Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-05-10, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. mai 2000síða 8

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fyri fyrstu fer› nakrantí› vóru fólkaskúlalærararnir í Føroyum í drúgvum verk- falli, sum leg›i stórar partar av fólkaskúlanum lamnar. Ta› vóru teir sáttmálasettu lærararnir sum vóru í verkfalli. Av tí at ikki allir lærarar vóru í verkfalli, so lá undirvís- ingin í føroysku fólkaskúlunum ikki heilt still, men hon var meint rakt, vi› tí úrsliti at nógvir undirvísingartímar vanta›u. Orsaka› av drúgva verk- fallinum so eru ymiskar broytingar hendar vi› próvtøkunum hjá 9. og 10. flokki, umframt at skúla- gongdin er longd vi› einari viku. Yngd hevur veri› og vitja› skúlan á Ziskatrø› har vit fingu or›i› á nakrar næmingar og skúlastjóran. Sjálvgjørt Asbjørn Lómaklett sum er skúlastjóri í skúlanum á Ziskatrø›, hevur sínar hugsanir um ta› sum hendi í samband vi› læraraverk- falli›. – Næmingarnir valdu sjálvir, at fylgjurnar av verkfallinum skuldu gerast meira umfatandi enn ney›ugt, sigur Asbjørn Lómaklett. Hann grei›ir ví›ari frá, at teir flestu av flokkunum kundu havt veri› til fitt av undirvísingartímum, men valdu at halda seg burtur, og harvi› leggja undirvís- ingina í framhaldsdeildini ni›ur. – Ta› er ábyrgdin hjá næmingum og serliga foreldrum, at møtiskyldan í fólkaskúlanum ver›ur hildin. Í øllum førum hava tey ofra› nógv í hesum sambandi, so er spurn- ingurin bara, um ta› er av samhuga vi› lærarunum. – Ta› vera mi›lingarnir og teir veikastu næmingar- nir sum koma at at merkja svi›an av hesum, er stutta ni›urstø›an hjá skúlastjór- anum, sum ikki væntar at teir gó›u næmingarnir koma ikki at fáa teir stóru trupulleikarnar av mistu skúlagongdini. – Hjá teim- um sum fara undir fram- haldandi lestur eftir summ- arfrítí›ina ver›ur ta› eitt sindur tyngri at koma í gongd enn vanligt, men ta› krevur bara at tey leggja eyka nógva orku í ta›, so skal ta› nokk ganga. Broytt fráfaringaroynd Orsaka› av drúgva verkfallinum er avgjørt at gera nakrar broytingar í sambandi vi› skúlagongdina restina av árinum og fráfaringar- royndirnar í summar. Asbjørn Lómaklett, skúla- stjóri, sigur at næmingarnir koma at ganga eina viku longur í skúla enn ætla›, og at skori› ver›ur ni›ur í talinum á próvtøkum. Ísta›in fyri at skula upp til f‡ra munnligar próvtøkur, er tali› skori› ni›ur í helvt. Út frá hesum kann sta›- festast at einki er um tosi›, at næmingar fóru at vera noyddur at taka hetta skúlaári› um aftur. Ta› eru uttan iva næmingar sum hava ætlanir um at fara ví›ari, sum hava veri › bangnir fyri hesum, men sum stø›an er nú, so er einki at vera bangin fyri. Henda dagin vit vóru í skúlanum, hittu vit eisini nakrar næmingar í 9. b sum var tann flokkurin í skúlan- um á Ziskatrø› sum var har›ast raktur av verk- fallinum. Vit fingu eitt prát vi› nakrar av næmingunum um verkfalli›, framtí›ina, og ikki minst hvussu tey hava fingi› tí›ina at ganga teir tveir mána›arnar, tey vóru burtur frá skúlanum. Heima í tveir mána›ir – og hvat so? Sunnukvøldi› 30. apríl var endi fingin á lærara- verkfallinum, sum tá hev›i vart í 53. dagar. Dagin eftir tóku næmingar og lærarar skúlagongdina uppaftur John Mortensen 15 ár - Í byrjanini var tað útmerkað, men sum dagarnir og vikurnar gingu vildi eg eisini sleppa aftur í skúla. John sigur at hann eins og nógvir av hinum næmingunum hevur arbeitt eitt sindur hesar dagarnar. – Eg havið egnt, men tíð bleiv eisini til at sova til middags onkrar dagar. John er ein av teimum næmingunum í 9.b sum hevði spælt sær við tankan um at fara úr fólkaskúlanum, nú hann verður liðugur við 9. flokk í summar, og fara undir framhaldandi lestur. – Tað verður so av ongum nú. Vit hava mist alt ov nógv í seinastuni til at tað er nakar kjansur fyri at kunna fylgja við í víðari skúlagond sum er, sigur John, sum tó ikki hevur nakað ímóti at taka tað 10. og seinasta árið við eisini. Heldur ikki John fæst at gera nakra viðmerking til, um hann heldur, at næmingarnar hava verið gíslar í hesum máli. Hann tekur undir við, at lærarar skulu hava verkfallsrætt, og eins og floksfelagin Leivur, heldur hann, at lærararnir hava fingið alt ov lítið burtur úr, um man hugsar um, hvussu langt hetta verkfallið var. Leivur Vitalis 15 ár -Eg havi havt nokk at tikist vi›, teir dagarnar vit hava veri› heima. Eg havi egnt, arbeitt á Kósini og so fingu vit eisini tí› at stápla eina teldustevnu uppá beinini í losjuni. Leivur sigur ví›ari, at hann sjálvandi kundi havt veri› til onkrar undirvísingartímar, men at teir lógu rættuliga spjaddir, og at uppmøtingin sum heild var vánalig. - Sjálvandi sakna›i eg skúlan naka›, men ta› var ikki fyrr enn móti endanum at man byrja›i at hugsa um skúlan. Vit spurdu eisini Leivur, um hann helt at næmingarnir høvdu veri› gíslar í hesum málinum. Hetta hev›i hann onga vi›merking til, men seg›i at hann helt at ta› var í fínasta lagi at lærararnir kundu fara í verkfall, men hann leg›i tó afturat, at teir høvdu fingi› naka› líti› burtur úr hesafer›. Elsa Maria Simonsen 16 ár Fyrstu tí›ina var ta› óføra stuttligt. Vit kundu vera leingi úti um kvøldarnar og møguligt var eisini at sova leingi um morgnarar, sigur Elsa Maria, tá hon skal grei›a frá, hvussu hon hevur havt ta› me›an lærararnir hava veri› í verkfalli. —Eg havi næstan einki arbeitt, bara onkrar løtur. Ta › nógva av tí›ini er fari› til at spæla fótbólt, umframt at eg eisini eri venjari hjá einum li›i. Elsa Maria sigur eisini fyri okkum, at í hennara føri so er ta› ikki so farligt at tey hava mist so nógva tí›. – Eg havi alla tí›ina ætla› mær í 10. flokk, so eg havi møguleika fyri at heinta eitt sindur av tí forsømda innaftur komandi ár. Elsa Maria sigur ví›ari, at tá 10. flokkur er fingin frá hondini ætlar hon sær til arbei›is í eitt ár, á›renn hon fer á H.F. Elsa Maria vi›gongur eisini, at hon ikki hevur gjørt sær so nógvar tankar um verkfalli›, eitt nú um ta› var rætt móti næmingunum ella ikki. —Eg veit faktist ikki heilt enn, hvat ta› var, teir klandra›ust um, onkur sigur, at ta› var okkurt vi› tveimum tímum, sigur hon vi› einum smíli. Fróði Løkságarð Daisy Eltør 16 ár – Ta› var fínasta slag at vera heima. Or›ini eigur Daisy, sum als ikki var kedd av at lærararnir vóru í verkfalli. Henda óvænta›a frítí›in passa›i henni rættuliga væl. – Vit vóru úti í b‡num hvønn dag, og ta› bar væl til at sova leingi um morgnarnar. Ta› var álíkavæl ikki hvønn morgun at sovi› var› leingi. – Eg arbeiddi eisini eitt sindur á Kósini, sigur Daisy, fyri at undirstrika at hon ikki hevur sovi› dagarnar burtur. Eins og Elsa Maria, so hevur Daisy eisini ætlanir um at taka 10. flokk komandi ár, og væntar tí at møguleiki nokk ver›ur fyri at heinta ta› mista innaftur í leypi av komandi árinum. —Planurin er, at taka 10. flokk og so eitt ár út at arbei›a, á›renn eg fari ví›ari í skúla, helst HF. Daisy hevur ikki gjørt sær teir stóru tankarnar um, hví lærararnir vóru í verkfalli, og hvat trupulleikin var partanna millum. – Stutt sagt, so áni eg ikki hvat teir klandra›ust um.