fríggjadagur 17. juni 1994síða 24
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
$
Djúpa lágtrýstið, sum
í vikuskiftinum rekur
vestaneftir móti Ís-
landi, elvir aftur eitt
skifti til óstøðugt veð-
ur á okkara leiðum.
Upp í frískt lot, 10
m/s, av útsynningi,
lutvíst ádrigið, stund-
um regn ella ælingur,
annars toluligt sýni
og eisini hendinga sól-
argluttar. Hitin um
dagin millum 8 og 11
stig, um náttina niður
í 5 stig.
»yøardavi
30øj
Einamest millum lot
og friskt lot, 5-10 m/s,
kanska friskari i løt-
um, av åtsynningi og
sudri, ådrigid, stund-
um regn ella ælingur,
annars toluligt sýni.
Hitin alt tíðarskeiðið
millum 8 og 11 stig.
(sdagi
Helst úr frískum loti
upp í hvassan vind,
10-15 m/s, av suðri,
ádrigið, stundum
regn ella ælingur,
annars bert toluligt
ella vánaligt sýni. Hit-
in millum 7 og 11 stig.
Tit ringja — vit skriva
Er nakað á våsi? — vamál?
Ein spurningur, efla tíðindi, so ring til okkars.
Vit oru til reiðar !
Tolston 11820 -
Teiatax 147 20
Nólsoyar Páll var eina løtu i
túninum hjá Rybergs handli
mikudagin í góðveðrinum
Tíðliga seinnapartin miku-
dagin stóð Nólsoyar Páll
aftur í Vágsbotni. Hann
hevur verið burtur í 187 ár.
Nólsoyar Páll arbeiddi í Ry-
bergs handli í Vágsbotni og
handilshúsinum standa
enn. Meðan fyrr angaði við
kamfer, rommi og fremm-
andum kryddi úr londum úr
einum heilt ødrum heimi,
verður í dag selt nakað so
veruleikakent sum gummi-
skógvar og postalin í handl-
unum hjá Andriasi í Vágs-
botni og hjá Valdemari.
Tjóðarhetja okkara,
Nólsoyar Páll fekk cin stór-
an part av sínum íblástri til
at fremja avriksverk, júst
frá monnunum í Rybergs-
handli. Tað var teirra virki,
sum gav honum áræði til at
fara undir fyrstu føroysku
farmasiglingina.
Skjalasavnið sigur at
seinasta skjal Nólsoyar Páll
skrivaði undir var í Bret-
landi í 1808 og hetta ár
verður tí roknað sum árið
hann sjólætst.
Modellið av standmynd-
in av Nólsoyar Páll varð
tíkin niður aftur stutt eftir, at
hendan myndin varð tíkin.
Hon skuldi bert sum pall-
mynd til ein film. Veruliga
bronsustandmyndin kemur
ikki fyrr enn seinni í Vágs-
botn. jústinus
Chr. Í Grótinum fulla last
Fingu uppí av stórari nordhavssild eftir einum degi. Teir vera inni i kvøld
Føroysku sildabátarnir hava góðan fiskiskap.
Bæði Krúnborg og Christian í Grótinum kast-
aðu í gjár og fingu væl av sild. Christian í Grót-
inum er farin at sigla heim við fullari last. Krún-
borg var ikki farin at sigla, tá Sosialurin hevði
samband við Chr. í Grótinum um trý tíðina í gjár.
Veðrið var gott har sildabátarnir roydu í gjár.
Føroyski fiskimálaráðharrin, Thomas Arabo,
hevur heitt á starvsneytar sínar í Russlandi,
Noregi og Íslandi um at fáa eina avtalu í lag
millum londini hvussu kvotan skal býtast
— Eg havi sent fiskimálaráðharrunum skriv
um hetta. Vit mugu fáa eina avtalu sum tryggjar
tey lond, sum søguliga hava veitt norðhavssild-
ina og vit mugu fáa eina avtalu sum eisini
tryggjar stovnin, soleiðis at hann ikki verður
nidurfiskadur beinanvegin, sigur Thomas Ara-
bo.
Norskir fiskimenn og norsk fiskiveidifeløg
skunda nú undir at fáa eina avtalu í lag millum
tey lond, hvors sjógki, sildin gongur. je
Har var ikki nógv skip á feltinum. Sildin er so
feit og full av æti í løtuni, at hon dugir ikki til
matna. Magin er farin úr henni, áðrenn teir eru
komnir til lands. Men seinni skuldi verið betri
møguleikar at landa sild til matna. Føroysku
bátar fara at landa til Havsbrún í Fuglafirði.
Haraldssundi/ Skúvoyarfirði/| Hestfirði/
Leirvíksfirði Skopunarfirdi /Sundalagnum
fp. sp. . fp. sp-
Vestfalskyrrindi
16. juni: Fyrra kvarter
21. juni: Mánin næstur jórðini
23. juni: Fullmáni
0128
0241
1404
1505
0328
0441
1604
1705
0143
0256
1419
1520
0028
0141
1319
1420
17. juni 1304
1405
0043
0056 1320 0156
18. juni