leygardagur 25. juni 1994síða 15
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindahlaðið ES.
Tøkk til starvsfólkið
- Hetta hevur bert eydnast
við hjálp frá starvsfólku-
num innan sjúkrahúsverkið.
Tey hava víst ein vilja at fáa
deildimar at virka, hóast
skerdar játtanir.
- Tey eiga stóra tøkk uppi-
borið fyri tað, sigur Jóannes
Eidesgaard.
- Vegna vánaligu tíðirnar
noyðast vit at góðtaka, at
Landssjúkrahúsið ikki
verður útbygt fyribils, sum
ætlanin annars hevur verið í
fleiri ár. Tí hava vit sett 10
mió. krónur av til åbøtur.
Tað er neyðugt at gera hesar
umvælingar, um stovnurin
skal nøkta tann tørv, sum
eitt framkomid samfelag
krevur.
Tíðin er avmarkað
- Herfyri segði tú í eini
samrødu við Sosialin, at
eftirmaður tín í Tinganesi
fór at fáa nógv at gera. Er
tað ti tú ikki hevur gjørt nóg
mikið?
- Tað er torført at fáa
stundir at gera alt tað, sum tú
heldur verða neyðugt at
gera. Sum landsstýrismað-
ur hevur tú avmarkað tíðar -
skeið til arbeiðið, og tá val
kom í ótíð - enn minni enn
tú hevði væntað. Eingin ar-
beiðsdagur er undir 12 - 16
tímar, men soleiðis eru við-
urskiftini í politiskum ar-
beiði. Tað visti eg eisini
frammanundan
- I hesi setuni eru nøkur
ikki avgreidd mål, sum
næsta landsstyri skal taka
stóðu til, ella føra út í lívið.
Eitt nú samanleggingin av
Heilsurøktini og Heima-
hjálparaskipanini. Saman-
leggingin er samtykt, men
tað verður komandi lands-
stýri, sum skal lýsa eftir
leiðara fyri henda stovnin,
sigur Jóannes Eidesgaard.
Eisini var ætlanin at av-
taka Sjúkrakassarnar, og í-
staðin seta í gildi almenna
sjúkratrygging, ið verður
goldin um skattin.
Nógv hent á skinum
hjá teimum brekaðu
Hóast vánaligu tíðirnar, so
er hent nógv á almanna-
økinum, serliga hjá teimum
veikastu av okkum. Eitt
nú eru vardir verkstaðir og
búfelagsskapir fyri tey
brekðau stovnadir kring
landið. Eitt dagheim er latið
upp á Berjabrekku, har tey
mest brekaðu halda til, og
ansingarstovnurin Sýslan í
Sørvågi er latin upp, har
brekad og "vanlig" børn eru
saman.
- Tad var eisini eitt fram-
stig í hesum valskeiðnum,
at brekað nú fáa sína pen-
sión útgoldna, og sjálvi
skulu gjalda fyri at búgva
og liva. Hetta gevur teimum
ødrvisi figgjarligt frælsi í
mun til áður, tá tey bert
fingu lummapening.
Fleiri stovnar eru eisini
lagdir undir Almannastov-
una í seinastuni. Hetta eru
Hjålpit6lamidstødin, And-
veikravemdin og Endur-
búgvingarstovan. Tað er
gjørt fyri at veita brúkar-
num betri tænastu, men eis-
ini fyri at lætta um máls-
viðgerðina og fyri at minka
um útreiðslurnar.
Í hesum valskeiðnum
kom eisini arbeiðsloysis-
skipanin, sum verður mett
at vera enn ein varði í før-
oyskari arbeiðsmarknaðar-
sØgu.
Ein gamal javnaðarmað-
ur segði, tá tað kom uppá tal
at stovna Arbeiðsloysis-
skipan, at kundi Javnaðar-
flokkurin fáa ALS at virka í
Føroyum, so var tað eins
stórt framstig, sum tá fólka-
pensiónin kom í 1958.
- Hetta er gamalt mál hjá
Javnaðarflokkinum, sum
kom fram í tríatiárunum,
men sum hinir flokkarnir
ikki vildu taka undir við,
sigur Jóannes Eidesgaard.
Partar av stýrinum Ikki
gjørt sínar Skyldur
- Hóast framstig, so er ALS
í tí líki, sum skipanin nú er,
ikki lítaleys. Ein dygd við
skipanini er tó, at einasta
treytin fyri at fáa stuðul er,
at tú ert arbeiðsleys, sigur
Jóannes Eidesgaard, sum
harmast um, at partar av
stýrinum fyri ALS heldur
hava arbeitt fyri at fáa
landsstýrið frá, enn at gera
nakað itøkiligt arbeiði fyri
tey arbeiðsleysu.
- Nógv hevði verið gør-
vísi í Arbeiðsloysisskipa-
nini, um Ingeborg Vinther
og Oli Jacobsen høvdu gjørt
sittarbeidi í styrinum, ístað-
in fyri at føra politik móti
landsstyrinum.
- Størsta mistakið við
skipanini er, at vit í fjør
nýttu 250 mió. krónur í
ALS, uttan tó at ein króna
varð nýtt til at gera ar-
beiðsleys virkin.
- Hesar millónir kundu
verið brúkar til at skaffa ar-
beiði og hervið betra um
lívsinnihaldið hjá arbeiðs-
leysum, men tað hevði ong-
an áhuga í stýrinum.
- So mikið óhepnari er
hetta, av tí at grannalondini,
við somu trupulleikum sum
okkara, hava gjørt nógv fyri
síni arbeiðsleys. Tað er
eingin umbering fyri, at vit
ikki hava gjørt tað sama,
sigur Jóannes Eidesgaard.
Hóast hetta valskeiðið
hevur verið ógvuliga stræv-
ið, so hava stundir eisini
verið til at taka móti starvs-
feløgunum í hinum Norður-
londunum, sum hava sýnt
Føroyum áhuga.
Landsstýrismaðurin
heldur, at tað hevur stóran
tydning fyri Føroyar, at vit
hava gott samstarv við
grannalondini.
- Føroyingar mugu gera
sær greitt, at teir trupulleik-
ar, sum vit hava í dag, eru
sjálvskaptir, og at bert vit
sjálvi kunnu berja okkum
burturúr teimum.
- Nú hoyrist í politiska
kjakinum, at aðrir skulu
koma okkum til hjálpar og
loysa trupulleikarnir fyri
okkum. Tað er púra burt-
urvið.
Politikarar sum tora
- Vit hava brúk fyri polit-
iskum stabiliteti og fyri
politikarum, sum duga at
reka politik, og sum tora at
taka tær neyðugu avgerðir-
nar.
- Her hevur norðurlendskt
samstarv stóran tydning.
Tað, at vitja í ØSrum lond-
um gevur innblástur og
gevur okkum politikarum
møguleika at hugsa ødrvisi
um føroysk viðurskifti.
- Tú fært eisini møguleika
atsamanbera føroyska sam-
felagið við tey tú vitjar, og
lærir at seta prís á viður-
skifti í okkara landi, sum tú
ikki gáar eftir, tá tú ert
heima.
- Tú hevur verið á al-
mannari vitjan í Íslandi og
Grønlandi, eins og tú hevur
luttikið í norðurlendskum
samstarvi í hesum árum, tá
Føroyar ikki hevur fingið
góða umtalu uttanlands.
Hvussu kendist tað?
- Eg havi verið væl mót-
tíkin allastaðni. Starvsfel-
Rå
Á .
agadar minir hava vist å-
huga fyri føroysku trupul-
leikunum. Teir hava synt
samhuga og bjóðað okkum
- Tad er umrådandi, tå tå
ferðast í útheiminum, at tú
ert stoltur av at vera før-
oyingur. Tú skalt ikki vera
smæðin og ikki sýna upp-
gávulyndi, men tora at siga
tína meining.
- Eg eri sannførdur um, at
vit hava eina framtíð sum
tjóð. Vit skulu samstarva
við okkara grannar, men av
teirri grund nýtist okkum
ikki gevaokkum sjálvi burt-
ur.
Teir borgarligu
gera bara ilt verri
Um úrslitið av komandi
valinum, sigur Jóannes Eid-
esgaard:
- Hóast tað nú eru heilit
í Á
Hetta valskeiðið hevur verið merkt av kreppuni. Politikarar og embætismenn hava havt úr
Við at føra ein hóvligan
politik í samgonguni,
eydnaðist tað at fáa
gongd á sjúkra-
húsbyggingina í Suðuroy.
Jóannes Eidesgaard
heldur, at hetta er besta
dómi um, at tað ikki altíð
er rætt at rópa og hótta
við hesum og hasum, fyri
at røkka einum máli
10 flokkar í at velja, so eri eg
sannførdur um, at suðuroy-
ingar fara at halda fast við
sínar røtur, og serliga fara at
teir at stuðla Javnaðarflokk-
inum, sum veljararnir hava
stuðlað síðani 1928.
- Tó skal viðmerkjast, at
teir borgarligu eru erligir í
sínum útspæli, eitt nú um
ES-limaskap, og ætlanirnar
um at skerja almannagkið,
men hetta er samstundis alt
ov einfaldar loysnir.
- Vit mugu sjálvi stríða
okkum burturúr kreppuni
Tað verður ikki lætt, og
krevur nógv av fóikinum.
- Sleppa teir borgarligu
framat og fara at fremja h€s-
ar einfaldu og løttu loysnir-
nar, fer tað bert at gera ilt
verri, sigur Jóannes Eides
gaard.
at gera, og ofta hevur verið arbeitt út á næturnar fyri at fáa slætt borð