leygardagur 25. juni 1994síða 13
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið (7);
Mikkjal Sørensen, javnaðartingmaður í Suðuroy: |
Pengarnir skulu
út millum fólkið
Ikki rætt at stinga halan millum beinini, tá tað leikar hart á
Tað var rættiliga at koma í
eldin, tá porkeningurin
Mikkjal Sørensen á ólav-
søku 1991 kom í tingsessin,
sum Jóannes Ejdesgaard
segði frá sær, eftir at hann
var vorðin landsstýrismað-
ur.
Valskeiðið hevur verið
eyðkent av vinnukreppum,
fíggjarkreppum og polit-
iskum kreppum. Iðrar ein
Vandi fyri
nógv sterri |
arheiðsloysi
— Tær ógvusligu skerjingarnar og
lónarlækking, sum borgarligu
flokkarnir hava boðað frá, koma
at raka meint, og fara fleiri
hundraðtals fólk út í arbeiðsloysi
afturat, um teirra politikkur
vinnur frama
Síðani valið í 1990 hevur
javnaðarflokkurin staðið á
odda í landsins stýri.
Hesi knapt 4 árini eru
helst tey mest baldrutu í
nýggjari tíð.
Flokkurin hevur staðið í
andglettinum, og hevur ver-
ið noyddur at taka avgerðir.
Avgerðir, sum ikki hava átt
undirtøku í fólkinum, men,
sum hava verið neyðugar.
Føroyska samfelagið er
framvegiseitt gott samfelag
og hvussu hevði sæð út í
dag, um tær skerjingar, sum
byrjað varð uppá, og sum
vórðu steðgaðar av javnað-
arflokkinum, vóru gjøgn-
umførdar, er ikki ringt at í-
mynda sær.
Fyri eitt útjaðaragki sum
Suðuroynna hevði tað verið
ein vanlagna, og gingið
fyrst og fremst út yvir
sjúkrahúsið og siglingina
við Teistanum.
Javnaðarflokkurin hevur
lagt seg eftir, byrgt fyri og
lagt áherðslu á at varðveita:
Skúlaverkið, heilsuverkið,
almannaverkið og sam-
ferðsluna, — ja, varðveitt
vælferðarsamfelagið. Og
hevur hetta ómetaliga stór-
an týdning, ja, er altavger-
andi fyri okkum framyvir.
Tær ógvusligu skerjing-
arnar og lønarlækkingin,
sum borgarligu flokkarnir
hava boðað frá, koma at
raka meint og fara fleiri
hundrað fólk út í arbeiðs-
loysi afturat, um teirra poli-
tikkur vinnur frama.
Besta tilfeingið, okur
eiga, er okra fólk. Tey skulu
fáa umstødur at verða og
virka her. Og hesar umstød-
ur kann javnaðarflokkurin
verða við at tryggja við sín-
um politikki.
Neyðugt verður fram-
yvir, at tað almenna gongur
á odda og setir karmar fyri
menning og framleiðslu.
Einasta gongda leið burt-
ur úr kreppuni, sum samfe-
lagið er í, er, at javnaðar-
flokkurin fær ávirkan, og tí
er tín stuðul neyðugur.
Góður suduroyingar!
Tykur havastuðlað flokkin-
um dyggiliga gjøgnum
farna tíð, og fari eg at heita á
tykkum um enn einaferð at
verja borg.
Mikkjal Sørensen,
valevni javnaðarfloksins
í Suðuroy
ungur maður seg ikki um, at
hann yvirhøvur hevur latið
seg valt til slíkt arbeið:
— Tad skal ikki vera nøkur
loyna, at tað hevur verið
trupult og torført. Målini
broytast nógv, og viður-
skiftini skifta so skjótt, at
tað ikki altíð er lætt at fylgja
við. Føroyskur politikkur er
merktur av, at nógvir flokk-
ar noyðast at samstarva, tí
skulu nógvar neyðsemjur
gerast, og tað er ikki altíð at
úrslitið samsvarar við tað,
tú hevði ímynda tær.
Hví stillar tú uppaftur?
- Eg havi umhugsað mín
framhaldandi leiklut í polit-
ikki. Nidurstødan var, at tað
kanska fór at kennast sm at
eg rýmdi av, tí tað stóð illa
til, og kanska óttaðist fyri
dóminum hjá veljarunum.
Tað geri eg ikki, og tá por-
keningar sýndu mær tað álit
at stila meg upp aftur, so tók
egav.
Og eg haldi avgjørt ikki,
at javnaðarflokkurin skal
fara til val upp á at seta seg í
andstødu at styrkja seg. Tað
er ongantíð so neyðugt sum
nú, at flokkurin fer í lands-
stýrið.
Framvegis leiklut
Hvat verður uppgávan?
- Eg havi altíð hildið, at
javnaðarflokkurin var hin
besti til at røkja áhugamál-
ini hjá einstaka borgar-
anum. Tað kom ikki dyna-
mikkur í fíggjarliga og sos-
ialapolitikkin fyrr enn javn-
aðarflokkurin kom fram at,
og eg haldi framvegis, at
flokkurin eigur ein stóran
leiklut.
Samfelagstødan er ikki
góð, og hon verður ikki góð
fyrstu árini. Takið verður
stórt, men tað má arbeiðast
við at bøta um. Her hugsi eg
fyrst og fremst á vinnuliga
og sosiala økinum.
Nýggir karmar eru sein-
asta valskeiðið lagdir um
vinnulivid og vidurskiftini
millum Føroyar og Dan-
mark. Tað er tó ikki so, at
skipanin, sum nú er, skal
verða verandi. Tað velst
um, hvat gagn er í henni, og
tað skulu politikkarnir vera
við til at meta um og taka
avleiðingarnar av.
Fer tað at vísa seg, at
Fiskavirking og Føroya
Banki standa seg væl, og
verða tydninarmiklir líðir í
uppbyggingini av samfel-
agnum, so skulu vit gleðast
yvir tað, men fer Fiskavirk-
ing ikki at megna sína upp-
gávu, og fer bankin ikki at
nýta stóru innspræningina,
hann hevur fingið frá tí al-
menna, til at lyfta føroyska
vinnulívinum, so skulu vit
gera alt, sum stendur í okk-
ara makt, at broyta tað, sum
er avtalað við danir.
Og har haldi eg, at fyrsta
uppgávan er at fáa meirilut-
an í nevndini fyri figgingar-
grunnin.
Umstødurnar hjá vinnu-
livinum eru tætt tengdar at,
hvussu bankin arbeidir er
tætt tengt at, hvønn hugburð
danir hava. Og liviumstød-
urnar hjá føroyinginum eru
tætt tengdar at oman fyri
standandi. Tí er tað so neyð-
ugt, at vit alla tíðina hava
fingurin á pulsinum og
royna at broyta, hóast tað er
torført.
Undir øllum umstødum
mugu vit slåa fast, at tad er
alneyðug komandi val-
skeiðið at fáa peningin, sum
er komin úr Danmark, út
millum fólk. Tað er eingin
meining í, at hann verður
sendur av landinum aftur.
Eisini lokalur
Mikkjal Sørensen er vald-
ur fyri Suðuroynna. Tað
verður ofta tosað um lokal-
politikk sum mótsøgn til
tað, ið tænir øllum samfel-
agnum, men tað dugir javn-
aðartingmaðurin ikki at
síggja nakra mótsøgn i:
- Oman fyri nevdu viður-
skifti viðvíkja gllum land-
inum. Tað gera onnur við-
urskifti eisini, men eingin
kann taka tað at vera sam-
felags skaðiligt, at eg havi
stóran áhuga í og arbeiði
fyri, at umstødurnar á Suð-
uroyar Sjúkrahúsi alsamt
vera góðar, og at samferðsl-
an til Havnar er á sømilig-
um stødi.
Og so eru tað fyritreytirn-
ar hjá oljuvinnuni, sum
skulu vera í lagi. Har vænti
eg, at Suðuroyggin hevur
sera góðar møguleikar, og
eg fegnist um tey stig, sum
landsstýrið hevur tikið við-
víkjandi kanningum og
royndarboringum.
Nr. 119 — 25. JUNI 1994 Síða 13
Hin fyrsti, og í nógv drúgvasta áramálið, sum
umboðaði Javnaðarflokkin í Suðuroynni var P. M.
Dam. her sæst hann saman við Viggo Kampman,
táverandi danska forsætisráðharra
Kend andlit
umboðað
javnaðar-
flokkin
Síðani javnaðarflokkur-
in fyrstu ferð fekk mann
á ting í 1928, hava fleiri
persónar umboðað Suð-
uroyar valdømi. Hin
fyrsti, og í nógv drúgv-
asta áramálið, var Petur
Mohr Dam. Hann var
millum stovnarar floks-
ins. Sum 22 ára gamal
tók hann læraraprógv í
1920, árið eftir gjørdist
hann lærari í Sumba,
men stutt eftir kom hann
norður á Tvøroyri, har
lívsyrki hansara kom at
verða, ikki minst sum
tingmaður og í royndum
at savna arbeiðs- og
fiskimannafólkið = um
samvinnuætlanir á
vinnuliga gkinum.
Petur Mohr Dam var
løgtingsmadur til hann
doydi, burtursæd frå løg-
manstíðarskeiðunum —
hann var løgmadur frå
1959 til 1963 og aftur frå
1967 og til hann doyði 8.
november 1968.
Jéhan Danbjørg var
tvey år yngri enn Petur
Mohr Dam, og teir doyðu
sama ár. Danbjørg var
sum P.M. Dam lærara-
lærdur, hann fekk eisini
fyrst starv í Sumba, og
hann flutti eisini longur
norður í oynni. Frá 1920
arbeiddi hann í Porkeri,
og tað vóru fyrst og
fremst porkeningar, sum
settu hann inn á ting í
1936. Í fyrsta umfari sat
hann til 1945, tá hann
fall. I 1950 varð hann
valdur aftur og sat i ting-
inum, til hann doydi.
I styttri og longri tidar-
skeið vóru tað fleiri, sum
umboðaðu flokkin um
tað mundið, at teir báðir
gomlu vóru um at leggja
frå sær. William Smidt í
Vági hevði sitið, meðan
Danbjørg var úti frá 1945
til 1950, og í 1958 kom
Dion Nolsøe í Vági inn.
Hann sat til 1966, tá J. P.
Thomassen i Vågi vard
valdur. Seinna skiftið,
meðan Petur Mohr Dam
var løgmaður, loysti
Reinhold Sílá í Trongis-
vági hann av.
Í 1970 fór ættarliðs-
skifti fram. Tá vórðu Atli
P. Dam og Hilmar Bech
valdir. Atli sat — burtur-
sæð frá tíðini, hann sum
løgmaður lat næsta mann
koma inn — út í eitt, til
hann í 1990 stillaði upp í
Suðurstreymi. Millum
avloysararnar hjá Atla
Dam kunnu nevnast An-
dreas Petur Jacobsen,
sáli, í Vági, sum var inni
stutta valskeiðið frå 1978
til 1980.
Hilmar Bech var vald-
ur fleiri ferðir, og síðani
1984 hevur Henrik Old
verið valdur við nógv
flestum atkvødum í
Vági. Sverri Midjord
hevur síðani 1974 verið
tingmaður í nógvum
skiftum. Onkuntíð hevur
hann verið, meðan Atli
Dam hevur verið løg-
maður, og fleiri ferðir
hevur hann verið valdur.
Seinast var hann valdur
saman við Jóannes Ej-
desgaard og Hendrik
Old. Tá Jóannes fór í
landsstýrið kom porken-
ingurin Mikkjal Søren-
sen inn í tingið. Eitt skifti
her fyri, meðan Mikkjal
var burtur frá, røkti
Manne Næs í Hvalba
sessin.