leygardagur 18. juni 1994síða 2
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
FRÆLSI - JAVNAÐUR - BROÐRALAG
Tillukku Ísland
Í GJÁR hátíðarhelt brødratj6din
fyri vestan 50 ára dagin fyri at hon
loysti frå Danmørkini og tók á seg
ábyrgdina at stýra og húsast í egn-
um landi.
tók undir við at loysa frá Dan-
mørkini og lata lýðveldið Island
seta sína egnu kós. Tað var eitt
stolt fólk og tað var eitt ábyrgdar-
fult fólk.
SO AT siga alt tað íslendska fólkið
HÁLVTHUNDRAÐ ár seinni
kunnu vit ikki annað enn staðfesta,
at íslendingar hava megnað at
klára seg sjálvar, og at tað er við
stoltleika, at teir fagnað lýðveldi-
num í hesum døgum.
TAÐ SAMA kann ikki sigast um
tað fólk, sum her búleikast. Ístaðin
rgdarblaðstjóri: Jan Milller
fo akse tor Krisjan Dahí
Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov
fyri at taka seg saman og siga, at nå
mugu vit gera alt tað, sum vit eru
ment at taka stýrið í egnar hendur,
so krúpa vit upp aftur longur inn
undir danska skjúrtuvelið!
SAMSTUNDIS sum brødratj6din
avgjørdi at skipa sítt egna lýðveld-
ið, valdaði ógreiða og politiskur
hurlivasi i Føroyum. Fólkaflokk-
urin vildi hava loysing, sambands-
flokkurin vildi hava gomlu amts-
støduna at halda fram og javnadar-
flokkurin mælti til eina millum-
loysn.
EFTIR DRUGVAR, men ófyri-
reikaðar samráðingar varð úrslitið
ein ógreið folkaatkvøda, sum varð
skúgvað til viks, eftir at fólkið
hevði talað, og løgtingid ikki
dugdi hógv — og vit fingu heima-
stýrisskipanina.
Á HESUM stað skal heimastýris-
Blaðfólk. Randi Jacobsen - Dagny
Joensen - Tórfinn Smith -
Hilmar Jan Hansen -
Jústinus Eidesgaard
Rættarsamfelagið byggir
ikki á lygn og citatfusk Oli
Jacobsen
Tummas Arabo,
skrivar:
Tað er alment ként, at tað
er ein ,ørkenvandring” at
svara til Ola Jacobsen í
bløðunum.
Nú er tað tó hent, at Óli
er vorðin aktivtur politikk-
ari og í síni stevnuskrå hev-
ur hann spurningin um
rættarsamfelag og rættar-
trygd. Hetta hóast hann á
fundi við einum meiriluta í
landsstýrinum hevur vátt-
að, at hann er ímóti demo-
krati.
Hann hevvur eitt bræ'v í
bløðunum nú, sum eitur
„Thomas Arabo våttar
hevnisøku”
Evnið, hann skrivar um
er í stuttum, at landsstýrið
hevur valt eina ráðgevandi
nevnd sambært nýggju
fiskiveiðilógini — til at
ráðgeva í fiskivinnuspurn-
ingum
Oli er ikki valdur og
hann er í ødini um tað
Eg havi svarað honum
fyrr at teir, sum eru valdir í
nevndina, eru privatper-
sónar og skilafólk innan
fiskivinnu. Hesir persón-
arnir eru valdir aftaná, at
ein hevur spurt nógv fólk
Eg undirstrikaði at ongin
varð valdur, sum umboðaði
nakað felag. Oli skrivar í
blødunum soleiðis, „men
tilvildarliga eru teir flestu
privatpersónar, sum T.A
hevur útnevnt, samstundis
sum formenn fyri tey av-
gerandi vinnufeløgini”.
Nevndin telur 6 per-
sónar og harav eru 2 for-
menn í ávikavist Utróðrar-
felagnum og Reiðarafelag-
num, so hatta er lygn
So koma vit til citatfusk-
ið hjá Óla.
Eg skrivaði: Ongin, sum vit
tosaðu við, peikaði á priv-
atpersónin Oli Jacobsen
Hví veit eg ikki. Ohugsandi
er tó ikki, at tað hevur havt
davirkan, at tær flestu
nevndir har Oli Jacobsen
er limur, enda í klandri og
roki í fjølmidlunum. Oli
citerar….,TaO hevur havt
åvirkan at tær flestu nevnd-
ir, har Oli Jacobsen er lim-
ur, enda í klandri og roki í
fjølmidlunum.
Hatta er ikki tað sama,
sum eg skrivaði. Hatta er
ein annar máti at lúgva
uppá, tað ger man ikki í
einum rættarsamfelag. Vit
halda fram við citatfusk-
inum hjá Ola. Eg skrivaði í
mínum brævi: „Harafturat
er tað ein royndur lutur at
tann, sum ikki makkar rætt
eftir tí, sum Oli sigur, at
hann verður svínaður til í
fjólmiðlunum annars. Í
ringasta førum verður
hann stevndur". Oli citer-
arar: „Tað er ein royndur
lutur, at tann sum ikki
makkar rætt o.s.v.”.
Hví ikki citera orðarætt
tá tú citerar og taka alt við,
Óli Jacobsen. Hatta er ein
annar máti at umgangast
sannleikan uppá. Tína upp-
fatan av rættarsamfelag-
num, hana fari eg at ivast
ógvuliga nógv í, tá ið eg
síggi tann mátan, sum tú
skrivar uppá, og eg fari
stórliga at ivast í, at nógv
av tí tú hevur fylt blødini
við tey seinastu árini, er í
samsvar við veruleikan, um
ikki okkurt klipp „her og
der" er komið skeivt fyri
Annars má eg siga væl-
komin Oli inn í tað pol-
itiska lívið. Gott tú stiilar
upp so vit hava fingið teg
fram í ljósið og kunnu við-
gera teg samsvarandi tí
Utgevar: P/1 Saslalurin
Uppseting. PT Saslalurin
Prent: P/T Pressan 1981
skipanin ikki umrødast, men tað
skal bara sláast fast, at tað er spell,
ja, tað hevur verið til óbótaligan
skaða, at vit ikki hava lagt stórri
dent á hugsjónina um at standa á
egnum beinum, búskaparliga og
politiskt — sjálvt innan karmarnar í
heimastýrislógini.
STOLTARI høvdu vit verið, um
vit ikki lótu allan framburð verða
treytaðan av donskum stuðli, og
stoltari høvdu vit verið, um vit ikki
høvdu latið mammon, peninga-
spekulatión og ótamda material-
ismu fingið fastatøkur á okkum í
åttatiårunum.
TAD ER, sum rithøvundurin Jens
Pauli Heinesen skrivadi f Sosiali-
num fyrradagin: >Tað er sam-
bandsmentaliteturin, ið er spillan,
nevniliga hetta: Gongur tað ikki,
so gongur tað kortini. Ein slíkur
hugsunarháttur kann ikki annað
Bústaður: Argjavegi 26
67. ÁRGANGUR
Postadr.: Postsmoga 76
110 Tórshavn
Telelax: 14720
Argjum
Telefon: 11820
enn drepa eitt samfelag.<
HESUM hugsanarháttinum mugu
vit sleppa. Líka mikið um vit fáa
broytt heimastýrisskipanina ella
um vit fáa eina nýggja sjálvstýris-
skipan.
HETTA MÅ Føroya fólk gera sær
greitt. Skulu vit klára okkum sum
tjóð —sum førpyingar í egnum
landi — er eingin loysn at seta ein
undirbrotligan — sambandsflokk
sterkan å ting.
TJODSKAPARLIGA fer tad at
verða eitt afturstig, og tað fer neyv-
an at eggja fólki at taka annað
skinn um bak. Latið tað tí ikki
henda, at samstundis sum íslend-
ingar við stoltleika kunnu siga, at
vit megnaðu tað, at vit søkka long-
ur niður í eina eyðmýkjandi sam-
bandsstødu.
SOSIALURIN
Vegna eigaraskifti verða fleiri
GÓÐ TILBOÐ
mánadagin og mikudagin 21. & 23. juni
Til domis:
VIDEO-
BOND '**
20 y" stk.
TØKK
Vit vilja her eisini nyta høvi
at takka viðskiftafólki
okkara fyri góðan stuðul
farnu tíðina. Vegna serligar
umstødur fara vit nú at
gevast, men vóna at tit fara
at geva nýggju eigarunum
somu góðu undirtøku
HEIT
POPCORN
5,- pk.
Stongt verður
týsdagin 22.
juni vegna
vøruteljing
Opið verður
aftur miku-
dagin 23. juni
við nýggjum
eigarum
"YASMIN
Lydarsvegur 2 - 188 Hoyvik