Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-16, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. juni 1994síða 11

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

WorldCupUSA94 pe +98 - Canon Stanford Stadion Åskodarar: 86.000 The Rose Bowl Áskoðarar: 102.000 SAN FRANCISCO LOS ANGELES É HM byrjar i morgin So smátt hoyrist nú HM-prát alla- staðni millum manna: „Hver man fara at verða heims- meistari hesaferð ?< >Fer Diego Maradona at gera um seg, sum hann gjørdi, tå hann var upp á tað besta?« »Hvussu gamal man Roger Milla vera?« DALLAS Cotton Bowl Åskodarar: 72.000 CHICAGO Soldier Field Åskodarar: 67.000 Ju, sanniliga hevur kappingin um heimsmeistaraheitið áhuga, og tey munnu eisini vera mong, ið ætla sær at fylgja við, alt tað tey kunnu fáa stundir til, meðan HM-enda- spælið verður avgreitt yviri í USA. Júst tí hevur Tíðindablaðið Sosi- alurin gjørt hetta serblaðið, id er at taka út og goyma, meðan HM- kappingin fer fram. Umframt, at okkurt er at lesa, so ber eisini til hjá lesaranum sjálvum at skriva hetta blaðið — talvur eru gjørdar, so tað er púra klárt at seta úrslitini inn, so hvort sum spælt verður í HM-endaspælinum. Fleiri hava eisini eftirlýst, hvussu tey kunnu finna útav, nær dystirnir eru, men tað ber eisini til at finna út av tí í hesum blaðnum. Tað kann henda, at nakað av iva verður um, hvussu Sjónvarp Før- oya fer at senda frá HM, tí í løtuni er verkfall í norska sjónvarpinum, ið Sjónvarp Føroya plagar at fáa myndirnar frá. Men væntandi er verkfallið av, áðrenn fyrsti bólturin verður givin upp yviri í USA. Og annars sigur sjónvarpsstjórin inni í bladnum, at eisini aðrir møguleikar eru til taks, um verkfallið ikki er av, tá HM-kappingin byrjar í morgin. Men í øllum forum kunnu vit nú DETROIT The Silverdome Áskoðarar: 76.000 WASHINGTON RFK Stadion Áskoðarar: 56.500 ORLANDO Citrus Bowl Áskoðarar: 72.000 Í flestu førunum verða dystirnir lagdir soleiðis, at ein er kl. 17.30, ein kl. 21 og ein kl. 00.15 gleða okkum at síggja nógvar og spennandi dystir í sjónvarpinum, tí tað eru sjálvandi heimsins bestu landslið, ið eru við í USA. Steypið, øll londini kappast um, er avmyndað omanfyri, og gongur tað undir navninum Coupe Jules Rimet. Týskarar vunnu tað í 1990 í Italia, so nú verður spennandi at síggja, um teir varðveita tað... BOSTON Foxboro Stadion Askodarar: 61.000 NEW YORK Giants Stadion Åskodarar: 77.000 Grafikkur: Hilmar Jan Hansen €1994