Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-16, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. juni 1994síða 8

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 112 — 16. JUNI 1994 Tíðindablaðið ESF Teirynsktu ikki, at ti skuldi fáa pensjón Tá ud í dag mangan verdur funnist at, at fólkapensjónin hvorki so ella so røkkur til tað dagliga húsarhaldið, tí skattatrýstið er ov høgt, man mangur pensionist- ur hugsa hóast alt skulu vi takka javnaðar- flokkinum fyri tað megnarverk, teir gjørdu í ein hálvan mansaldur fyri at fáa fólkapensión- ina ul tann vanliga verkamannin. Hetta, sum teir borgarligu flokkarnir søgdu korta- nei til, tí hetta var ein út- reiðsla, sum ikki gav pening av sær. Í uml. 30 ár stríddist javnaðarflokkurin fyri at fåa fólkapensiónina til tann føroyska verka- mannin, og man hetta vera størsta frambrot i Føroya søgu, tå hugsad verður um, hvussu stóra mótstøðu hetta hevði fingið frá fólkaflokkin- um og sambandsflokk- inum hesi árini til tað bleiv samtykt í 1959, og nú eru teir aftur upp á spæl. Javnaðarflokkurin stendur framvegis sum verji hjá okkara eldru, veiku og avlamnu í hes- um samfelagnum, og vilja vit seta alt inn fyri at bjarga vunnu rættindum tykkara. Tú, sum nú stundar til pensiónsaldur ella ert pensionistur, ger tær eina mynd av hvørja hjálp tú vildi fingið, um fólka- sambandið og flokkurin ráddu fyri borgum. Nei, lat teg ikki ávirka av skriving teirra, heldur ikki hesaferð fara teir at virða menniskja- ligu virðini, ið vanligi borgarin eigur og skal havarætt til, so sum rætt- in til forsorg, avlamis- veiting, sjúkradagpen- ing, ókeypis uppihald á sjúkrahúsi og ellis/røkt- arheimi, heimasjúkra- systraskipan, heima- hjálp o.a. Hesar skipanir falla ikki tær í lut, um tú velur teir fyrr nevndu flokkarnar, teir søgdu nei í 30 ár — teir hugsa og fremja tað sama í 1994, um teir fáa vald. Vel javnaðarflokkin, bert hann verjir tini rætt- indi til fólkapensiónina. Bigir W. Høgnesen, valevni javnaðarfl. i Nordurstreymoy Politiskir fundir í Norðstreymoy Politisku flokkarnir, sum uppstillaðir eru í Nordstreymoy, hava gjørt av, nær og hvar teir politisku fundirnir skulu vera. Hetta eru teir fund- imir, har allir flokkar luttata. Fundirnir byrja týs- kveldið 21. juni. Tá verður fundurin í Tjørnuvik. Kveldið eftir í Kvívík, hóskveldið i Hvalvík, og fríggja kvøldid verður fundurin í Kollafirði. Månakvøldid 27. verður fundurin í Hósvík, týskveldið í Haldórsvík, og seinasti fundurin verður í Vest- manna mikukveldið 29. Allir fundirnir byrja klokkan 19.30. Valevni- ni skulu møta 15 minutt- ir undan fundinum. tor.- k… skattalættan — sum vit annars høvdu avtalad, og ti atkvøddi eg ikki fyri nyvali nu, sigur Henrik Old. Skattatrystid er annars tad allar fyrsta eitt komandi løgting må gera nakað vid, sigur hann Henrik Old er ikki bert løg- tingsmaður fyri Javnaðar- flokkin í syðra helmingi av Suðuroynni. Hann er eisini formaður í Vágs Javnaðar- felag. Sum valevni í syðra helmingi var Henrik Old seinasta val fyrsti valdur javnaðarmaður í Suður- oynni, og tað er ongantíð hent áður, at nakar í syðru helvt av oynni hevur fingið flestar atkvødur av suður- oyarvalevnunum. Vit spurdu Henrik hvussu hann helt fór at ganga hesa- ferð. -Eina ávísa afturgongd kann ein rokna við. At standa fyri politisku leiðsl- uni slítur. Ikki minst í tílík- um úíðum, sum vit í nýggjari politiku søguni, neyvan hava upplivað áður. Men fólk eiga eisini at hugsa um hver upptøkan var eftir at Sambandið og Fólkaflokk- urin hvødu koyrt seg fastar og tveittu frá sær í 1990, eftir hálvrunni valskeið, sigur Henrik Old. Hann heldur tó, at suðuroyingar eru vanir at standa stinnir um flokkin, og tað fara teir ivaleyst eisini at gera hesa- ferð. Skatturin má niður -Tað er kortini ikki ú, at suðuroyingar halda alt vera so sera gott. Eisini teir eru sera misnøgdir við høga skattatrýstið-. Skatturin er alt ov høgur, og tað fyrsta eitt komandi løgtng og landsstýri má gera, er at lækka landsskattuin og gera tað møguligt hjá kommun- unum at eisini tann skatt- urin kann gerast eitt sindur lagaligari Henrik Old sigur, at vid ársbyrjan var greið avtalað í samgonguni, at skattatrýst- ið skuldi endurskoðast tá hálvt ár var runnið. Tað er nú um hetta mundi, men nývalið órógvaði hesa av- talu. Henrik Old atkvøddi ikki fyri nývali. Hann sigur, at heilt serliga orsøkin var, at hann vildi halda avtaluna um at lækka skattin áðrenn landstsýrið legði frá sær. -Eitt annað er so tað, at val í ånid loysir ongantíð nakrar trupulleikar. Kemur ein samgonga í minniluta merkir tað samstundis, at ein annar meiriluti er, og ti åtti tað at verið sjálvsagt, at nýggi meirilutin helt fram at stýra, sigur Henrik Old Hann sigur, at tað er ikki haldgott, at so skjótt sum trupulleikar stinga seg upp, er nýval loysnin Sterru flokkarnir Henrik Old sigur seg vóna, at tað vera teir størru flokk- arnir, sum Í inna saman í eini samgongu eftir valid, tí tað tykist sum tå tíðirnar eru truplar hava teir smærru flokkarnir ilt vid at standa i móti trysti. -Eg vil ti vóna, at Javnað- arflokkurin kemur sterkur i komandi løgting, so vit kunnu varðveita tað sum er,- og her hugsi eg serlig um arbeiðsplássini í Suður- oynni. Og helst útvega enn fleiri. Tí skjótt er at sindra tað sum hóast alt enn er til, sigur Henrik Old, og leggur aftrat, at:tað, at landsstyrid í farnu viku játtaði eina munandi upphædd, sum saman við ødrum skal nýtast til royndir á Vágs Flakavirki við kongafiski úr Irmingarehavinum, skuldi gjørt vónirnar betri fyri enn stødugari arbeiði og helst eisini tað, at enn fleiri sleppa framat. tor.-