fríggjadagur 17. juni 1994síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið CSE:
Nr. 113 — 17. JUNI 1994 Síða 15
Torført at stýra Í afturgongdstíðum —
lætt at sita uttan fyri og finnast at!
Tey tvey landsstýrinum,
sum styrdu Føroyum 1989
og 1990, fingu lítið av skafti
fyri berum ósemjum.
Júst tað sama kann man
ikki siga um tey eftirfylgj-
andi tvey landsstýrini undir
leiðslu javnaðarfloksins, tó
besta var, um eitt landsstýri
og ein samgonga sat hvort
heila valskeið, tað er 4 ár.
Fyrst tá er veruligur polit-
iskur stabilitetur, sum er so
neyðugur fyri politiska ar-
beiðið.
Hetta valið er komið í 6-
tíð, tí sjálvstýrisflokkurin
hevði innanhýsis trupul-
leikar og skrædnaði. Tað
fingu hinir flokkarnir einki
gjørt við.
Seinastu fýra árini hava
verið merkt av aftur-
gongdstidum her hjå okk-
um. I grannalondunum kom
hendan afturgongd nøkur år
fyrr og er av har nú í stóran
mun.
Men her hjá okkum hava
tey seinastu tvey landsstýr-
ini og teirra samgongur í
løgtinginum verið óervaðar
av at loysa átrokandi stór-
mál, so sum bankakreppur,
fiskivinnukreppur, skuldar-
kreppur, arbeiðsloysi osfr.
Hetta hevur tikið alla tíð-
ina og allar tær politisku
Ínýggju virkisskránni er
loysnin á sethúsum
| hendan: Húsalánsgrun-
| nurin keypir hini lánini í
| húsunum, fyri markn-
aðarprís, so sleppast
| kann undan tvingsils-
| sélum og eigaraskifti
| Tað er ikki sért tað
bevur ørkymlad mang-
eina so løgna stóðu til
sethúsatrupulleikarna..
Framstandi fólk í flokk-
inum hava sagt, at tað er
moralskt skeivt at gera
eina félags loysn á
trupulleikunum, = men
| heldur mæltu til loysn-
| ina frá peningastovn-
|
unum.
Nú er broyting komin
í, tí loysnin hjá peninga-
stovnunum er ein "her
og nú" loysn, fyri bert
nøkur,
Hví er tað neyðugt at
sanera vinnulivid, tá set-
húsaeigararnir = kunna
=
Sanerið
sethús
eins og
vinnulivið
| Tá lán verða longd, tí vón er fyri betri tíðum
| hjá sethúsaeigarum, er so ongin vón fyri betri
| tíðum hjá vinnulívinum, sum fær skuld eftir-
| givna í stórum? spyr Jón Ingi Eidesgaard,
javnadarvalevni í Eysturoy
ngi Eidesgaard
noyðast við at longja
áramálið. Argumentid
fyri sethúsaloysnini er,
at tað fer at ganga betur
um ngkur ár. Hava tey
ikki somu vón fyri
vinnulívinum ?
Við at lata Húsaláns-
grunnin keypa hini lán-
ini, hevur tann trongdi
sethúsaeigarin, aftur
eina vón fyri framman.
kreftirnar, soleiðis at minni
mál og floksmál komu at
liggja á láni fyri ein stóran
part. Hetta er vanligi javn-
aðarveljarin helst eisini
misnøgdur við, tí hava vit
saknað nakað av veruligum
javnadarpolitikki.
Men h6ast hetta, so eiga
vit at minnast til, at fleiri
samfelagsm.ål eru loyst hesi
fýra árini, eisini javnaðar-
mál, vit kunnu nevna:
1. undirgrundin er nú før-
oyskt mál.
2. oljuvinnaner fyrireikað.
3. rentuspekulatiónin er
burturbeind.
4. peningakervið og -skip-
anin er bjargað.
. rúsdrekkamálið er loyst.
. arbeiðsloysistrygging er
byrjað.
7. nýggjar útbúgvingarlóg-
ir eru framdar.
8. ES-sáttmáli er fingin í
lag.
9. vinnulívið er nærum alt
sanerað.
10. kommunuskuldin er
við at verða langtíðar-
fíggjað.
11. nýggj stýrisskipanar-
lóg er undir landi.
12. lønanitgjaldingarnar
synast at vera vaksandi
aftur.
13. vøksturin i arbeidsloysi
er steðgaður og vónandi
vendur.
14. politiskur stabilitetur
hevur verið síðan 1990.
On
Tey målini, sum ikki
vórðu loyst m.a. orsakað av
at valið kom 4 mør. fyrr enn
tað átti, eru m.a.:
A. føra nýggjar samráð-
ingar við Danmark.
B. ein betri loysn fyri
trongstaddar sethúsa-
eigarar.
C. meiri arbeiði — fleiri ar-
beiðspláss á sjógvi og
landi.
D. at skaffa meiri fisk og
fleiri fiskirættindir,
skaffa betri marknað
fyri okkara útflutningi
og harvið betra korini
hjá allari fiskivinnuni.
E. at lækka skattatrýstið
aftur bæði við komm-
uniskatti og landsskatti.
F. atsteðga fólkaflytingini
úr Føroyum.
Hetta eru mál, sum kom-
andi landsstýri og løgting
eiga.at fara undir beinan-
vegin. Nú er tað mest neyð-
uga um enn minst avhildna
arbeiðið gjørt av sitandi
samgongu — so nú er grund-
arlag fyri at virkast kann
frameftir, at vit sum frålidur
koma burtur úr kreppuni.
Vit í javnaðarflokkinum
fyrigykla ikki fólki nakrar
lættar loysnir og heldur ikki
stórar broytingar beinan-
vegin, men vit vilja virka
fyri og trúgva uppá, at trup-
ulleikarnir verða loystir
stigvíst yvir komandi 4 ár-
ini.
Og tad lova vit at virka
fyri og fremja uttan loysn-
imar hjá tí sokallaða
borgarliga alternativinum
sum eru:
a. lønimar niður 30-40%
við lóg.
b. innliman í ES beinan-
vegin.
c. lækkan av Jøgtings-
fíggjarlógini við hóp-
uppsagnum.
d. 1000 fólk meira ar-
beiðsleys.
e. farvæl tl vælferðar-
sam-felagið — góðan
dag til stættasamfelag
aftur.
Eg viðgangi, at ikki alt er
hepnast nóg væl hesi sein-
astu 4 árini, og persónliga
kundi eg hugsað mær okk-
urt ødrvisi — tað vil so vera.
Men lat tað verða heilt
greitt sagt frá, at ynskja
veljararnir:
— lgnina niður við lóg
— 1000 fleiri arbeiðsleys
— innliman í ES nú
— skerda løgtingsfiggjar-
lóg
— vælferðarsamfelagið i
sor
— stættamunin aftur mill-
um fólk
— so er at velja aðrar enn
javnaðarflokkin. Tí einasta
verjan móti hesum er javn-
aðarflokkurin.
Veljið tí javnaðarflokkin.
Birgir Mohr,
valevni javnaðarfloksins
í Sandoyar Valdømi
Skattur og avgjøld
eru drepandi
fyri fólk
— og má og skal kunna loysast nú
Lat meg beinanvegin
siga, at tað skuldi verið
gjørt fyri langari tid síð-
ani, tí tað eru mong fólk,
sum liva langt undir
hungursmarkinum, og
tað kann man ikki blíva
við at liva við.
SKATTAMÁL
Javnaðarflokkurin vid-
gongur, at skattatrýstið
er ov høgt og vil flokk-
urin fara undir at lækka
skattatrýstið á lág- og
miðalinntgkur.
Málið er at allar inn-
tøkur ájavnar við fólka-
pensiónsupphæddina
verða skattafríar, hartil
er at leggja afturat, at eg
persónliga og fleiri við
mær meina, at eisini tær
hægru inntøkurnar
skulu koma vid i skatta-
lættan.
Ti tað er ikki rætt, at
tær familjur við teimum
miðal góðu inntøkunum
far av landinum, tí at
skattatrýstið í Føroyum
er so høgt í mun til aðra-
staðni. Harvið flytur tað
góða fólkið, sum skal
vera við til at byggja
landi upp. Tað kann í
hvussu er ikki vera rætt,
tí mugu vit av øllum alvi
arbeiða hart fyri at tey
ikki fara av landinum
med alla.
Eg taki neyvan feil av
at vit øll valevni javnad-
arfloksins fara at arbeida
av øllum alvi fyri at gera
tad so liviligt her å landi,
og at vera føroyingur. At
lækka skattatrýstið, so
tað gerst meira rættvíst
fyri øll. At gera nakað
fyri tey arbeiðsleysu, og
at fáa meiri arbeiði.
At gera nakað fyri set-
húsaeigarar.
Skal eg siga nakað um
tey, so haldi eg at tey
hava rætt til hjálp ella
nakað sum líkist saner-
ing. Tá man kann sanera
skip, virkir og annað fyri
at lætta teimum um
skuldina, sum allir før-
oyingar skulu gjaldaella
svíða fyri, tá kann tað
ikki vera rætt, at ein set-
húsaeigari hongur alt
livid uppå skuldina, tå
hann fer á húsagang. Her
má ein loysn finnast.
BÚSKAPARMÁL
Javnaðarflokkurin sigur
í uppskoti til virkisskrá:
Málið við búskaparpoli-
tikki okkara er at tryggja
øllum — mannsømulig
figgjarkor, at tryggja
javnari byti av samfe-
lagságóðunum, soleiðis
at øll fáa somu møgu-
leikar.
Ti virkar flokkurin
fyri, at
— tryggjabúskaparligan
javnað
— tryggjaarbeiði til allar
hendur
— tyggja javnan bú-
skaparligan vøkstur,
ið byggir á vistfrødi-
liga trygt grundarlag
— tryggja gott gjaldsføri
mótvegis útheimin-
um, soleiðis at vit aft-
ur fáa fult ræði á okk-
ara egna landi.
— at varðveita búseting-
armynstrið.
Og hetta kann veljarin
vera við til at gera tann 7.
juli.
Jóan Pauli Joensen,
valevni javnadarfl.
i Suðurstreymoy