Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-01, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. juli 2003síða 19

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 121 - 1. juli 2003 Fríggjadagin skipaðu foreldur at børnun- um í útibarnagarð- inum undir dag- stovninum Mylnu- húsið í Klaksvík fyri eini hugnaløtu uttanfyri. Hetta varð gjørt, tí at í summar fara tey elstu børnini í skúla, og var hesin dagurin tann seinasti, har tey øll vóru savnað BARNAGARÐUR Solby A. Eliasen Roykurin frá grillaðum pylsum og búffum stóð langan veg frá barnagarð- inum. Í trøunum hingu ballónir og prýði av ymsum slagi og allan vegin eftir hegninum vóru føroysk fløgg at síggja. Útibarnagarðurin ella Útistova, sum tað er betur kent, segði sínum elstu børnum farvæl, sum fara í skúla í summar. Onkur av børnunum søgdu, at tey tímdu als ikki at fara í skúla, tí tað var so stuttligt at ganga í útibarnagarð. Men tað sleppa tey so ikki undan, og tískil skipaðu foreldrini fyri eini hugna- løtu uttanfyri, har børn við familjum, starvsfólk og onnur hugnaðu sær í góð- veðrinum. Sólin var ikki frammi, men tað var stak lýtt, so væl bar til. Har var snoðbreyð, pyls- ur, búffar og annað gott, sum bleiv grillað. Og eisini gjørdu tey popp-corn yvir bálinum. Sangur var eisini á skránni, og børnini runnu runt og spældu og stuttleik- aðu sær óført, meðan tey vaksnu hugnaðu sær. Inni í húsinum hekk ein plakat við nøkrum myndum á. Hesar myndirnar vóru spildurnýggjar. Tiknar um morgunin, tá Útistova fekk forkunnuga vitjan. Pápin hjá Hans, sum gongur í Útistovu, kennir Toda Jóns- son. Teir báðir vóru farnir ein biltúr hendan morgunin og løgdu so leiðina framvið Útistovu. Hetta var púra óvæntað, og ongin visti av hesum frammaundan. – Tað var so stuttligt at síggja børnini, tá tey varnaðust hann, greiðir Anni Joensen, leiðari, frá. Hon sigur, at tað bleiv onki róp ella nakað. Tey stóðu bara pinnastill og gløddu at honum, meðan hann gekk frá bilinum og yvir til børnini. Todi var hjá teimum eina løtu, hann skrivaði autografar og hugnaði sær saman við børnunum. Og fegin og errin vóru tey. Útistova hevur eitt fótbóltslið, sum hevur Toda til fyrimynd, so tað var dagur í viku, tá hann kom á vitjan. Børnini hugnaðu sær so allan dagin, og grill-veitsl- an uttan fyri byrjaði um hálvgum fimmtíðina, og tey hildu fram til klokkan leið móti átta. Tá fóru tey seinastu heim glað og væl nøgd við henda seinasta felagsdagin hjá teimum øllum. Tey børnini, sum í summ- ar fara í skúla, fara at halda fram í frítíðarskúlanum undir Mylnuhúsinum, Sornhúsið. Grillaðar pylsur – poppcorn og Todi Í góðveðrinum fríggjadagin segði útibarnagarðurin Útistova farvæl við síni elstu børn, sum fara í skúla í summar Tann bert 18 ára gamli Jákup, sum arbeiðir í Mylnuhúsinum er sera væl dámdur. Serliga millum dreingirnar. Og børnini tóku øll væl undir, tá hann settist við gittara at spæla nakrar kendar barnagarðssangir Pylsur, búffar og mangt annað gott var at fáa í Útistovu fríggjadagin Væl ber til at gera poppcorn yvir bálinum. Børnini flokkaðust um at síggja, hvussu tað poppaði Lítlibeiggin hjá Andreasi, Áron, var heldur troyttur henda dag- in, tí hann hevði verið í barnagarð, áðrenn hann kom út í Úti- stovu at hugna sær saman við øllum hinum Sera hugnaligt var rundan um bálið, har tey gjørdu snobreyð og sungu Flestu børnum dámar væl at spæla við vatn, so uttanfyri stóð eitt basseng fult av sápuvatni C M Y K 36 Nr. 121 - 1. juli 2003 37 ALMANNASTOVAN Deildarleiðari til Veitingardeildina Søkt verður eftir deildarleiðara til Veitingardeildina at byrja skjótast tilber. Veitingardeildin hevur ábyrgdina av at útgjalda, viðlíkahalda og eftir- kanna stórsta partin av øllum veitingum, sum Almannastovan umsitur, ið er umleið 800 mill. kr. Arbeiðs- og ábyrgdarøki: • Leiðarin hevur ábyrgd av leiðslu, ráðlegging og samskipan av deildini. • Á deildini starvast í løtuni 3 fulltrúar og 17 málsviðgerðar. Høvuðsuppgávurnar eru: • at útgjalda, viðlíkahalda og eftirkanna veitingar. • tryggja at starvsfólk trívast, mennast og verða stuðlað og eggjað til størri sjálvstøðu, sjálvræði og ábyrgd í arbeiðinum • at tryggja eitt alsamt betri samskifti millum deildir og fakbólkar á stovninum og harvið menna eitt tvørfakligt samstarv Førleikakrøv: Vit ímynda okkum ein persón, sum hevur: • viðkomandi útbúgving innan fíggjarliga økið frá hægri lærustovni, ella líknandi • hollar arbeiðsroyndir frá privatari ella almennari umsiting • evni at seta í verk fyriskipanir • góð samstarvsevnir • góð evnir at orða seg bæði munnliga og skrivliga • góðan kunnleika til EDV • leiðsluroyndir og kunnleiki til almannaverkið er ein fyrimunur, men eingin treyt Vit bjóða: • Starv í einum spennandi umhvørvi í støðugari menning við nógvum og fjølbroyttum avbjóðingum. • Góðar møguleikar fyri at fáa innlit í eitt sera umfatandi lógar- og heimildarøki • Møguleikar fyri menning fakliga við eftirútbúgving innan leiðslu, EDV og fakøkir, sum Almannastovan umsitur Lønar- og setanartreytir: Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og avvarandi yrkisfelag. Nærri fæst at vita um starvið, við at venda sær til Petru Johnsdóttir Joensen, stjóra á tlf. 34 64 21 ella 21 54 80 Umsóknir: Umsókn við avriti av prógvum v.m. skal sendast til: Almannastovuna Att.: Petra Johnsdóttir Joensen, stjóri J. Broncksgøta 27 Postrúm 3096 110 Tórshavn Umsóknarfreist : 15. juli 2003 kl. 12:00 Um Almannastovuna Fyri at betra um tænastustøðið hevur Almannastovan framt bygnaðarbroytingar,har fleiri tænastur eru lagdar út á økini,soleiðis at viðskiftafólk og stovnar fáa lættari atgongd til tænasturnar. Høvuðsuppgávan hjá Almannamiðstøðunum er at geva almenninginum ráð og vegleiðing um rættindi sambært almannalóggávuni eins og at taka avgerðir. Almannastovan hevur fakligu, fyrisitingarligu og fíggjarligu ábyrgdina av veitingum, fyriskipaðar eftir pensjón-,dagpeninga- og forsorgarøkinum v.m. Stovnurin umsitur fyri umleið 800 mill.kr.og her starvast umleið 100 fólk. Almannastovan hevur almannamiðstøðir í Tórshavn, Suðuroy, Eysturoy og í Norðoyggjum og harumframt fevnir stovnurin um Hjálpartólamiðstøðina og aðrar landsdekkandi serdeildir. ALMANNASTOVAN Løgfrøðingur til Almannastovuna Søkt verður eftir løgfrøðingi til Stjórnarskrivstovuna at byrja skjótast tilber. Høvuðsuppgávurnar eru: • Ráðgeva og vegleiða leiðsluni í løgfrøðisligum og fyrisitingarligum spurningum • Ummæla uppskot til lógir og kunngerðir • Málsviðgerð • Gera vegleiðingar • Tilevna kunningartilfar til almenningin og starvsfólk á Almannastovuni • Verða partur av tvørfakligum samarbeiði á stovninum • Aðrar uppgávur á deildini Førleikakrøv: Løgfrøðisligt embætisprógv Vit bjóða: • Starv í einum spennandi umhvørvi í støðugari menning við nógvum fjøl- broyttum avbjóðingum • Møguleika fyri persónligari og fakligari menning Løn- og setanartreytir: Starvið verður sett sambært sáttmála ímillum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og løgfrøðingafelagið. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Petru Johnsdóttir Joensen, stjóra, á tlf. 34 64 21 ella 21 54 80. Umsóknir: Umsókn við avriti av prógvum v.m.skal sendast til: Almannastovuna Att.: Petra Johnsdóttir Joensen, stjóri J. Broncksgøta 27 Postrúm 3096 110 Tórshavn Umsóknarfreist: 15 juli 2003 kl. 12:00 Um Almannastovuna Fyri at betra um tænastustøðið hevur Almannastovan framt bygnaðarbroytingar,har fleiri tænastur eru lagdar út á økini,soleiðis at viðskiftafólk og stovnar fáa lættari atgongd til tænasturnar. Høvuðsuppgávan hjá Almannamiðstøðunum er at geva almenninginum ráð og vegleiðing um rættindi sambært almannalóggávuni eins og at taka avgerðir. Almannastovan hevur fakligu, fyrisitingarligu og fíggjarligu ábyrgdina av veitingum, fyriskipaðar eftir pensjón-,dagpeninga- og forsorgarøkinum v.m. Stovnurin umsitur fyri umleið 800 mill.kr.og her starvast umleið 100 fólk. Almannastovan hevur almannamiðstøðir í Tórshavn, Suðuroy, Eysturoy og í Norðoyggjum og harumframt fevnir stovnurin um Hjálpartólamiðstøðina og aðrar landsdekkandi serdeildir. Øll hava eina góð óða s a íðíðu - pop.fo hevur 100 hevur 100 37