Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-17, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. juni 1994síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Stjórin í Tr FRÆLSI - JAVNAÐUR - BRØDRALAG yritaksstjór Krisjan Dahi Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov Ein háð móti veljarunum EITT valevni hjá sambandsflokk- inum í Eysturoy — fyrrverandi íðin javnaðarmaður — skuldsetir javnað- arflokkin fyri at hava jarðlagt alt tad føroyska vinnulívið. Og nú er tað bara sambandsflokkurin, sum kann fáa eitt sunt vinnuliv á fótur aftur. NÓGVAR valgreinir eru býttisger- andi. Men at vaða so langt út, sum at skuldseta ein flokk fyri at hava jarð- lagt alt tað føroyska vinnulívið, er at undirmeta lesaran og veljaran í stóran mun. Harafturat avdúkar hetta eina so lítla vitan um samfe- lagsstøduna, og hvussu alt hongur saman, at tað markar at ábyrgdar- loysi. VÍST liggur ein stórur partur av før- oyska vinnulivinum í løtuni, og ein partur hórar so dánt. Taka vit fiski- vinnuna, so kunnu vit kanska siga, atpolitisku flokkarnir hava ein leik- lut i vånaligu støduni. FLOKKARNIR — eisini sambands- flokkurin — lurtadu ikki eftir åvar- ingunum frá fiskifrødingunum. Harafturat varð bygt ov nógv út og alt ov nógv kreppulán vórðu latin. Serliga tá sambandsflokkurin ráddi í Tinganesi fyrst í åttatiårnum. Skuldin varð tí ov stór, og tå fiski- skapurin minkaði, og virkini ikki hevdu nakað at standa ímóti við, so mátti rapa. OG um tað rapaði tá ella ikki tá, so hevði verið neyðugt at sanera skuld, ti kapitalkostnaðurin hjá føroysku primervinnuni var alt ov stórur til at klára lækkandi prísir og minni nøgd. TÅ primervinnan ikki gongur, so merkja tænastuvinnan og handils- vinnan tað eisini. At skuldseta nakran flokk — javnaðarflokk ella sambandsflokk — fyri at hava jarð- lagt henda partin av vinnuni ber bara ikki til. KREDITTFELØG og bankar hava figgjad henda partin — uttan lands- kassaveðhald. Tað mundi teimum flestu greitt, at tey flestu vera inearsambandinum vísir aftur ti Blaðíóik. Randi Jacobsen - Dagny Joensen - - Tórfinn Smith - Uppsetng PA Søslaturin Prent: PA tænastuvirkini bygdu á ein hákon- junktur, sum ikki fór at halda fram. Tí, er tað nakar, sum skal lastast, so mugu tað verða lánsveitararnir, sum hevdu eina alt ov vánaliga — ella onga — kredittvurdering. TÍ er tað fullkomiliga burturvið at skuldseta ein flokk fyri at havajarð- lagt alt tað føroyska vinnulívið. STÓRUR partur av føroyska vinnulívinum er nú skuldarsaner- aður, og eigur nú at verða førur fyri at virka á einum sunnun fíggjarlig- um grundarlagi. Tað veri seg bæði skip og virki. Tí verður ikki neyðugt hjá sambandinum at taka tað stóra tunga takið at fáa føroyskt vinnuliv upp á fótur aftur. HETTA takið hava allir teir stóru flokkarnir, javnaðarflokkurin, fólkaflokkurin og tjóðveldisflokkur- in, tikið saman við sjálvstýrisflokk- inum, meðan sambandsflokkurin hevur dusað sær í eini ókonstruk- tivari andstødutilveru. Burtursæð frá tveimum tingmonnum, sum hava virkað leysir av formanninum, hevur flokkurin tváað hendur, eftir ttalisi frá rrverandi bankamanni: Bústaður. Argjavegi 26 Arglum at hann stakk halan millum beinini uppá 13 milliónir krónur!!! HÓAST tað fer at taka longri tíð at koma burtur úr kreppuni, tí útlitini fyri fiskastovnunum eru ikki bjørt, so eru tey tyngstu tøkini tikin, áðr- enn sambandsflokkurin fer út í Tinganes at taka upp aftur -Góða mamma, tað var ikki ...< MEN tað skal annar løgur til. Alt ov nógv er niðurbundið framvegis. Nú skal loysast upp og nú er neyðugt at eggja fólki til at fara undir nakað — og neyðugt er at spýta í nevarnar og bretta upp ermar. MEN er sambandsflokkurin førur fyri at gera tað, nú hann bara hevur hildið démadagsprædikur í fýra ár? Neyvan! Men javnadarflokkurin er til dystin fúsur, nú upptakid er komið væl áleiðis og kós skal setast av nýggjum! sosialurin . ikki okursrentu gl Tryggingin tekur -Tað er ikki rætt, soleiðis sum ein fyrrverandi bankamaður úttalar seg í Sosialinum fyrr í vikuni, um at Tryggingin tekur okursrentu frá kommunu- num við heilum 13%. Hetta sigur stjórin í Tryggingarsambandinum, Jens Peter Arge í við- merking til úttalilsi hjá fyrrverandi bankamanni í Sosialinum í vikuni. Jens Peter Arge sigur, at kommunurnar hava havt fast forrentað lán hjá Tryggingini og hevur rentusatsurin altíð ligið nøkur prosent niðanfyri tí hjá bankunum. Rentu- satsurin hevur svingað og hevur verið niðri á 9% og uppi á 13%, sum er tað Jens Peter Arge, stjóri á Tryggingar- sambandinum: — Meðalrenta okkara á lánum til kommun- urnar er 11,5% og ikki 13% sum fyrrverandi bankamaður pástendur í Sosialinum hægsta. Tann restskuldin, sum Tryggingin eigur hjá kommununum í dag, og sum er forrentað við 13% snýr seg um umnleið 12% av allari skuldini til- samans. Hetta eru serliga lán, sum eru veitt fyrru helvt av 80-unum, tá rent- an var um 13%. Í dag er meðalforrentingin av kommunulánunum 11,5%. Tað seinasta lánið, sum Tryggingarsambandið lat, hevði eina rentu upp á 10%, og hetta lánið varð latið um ársskiftið. Jens Peter Arge sigur annars, at Tryggingin hev- ur havt nakrar kunnandi fundir við kommununum og bankunum í mars mán- að, men eingin realitets- fundur hevur verið, har tosað hevur verið um rentuna. Hann sigur eisini, at teir hava ikki sæð tað uppleggið, sum er komið úr Danmark frá komm- unufelagnum. Bankarnir vórðu bidnir at av landsstýrinum av vera teirra ráðgevar, hóast hvorki bankar ella komm- unumar dámdi tað. Tá var tað so, at Kommunernes Landsforening skuldi koma við einum uppleggi. -Hvør hevur ábyrgdina av, at tað ikki er meira hent í spurninginum um at umfíggja kommunuskuld- ina? -Tað dugi eg ikki at siga. Tað sær út til, at allir skylda upp á hvør annan. jan Minningargudstænasta fyri okkara kæra Jóan Símun Hofgaard verður í Vesturkirkjuni leygardagin 18. juni kl. 15%. Fyri tey avvarðandi Mamma, babba, Johanna, Susann og Ingrid