl- 31 mars.
Eginognin hjá Real-
inum er 264,2 milliónir.
Stovnurin hevur givið
tilsøgn um lán til tveir
rækjutrolarar og ein
verksmidjutrolara fyri
tilsamans 21 milliónir,
sum verða útgoldnar í ár
og komandi ár.
Í fjør veitti stovnurin
trý nýggj lán uppá 28 „1
mió. kr. og endurstovn-
aði 25 lán aftaná um-
fígging ella tvingsils-
sølur fyri uúlsamans
173,3 milliónir krónur.
Realurin verður stýrd-
ur av eini stjórn og ein-
um umboðsmannating-
ið, teir flestu sum manna
stjórn og ting eru før-
oyingar. Dagligur leið-
ari á stovninum er AtliP.
Dam.
jústinus
Tit ringja
tlf. 11820
— vit skriva
Å GILJANESI
FERDAMANNAHEIM
Tlf. 32900/TIf. 87199