Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-25, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. juni 1994síða 18

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 18 ÆÐ Wv Valstrid um jóansókutíð: n ; Nr. 119 — 25. JUNI 1994 Valstriðið verður hart men valið er lætt Borgarliga boðið er lønarlækking vid 40%, ES-limaskapur og ein gróthórð skerjing av almenna sektorinum. Hesar loysnir eru ikki bert landsskaðiligar, men loysa heldur ikki trupulleikar okkara, skrivar Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður. Góðu suðuroyingar! Ikki uttan orsøk verður júst henda árstíðin av flestu føroyingum hildin at vera tann vakrasta og blíðasta. Hetta er árstíðin, tá náttin er stutt og ljós, og hetta er tíð- in, tá ið náttúran vísir seg við allari sínari lívsmegi. Ikki er tað heldur frítt, at henda árstíðin ávirkar okk- um sálarliga. Trupulleikar- nir kennast, hóast stórir, smærri. Loysnirnar kenn- ast, hóast torførar, lættari. Men hetta er eisini árstíð- in, tá ið Suðuroyggin við øllum sínum vakurleika bjóðar gestunum vælkom- num suður at halda jóan- søku. Hóast føroyska samfe- lagið í hesari tíð hevur verið igjøgnum størstu kreppuna nakrantíð, so fara suðuroy- ingar at halda jóansgku, og fara teir at bjóða gestunum vælkomnum á teirra eyð- kenda vinsæla hátt. Men júst nú meðan oyggjarnar visa sítt blíðasta andlit, verða vit mint á, at løgtingsval stendur fyri dur- um. Valstríðið er byrjað, og heilir 10 flokkar og fylking- ar bjóða seg fram til tess at tæna fólki og landi. Tað er mangt, sum bendir á, at hetta valstríðið verður um stutt so harðligt. Tað er nú heldur ikki so legið, tá ið 7. juli hugsað verður um tær rembingar, samfelagið hev - ur verið igjøgnum seinasta valskeiðið. Uttan at hetta beinleiðis skal verða nøkur valgrein, so bjóðar nú tann borgarligi vongurin seg fram vid einfaldum, løttum loysnum. Teirra bod upp å Føroyar í komandi tíðum er lønarlækking við einum 40%, ES-limaskapur og ein gråthørd skerjing av al- menna sektorinum. Umframt at hesar loysnir eru beinleiðis landsskaði- ligar, so loysa tær ikki trup- ulleika okkara. Harafturat eru fylgjumar av hesum borgarliga alternativi so ræðiligar, at alt má gerast til tess at forða teimum. Vit í javnaðarflokkinum hava ikki lættar loysnir at bjóða tykkum. Tað verður baldrut og strævið at rætta samfelagið uppaftur, men tað kann og skal gerast Men hetta krevur ein flokk og politikarar, sum duga og tora. Vit hava í farna valskeiði tíkið upp, vit hava nú lagt stødid, og kunnu nú leggja framtidarpolitikkin til rætt- is. Suðuroyingar — hóast val- stríðið verður hart, so verð- ur valið lætt. Tað er bert ein flokkur, sum framum nakr- an annan hevur borgað fyri trivnaði í okkara oyggj. Tað er væl ikki uttan grund, at javnaðarflokkurin er nógv størsti flokkur í Suður- oynni. Hann er framvegis besta boðið uppá framtíðina. Góða jéansøku! Jóannes Eidesgaard Tíðindablaðið (SHU Val '94 Hetta segði hann tá Í 1980 var Sofus Strem valevni Javnaðarfloksins, men hesaferð er hann á øðrum lista. Áhugavert er at síggja, hvat Sofos skrivaði tá OT eru vit greið yvir, at tíðirnar eru ikki av teim bestu, og óveðursskýggj eru á luftini, men hesi fara ikki at forða okkum í at sigla ta kós, ið stungin er út í kortið, fyri at náa tey mál, sum flokkurin hevur sett sær fyri at halda fast um og loysa hesi komandi árini. Tað er tó ein neyðug treyt, um kósin skal haldast, og rekkast skal á mál, at vit Tveráfólk standa saman — standa saman um ein flokk — nevniliga javnaðarflokkin Aðalmál flokksins hevur verið og er arbeiði til allar hendur. Hesum vil flokkurin berjast fyri Ikki minst her á Tvøroyri hevur flokkurin staðið sum borgan fyri hesum. Ikki skal farast longur enn út á keiina, so sæst virksamur varði, sum flokkurin hevur gingið á odda saman við virknum arbeiðskvinnur og -monnum og fingið upp at standa. Ikki kann sigast annað um henda varða enn at hann hevur roynst hollur fyri býin og stóran part av norðaru helvt av Suðuroy Her verður flokkurin eisini at ganga á odda. tá virkið nú skal útbyggjast Ikki er vist, um tað verður utbygt, um flokkurin missir meirilutan eftir valið — hetta er vert at leggja sær í geyma og Men fær flokkurin meiri- lutan, verður henda útbygging vissuliga framd hava í huga valdagin Eisini hevur flokkurin prógvað vælvild sína móti vinnulivinum her á plássinum við at styðja bátar og skip. Hetta verður eisini at halda fram, um hann framyvir kemur at hava stýrisvel í hond Størsta borgan fyri trivna í einum samfelag! er arbeiði til allar hendur. Við tí verður skapt ríkari familjuliv, andsliv og mentunnarliv. Hetta gevur sjálvsálit og áræði til at fara undir onnur verk okkum ellum til frama. Hetta áræðið hava javn aðarmenn. Vísið teimum tí tað álit og latið teir standa við stýrisvel framyvir Ikki skal komast inn á allan framburð undir javnaðarleiðslu her á Tad skal tó nertast eitt sindur sum hendir er Tvøroyri hesi seinastu árini við ítróttarhellina, sum júst er reist inni í Trongis vågi, og skulan, sum um stutta tíð kemur at standa við síðuna av hellini. Hellin kemur ikki bert at vera til gagns fyri tey ungu og idkandi, men verður hon eisini til gagns fyri tey eldru. Umframt at vera best utgjørda hell í landinum, verður hon eisini utgjørd við tólum við tí fyri eyga., at ung sum eldri við ringari hoyrn fáa meguleika at fáa sum mest burturúr, tá fundir og samkomur verða hildnar Skulin, sum verður bygdur harinni, kemur at verða nýmótans skúli við bestu arbeiðsumsteðum fyri lærarar og næmingar. Hetta hevur alstóran tydning fyri okkara uppvaksandi ættarlið — tey sum skulu taka starvið eftir okkum, tá vit falla frá A sama eki. hevur kommunan latið ekið til nevndina fyri Barnabata. so farast kann undir bygging av barnagarði har á plássinum Heldur ikki tað unga ættarliðið. sum ætlar sær at seta fót undir egið borð. skal fela seg svikið av sinum umboðum. Trødin, sum varð keypt inni í Trongisvågi, eigur at verða útstykkjað. soleiðis at hevi verður hjá teimum at fáa grundstykki til sámuligan pris, sum ikki fer at kennast teimum sum ov tung byrða. Hetta er ein sjálvkravdur rættur. sum býráðið skal síggja sum sína skyldu har tað er ført fyri ti. Bygdafólk. latið okkum standa saman og draga eina linu. Hana draga vit best við at seta kross við lista A ella eitt av val evnum listans Sofus Strem