hósdagur 16. juni 1994síða 17
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið ED Nr. 112 — 16. JUNI 1994 Síða 17
Nu skul
longda spælitíð eydnaðist |
heimsmeistarunum Ítalia
at vinna 2-1.
Mexico
Tvær ferðir hava mexik-
anarar verið vertir í HM-
endaspæli — í 1970 og
1986. Teir náddu fjórðins-
finaluna í 1986, men taptu
eftir brotssparkskapping
móti Vesturtýsklandi, ið
fór beina leið í finaluna.
Í fjør kom Mexico í fin-
aluna í Copa America,
men tapti móti Argentina,
hóast liðið spældi góðan
og undirhaldandi fótbólt.
Marokko
Marokkanarar vóru næsta
tjóðin í Afrika, ið kom við
til HM-endaspæl, og tað
hendi í 1970. Egyptaland
var tað fyrsta í 1934.
Hetta er triðja endaspæl-
ið hjá Marokko, ið vann
sín bólk í innleiðandi um-
farinum í Mexico, framm-
an fyri Onglandi, Polen og
Portugal. Í øðrum umfari
tapti Marokko móti Vest-
urtýsklandi — í allarsíðsta
minutti av dystinum.
Holland
Holland var við bæði í
1970 og 1978, og tá landið
var í Italia í 1990, var tað
millum favorittarnar, men
innahýsis klandur forðaði
fyri, at nakað serligt
spurdist burturúr.
Skulu europameistaram-
ir frá 1988 vinna eitt
heimsmeistaraheiti, má tað
vera nú. Serliga er tað
álopsfótbólturin, ið er
styrkin hjá Hollandi.
Saudlarabla
Hóast saudiarabiarar hava
vunnið arabiska meistara-
heitið tvær ferðir seinnu
árini, er hetta fyrsta ferðin,
at landið er við í enda-
spælinum.
Burtursæð frá 35 ára
gamla Mohammed Majed,
ið er kendur í arabisku
londunum sum >oyði-
markarinnar Pelé, er
talan um eitt ungt lið.
Belgla
Frægasta úrslitið hjá Bel-
gia var í 1986 tá liðið varð
nummar fýra í Mexico.
Eftir ótrúligan sigur í
áttandapartssfinaluni móti
Sovjett upp á 4-3, komu
teir víðari, men vórðu út-
slignir í semifinaluni móti
Argentina. Í tí dystinum
skjeyt Diego Maradona
bæði málini.
Belgia hevur eitt hart og
verjukent lið.
royna seg 5
øvuds udul i
USA er størsta avbjóðingin hjá
norðmonnunum, ið hava riðið
aldutoppinum í longri tíð
#
Fleiri og fleiri hava sett
fram spurningin: Hvussu
gott er norska landsliðið í
veruleikanum?
Í roynd og veru ein eitt
sindur óneyðugur spurn-
ingur, tí dygdirnar hevur
liðið so sanniliga víst í
HM-undankappingini, har
tað hevur gjørt av við fleiri
av bestu europeisku liðun-
um.
Hinvegin eru fleiri, ið
vísa á, at norðmenninir
ikki hava so sterkar fót-
bóltsspælarar, men at tað
bert er samanhaldið og tað
góða og gjøgnumarbeidda
samanspælið, ið eiga lívið
í norðmonnum.
Kann vera, at so er, men
hvat so? Tað er ikki nakað
ringt í tí, at eitt lið, ið er
mannað við meðalgóðum
spælarum, megnar at koma
til HM-endaspælið, um so
onnur hava betri einstak-
lingar at vísa á.
Í — Egil 5Drillo< Olsen
Norðmenn eru eitt av
teimum fáu av londunum,
ið spæla í USA hesar dag-
arnar, ið hevur roynt seg
móti føroyingum — enntá
tvær ferðir.
Fyrri dysturin varð í
Oslo, og har komu okkara
burtur úr tí við skinninumá
ngsini — taptu 2-0.
Verri var, tá norðmenn-
inir komu hendanvegin, tí
tá bukaðu teir føroyska
landsliðið av 7-0. Ein
Ósigur, ið av mongum var
hildin vera ein av orsøk-
unum til, at Páll Guðlaugs-
son í ótíð legði frá sær
sum landsliðsvenjari.
Norðmenn eru serliga
dugnaligir at fáa spælið at
koyra frameftir í bylgjum,
so tað verður uppaftur tor-
førari hjá métstødulidnum
at byrgja uppfyri. Teir eru
nakað aftarlaga á vøllinum
stóran part av dystinum,
men tá teir so fara fram, er
tað við ferð á, og ikki er so
vist, at øll métstødulidini í
HM-endaspælinum eru so
fyrireikad upp á slíkt
álopsspæl.
Venjarin hjá norðmonn-
um, Egil »Drillo« Olsen,
er settur i håsæti, so hvørt
sum norska landsliðið hev-
ur tikid seg fram, og nú
teir skulu til USA, er alt
Noreg á gosi. »Drillo«
tykist hava givið norð-
monnum trúnna upp á seg
sjálvar.
Meðalaldurin á norska
liðnum er 27 ár, og har eru
bæði ungir og eldri menn
við.
Málverjin er tann royndi
Erik Thorstvedt, og hann
hevur framman fyri seg
menn sum Rune Bratseth,
Jostein Flo, Jan Åge Fjør-
toft, Gøran Sorløth, Erik
Mykland og Gunnar Halle,
bert fyri at nevna nakrar úr
rúgvuni.
Stuttligt hevði verið, um
>Ja, vi elsker dette landet<
slerdi igjøgnum yvin í
USA...
Svíar eru
gamlir í garði
Hetta er níggjunda ferðin, at sviar eru við í einum
HM-endaspæli, so teir eru eftirhondini vanir við tað.
Kanska fara teir at gera seg galdandi hesaferð
Flestu føroyingar munnu
hava fyri vana at halda við
norðurlendsku londunum,
tá eitt nú HM-endaspæl er.
Hesaferð var um reppið,
at heili ty norðurlond
komu við, men tá avtorn-
aði, megnaði bert norð-
menn og sviar at fullføra,
medan danir »dumpadu«.
Tí verða tað óivað norð-
menn og sviar, ið verða
stuðlaðir úr Føroyum, tå
vit seta okkum framman
fyri sjónvarpinum.
Sviar vunnu í farnu viku
2-0 á Noregi, og tey flestu
munnu eisini hava stórri
tiltrúgv til, at teir hava ein
góðan kjans at koma long-
ur enn grannarnir og kapp-
ingarneytarnir.
Men sviar eru eisini
nógv meira royndir í hes-
um sambandinum enn
norðmenn, tí teir hava ver-
ið heilar níggju ferðir við í
HM-endaspælinum, og ta
einu ferðina — á heimavølli
í 1958 — komu teir í final-
una.
Við Thomas Ravelli sum
aftasta skansa í málinum,
og so royndum fólkum
sum liðformanninum Ro-
ger Ljung, Anders Limpar,
Stefan Schwarz, Jonas
Thern, Martin Dahlin og
Thomas Brolin á liðnum,
er góður møguleiki fyri, at
sviar hesaferð kunnu gera
seg galdandi.
Teir eru væl saman-
spældir, og tekniskt er fót-
bóltur teirra á høgum
Yviri í USA eru teir í
bólki saman við Brasilia,
Russlandi og Camroun, so
hetta má sigast at vera ein
av teimum torføru bólk-
unum, har Brasilia er av-
gjørdur favorittur, meðan
hini trý londini øll kunnu
gera vart við seg.
Eitt pláss beint aftan fyri
vinnaran í bólkinum er
Thomas Brolin - koma hann og hinir sviarnir víðari?
ikki av leið, og her kemur
jú eisini tríarin víðari, so
okkara boð er, at annað-
hvort Russland ella Came-
roun kanska verða ofrað,
meðan sviarnir klára sker-
ini og koma víðari í næsta
umfarið.
Imeðan kunnu vit bara
siga: Heja, Sverige!