Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-22, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. juni 1994síða 10

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið (SK Síða 10 Nr. 116 — 22. JUNI 1994 Fótbólturin vann Veljarafundur var í itréttarhøllini í Runavík månakvøldid. Fótbóltur var í sjónvarpinum. Fótbólturin vann! Javnaðarflokkurin Vit standa við tey 10 boðini Javnaðarmenninir í panelinum, Dan Petersen og Jákup Egholm, hildu, at nógu er komið av skafti í farna valskeiði, hóast óvanliga truplar umstødur. Men »tey 10 bodini« eru ikki fullførd enn, og eiga tí at verða tikin fram aftur, hildu teir Javnaðarmenninir, Jákup Egholm og Dan Petersen, løgdu stóran dent á at draga tað fram, flokkur teirra hevur avrikað síðani sein- asta val. - Vit fóru til val uppá tey sonevndu >10 boðini< - og hóast umstødurnar gjørdust sera truplar, eru vit komin væl áleiðis, helt Jákup Egholm. Dan Petersen vísti serliga á fiskaloysið sum orsøk til, at hevuðssboðið< hjá flokkinum ikki er uppfylt: Nevniliga at fáa hjólini at mala aftur. - Bæðið nøgd og prísur eru farin í botn. Tað vardi ongan fyri fýra árum síðani, at stødan fór at verða ring segdi hann. - Men tað merkir ikki, at hetta ikki framvegis er høvudsmålid hjá okkum, segði hann. Nógv avrikað Jákup Egholm umrøddi fama valskeid, og nevndi nakad av ti, flokkurin hevur arbeitt fyri og nátt: - Rentuspekulatiónin er steðgað. - Arbeiðsloysisskipanin er farin at virka. - Lóggáva er gjørd fyri at verja fiskastovnarnar. - Nýggj skúlalóggáva er gjørd. - Alit um nyggja styris- skipan er lagt fyri tingið. - Undirgrundin er yvir- tíkin. - Seismiskar kanningar eru farhnar )í gongd. Ætlanir steðgaðar Umframt hetta vísti Jákup á, at Javnaðarflokkurin hevur steðgað fleiri av tei- mum villastu ætlanunum hjá ødrum flokkum: - Vit steðgaðu SEV -út- byggingini. - Vit steðgaðu ætlanini um flogvøll á Glyvursnesi. - Vit steðgaðu ætlanini á Sundi. Jákup helt, at flestu fólk í dag duga at síggja hvussu týdningarmikið tað var, at hesar ætlanir vórðu steðg- aðar. Bankarnir - tað er ivasamt Viðvíkjandi bankabjargin- gunum, sum Javnaðar- flokkurin eisini hevur verið við til, var Jákup meiri ivasamur. - Tad er ilt at siga, um hetta var rætt, segði hann. - Men eitt er vist: høvdu bankarnir farið, høvdu sparikassarnir eisini farið. Og tá hevði ikki sæð gott út. Lønarlækking - sum studningur Jåkup Egholm helt ikki nógv um ætlan teirra borgarligu um — lønar- lækking. - Hevuðsmál Javnaðar- floksins fyri komandi val- skeið, eru at sanera skuld, og at fáa skatiin niður, segði hann. - Og tað finst eingin løtt loysn á hesum, soleiðis sum teir borgarligu vilja gera tað til. Hann helt, at ætlan teirra borgarligu um lønarlækk- ing er ein annar máti at veita vinnuni studning - og tað helt hann ikki vera réttu »Eg veit ikki - skulu vit ikki bara byrja<, spurdi ein av fyrireikarunum til fundin í Runavík, tá klokkan var farin væl av sjey. Fundurin 7 skuldi byrja klokkan sjey. >Ajú - her koma helst ikki fleiri«, svarði okkurt av valevnunum. Og so var byrjað. 35 fólk sótu í eini gapandi tómari ítróttarhell. Og 8 umboð fyri teir fýra størstu flokkarnar sótu við pallborðið. Seinni legðist tó nakað afturat í salinum - men upp á 50 kom talið aldrin Og tað sær eisini tómligt út í eini ítróttarhil. Wa fyrirelkad Men fótbólturin hevdi nú ikki alla skyldina. Eysturoyar Tjóðveldis- felag, sum skipaði fyri fundinum, hevði bara lýst hann einaferð í útvarpinum. Og ikki fyrr enn fundurin var byrjaður fingu nakrir av kandidatunum at vita, hvat evnið var - nevniliga vidur- skiftini millum Føroyar og Danmark. Men hann bleiv hildin kortini - og hann vardi í knappar tríggjar tímar. Tá hann endaði, vóru bert eini 15 eftir í salinum. Men okkurt kom fram kortini. Orð og myndir: Sjúrður Skaale Olaf Olsen var á fundi- num spurdur, hví hann helt fram í politikki, hóast hann hevur sagt, at ikki ætlaði sær aftur á ting. - Orsøkin til at eg í síni tíð segði at íkki ætlaði mær uppíaftur politikk, var, at eg helt at okkara politiska skipan fór at verða tíkin heilt av ræði, svaraði hann. leiðina. Vinnulívið má vera meira úti um seg Hann helt, at vinnulívið sjálvt eisini má vísa initiativ. - Landsstyrid hevur gjøg- num ALS givið vinnuni møguleika fyri at fáa stuðul til lønimar. Hví verður tað ikki nýtt? Ti haldi eg fram í politikki Olaf Olsen segði fyri ikki so langari tíð síðani at hann fór at taka seg úr politikki fyri vell. Í Runavík greiddi hann frá hví hann heldur fram kortini Hann segði at hann longu tíðliga í valskeiði- num dugdi at síggja, at her fór at enda galið. - Men tað bleiv ikki so ringt sum eg hevði væntað, segði hann. - Vit hava jú varðveitt okkara politisku skipan - og tað er orsøkin til, at eg haldi fram. - Eitt oljuskip hevur nú ligið í Føroyum. Hví sínir føroyskt vinnulív íkki hesum áhuga? spurdi hann. Hann helt, at vit í staðin fyri bara at vænta at lønarskurbur = loysir alt, mugu vera meiri úti um okkum.